fríggjadagur 30. september 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Tíðindablaðið CD Nr. 186 — 30. SEPTEMBER 1994 Síða 19
Minningarorð um
John
F. 10.06.53 — D. 09.07.94
Endaleysa rødin av
mannabørnum
kåmast burtur tå vit
líta aftur um bak.
Hver ættin eigur sítt
rað. Aftan fyri okk-
um standa tey, sum
yngri eru. Raðið
heldur áfram til tey
yngstu og tey ný-
føddu, til tað kámast
burtur fyri eygum
okkara, har tey Ó-
føddu taka við. Men
líta vit frameftir, so
er ikki so langt til
endan. Tey av okk-
um, sum eru so
heppin, eiga enn
foreldur, kanska
ommur og abbar við, framman fyri í
raðnum. Tey elstu standa og stara niður í
grøvina — ti teirra forfedrar eru longu
undan farnir, og nú standa tey á tromini
og undrast á hvussu stokkut lívið
einaferð er.
Oman og niðan fram við rødunum
ganga deyðans disiplar og ansa eftir at
skil er á. Tað eru ålitisstørv teir hava.
Oftast gongur alt mest sum av sær sjálv-
um, men so við hvort ganga teir fram,
tríva mest sum av tilvild inn í eitt rað og
velja ein út haðani. Stundum harðliga,
og stundum so findarblíðir, men altíð
fáa teir tann kosna við sær.
Vit, sum eftir eru, standa og spyrja
hvønn annan hvat tað mundi vera, sum
gjørði, at júst hesin nú mátti úr raðnum.
Hann ella hon skuldi jú átt mong góð ár
eftir í væntu. Tað er eins og vit ikki
troyttast av at leita eftir logikkinum í úl-
veruni, og tá einki svar fæst, so sláa vit
okkum til tols við, at hetta var ein partur
av teirri stóru ætlanini, vit hvør sær eiga
lut í. Tann trúgv, vit fingu í arv, boðar
okkum, at raðið eisini handan gravar-
tromina er endaleyst. Tað er bara ósjón-
ligt fyri mannacygum.
John Andreasen var ein teirra, sum í
summar varð kosin í úrtíð. Flestu okkara
munnu halda, at tað var órættvíst. Vit
kenna eina sorg — kanska enntá vreiði — í
fyrstuni, men sum tíðin líður, góðtaka
vit sjálvt eitt so lemjandi slag, sum eitt
tílíkt andlát er. Sláa okkum til tols við
tað og venda aftur til uppgåvu okkara
hver sær at liva lívið at enda, sum dyr-
gripir goyma minnini um tey, sum und-
an fóru, og eftir førimuni stuðla teim
yngru, tá tey byrja teirra lívsverk.
John var hjálpsamur út um alt mark.
Hann toldi illa at síggja nakran, hann
Konfirmantar í Nes kirkju 2. okt.
Gundur Gaardbo, Søldarfirdi. Jóannes Poulsen, Lamba.
Katrin á Fløtunum, Lamba. Helgi Arnholdson, Glyvrum.
Heidi i Holusteini, Glyvrum. Bårdur Sigmundarson
Hammer, Saltangarå. Ingrid Hye Bjarnastein, Saltangarå.
Elsebeth Djurhuus, Saltangarå. Sonni Lamhauge Petersen,
Rituvík. Hans Karl Højgaard, Saltnesi. Arnfríð Joensen,
Saltnesi. Magni Højgaard, Toftum. Aki Smidt Jensen,
Toftum. Elsa í Hjøllum, Toftum. Laila Waag Høgensen,
Toftum. Bergur Fossdalsá, Nesi.
kendi, einsamallan
fáast við eitthvort,
sum hann metti
fekst skjótari og
betri úr hondum
um hann hjåpti til.
Og við tað, at
hendur = hansara
sótu so ótrúliga væl
á skøvningunum,
var hjálpin, hann
beyð og veitti,
mangan kærkom-
in.
John var eitt ar-
beiðsgrev. Hann
var fegin um og
errin av arbeiði
sínum á Mjólkar-
virkinum. Tað er at
undrast á, at tað kavaroksnætur á há-
vetri skuldi bera honum til uttan
hóvasták at leggja á oynna og út á bygd í
útideyðaveðri til dagsverk, og síðan í
sama góða lag, nærum ómóður koma
aftur til húsa seinnapartin. Men hjá hon-
um var hetta bara sjálvsagt, og litil ivi er
um, at hansara pláss á Mjólkarvirkinum
fer at vera torført at fylla út fyri tann,
sum kemur í hansara stað.
