Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 130 - 12. juli 2003 Nr. 130 - 12. juli 2003 7 Nú er ILA eisini staðfest í Vágum Antin mugu vit fáa betri møguleikar at taka fisk, ella mugu alibrúkini minkast, annars hevur Landsdjóralæknin ringar vónir um at vit yvirhøvur sleppa av við ILA ILA Áki Bertholdsen Nú stóðu so Vágar fyri tørni! Herviliga laksasjúkan, ILA, hevur breitt seg sum eldur um alt landið og hóttir við at taka seinastu skorarnar undan føroysku alivinnuni. Vágar hevur verið eitt av teimum fáu økjunum, sum higartil eru sloppin undan. Men nú er sjúkan eisini staðfest í Vágum. Tað er Sørvágs Laks í Sørvági, sum nú hevur fingið ILA. Bjørn Harlou, Lands- djóralækni, sigur, at tað nú ein dagin varð endaliga staðfest, at tað er ILA, sum alibrúkið Sørvágs Laks hevur. Hann visti ikki í gjára- morgunin, hvussu nógvur laksur er sjúkur, men hann sigur, at ILA er staðfest í einum ella tveimum ringum hjá Sørvágs Laks. Hann sigur, at Sørvágs Laks verður nú viðgjørt akkurát sum øll onnur alibrúk við ILA: Laksurin í teimum ringunum, har ILA er staðfest, skal takast skjótast gjørligt og tann fiskurin, sum er sjónliga sjúkur, ella deyður av ILA, skal fyribeinast og so skal aliøkið leggjas t óvirkið í seks mánaðir. Sleppa ikki av við ILA Nú eru økini av álvara farin at fækkast, sum ikki hava fingið ILA. Og Landsdjóralæknin metir, at sum gongdin er í løtuni, verður ómetaliga trupult, fyri ikki at siga heilt ómøguligt at sleppa av við sjúkuna. – Høvuðstrupulleikin er, at vit hava ikki umstøður at taka stórar nøgdir av laksi upp á stutta tíð, sigur hann. – Sostatt gongur ov long tíð frá tí at ILA er staðfest í einum alibrúki, til tað letur seg gera at beina fyri øllum laksinum. Hann sigur, at antin mugu alibrúkini minkast, ella mugu umstøðurnar at taka og virka laks, munandi økjast. – Í løtuni er stórt ósam- svar ímillum støddina á ali- brúkunum og umstøðurnar at taka og virka laks og um- støðurnar at beina fyri stórum nøgdum av deyðum fiski upp á stutta tíð. Og fyrrenn hetta ósamsvar er burtur, sleppa vit ikki av við ILA, sigur hann. Hann sigur, at mong halda, at bjargingin liggur í koppsetingarevninum ímóti ILA, sum føroyingar í løt- uni royna at fáa ES at góð- kenna. Men avsannar Lands- djóralæknin. – Koppsetingarevnið er ikki bjargingin. Koppset- ingarevnið kann verða eitt sera hent amboð í roynd- unum at berja niður ILA, men koppseting einsamøll loysir ongar trupulleikar. – Skal koppseting virka, er tað ein fortreyt, at vit eis- ini samstundis seta muna- dygg tiltøk í verk í øllum liðum í vinnuni fyri at forða fyri, at smittan breiðir seg. Og tað, sum hevur størst týdning í hesum sambandi, er, at vit fáa umstøður at taka fiskin í sjúkum ali- brúkum upp á stutta tíð. – Sostatt hava vit onga trygd fyri, at koppsetingin loysir trupulleikan, tí eru hinar fortreytirnar ikki til staðar, er ivingarsamt, hvør nytta er í koppsetingini. – Og koppsetingarevnið verður í fyrsta lagi til taks í vár, leggur Landsdjóra- læknin afturat. Hann sigur, at tað átti ikki at tikið meiri enn ein mánað at tikið allan fiskin í einum sjúkuraktum brúki og hann leggur afturat, at tað er hetta, sum hevur størstan týdningin í roynd- unum at niðurberja ILA. – Í Skotlandi hava mynd- ugleikarnir tvingað alivinn- una at syrgja fyri, at laksur úr sjúkuraktum brúkum kundi takast upp á ein mán- að og hetta hevur ført við sær, at tey hava ikki havt ILA í Skotlandi í meiri enn trý ár, sigur Landsdjóra- læknin. Okkara størsti trupulleiki er, at vit hava ikki umstøður til at taka stórar nøgdir av laksi upp á stutta tíð og tað verður framvegis okkara størsti trupulleiki, hóast vit fáa loyvi at koppseta, so koppseting einsamøll er ongin bjargin, sigur Landsdjóralæknin – Vit hava gjørt alt, sum hugsast kann fyri at forða fyri ILA, men kortini fingu vit hana og nú mugu vit hugsa av nýggjum um, hvussu ILA kann smitta, sigur Gardar Joensen á Sørvágs Laksi ILA Áki