leygardagur 1. oktober 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 187 — 1. OKTOBER 1994 Sida 3
Oli Zachariassen:
Vildi ongum forða
Óli Zachariassen segði upp sum stjóri á Skála Skipasmiðju, tí
hann var ósamdur við landsstýrið og við neundina fyri skipa-
smiðjuna
Undir Heygadrangsmáli-
num greiddi Óli Zacharia-
ssen frá, at hann segði upp á
skipasmiðjuni um ársskift-
ið 1987-88, tá tað stóð sera
illa til á skipasmiðjuni, og
hann sá ongan møguleika at
halda fram.
Å rættarfundinum i gjår
kom Oli Zachariassen nærri
inn å, hvat hendi tå.
Tad var ikki bara, sum
hann segði í Heygadrangs-
málinum, at hann ikki vildi
vera við til at halda fram við
Heygadrangi og økja um
kostnaðin á skipinum fyri at
kunna halda fram.
Sambært tí, Óli Zachar-
iassen ségði í gjár, var
orsøkin eitt heilt annað
skip.
Tað gekk illa við Skála-
fjalli, tí eingin framtíð var tá
í svartkjaftavinnuni. og
skipasmiðjan "hevði stórar
fíggjarligar trupulleikar at
dragast við.
Samstundis stóð Heyga-
drangur á skipasmiðjuni við
líka óvissari framtíð.
Í 1987 varð eisini sátmáli
gjørdur um eitt annað skip.
Tað var rækjuskipið Kjølur,
sum hevði heimstað í
Klaksvík. (Hetta skipið
varð ongantíð bygt liðugt.
Tað stóð framvegis í gerð,
tá skipasmiðjan fór á húsa-
gang í 1989, blkv.)
Óli Zachariassen segði í
gjár, at hann var greiður
yvir, at reiðaríið hjá Kjøli
ikki megnaði at útvega fígg-
ing til skipið, og hesum
boðaði skipasmiðjustjórin
landsstýrinum frá. Hann
tosaði við fulluúan Alfred
Plersen, sum var greiður
yvir, hvussu til stóð. Vil-
Ikki fyrr
enn I
1987
Oli Zacharissen heldur fast vid,
at eginpeningin ikki vard inn-
bygdur i såttmålan fyrr enn i
1987, tå hann helt ongan veg
vera aftur
Oli Zachariassen var liðugt avhoyrdur i gjár í hesum
umfarinum, og nú skulu teir fýra bankamenninir, ein fyri
og annar eftir, seta seg í henda stólin at svara upp á
spurningarnar. Fyri tað mesta er tað ákærin, sum spyr
men verjarnir og dómarin hava vidhvørt eisini
spyrja um
okkurt at
helm Johannesen, lands-
stýrismaður í idnadarmål-
um fekk tað eisini at vita.
Men landsstýrið helt fast
við, at skipið skuldi byggj-
ast sum ætlað, og lands-
stýrið helt Óla Zachariassen
var tvørligan. Hesum boð-
um fór Óli Zachariassen við
til nevndina fyri skipa-
smiðjuna. Nevndin hevði
síðan fund við landsstýrið,
Avhoyringarnar av teimum
ákærðu í Skálafjalsmáli-
num eru drúgvar. Drúgt var
at avhoyra reiðaran, tí hann
mintist so lítið, og sumt helt
hann seg ikki vera føran fyri
at svara og vísti til advo-
katin og skipasmiðjustjór-
an.
Skipasmiðjustjórin Óli
Zachariassen er eisini
drúgvur, sjálvt um hann
bæði minnist og ikki vísir til
nakran annan. Skipa-
smiðjustjórin er sera sen-
tralur og fær tí so nógvar
spurningar, og hann hevur
so avgjørdar fatan, sum
ákærin ikki altíð tekur undir
við og tí spyr uppaftur og
uppaftur.
