fríggjadagur 30. september 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 186 — 30. SEPTEMBER 1994
Føroya Ungdómsráð skipar fyri:
Stevnu fyri
ung og eldri
Framsýning, sangur og tónleikur, pallborðs-
fundur og kvøldseta eru millum tiltøkini í Norð-
urlandahúsinum um vikuskiftið
Friggjakvøldio = klokkan
sjey byrjar stevnan, Føroya
Ungdómsráð skipar fyri í
Norðurlandhúsinum. Tá
letur ein framsýning upp. Á
framsýningini verða Ráðið
fyri Ferðslutrygd, AIDS-
ráðið, skótar og CISV.
Hesir felagsskapir fara at
sýna fram tilfar og greiða
somuleiðis frá hvat tey
takast við. Viðrar fara skót-
arnir at skipða fyri kakao-
sølu og ødrum uttandura.
Framsýningin stendur uppi
til stevnan endar leygar-
kvøldid.
Stevnan verður annars
sett friggjakvøldid klokkan
átta. Tað verður landsstýris-
maðurin í mentamálum,
Sámal Petur í Grund sum
setur stevnuna, og beint
eftir sjálva setanina fer
Hanus Johansen at syngja.
Hann fer eisini at skipa fyri
felagssangi. Haraftrat fara
ung at siga frá verkætlanum
og upplivingum og heiðurs-
lønir Ungdómsráðsins
verða handaðar.
Leygardagin byrjar
stevnan klokkan tíggju
fyrrapartin, og tá fara skótar
at byggja legupláss uttan-
fyri.
Klokkan 16 verður skipað
fyri pallborðsfundi. Heitið
er: Familjuvirði fyrr og nú.
Við pallborðið fara trý fólk
at sita. Eitt ungfólk ein
meira tilkomin, og eitt eldri
fólk. Tey fara hver í sínum
lagi at siga frá, hvat tey
halda um familjuvirði. Har-
aftrat fara fleiri serfrødingar
at luttaka í orðaskiftinum.
Handilsskúlin hevur gjørt
eina kanning um fólkaflyt-
ingina úr Føroyum, og mill-
um annað við hesi kanning i
huga, fara fólk at gera sínar
metingar um hvussu fólka-
flytingin hevur broytt
familjuvidurskiftini hjå
mongum. Fyrireikararnir
siga, at pallbordsfundurin
er ætladur øllum aldurs-
bólkum.
Hinvegin verður kvøld-
setan, sum byrjar klokkan
20, meira ætlað ungum. Har
fara fýra orkestur at spæla,
sjónleikarbólkur sýnir fram
onkran leik, og somuleiðis
Tíðindablaðið 3.
Á
verður jazzbaleu á skránni.
Tað kostar einki at koma
innar, og fyrireikararnir
vóna og rokna við, at nógv
fólk fara at vitja í Norður-
landahúsinum nú um viku-
skiftið.
tór.-
Familjuviðurskifti verða
vidgjørd á stevnuni hjá
Føroya Ungdómsráð
Millum annað í samband
við stóru fólkaflytingina
av landinum
Mynd: Kalmar
Nú ber til at sleppa ein
túr til New York fyri
góðar 5000 krónur. Tað
er Tora Tourist, sum
bjóðar fólki eitt tey kalla
sertilboð, har ferðin til
New York um Ísland,
gisting á hotelli við mor-
gunmati í New York og
koyring til og frá flog-
velli er íroknað. Har-
aftrat er íslendskur
ferðaleiðari íroknaður
prísinum.
Farið verður úr Vágum
týsdagin 25. oktober til
Reykjavíkar, har gist
verður til mikudagin, tá
leiðin gongur til New
York.
Í New York eru nakrar
útferðir íroknaðar prís-
inum, men um ynskist er
eisini møguleiki at bí-
Tilboð frá Toru Tourist:
Vikuferð til
New York fyri
5100 kr.
Íroknað prísinum er millum
annað gisting í New York
leggja sær aðrar ferða-
møguleikar har yviri.
Sunnukvøldid verður
farið avstað aftur til
Íslands, har gist verður
eina nátt, og týsdagin
verður so lent í Føroy-
um. Gíistingarnar í
Reykjavík eru íkki
íroknaðar prisinum og
tað er flogvallarskattur-
in í Føroyum, Íslandi og
USA heldur ikki.
Pakkaprísurin er
5.100 krónur fyri hvønn í
dupultkamari og 6.350
krónur um ein ynskir
einkult kamar.
tór.-
ferðir um vikuna
REINGERÐ Á GLYVRUM
Skrivligt tilboð ynskist uppá gólvvask 4
BÓNUS á Glyvrum
HÚS Á TVØROYRI
Hús á Hvítanesi á Tvøroyri til sølu.
Tlf. 039 69 79 75
LÆRLINGUR M/K
Stérur matvøruhandil i Havn søk-
ir lærling at byrja beinanvegin.
Sendið skrivliga umsókn til:
Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn
Merkið bjálvan
Bill. mrk. 1051
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan í Deyvahusinum, Íslandsvegur 10 B,
er opin månadag-friggjadag frå kl. 9-11.
Telefon 17597. Telefax 13609. Skrivitelefon, ring
0123 og bid um 16929 ella 10714.