fríggjadagur 30. september 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 186 — 30. SEPTEMBER 1994 Sida9
Dukkurnar pm
Friggjakvøldid kl. 19.00:
Barnaløtan
Vit fara fyrst til Vestmanna at vitja Jan, sum
herfyri var fyri einum óhappi á súkklu síni.
Tíbetur hevði hann hjálm. Og vit skulu hitta
Brand, sum er Oførur á súkklu við einum
hjóli.
Dukkurnar Emma og Helga fara at spæla
ein sjónleik, og tær hava bjóðað dukkum og
dýrum at hyggja.
Friggiakvøldid kl. 22.20:
Ein spurningur
um skyld
Bretskur kriminalfilmur frå 1993 um eitt
bilagt mord og stridid hjå løgregluni at fåa
tann seka dømdan. Ein kvinna verdur for-
elskad i sinum sakførara og bileggur ein
mann til at drepa konuna hjå sakføraranum.
Ákærin Helen West (Cherrie Lunghi) er vis
f, at mordid er bilagt (begået på bestilling)
og saman vid loyniløgreglumanninum
Geoffrey Bailey (Derrick O'Connor) roynir
hon at finna avgerandi prógvini. Men tað er
ikki so lætt og måtstødan verður hørð. »Ein
spurningur um skyld< er ein bretskur dygd-
ar kriminalfilmur við blandaðum spenn-
ingi, sannleika, psykologiskum portrettum,
við framúrskarandi leikarum heilt til
minsta leiklut.
Friggjakvøldid kl. 23.55;
Søgan um Mamas
og Papas
Søgan um amerikanska bólkin The Mamas
and The Papas, ið byrjaði og endaði vid
John Phillips.
Teir gjørdust kendir í 1965 við lagnum
„California Dreamin<, og í árunum 1966-
68 seldu teir yvir 20 miljónir av plátu.
Leygarkvøldid kl. 21.30;
Hættislig sambond
Søgan fer fram millum tað betra slagið í
Frankaríki stutt fyri kollveltingina, men er
annars ein tíðarleys mynd av maktstríðnum
millum mann og kvinnu. Markise de
Merteuil vil hevna seg inn á elskaran hjá
sær, Valmont, sum ikki skoytir um hana.
Hann vil heldur hava ta ungu Cécile.
Ella Fitzgerald
Sending um eina ta fremstu sangarinnuna
innan jazztónleikin. Í sendingini síggja vit
hana bæði, tá hon var ung og nú hon er
gomul. Vit fara at hoyra hana syngja
»Sunny« saman við Tom Jones. Hon sigur
frá sínum lívi og síni karrieru, og hon fer
eisini at syngja >Body and Soul<, >Just one
of these Things«, >Boy from Ipanema« og
»It don't mean a Thing«.
Sunnudagin kl. 14.40:
Tað svarta holið
Am. Disney filmur frá 1979.
Nakrir vísindamenn á rannsóknarferð í
rúmdini koma fram á eitt av teimum loýnd-
arfullu svørtu holunum, og í nánd er eitt
rúmdarfar, sum øll hildu vera horvið fyri
tjúgu árum síðani.
Sunnudagin kl. 17.25:
Operagalla
av Nyslotti
Altjóða kendir sangarar syngja brot úr
kendum operum. Fyrri partur av tí árligu
festkonsertini í Savonlinna í Finlandi nær-
hendis russiska markinum.
Sunnukvøldid kl. 18.10:
Tad er so deiligt
at fiska
Tveir bretar, Bob James og Chris Yates,
fara at fiska laks í Skotlandi. Teir fiska eis-
ini í ánni Sprey, har teir fáa harða kapping
frá fiskiørnum og otarum.
Sunnukvøldid kl. 20.00:
Hugurin at skapa
Guðrið Poulsen er einasti útlærdi keram-
ikari, sum eisini hevur sítt egna verkstað.
Hon hevur lært í Finnlandi og Íslandi og
livir nú burturav av sínari list. Umframt at
gera brúkslutir úr leiri, sum hon selir á verk-
staðnum, luttekur hon á framsýningum
bæði her og uttanlands og støðugt eru boð
eftir henni at koma at undirvísa í leirarbeiði.
