Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 130 - 12. juli 2003 Nr. 130 - 12. juli 2003 5 Í morgin, sunnudag- in, hevur ólavsøku- kórið 2003 sína fyrstu venjing KÓR Tíðindaskriv Tíðin er komin, tá eisini sangkórið, sum skal seta sín dám á hátíðarløtuna í sambandi við skrúðgong- una ólavsøkudag, fer undir sína fyrireiking. Tríggjar venjingar verða: sunnudagin 13., sunnudag- in 20. og sunnudagin 27. juli. Venjingarstaðið er Kommunuskúlahøllin, og byrjað verður allar dagar- nar kl. 15.30. Seinastu trý árini hava nýggjar kantatur, tær sum vunnu kappingarprís ár 2000, verið at hoyra við hetta ólavsøkuhøvið. – Men í ár kunnu fólk gleða seg til aftur at hoyra gomlu Ólavsøkukantatuna hjá Jógvani Waagstein og Edvardi Mitens. Hon er skrivað fyri manskór, og tað er tí at vóna, at menn av bygd og úr býi møta fjøl- mentir til hesar venjingar, so fólk av sonnum kunnu uppliva mergjaðan mans- kórljóm hesa fagnaðarløtu á okkara tjóðskapardegi. Menn, sum eiga kantatuna heima, verða bidnir um at hava hana við til venjing- ina, sigur Ólavur Hátún, sum aftur í ár verður kórleiðari. Og hann leggur afturat. – Annars er tað ikki minni tað blandaða kórið – kvinnur og menn – ið er álitið í hesum sangtiltaki á ólavsøku. Fríggjadagin kl 16 læt upp listaframsýning við Olivur við Neyst í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði FRAMSÝNING Tíðindaskriv Á framsýningini verða sýndir fram oljumálningar, akvarellir og grafiskar myndir. Eini 35 verk til- samans verða sýnd fram. Framsýningin við Olivuri við Neyst verður opin til 6. august, og verður opið mánadag til fríggjadag kl 15 - 17:30 og leygardag frá kl 11 - 13. Ólavsøkukórið fyrstu venjingina Olivur við Neyst í Ribarhúsi Teitur er ávegis á eina stóra ferð við ókendum máli. 22. juli kemur fløgan »Poetry and Aero- planes« hjá Teiti Lassen út á heimsins størsta plátuforlagi, og tað eru ikki hissini orð, sum giganturin leggur nýlinginum í viðførið. Teitur sjálv- ur letur til at hava bæði beinini á jørð- ini, hóast dagarnir nærkast, at hansara yrkingar og flogfar fara uppfrá HEIMSÚTGÁVA Ingi Rasmussen »One of the most accom- plished and emotionally engaging albums in recent memory.« Føgru orðini tróta ikki á heimasíðuni hjá Universal Records, ið hevur átikið sær at geva fløguna »Poetry and Aeroplanes« hjá Teiti Lassen út kring allan heim. Ein tann mest fullkomna og kensluborna fløgan í nýggj- ari tíð, sigur plátufelagið, sum hevur havt nógvar heimsstjørnur í sínum fjósi. Teitur sjálvur sigur í sam- røðu á alnótini, at hann tekur tað, sum tað kemur. Óendaligar rósur Tað er ikki smávegis, sum Universal hevur at siga um teirra lítla sangfugl úr Før- oyum. Hæddarpunktini á fløguni eyðmerkja beinan- vegin Teit sum ein ógvuliga evnaríkan yrkjara, sang- skrivara og tónleikara í so- nevndu singer-songwriter traditiónini, sigur plátufel- agið og viðger fleiri av sangunum á fløguni. »Sleeping with lights on« og »You’re the ocean« eru vekjandi, talandi løtumynd- ir av okkara gleði, longsli og harmi. Vakurt sett saman av Rubert Hine, sum eisini hevur ljóðblandað fløgur hjá Suzanne Vega, Duncan Sheik, Howard Jones og Tina Turner. Balladurnar »One and only«, »Let’s go Dancing« og »I was Just thinking« leiða tankarnar á James Taylor og Tracy Chapman við einføldum men stór- slignum akustiskum útset- ingum og djúpum kenslu- bornum afturljóði. Og í »Josephine« og »Amanda’s Dream« vísir Teitur ikki bara sína góðu rødd men eisini sínar gávur fyri inn- livandi eygleiðingum. Rósurnar tykjast ongan enda taka: Sjáldan hevur koman av einum nýggjum talenti ljóða so ósigrandi, og tó so ektað og óupp- gjørd. Tú hevur eina djúpa og sanna kenslu av at standa tætt við sangaran og sangin, tá tú lurtar, sigur Universal. Á føroyska grund Áðrenn Teitur fer heilt á flog, steðga vit við øllum lýsingarorðunum. Tað er kortini einki, sum bendir á, at hann er