Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

|} Gott í teg Martin! FØROYINGAR duga bæði at veiða og virka fisk, men tá tað snýr seg um at selja vøruna, tá eru okkara kappingar- neytar nógv fremri. Hetta eru orðini hjá einum av oddamonnunum í føroyskari fiskivinnu, fyrr stjóra á Bacalao, nú stjóra á Far-Fish, sum tekst við at roykja fisk. Maðurin eitur Martin Jacobsen, og tað er blaðmaður á Sosialinum, sum hevur sera áhugaverda samrødu við hann í gjár. Hóast Martin nemur við nógvar sera viðkomandi spurningar, so er nakað av hesum endurtøkur frá fyrr. Tí sami maður hevur - eisini í Sosialinum - oftani áður gjørt vart við júst somu sjónarmið. At tey í dag kanska hava enn stórri áhuga og týdning sigur okkum so mikið sum, at vit eiga at lurta eftir slíkum monnum og geva orðum teirra meira gætur. SPURNINGURIN um at fáa sum mest burtur úr fiskinum hevur javnan verið frammi í orðaskiftinum. Tað eru teir, sum aftur og aftur hava víst á, at vit við at framleiða blokk, sum er rávgra, fáa ikki ta virdisøking til samfelagið, sum góðsking av fiskinum annars kundi givið. Hin spurningurin er so, hvussu væl vit duga at selja veruna, antin hon nú er råvøra ella lidugvøra. Vit skulu lata spurningin um góðskingina liggja á hesum sinni, hóast hon grundleggjandi er av stórum týdningi. Men rætt hevur Martin Jacobsen, tá hann sigur, at vit eru ov vánaligir handilsmenn. Tað sær ikki mætari út enn at hetta er nærum ein meginregla, ja næstan ein kvalifikati6n, tå tað snýr seg um føroyskan útflutning. Nú er tað skeivt at skera yvir ein kamb, at generalisera, tí sjálvandi eru nógv fólk her á landi, sum gera eitt gott søluarbeidi. Men áhugavert kundi verið at spurt, hví vit føroyingar eru vánaligir seljarar! Er tað tørvandi útbúgving, er tað okkara fjarstøda, er tað okkara mentan ella okkurt heilt annað, sum er orsøkin til hetta? Nú tað so oftani hevur verið víst á, at vit duga ikki at selja okkara fisk, kundi verið áhugavert at sett umrøddu spurningar og fingið svar. KANN samrødan við Martin Jacobsen hava vid sær, at føroyingar fara at hugsa meira um henda spurning og møguliga brúka eitt nú Sosialin eins og aðrar fjølmiðlar til at umrøda hann í, tá er okkurt vunnið. Áhugavert kundi verið at vitað, hvat sølufélk, vinnulívsfólk sum heild, bankafólk, politikarar osfr. siga til hetta. Nú vit hava ásannað henda veruleika so oftani og so leingi - øll minnast serea lemjandi kritikkin av Føroya Fiskasølu av táverandi sølumanninum Trúgva Johansen - og hetta verður ásannað aftur í dag av framstandandi fiska- framleiðara - tá eiga vit at royna at gera nakað við málið. Og ein byrjan er eitt opið og sakligt tjak. Gerið so væl. Blaðið er tykkara. Vit vilja sjálvi eftir førimuni royna at "forfylgja” hesi sak, ti hon er so grundleggjandi og so tydni- ngarmikil fyri okkum øll. Gott í teg Martin, at tú dregur hesar spurningar fram aftur. ANNARS nemur hann eisini við fleiri aðrar áðhugverdar spurningar, sum vit fara at venda aftur til seinni. Eitt nú hevur hann nøkur sera áhugaverð fyri ikki at siga kollveltandi sjónarmið um studning til fiskivinnuna. Eisini vísir hann á spurningin um kostnadarstødid, og her hevur sami maður fleiri ferðir gjørt galdandi, at ein lønarlækking bjargar ikki okkara vinnulivi. Hann hevur tvørturimåti sagt, at hon kann gerast ein koddi. Og hetta sama hevur nevndarformaðurin á Kósavirkinum og Føroya Banka víst á í bløðunum. Hetta og spurningurin um aftur at fara at geva avmarkaðan studning umframt sera åhugaverdi spurningurin um at fáa meira burtur år hysuni vid linu er alt nakað, sum er vert at viðgera í einum blað. Jú, her er nógv at triva í og umrøda. Men fortreytin fyri, at slík umrøda kann koma er, at vit í landinum hava fólk, sum hava vit og skil og ikki minst dirvi til at stíga fram á almenna pallinum og siga sína hjartan ærligu meining. Tað hevur Martin Jacobsen gjørt enn einaferð, og vónandi er tað ikki síðstu ferð. Tað er fólk at slíkum "kalibri” vit hava brúk fyri í Føroyum, fólk, sum tora og duga at taka í egnan barm (Føroya) og sum ikki eru bangin fyri sjálvrannsakan. Og henda sjalv- rannsakan snýr seg í veruleikanum um alt okkara vinnulív. Og at fólkini, sum stíga fram, sjálvi hava víst hegni og dugnaskap í sínum arbeiði, hevur ikki minst at siga. SOSIALRUIN Oljufloymurin úr Norð- sjónum í minking Sambært eini frágreiðing frá Chevron International Oil er endi við at koma