Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. september 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 186 — 30. SEPTEMBER 1994 Carry on Camping Bretskur filmur frá 1969. Tveir menn fara saman við gentum sínum campingtúr til eina nudistlegu og vóna at sleppa at ganga »illa flatnir« har. GELSE Knight Rider Ein ung, blind kvinna hjålpir Michael og K.LT.T. at finna eina nimdarveru, sum sit- ur á slíkum prógvum, sum kunnu elva til eina vanlukku... Fríggiakveldið kl. 22.35: Rollerball Amerikanskur filmur frá 1975. Í einum framtidarheimi er fåtækradømid og kriggj burtur, men eisini frælsið. Samfelagið verður stýrt av stórum fyritøkum, og »Rollerball« er nógv frammi. Tað er ein ítróttargrein eftir einari serligari breyt. Tað snýr seg um at luttakararnir skulu fáa fatur í einum silvurbélti og senda hann í málið. Jonathan E. er stjórnan, men nú er hann komin so langt, at sjálvt hugskotið við spælinum er um at hvgrva. Persóndyrkan er strangliga bannað, og leiðararnir royna at noyðaJonathan E. at taka seg burturúr. Men tað vil hann ikki. So er ikki annað at gera enn at broyta spælireglurnar... Leygardagin kl. 16.10: Gus Am. filmur frå 1976 um fótbóltsspælaran Gus, sum leiðir lið sítt til sigurs. Men so verður Gus rændur, og hetta koma ráns- menninir at angra... Leygardagin kl. 18.00; Murder She Wrote Hóast eingin bað hana koma, er Jessica farin vð flogfari til California, har eitt flogfar er dottið niður. Flogskiparin er funnin skotin og deyður. Hildið verður at deyði maður Jessicu stóð aftan fyri hend- ingina... Sunnukveldið kl. 19.00: The Hard Way Am. filmur frå 1991 við James Woods og Michael J. Fox f høvudsleiklutunum. John Moss, sum jagstrar ein sinnissjúkan dråps- mann, noyðist at arbeiða saman vid Holly- wood-stjórnuni Nick Lang. Men báðir læra nógv av hesum samstarvi... Sunnukygldið kl. 23.50; Dragnet Ein bumba brestur í einari klinikk, har fosturtøkur verða framdar, og hvønn leiklut hava Vic og Carl í hesum? Månakvøldid kl. 20.35: Lethal Error Am. filmur. Elizabeth Sturgis striddist at fáa mannin at flyta vid familjuni út úr bý- num, tí sonur teirra, hin ungi Cullen, verður illtonktur fyri eitt morð í sambandi við narko. Sannførd um at sonur hennara er ósekur, fer Elizabeth til myndugleikarnar, og hon væntar sær studul onkustadni frå, men so er ikki. Try vitni eru, sum siga at Cullen er sekur. So tekur Elizabeth lógina í egnar hendur… Tysdagin kl. 10,25: Matiné: Hin nakni sannleikin Bretskur filmur frå 1957. Nøkur fólk savn- ast at leggja til rættis eina ætlan um at drepa ein, sum hóttir við at avdúka loyndarmál teirra. Mikudagin kl. 17.00; Knight Rider — Barnagentan Devon skal ansa eftir einum stórum, fínum húsum. Men hann fær marruna, tá ið bilurin verður stolin... fkukvæki a; Nurses Starvsfólkini eru órkymlað, tá ið tey frætta, at tann kendi og væl umtókti sjónvarps- verturin Geraldo Rivera verður lagdur inn á sjúkrahús við heilaskjálvta. Hóskveldi The Wonderful Country Am. filmur frá 1959 um ein byrsumann, sum fær boðið arbeiði fyri > Texas Ranger«. kl. 23.05: Fimmarin Orðaskiftissendingin >Fimmarin< fer nú at verða endursend fríggjadag seinnapart. Fríggj ink Ungdómssendingin, sum mest verður góður tónleikur. Har verða eisini ymsar kappingar millum lurtarar og okkurt verð- ur at vinna. Kappingin verður í trimum umførum. Fyrst kappast tvær ferðir tveir lurtarar, og síðani vinnararnir í finaluni. Í sendingini verða eisini stutt prát og fæstir tættir sum »Køsturin«, »Tå Bjørg var ung« og fleiri. Mentanin verdur heldur ikki gloymd i »Kvarki«, sum er ein roynd at geva troyttum skúlaungdómi eina góða byrjan uppá vikuskiftið. Bjørg Brend og Jákup Sørensen vera klár í útvarpsstovuni hvønn friggjadag kl. 15.00. riggjakvøldi Fimtan tær bestu f vetur verdur ein roynd gjørd at gera ein hitlista. Heðin Arge Jensen ætlar at skipa sendingina saman við framhalds- og náms- skúlunum kring landið. Listin fer at umfata bæði føroysk og útlendsk løg. Leygarkvøldid kl. 19.05: Okkara heimspartur er heitið á nyggjari sendirød um okkara gamla heimspart, Europa. Hans Holm hevur nú í nøkur ár verið við útvarpinum og greitt frá allari verðini úr øllum heraðshornum. Kortini heldur Hans, at någv er eftir at siga frå um Europa. Okk- ara heimspartur er ein veldug fløkja, ein hurlivasi og summastadni ein vigvøllur, hóast 12 lond eru savnað i Europasamveld- inum, ES. Eisini Europasamveldið er ein óstýrandi meldur av fólkasløgum og minni- lutum, mentan og trúgv. Og bara í Vestur- europa eru 46 málsligir minnilutar. kl ; Tíðindablaðið (St Nåttarravnar Leygarkvøldid 1. okt. fara Nåttarravnarnir aftur á flog. Og hesaferð kunnu teir av sonn- um kallast Náttarravnar. Á midnátt fer Høgni Djurhuus at líta aftur á vikuna, ið fór og síðani flúgva Ravnarnir enn ein tíma inn í náttina. Eins og undanfarin ár er spurnar- kapping kl. 23, har øll kunnu vera við. Í vetur verður serliga nógv gjørt burturúr Nashville og nýggjum countrytónleiki hag- ani. Tá hetta skeiðið er runnið, og vetrar- skráin er komin at enda, tá verður drigið um eina ferð fyri tvey til Nashville. Øll tey, ið hava vunnið í Náttarravnskappingunum í vetur verða við í dráttinum. Birgir Kruse og Heðin Arge Jensen stíla fyri. Mánadagin kl. 17.05: Burtur å heidi Patsy Cline Undir heitinum »Burtur å heidi« fer Birgir Kruse annan hvønn månadag at spæla countrytónleik. Hetta er ein sending, har einstøk nøvn úr countrysøguni og åvis rák og tíðarskeið verða lýst. Lagt verður fyri við sangarinnuni Patsy Cline, sum doyði í flog- vanlukku í 1963, tríati ára gomul. Tá hon er fingin frá hondini, fer Birgir at spæla sangir hjá honky tonk sangaranum Lefty Frizzell (1928—75). Sent verður annanhvønn mána- dag kl. 17, fyrstu ferð hin 3. okt. Hans Holm og Sonne Smith fyrireika nýggju sendirødina »Okkara heimspartur«