Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða4 Nr. 187—1. OKTOBER 1994 - Á > að 23 } = * . Be; i ; 5 FA O. H. av Fløtum, skipaeftirlitid: Føroysk fer0a- skip hava alarm å portrunum — Føroysk ferðamannaskip verða sýnaði einaferð um árið og tey lúka danskar og altjóða treytir fyri trygd, men vit kunnu roknað við broytingum aftaná "Estonia" skipbrotið-, sigur hann Føroyingar eiga tvey ferða- mannaskip, sum sigla í millumlandasigling. Nor- røna summarhålvuna og Smyril alt árið. Bæði hesi ferðamannaskip hava portur framman og aftan. Í strandfarasigling hava Dúgvan, Ternan og Teistin portur aftat og frammam. Vit spurdu Skipaeftirlitið á Vestaru bryggju í Havn hvørjar treytir eru fyri trygd, tá talan er um portur til bildekk á føroyskum skipum. — Føroysk ferðamanna- skip lúka treytimar sum danska skipasynid krevur, og hetta eru altjóða treytir. Tíðindablaðið EST, Føroysk ferðamannaskip skulu lúka somu treytir um trygd sum donsk ferðamannaskip. Her síggjast Norrøna og Teistin å Havnini Alarmur er å portrunum og á brúnni bæði hoyrist og sæst, um eitt portur ikki er aftur, sigur Óla Hendrik av Fløtum, Skipaeftirlitid. — Men sjålvsagt, hesar skipanir kunnu verða i ólagi, sigur O. H. av Fløt- um. Tað vil siga, at manningin skal umframt alarmskipan- ina hyggja eftir um portrini eru aftur. (bløm.) Strangari krøv — Vit kunnu rokna við uppaftur strangari krøvum á ferðaskipum við bildekki, aftaná vanlukkuna við "Estoniu". Sjálvur rokni eg við, at nú verður kravt at skott verða sett í bildekkin, bæði eftir longdini og tvørturum, sigur Ola Hend- rik av Fløtum. — Sorgarleikirnir seinastu árini fara at herða krøvini. — Føroysku ferdaskipini skulu til syn einaferð um árið. Tá verða eisini portrini kannaði, um lásskipanin er í lagi og um pakningarnir eru í lagi 0.s.v. Vit kunnu eisini um neyðugt fara umborð á ferðamannaskipini uttan- fyri árliga eftirsýnið og kanna um viðurskiftini eru í lagi, sigur hann. jústinus Føroyingar sýna samkenslu Løgmaður, Edmund Joensen hevur sent svensku, finsku og estisku stjórnini samkenslufjarrit í samband við at ferjan "Estonia" koppaði týs- náttina. Roknað verður við, at tey deydu, sum eru bjargaði, verða grivin sama dag. Tá jarðarferðin verður, fer landsstýrið at heita á allar almennar stovnar um at flagga. Sorgardagin flaggaðu eisini almennir stovnar í hálvari stong, men hetta var ikki fyriskipað úr Tinganesi. I høvudsstab- num heysadi onkur stovn- ur flaggið og síðan tóku aðrir við. Skjótt sást fløggini kring allan býið. I norðurlandahúsinum, har myndin er tikin, fóru øll átta norðurlendsku fløgg- ini niður í hålva stong. . Tórshavnar Skipa- smiðja og skip hjá strand- ferðsluni sýndu eisini samkenslu við flagginum hendan dapra dag í sig- lingarsøguni. jústinus Ongin føroyingur umborð á Estoniu Tað ljóðaði, at ein foroyskur stýrimað- ur skuldi verið við »Estoniu« hendan túrin, men hevði fingið longt sum- marfrítíðina í eina viku Ongin føroyingur var við »Estoniu« vanlukkunátt- ina, tá ferjan koppaði og yvir 1000 fólk lótu lív. Tveir danir vóru við, annar bjargaðist. I Føroyum hava leysasøg- ur gingið um, at Edvard Mikkelsen, ættaður av Skipanesi, men búsitandi í Svøriki, sigldi sum stýri- maður við »Estoniu«. Leysasøgur gingu um, at hann skuldi verið stýri- maður vanlukkutúrin, men at hann hevði fingið longt feriunaeina viku, soleiðis at hann ikki var við. Hési tíðindi eru eisini komin fyri oyra hjá hansara nærmastu í Føroyum. Men Sosialurin kann avsanna at so er. 35 ára gamli Edvard Hovdu ongan kjans | Avteimum 1.047 fólk- | unum, ið vóru umborð | á ferjuni Estonia hjá | Estline, tá hon brådliga | sakk stutt eftir midnått | tyskvøldid, vóru bert | heilt fá før fyri at bjarga | sær av skipinum. | Kenir siga, at tað all- | arhelst bert eru tey, ið | hava verið stødd ovar- | laga í skipinum, ið hava | havt ein kjans at koma | sær av skipinum, áðr- | enn tað sakk. Tey, iðeru | stødd niðarlaga í skip- | inum — eitt nú í kømr- | unum í botninum áskip- | inum — hava brúk fyri | nøkrum minuttum fyri | atkomaupp, og tá skip- | ið sakk eftir bert fimm | minuttum, hava hesi at | kalla veriddeydadømd, | títey ikki hava havt ein | livandi kjans at bjarga sær hesa stuttu løtuna. | Og fyri tey flestu er | ein so stór ferja nærum vónleys, tá tey royna at finna sær rýmingarveg. Eisini verður víst á, at sjálvt um fólk eru kom- in av skipinum, eru ikki | allar súður syftar kort- ini, tí sjógvurin er so kaldur. Læknarsiga, at fyrsta | treytin fyri at klára seg, | erat sleppa í ein bjarg- | ingarvest, men tað nýt- ist ikki heldur at vera | nóg mikið, tá sjógvurin | er kaldur. Kjansurin at | yvirliga í kalda sjónum | verður mettur til mill- | um ein og fimm tímar, | alt eftir, hvussu ein er | flatin, kropsfiti og vilja | atyvirliva. Bjargingarfólk hava | greitt frå, at bjargingar- | vestar í hópatali flutu | allastaðni á vanlukku- | staðnum — uttan at fólk | hava fingið fatur áteim- | um, tá tey eru farin í | havið. Tey, ið funnin | vórðu á lívi, vóru eisini | vorðin sera køld í sjón- | um, og høvudsuppgåv- | an hjá bjargingarfólk- unum var stórt sæð at | fáahita aftur í kroppin á | teimum bjargaðu. hj. Mikkelsen hevur ongantíð siglt við Estoniu. Hann hevur siglt við sama reiðarí- ið sum átti í Estoniu. Men har siglir hann ikki longur. Hann býri í Visby á Got- landi og siglir við eini ferju millum Gotland og fast- landið. Vit fingu ikki hendur á honum í gjár, men vit frættu úr Svøriki, at hann var heima og nýtti svenska heystveðrið á Gotlandi. jústinus