um at missa fóta- festi. Sjálvur gevur Teitur familjuni og tónleikaliga siðaarvinum úr Føroyum part av heiðrinum fyri sína sangskriving. – Tónleikur er ein máti at vera saman í Føroyum. Í hvørjum heimi er okkurt ljóðføri. Eg byrjaði at skriva tónleik, tá eg var 13 ár, royndi ymiskt við at seta saman stereoannleggið og el-gittaran, men gittarleik- arin í mínum orkestri var so nógv betri enn eg, so eg mátti standa aftanfyri og spældi akustiskan gittara. Eg skrivaði allan okkara tekst á enskum frá byrjan. Mítt móðurmál er føroyskt, men eg var drigin at popp- tónleiki, har alt var á ensk- um, sum eg haldi vera tað størsta havið av orðum, sigur Teitur Lassen. Satsaði og vann 25 ára gamli Teitur er dømi um ein ungan mann, sum hevur áræði at satsa fleiri ár av sínum lívi upp á tað, sum hann trýr uppá. Hann fór 17 ára gamal úr Føroy- um, hevur bæði roynt seg sum gøtutónleikara í Rom og hevur ferðast javnan til Amerika, har hann hevur spælt og skrivað saman við góðum fólkum. – Eg gav mær sjálvum tvey ár til at spæla tónleik burturav, og møtti mínum managara á donsku tón- leikastevnuni SPOT. Eg ar- beiddi um vikuskiftini í Keypmannahavn, so eg kundi skriva ónervaður alla vikuna og royndi at sleppa til London og New York hvønn mánað at skriva saman við øðrum. Eg var við í einari útvarpssending í Føroyum, tá ein skipsmekl- ari ringdi til mín og segði: Eg hoyri, at tú altíð ferðast, so eg hevði gjarna viljað goldið fyri tínar ferðaseðl- ar. Eg havi verið heppin, sigur Teitur. Íblástrarkeldurnar hjá Teiti eru mangar. Tíðliga fekk hann áhuga fyri R.E.M., Suzanne Vega, Miles Davis og John Col- trane og alt ávirkaði hans- ara hátt at spæla og skriva løg. Akustiska gleðin stavar eisini frá meistarum sum Joan Armatrading og Georg Harrison. Tann sami hitin fæst ikki frá einum elektr- iskum ella talgildum ljóði, heldur Teitur, sum hevur gjørt kassagittaran til sítt vørumerki. Løtumyndir á ferð Rubert Hine var fyrsti mað- urin, sum dugdi at síggja kjarnuna í sínum sangum, heldur Teitur, og saman hava teir valt løgini út til fløguna. – Eg síggi fløguna sum eina heild. Tá vit valdu løg- ini, sá eg, at øll vóru ferða- sangir, har tosað varð um nærleika. Hvussu fólk hugsa, og serliga, hvat fær fólk at steðga á. Tað hug- tekur meg: Hvat fær fólk at ætla okkurt, men ongantíð gera tað?, spyr Teitur, sum samtundis fær sagt nakað um seg sjálvan. Løgini á Poetry and Aeroplanes eru løtumyndir, har Teitur er steðgaður á vegnum og hevur lýst tað, hann sær. Eingin byrjan, endi ella moralur, sigur hann. Honum dámar »a moment in time«, har tað er upp til lurtaran at loysa gát- una. Kanska er tað eisini eitt lyndiseyðkenni fyri Teit, nú hann kanska stend- ur á gáttuni til eitt altjóða gjøgnumbrot. Endin er opin. Um einki hendir bein- anvegin, so heldur hann bara áfram. – Mær dámar best, tá tingini henda av sær sjálv- um. Hvørja ferð, eg spæli, eri eg bilsin. Í mínum huga- heimi eri eg als ikki byrjað- ur enn. Eg læri framvegis, sigur Teitur Lassen. Teitur á turné Teitur hevur úr at gera, nú dagurin nærkast, at fløgan hjá honum kemur út. Í løtuni ferðast hann millum statirnar í USA og spælir á smærri støðum. Ljóðmaður á ferðini er vinmaðurin Jónas Bloch Danielsen. Næstu dagarnar spælir hann í Los Angeles, San Diego, San Fransisco, Philadelphia, New York, Cambridge, Denver, Col- orado Springs og Boulder. Ferðin er byrjað. Á gáttuni til gjøgnumbrot Ein tann mest fullkomna og kensluborna fløgan í nýggjari tíð, sigur plátufelagið Universal Records um fløguna hjá Teiti Lassen, sum kemur út 22. juli Mynd: Finnur Eg síggi fløguna sum eina heild. Tá vit valdu løgini, sá eg, at øll vóru ferðasang- ir, har tosað varð um nærleika. Hvussu fólk hugsa, og serliga, hvat fær fólk at steðga á. Tað hugtekur meg: Hvat fær fólk at ætla okkurt, men ongantíð gera tað? Teitur Lassen um Poetry and Aeroplanes “ C M Y K 5 4