leygardagur 1. oktober 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin } Nr. 187 — 1. OKTOBER 1994 Síða5
Tåsundtals
— menniskju
eru sjólátin
síðani 1970
Ferjuvanlukkurnar hesi seinnu
árini hava verið ikki so fáar í
tali — bert síðani desember 1970
| hava tær verið heilar 28 í tali
ingarfólk í einum av bjargingarbátunum fyri at finna onkran, ið enn er á lívi
$
Estonia-vanlukkan kravdi — sambært nýggjastu tølunum — 909 mannalív, meðan 138 vórðu bjargað. Her leita bjarg-
Mynd: Leif R. Jansson/Pica Pressfoto
Bert 138 komust
undan vanlukkuni
— 1.047 voru við
Blød, útvarp og sjónvørp
kring allan heim hava hesa
vikuna, síðani vanlukkan
við Estoniu hendi, fylgt
við bjargingararbeiðinum
og havt hendingina sum
høvudstidindi.
Syrgiliga vanlukkan hev-
ur skakað Nordurlond, og
eingin ivi er um, at eisini
tey, ið annars einki tilknýti
hava til tey sjólátnu ella
avvarðandi eru ávirkað av
vanlukkuni, ið er nógv tann
størsta av sínum slagi um
okkara leiðir síðani seinna
heimsbardaga.
Tað hevur alla tíðina ver-
ið trupult at fingið at vita
nágreiniliga, hvussu mong
fólk vóru við ferjuni, men
nýggjastu tølini — og sagt
verdur nå, at tey eru tey
endaligu — siga, at 1.047
fólk vóru umborð, tå Esto-
nia sakk smáar 22 fjórð-
ingar sunnan fyri finsku
oynna Utø.
Av hesum 1.047 vórðu
tilsamans 138 bjargað hós-
kvøldid, og nú verður ikki
roknað við at finna fleiri,
ið eru komin frá vanlukk-
uni við lívinum. Vanlukk-
an hevur við øðrum orðum
kravt 909 mannalív.
Roknað verður eisini við,
at tað verður sera trupult at
bjargað teimum deyða úr
ferjuni, ið liggur á umleið
45 favna dýpi. Hetta hevur
annars svenski forsætirs-
ráðharrin Ingvard Carlsson
annars gjørt vart við vildi
vera sera ynskiligt, so tey
avvarðandi kundu fingið
síni kæru.
Yvirhøvur at fáa kannað
ferjuna, har hon liggur, er
sera trupult. Tosað hevur
verið um at senda dúkkara-
klokku niður, men trupult
er hjá einum dúkkara at
arbeiða, tí bert slepst einar
20-25 metrar frá klokkuni,
og leingi tekur tað á tann
hátt at kanna ta 155 metra
longu og 15.556 tons tungu
ferjuna, uttan at eitt sera
stórt fyrireikingararbeidi
verður gjørt áðrenn.
Tað er tekniskt ikki heilt
Ogjørligt at fáa tikið vrakið
upp, men bert nøkur heilt
få bjargingarfeløg í heim-
inum eru før fyri at loysa
uppgåvuna, ið eisini hevði
verið sera kostnaðarmikil.
Portur stóð opið
Tað er nú nærum greitt,
at orsøkin til vanlukkuna
var tann, ið mest hevur verið
tosað um, nevniliga at eitt
av bil um ikki hevur
verið ordiliga afturlatið, so
sjógvur er sloppin inn á
bildekkið tann vegin.
Ein av manningini — 25
ára gamli Henrik Sillaste
úr Tallinn — kom frá van-
lukkuni við lívinum, og
hann hevur greitt frá, at
vatn fossaði inn á bildekk-
ið, og at ikki var gjørligt at
lata portrið aftur. Hann
hevur greitt frá, at hann
stóðuppundirkng ísjógvi.