Bertholdsen – At vit hava fingið ILA, brýtur við nógvar metingar um, hvussu sjúkan smittar. Tað er komið rættiliga óvart á eigararnar, at ILA nú eisini er staðfest í alibrúkinum hjá Sørvágs Laks í Vágum. ILA er staðfest í einum ringi, har laksurin longu er tikin og nú verða eisini royndir tiknar úr hinum ringunum. Gardar Joensen sigur, at hetta gera enda á nógvum teorium um, hvussu ILA smittar. – Vit hava ikki brúkt brunnbát í fýra ár og vit ongantíð havt fóðurskip á fjørðinum. Seinastu trý árini er øll tung útgerð farin um Miðvág. Vit hava brúkt 1,5-2 milliónir upp á at keypa okkum egnar bilar og vognar til at føra laks og kassar, fyri at hava fult eftirlit á sóttreinsingini. Vit hava havt okkara egna virki, sum bara arbeiðir okkara laks. Vit hava greiða avtalu við flutningsfelag, sum koyrir fóður til okkum um, at bil- arnir verða sóttreinsaðir, hvørja ferð, teir koma hendavegin. Og laksurin, sum vit útflyta, koyra vit í okkara egnu bilum sjálvir og vit enntá umskipa laks- in í Havn, fyri at sleppa undan at okkara bilar koma ov nær øðrum bilum við laksi. Harafturat er tað ein sannroynd, at tað er ikki nógv sigling á Sørvágsfirði av fremmandum skipum og bátum. – Teir hava eisini hvørt ættarlið av laksi fyri seg við og blanda ikki ættarliðini saman. Sostatt heldur Gardar Joensen, at teir hava gjørt tað, sum stendur í teirra makt fyri at sleppa undan ILA. – Í okkara føri kann stað- festast, at fleiri av teimum høvuðsorsøkunum, sum vit vanliga hava hildið eru or- søkin til smittuna: Brunn- bátar, fóðurskip, tað at øll alibrúk brúka sama flutn- ingsfelag, er so ikki galdandi í okkara, føri, sigur hann. Fimm møguleikar Gardar Joensen sigur, at hann hevur fimm toriir um, hvussu ILA kann verða komið til Sørvágs. 1) Villur fiskur: Tað gongur nógvur villur fiskur á Sørvágsfirði, toskur, seið- ur, síl, sild o.a. og smittan kann verða komin tann vegin. 2) Útróðrarbátar og skip: Útróðrarbátar og skip,sum sigla á Sørvág úr sjúku- raktum øki, kunnu føra smittuna við sær. Tað sigst, at smittan hongur ikki utt- aná skipi og bátum. Men tað er ein sannroynd, at øll skip taka sjógv inn í kjølin og sigla tey í sjúkuraktum øki, og lensa í Sørvági, kann tað vera nóg mikið. 3) Sandbátar: Eg havi sæð sandbát taka sand tætt við eitt alibrúk klokkan 10 um morgunin og lossa í Miðvági á miðdegi og síð- ani er sandur koyrdur til Sørvágs. Sjógvur setir úr sandinum og tað kann føra smittu við sær. 4) Annar fiskur: Fiskur verður førdur í Vágar og úr Vágum. Hesir bilar koyra viðhvørt ígjøgnum sjúku- rakt øki og tað kann føra smittu við sær. 5) Tað kann eisini vera, at ILA hevur altíð verið, men at at tað bara brýtur út undir serligum umstøðum. Tað kann eisini vera, at tað hóp- ar seg upp í smáum og brýt- ur út, tá ið aling hevur ver- ið í einum øki eitt ávíst áramál. – So vítt eg veit, hevur aling ikki skapt eitt nýtt virus, ella eina nýggja bak- teriu, so hitt er ein møgu- leiki, heldur Gardar Joensen. Hann sigur, at einasti máti, hann kann hugsa sær at sleppa av við ILA, er at koppseta. Hann sigur eisini, at hann hevur roynt at tosa við myndugleikarnar um summi av hesum viður- skiftum, eitt nú sandbátar og tað, at bátar lensa, hvar sum helst, men tað er onki komið burturúr. Gardar Joensen sigur, at fíggjarliga er hetta ein álv- arsligur smeitur fyri Sør- vágs Laks. Um virkið hórar undan, veit hann ikki. – Tað veldst um, hvønn prís, vit fáa fyri tann fiskin, vit taka. – Sum prísurin er nú, kann alt gera tað sama. Prísurin hevur verið 12-13 krónur fyri kilo og hann er kvinkaður uppeftir, men als ikki nóg mikið. Ein gáta hvussu ILA er komið vestur í Vágar – Nú er ILA eisini staðfest i Sørvági, men tað er ein gáta, hvussu tað er komið hagar. Tað kann í øllum førum staðfestast, at fleiri av høvuðsorsøkunum, sum vit vanliga hava hildið eru orsøkin til smittuna, eru í hvussu so ikki galdandi í okkara, føri, sigur Gardar Joensen á Sørvágs Laksi C M Y K 7 6