J. Herluf Sørensen og Bergljót D. Hentze
hava gjørt sendingina.
— Keramikarin Guðrið Poulsen
Konstantin í Grikkalandi í 1993
Sunnukvøldid kl. 20.50:
Konstantin
i Grikkalandi
Í 1993 fór fyrrv. grikski kongurin Konstan-
tin saman við konu síni og børnunum aftur
til Grikkalands. Hetta var fyrstu ferð hann
var aftur í Grikkalandi, síðani hann noydd-
ist at rýma haðani í 1967. Hetta skuldi bara
vera ein privat vitjan, men gjørdist ikki sørt
av eini sigursferd, og tað hóvaði ikki
griksku stjórnini.
Sunnukvøldid kl. 21.25:
Alexandra
Prinsessa -1:2
Romantisk stuttrød í tveimum pørtum.
Tann eysturríkska prinsessan Alexandra
rýmir undan svaka manni sínum úr Wien í
seinastu øld og fer til Paris við báðum børn-
unum.
Tyskvøldid kl. 22.05:
Avsporadur
GF
Theresa Russell
Enskur filmur frå 1987. Dennis Potter hev-
ur skrivad handritid og Nicolas Roeg hevur
leikstjórnað.
Theresa Russel og Gary Oldman hava teir
báðar stóru leiklutirnar. Ein kvinna, sum
livir í einum vánaligu hjúnalagi, fær vitjan
av einum ungum manni, ið sigur seg vera
tann sonin, ið hon læt ødrum til fosturs, tá
hann var nyfødingur.
Óhóskandi fyri smærri børn.
Mikukvøldid kl. 20.35:
Loyndarmålid M-74
Ein kriminalsøga úr náttúruni, har gransk-
arar eru detektivar og mordarin fjalir seg
aftan fyri dekknavnið M-74. Offrid er tann
sjáldsami eystrasaltslaksurin, sum M-74 er
við at beina fyri. Vit sleppa at fylgja við í
uppkláringararbeiðinum, sum rætt og slætt
er ein bardagi ímóti tíðini.
Mikukvøldid kl. 21.05:
Highgrove
Charles prinsur í Bretlandi hevur prógvað i
verki, at hann meinar øll tey fínu ordini um
umhvørvisvernd. Hann drívur økologiskan
landbúnað á góðsinum Highgrove í tí vakra
Gloucestershire. Eitt filmslið hevur vitjað
Highgrove og fylgir prinsinum runt á ti
vakra góðsinum.
Mikukvøldid kl. 21.55:
Tað bláa dýpið
Franskur/amerikanskur filmur frá 88.
Jacques og Enzo hava kappast um, hver
dugir best at kava, síðani teir vóru smá-
dreingir, og nú teir eru tilkomnir halda teir
fram at kappast. Enzo er heimsmeistari í at
kava, og hin er vísindamaður. Enn hava teir
ikki gjørt av, hvør teirra er bestur, men nú
skal tað vera.
Hóskvoldið kl. 19.25:
Loynilig sendiferð
Nýggj spenningsrød fyri børn í 24 pørtum.
Albertog Victoria flyggja, ti onkur vil hava
fatur å teimum fyri at fåa eina loyniliga
kotu, sum pápi teirra, ið er deyður, visti.
Tey vita ikki rættiliga, um tey skulu tora at
líta á tann mannin, ið sigur seg vera gubba
teirra...
Hóskveldið kl. 20.35:
Himbafólkið
Í tí turra Kaokalandinum í Namibia livir eitt
fólk av neytahaldi. Tey liva, sum tey altíð
hava gjørt. Vit fylgja gerandisdegnum í
bygdini og eisini teimum mongu siðunum í
sambandi við eitt brúdleyp. Vit síggja,
hvussu tey pynta brúður.
Hóskveldið kl. 21.10:
Røtur
Am. filmur frå 1987.
Nick Nolte hevur høvudsleiklutin sum
lívstíðarfangin Lee, sum í San Quentin
skrivar ein sjónleik um lívið i fongslinum.
Sjónleikurin fær avbera góða móttøku, og
Lee og aðrir fangar fara út at ferðast við
honum. Er Lee blivin eitt betri fólk?
Óhóskandi fyri smærri børn.
i
Nick Nolte