Adrenn Estonia miku-
kveldið fór úr Tallinn, vóru
svenskir skipasýnismenn
umborð saman við nøkrum
komandi estiskum starvs-
feløgum, og tå funnu teir
útav, at ein pakningur ikki
var tættur. Einki skipasýni
er í Estlandi, men ætlanin
er at seta eitt slíkt á stovn,
og tí vóru svensku skipa-
sýnismenninir á vitjan har.
Men hóast gjørt varð vart
við brekið, fór Estonia kort-
ini avstað úr Tallin við
1.047 fólkum umborð. Tað
kundi tó verið nógv vorð-
ið, tí pláss var fyri 2.000
ferðafólkum, 400 persón-
bilum og 52 lastbilum.
Tá vanlukkan hendi, var
tað so brådliga, at mong av
ferðafólkunum ikki sluppu
av skipinum, og mong av
teimum, ið komu av skip-
inum, vórðu kortini ikki
bjargað... ;
hj.
Estonia-vanlukkan minutt fyri minutt
Kl. 22.00: M/S Estonia fer
úr Tallin við 1.047 fólkum
umborð. Veðurtíðindini
siga frá ódn og stórari aldu.
Kl. 00.24: Estonia leggur
seg á liðina og sendir út
neyðarkall.
Kl. 00.30: Estonia hvørvur
av radarskermunum hjá
finsku bjargingartænastuni.
KI. 00.55: Bjargingartæn-
astan í Stockholm fær frá-
boðan um vanlukkuna.
Kl. 01.00: Ferjan Marielle
hjá kemur á vanlukkustað-
ið — stutt eftir er eisini ferj-
an Silja Europa á staðnum.
Kl. 01.15: Fyrsta bjarging-
artyrlan fer á flog í Åbo.
KI. 01.30: Svenska tíðinda-
stovan TT sendir út tíðind-
ini um vanlukkuna.
KI. 01.50: Fyrsta bjarging-
artyrlan kemur á vanlukku-
staðið.
Kl. 02.02: Fyrsta svenska
bjargingartyrlan fer á flog
úr Visby.
Kl. 02.10: Sjúkrahúsið í
Ábo ger seg til reiðar at taka
ímóti bjargaðum frá ferjuni.
Kl. 02.58: Svensku sjúkra-
húsini gera seg til reiðar at
taka ímóti bjargaðum frá
ferjuni.
KI. 05.30: Tey fyrstu bjarg-
aðu koma til sjúkrahúsið í
Huddinge og finsku oynni
UW.
Kl. 05.30: Tey fyrstu av-
vardandi koma å farstød-
ina hjá Estline í Stockholm
og kunnu har fáa kreppu-
hjálp.
KI. 07.00: Trettan bjargað
koma til Hangø.
KI. 07.30: Sjúkrahúsið í
Ábo tekur móti bjargaðum
frá ferjuni.
Kl. 08.00: Átta bjargað frå
ferjuni komatil Mariehamn.
Kl. 08.30: Seks bjargad frå
ferjuni koma til sjúkrahús-
ið i Huddinge.
KI. 10.00: Estonia átti nú at
verid komin til Stockholm.