á tvey ára økingina av framleiðslu av olju úr Norð- sjónum Svar til Jenis av Rana Av ti at Maria Hansen er stødd uttanlands i løtuni, skal eg standa fyri hesum svari einsa- møll, men eg ivist ikki i, at Maria tekur undir við mær, ti so mikið hava vit tosað um sam- gonguskjalið (sum vit hava lis- ið) og hesar spurning sein- astu tíðina, meðan samgongu- samráðingar eru farnar fram. Tað er rætt, at javnstødul6g- in ikki beinleiðis verður nevnd í tí endaliga fyrra samgongu- skjalinum. Hesum fingu vit forðað fyri, hóast royndir vóru gjørdar, men at beinleiðis orð- ing viðv. fosturtøku kom við, var eftir okkara tykki stórt mis- tak, sum vit tíverri ikki fingu broytt. Í sambandsflokkinum hevur verið galdandi, at í etiskum spurningu skal tinglimum standa frítt at taka stóðu. Tí eiga slíkir spurningar ikki at verða tiknir við í einum politisku samgonguskjali. Viðmerkingum tínum um at ganga á odda og vísa veg ella at bakka undan smáaldum havi eg ikki hug at svara her, heldur ikki tí tú sigur um >ýlandi úlv- arnar<; tað lati eg onnur um at taka støðu til. Lisbeth L. Petersen —————— Viðmerkingar til bingo-konuna Bingo er blivið fólkaundirhald burturav, og alt gott um tað, men hóast tað kenni eg meg noyddan her at koma við ein- um lítlum hjartasuffi. Góða tú, hví gera so nógv burtur úr ov nógvum tubbaks- royki; og so er tað ov heitt o.s.fr. Júmen, um tað er ov nógv fyri teg at lesa tølini upp, so at siga hvert kveld, so halt tey heldur heima hjá tær sjálv- ari, tað er hóast alt sjálvboðið, at tú fert á bingo, ella hvat? Men, nei, hugsa tær til, um tú nú listi ein vinning, fyri ikki um attalaeina ferð. Tað hevði ver- ið ein ordans vanlukka. Tú situr við upp til 34 plát- um, tá tú spælir bingo, og minst til, at tú hevur fingið tær fyri einki, og aftrat tí kemur ein rúgva av lutaseðlum, sum tú heldur ikki hevur latið nakað afturfyri. Tað líkist ongum, at tú skalt sita við so mongum plátum, júst tí tær eru ókeypis. Tú vinnur rættiliga ofta, so eg haldi, at tú skuldi hildið ein lágan profil og ikki latið øll hesi bingo-spølini sett seg í høvdid á tær. Eitt annað er eisini, at kemur ein í steðginum, hyggur tú at einum, sum um at tað kann ein als ikki loyva sær, men eg havi sæð, at tú sjálv kemur í steðg- inum. Tað er eisini púrasta í lagi, tí tað er hóast alt ikki altíð at tað passar so, at ein kann vera við frá byrjan. Eg havi nú skrivað tað, sum vit eru mong, ið hugsa. Vinar- ligastu heilsanir X Tøkk fyri upptøkuna Hóast framleiðslan rakk metstóra nøgd í juni mánaði og framvegis økist, so er leitingarvirksemið nógv minkað, tí at framleiðarar ikki longur eru førir fyri at mótviga miseydnaðar royndir móti øðrum inntøk- um úr Norðsjónum. Framleiðarar leggja tí stórri dent á at økja fram- leiðsluna á verandi økjum, heldur enn at fara undir nýggjar royndarboringar og førir hetta við sær, at út- litini fyri fleiri økingum í framleidslunøgd tey næstu árini ikki eru góð. Bert ein lítil øking er í væntu í 1995, tá flestu økini, ið oljufram- leiðararnir ætla sær undir, gerast virkin og væl á veg til mestu framleiðslu. Væntað verður, at fram- leiðsla av ráolju úr Norð- sjónum hækkar til 700.000 tunnur um dagin í ár, harav 450,000 tunnur úr bretska partinum. Bretland fer tá framum Noreg sum størsti framleiðari í Norðsjónum. Samstundis sum fram- leiðslan úr Norðsjónum øk- ist, fall framleiðslan úr lýð- veldunum, ið áður vóru partar av Sovjetsamveldin- um við 1,2 milliónum tunn- um um dagin í fjør. Vegna ov fáar íløgur í útgerð sein- astu fimm árini, saman við lágum oljuprísum, verður væntað at framleiðslan minkar enn meira. Utlitini eru sostatt vána- lig, hóast stuðul frá stjórn- unum í teimum ymisku lýð- veldunum hevur eggjað til nakrar økingar í fram- leiðslu. Nakrir framleiðarar hava verið noyddir at steðga framleiðsluni heilt vegna vantandi pening og uppaft- ur aðrir framleiðarar hava ikki goldið arbeiðsfólkun- um løn í mánaðir. Vandi er tí fyri, at verkfall fara at minka um framleiðsluna uppaftur meira, sigur frá- greiðingin at enda. Blindastovnur Foroya hevur opið mándag--friggjadag kl. 9-16. Telefonir: 18222 og 19288. Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn hósdag frå kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, Oman Pisuvarða 2, ella á tlf. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 14.39—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 14.30—7.00 á morgni.