leygardagur 12. juli 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 130 - 12. juli 2003
Nr. 130 - 12. juli 2003
3
Tíðindafundur var
hildin í Nólsoyar-
stovu í Havn, har
nevndin og stjórnin í
Atlantic Petroleum
greiddi frá um um-
fatandi víðkanina av
virksemi sínum
OLJUVINNA
Rógvi Borðoy
P/F Atlantic Petroleum
hevur gjørt avtalum við
bretska oljufelagið Premier
Oil PLC um keyp av ognar-
pørtum í bretskum olju-
feltum. Kostnaðurin av av-
taluni nærkast 100 milli-
ónum krónum, og Premier
Oil PLC hevur sostatt selt
allan sín part í økjunum.
Keypið fevnir um fýra
loyvispartar, Robroy/Ivan-
hoe/Hamish,
Chestnut,
Perth og Ettrick, sum allir
liggja
í
Norðsjónum.
Størsti parturin, sum felag-
ið eigur, er í Chestnut felt-
inum. Har eigur P/F Atlan-
tic Petroleum 15 prosent,
og í tíðindaskrivinum frá
felagnum stendur, at roynd-
arframleiðsla í 2001 gav
sera góð úrslit.
Premier Oil PLC hava
tryggjað sær afturkeypsrætt
av 5,5 prosentum av økju-
num, um munandi nøgdir
av olju verða funnar í økju-
num. Afturkeypsrætturin er
tó ikki galdandi í Ettrick
feltinum.
Avtalan bleiv undirskriv-
að í London í vikuni av
nevnd og leiðslu í felag-
num. Hetta er seinna keyp-
ið hjá felagnum í bretskum
øki, eftir at tað keypti seg
inn í tvey leitiloyvi vestan
fyri Hetland í 2001. Har-
umframt eigur Atlantic
Petroleum part í einum
leitiloyvi í føroyskum øki,
har fundið Marjun varð
kunngjørt
í
november
2001.
Tvey aftrat
Wilhelm Petersen, stjóri í
P/F Atlantic Petroleum,
sigur, at ætlanin er at keypa
tvey øki aftrat í bretskum
øki, men at tær avtalurnar
ikki eru komnar uppá pláss
enn. Hann sigur eisini, at
tær avtalurnar skuldu verið
klárar seinni í heyst.
Í tíðindaskrivi frá P/F
Atlantic Petroleum sigur
Wilhelm Petersen, at:
- Hetta er sanniliga ein
søgulig hending fyri At-
lantic Petroleum og øll tey,
ið eiga felagið. Felagið, ið
byrjaði sum eitt lítið óroynt
felag í Føroyum, er vorðið
eitt veruligt oljufelag við
aktivitetum í Onglandi og
Føroyum, har aktiviteturin í
Onglandi er hin mest týð-
andi fyri felagið. Sjálvur
kann eg fegnast um, at
fyrstu settu málini eru við
at verða rokkin.
Stórar óvissur
Stjórin sigur, at keypið er
gjørt við realistiskum met-
ingum. Við í kanningini
hava verið serfrøðingar av
mongum slagi, sum allir
hava góðkent avtaluna. Bú-
skaparfrøðingar, løgfrøð-
ingar og serfrøðingar á
skattatekniska økinum hava
allir verið uppií.
Samstundis sigur Wil-
helm Petersen, at stórar
óvissur valda í oljuvinnuni.
Tann størsta av teimum eru
oljuprísirnir. Til hetta sigur
hann, at teir ikki hava gjørt
útrokningar
við
einum
miðalprísi áljóðandi 28$
ella nakað líknandi. Felagið
hevur gjørt sínar metingar
út frá munandi lægri prís-
um, men akkurát hvør
minstiprísurin er, vil fe-
lagið ikki út við.
Eitt rættiligt oljufelag
Stjórin í P/F Atlantic Pe-
troleum, Wilhelm Petersen,
sigur, at ætlanin hjá felag-
num er at vera við í øllum
pørtum av oljuvinnuni.
Leiting eftir olju, menning
av oljufeltum og oljufram-
leiðslu. Og við hesari av-
taluni sigur stjórin, at
felagið er komið eitt sindur
nærri málinum.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá okkara høgt elskaði
Jarl Heinesen
Porkeri
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum, sum talaðu í kapellinum, í kirkjuni
og á grøvini.Tøkk til berarar, sangarar og gravarar.
Tøkk til tykkum, sum bakaðu og á annan hátt
hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur og kransar.Tøkk til tykkum, sum
vóru um hann til tað seinasta. Ein hjartans tøkk
til tykkum, ið vóru so góð við Jarl. Og tøkk til tykkum,
ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Systkini
Tøkk
Øllum teimum, sum á ymiskan hátt
gjørdu dagin, tá eg legði frá mær sum
kirkjutænari 29. juni 2003 so hugnaligan,
fyrst í kirkjuni og síðan í bygdarhúsinum,
takki eg hjartaliga.
Somuleiðis takki eg øllum, sum gleddu
meg á 80 ára føðingardegnum 1. juli
2003.
Heilsan
Erhard Johansen,
Strendur
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri
maður mín, pápi, fosturpápi, verpápi og abbi okkara
Gullbrand Simonsen,
Sandi
doyði og fór til gravar.
Familjunnar vegna
Maja
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu okkum á silvurbrúd-
leypsdegnum tann 26. apríl, takka vit hjartaliga.
– Tøkk til tykkum, sum gleddu okkum við talu,
sangi og spæli
– Tøkk til tykkum, sum komu at gleðast saman við
okkum
– Tøkk fyri gávur, blómur og fjarrit
– Tøkk til tykkum, sum stóðu fyri matinum
– Tøkk til tykkum, sum bakaðu, og tykkum, sum
hjálptu við at fyrireika alt og prýða
– Tøkk til tykkum, sum tóku myndir, og tykkum,
sum stóðu fyri.
Hjartaliga takk øll somul fyri ein ógloymandi dag
og Harrin signi tykkum øll
Annikka og Poul Færø
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Anker Petersen
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri gávur til barnalegurnar í Nuuk og tøkk til
øll tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina.
Fyri tey avvarðandi
Rosa, Brestir, Sólgerð og Eyðbritt
Atlantic Petroleum
í bretskar leitingar
Nevndar-
limirnir í
Atlantic
Petroleum, sum
í vikuni hava
gjørt avtalu um
keyp av ognar-
pørtum í
bretskum
leitiøkjum
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2