| MApríl "94:
Í minsta
lagi 177 sjólátin, tá yv-
irfylta ferjan >Mtong-
wc< sekkur í havnini í
Mombassa, Kenya
| MOktober "93: 282 sjó-
látin, tå ein ferga søkk-
ur í ódnarveðri uttan
fyri Suðurkorea
MFebruar '93: Í minsta
lagi 800 — og kanska
so mong sum 2.000 —
sjålåtin, tå haitianska
rutuferjan »Neptune«
søkkur uttan fyri Port-
au-Prince. Bert 100
komast undan við at
svimja til lands
| Mjanuar '93: 54 sjólát-
in,tápólska ferjan »Jan
Heveliysz« søkkur utt-
an fyri tysku hålv-
oynna Riigen
MMai 92: Umleid 50
sjólátin, tå tvær jugo-
slaviskar ferjur stoyta
saman uttan fyri suð-
urkroatiska havnarbý-
in Dubrovnik
M April '92: Yvir 300
sjólátin, tá tvær ferjur
stoyta saman við mark-
ið millum Cameroun
og Nigeria
MDesember 91: 450
sjólátin, tá ferjan >Sa-
lem Express< rennur á
ein boga í Reyðahav-
inum
MApril 91: Um 142
sjolåtin, tå italska ferj-
an »Moby Prince« og
eitt stórt oljutangaskip
stoyta saman uttan fyri
ítalska havnarbýin Li-
vorno og eldur kemur
í ferjuna
MMarts "91: Í minsta
lagi 174 sjólátin, tá eitt
flóttafólkaskip rennur
á ein boga og søkkur
uttan fyri Kenya
November ”90:
minsta lagi 96 sjólát-
in, tá ferðamannaskip-
ið >MV Tandag« søkk-
ur uttan fyri Filips-
oyggjarnar
M April "90: 158 lata liv,
tå eldur kemur i don-
sku ferjuna »Scandi-
navian Star« í Norð-
sjónum —.
BM April ”90: Í minsta lagi
200 sjóláun, tå burme-
sisk ferja søkkur í
ódnarveðri sunnarlaga
í Burma
MMarts '93: 50 sjólát-
in, tá peruanska ferjan
»Andresito« sekkur
eftir samanstoyt við
annað skip í havnar-
bynum Iquitos
Februar "90: 113 sjó-
látin, tá kinesiska ferj-
an »Donggua« søkkur
eftir sans
Yangtze-ánni i lands-
lutinum Anhui
M Januar "90: Fleiri enn
100 sjólátin, tå ferjan
>M. L. Azmiri« úr
Bangladesh og eit
farmaskip stoyta sam-
an á Shitalakhala-ánni
M September '89: Fleiri
enn 100 sjólátin, tá in-
donesiska ferjan >Si
Mawar Pate< koppar
norðan fyri Bali
B Juni 89: 74 sjólátin,
tå ein ferja úr Mozam-
bique koppar nærhend-
is havnarbýnum in-
hambane R
Mjanuar '89: Í minsta
lagi 89 sjóláún, tá gu-
atemalanska ferjan
»Justo Rufino Barros«
koppar í Amatique-
víkini
MDesember '88: Fleiri
enn 200 sjólátin, tå
ferjan >Haisal<úr Ban- '
gladesh sekkur á Dha-
eswari-ánni eftir at
vera niðursigld av ein-
um farmaskipi
M Desember '87: Kanska
eini 2.000 sjólátin, tå
filippinska ferða-
mannaskipið >Dona |
Paz« og eitt oljutanga-
skip stoyta saman í |
Tablas-sundinum á
Filipsoyggjunum
M Marts '87: 189 sjólát-
in, tå ferjan »Herald
of Free Enterprise«
koppar uttan fyri belg-
isku byin Zeebriigge
BM Mai '86: 600 sjólátin,
tå ferjan »Samia« kopp-
ar i Bangladesh
M April "86: 200 sjólát-
in, tá ein ferja søkkur
nærhendis Dhaka í
Bangladesh
M August '85: 174 sjó-
látin, tá ein ferjuvan-
lukka hendir í býnum
Harbin í útnyrðings-
partinum av Kina
MB Juni '83: 217 sjólátin,
tá ein ferja koppar á
Nilánni í E; i
Mjanuar '81: 270 sjó-
látin, tá eitt brasilianskt
ferðamannaskip søkk-
ur á Jari-ánni eftir at
hava tikið í botn
B August '75: 500 sjó-
látin, tá tvær kinversk-
ar ferjur stoyta saman |
nærhendis Canton
MDesember ”70: 300
sjólátin, tá ein ferja |
sokkur í eysturkin-
verska havinum