Eitt ringt
og annað verri
Fyrrapartin hósdagin legði
ákærin fyri við at spyrja um
ymisk roknskaparlig viður-
skifti, um ymsar upphædd-
ir, har tað stendur "til reið-
aríið, "eyka til reiðaríið" og
"eginpeningur. Akærin tók
nógv notat av ymsum slag
fram fyri atroyna at prógva,
at teir longu í 1986 inn-
bygdu eginpening í sátt-
málan. Men tí afturvísti Óli
Zachariassen. Slíkt varð
honum vitandi ikki gjørt
fyrr enn í 1987, og hann
nevndi seinni, at tá var
eingin vegur aftur. Varð
skipið bygt liðugt, loysti tað
fleiri aðrar trupulleikar við-
víkjandi teimum skipum,
sum táeisini stóðu í gerð, og
sum komu aftaná Skálafjall
Valdi skipasmiðjan í staðin
at gevast, fór hon av
og tá meirlutin í nevndini
tók undir við landsstýri-
num, valdi skipasmiðju-
stjórin at siga upp.
- Eg vildi ikki standa í
vegin, segði Óli Zacharias-
sen.
randi
knóranum, og landið misti
umleið kvart millard, segði
Óli Zachariassen.
Tað kom fram, at longu í
1986 var reiðaríið afturút í
at gjalda til skipasmiðjuna.
Óli Zachariassen upplýsti,
at skipasmiðjan rykti eftir
pengunum,og skipasmidj-
an fekk at vita, at restupp-
hæddin var å veg, men har
kom eingin peningur.
I oktober 1987 bidjur
reiðaríið hjá Skálafjalli
Skála Skipasmiðju um at
seta eina millión í skipið.
Skipasmiðjustjórin legpi
hetta fyri nevndina, og
stjórin segði í hvussu er
formanninum frá, at reið-
aríið ikki kláraði seg.
Nevndin góðtók at seta eina
millión í, men settu sum
Nógv stóð upp á spæl. Var ein sáttmáli uppsagdur, so fór alt, segði Óli Zachariassen. Tað
CTSS:
|
þ
|
*
%
TILL: re
Óli Zacharissen minnist tað mesta, hann verður spurdur
um. Sambært honum var tað at kalla ein óloysilig uppgáva
at vera stjóri tá á skipasmiðjuni, tí hallið var so stórt, og
upphæddirnar so stórar
treyt, at skipasmiðjan ikki
bleiv størsti partaeigari.
Helt teir eiga meira
Akærin spurdi skipa-
smiðjustjóran, hví hann ikki
kannaði, hvussu nógv aðrir
høvdu sett í, men tað helt
skipasmiðjustjórin ikki
vera neyðugt, tí hann helt
teir í reiðarínum vera stórri
partaeigarar.
Undir Heygadrangsmáli-
num var Tummas M. Ja-
cobsen, sum var fíggjrstjóri
á Skála Skipasmiðju, eitt
vitni. Hann mintist lítið um
Heygadrang og tað, sum fór
fram á skipasmiðjuni í tí
sambandinum.
Fíggjarstjórin
tók sær av tí
Tummas M. Jacobsen verð-
ur heilt vist eisini vitni í
hesum málinum, tí sambært
Óla Zachariassen, var tað
fíggjarstjórin, sum var í
Fossbankanum og skrivaði
udnir skjølini, tå skipa-
smidjan lænti reidarinum
tríggjar milliónir við eini
bankabók sum trygd.
Pengarnir á bókini mundu
vera av byggiláninum antin
til Heygadrang ella Ocean
Castle, helt Óli Zacharias-
sen. Tað var eisini fíggjar-
stjórin, sum tók sær av
sirkulatiónslánunum, helt
Óli Zacharissen, sum ikki
mintist nakrar fundir um tey
lánini.
randi
hevur nakrar ferðir verið frammi, at tað stóð illa til á skipasmiðjuni, hallið var stórt, og
neyðugt var stundum at brúka av byggilánum til onnur skip