John var røkin. Tað tala hús hansara
sítt tigandi mál um. Arbeiðsbilur hans-
ara var altíð so skínandi blankur og
hvítur, líka mikið hvussu veðurlagið
var, at tað fall í eyguni. Hann setti eina
æru í at skynsemi, reinføri og góðska
skuldi sermerkja tað starvið, hann
hevði.
John var blíðlyntur. Eg hoyrdi hann
ongantíð tosa iltum onnur. Antin tað var
tí at hann helt tað inni við seg sjálvan,
ella hann bara var nóg stórt menniskja
til bert at halda gott um onnur, veit eg
ikki, men eg havi varhugan av ti seinna.
Tann morgunin í summar, John úti í
túninum á sín javna og fryntliga hátt
beyð farvæl, vardi tað meg ikki, at hetta
skuldi verða seinasta ferðin vit sóust.
Men soleiðis vildi lagnan tað altso...
Tann missur, Marita og Shane saman
við foreldrum og systkjum í báðar ættir
hava verið fyri, bøtist ikki aftur av
mannahond. Her mugu aðrar og hægri
kreftir veita linna og troyst. Vit onnur
megna ikki annað enn i fåfongd og
máttloysi okkara at drýpa høvur í sorg,
sakni og samkenslu.
Friður veri við minninum um John
Andreasen.
Grannin sunnanfyri
Konfirmantar í Vágs kirkju 2. okt.
Rúni Heri Hammerfoss Eyðunsson, Vági. Sam
Ripley, Vági. Poul Dan Kjærbo, Vági. Jóan Pauli
Augustinussen, Vági. Bergur Gudmundsen, Vági.
Tóki Hjelm Bjarkhamar, Vági. Elmar Joensen, Vági.
Ingvard Thorsteinsson, Vági. John lan Bertholdsen,
Vági. Ronni Magni Dalá, Vági. Gunnfríð Margretha
Hvanná, Vági. Elisabeth Hansina Dam Joensen,
Porkeri. Linda Bech, Lopra.
Samkoman Sion
Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morg-
unmøti.
Sunnukvøld kl. 18.00:
Evangeliskur fundur.
Månakvøld kl. 20.00:
Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00:
Bønarfundur.
Bønartænastan svarar å
tif. 73941, frå kl. 20.00
22.00.
Gøta, Fuglafjørdur
og Leirvik
Kórið í missiónshúsinum í
Leirvík byrjar aftur í kvold
kl. 20.00. Øll eru vælkomin
við.
AA fundir
verða í Havn í kveld kl.
20.00 á Vaskarínum, Tórs-
gøtu 5 (inngongd vestan-
fyri), og kl. 22.30 í Uppi-
stovu, C. Pløyensgøtu 17.
Altjóða
Barnalegur
»CISV«
Landsfundur verdur å Lær-
araskúlanum leygardagin
1. okt. kl 15. Skrá samb.
reglugerð. Framløga av
komandi hålvåri o.a. Øll
hjartaliga vælkomin.
Gamlir dansir
Um undirtøka er verdur
byrjanarskeið hvørt týs-
kveld í Bygdarhusinum i
Hósvík í vetur kl. 21.00 til
22.00. Byrjað verður 4. okt.
Tilmelding á tlf. 22386 í
seinasta lagi 2. okt.
LOTTO
viku nr. 39, 28. sept.
Vinnaratøl: 1 - 14 - 16 - 17 -
26 - 45
Eykatøl: 19 - 37 - 43
Prognosa
6vinnaratøl 4.491 .735,- kr.
5 vinnaratøl +
1 eykatal 92.052, - kr.
5vinnaratøl 7.004,-kr.
4 vinnaratøl 163,-kr.
3v.tel + minst I eykatal 56,-kr.
Sosialurin tekur onga åbyrgd
av meguligum villum
TUMMÅS JAKUP THOMSEN
HEN DIR
(€) 1994
or: PETUR JENSEN
Tá kom bussurin, sum nú koyrdi heim
Hon hevdi ikki brúk fyri nókrum ambulansa
Ambulansin kom, men Bina hevði heilivágin,
Bina og BoBo stillaðu seg at bíða eftir at
-
=
=
S
=
=
S
S
=
S
=
=
=
-
S
S
=
S
=
R
=
=
—-—
£
=
=
=
=
S
S +
—
hu]
framhald