leygardagur 12. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 130 - 12. juli 2003
Nr. 130 - 12. juli 2003
9
Eldraíbúðir undir Kráarbrekku:
Um at vera lidnar
Nú eru tær fyrstu 24
eldraíbúðirnar undir
Kráarbrekku um at
vera lidnar, og í
komandi viku flyta
tey fyrstu væntandi
inn
ELDRAÍBÚÐIR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Arbeiðið upp á verkætlan-
ina undir Kráarbrekku er
um at vera liðugt. Beint nú
fáast menn við at gera as-
faltarbeiðið liðugt og at
leggja ta seinastu hondina á
arbeiðið inni. Fleiri av
íbúðunum eru lidnar, og
vaskifólk er farið inn at
gera alt tilreiðar til íbúgvar-
nir flyta inn. Tað er synd at
siga, at íbúðirnar eru stórar,
men kortini so dugir ein at
ímynda sær, hvussu heim-
ligt tað kann fara at verða,
tá møblar, gardinur og ann-
að er komið inn. Og ikki at
gloyma fólkini. Íbúðirnar
liggja soleiðis fyri, at tað er
stutt ímillum bygningarnar,
og ein dugir at ímynda sær,
at tey, sum har búgva, fara
at savnast uttan fyri til
hugnaligt prát ein góðveð-
ursdag. Har er slætt og gott
at ganga. Asfalterað heilt til
inngondina, og um onkur
hevur tørv á rullustóli, so er
tað heldur ongin trupulleiki
at fáa hendan trillaðan inn í
eina íbúð.
Hóast tað enn í dag sær
meira út sum ein spøkilsis-
býlingur, tí onki lív er inni,
so kann ein og hvør, sum
hyggur framvið ímynda
sær, at hetta verður ein sera
hugnaligur býlingur, tá
allar 24 íbúðirnar hava
fingið búfólk. Tað er ljóst
inni í íbúðunum. Eitt stórt
rúm, har køkur og stova eru
í einum, eitt kamar og eitt
baðirúm. Ein kemur inn í
eina lítla gongd og síðani
inn í køkin og stovuna.Tað
er í teimum smærru íbúð-
unum. Tær størru íbúðirnar
eru eitt sindur øðrvísi inn-
rættaðar. Har er ein gongd
og tvey sovikømur og eitt
baðirúm. So er køkur og
stova í einum, men rúmið
sjálvt er størri enn tað í
teimum smærru íbúðunum.
Íbúðirnar liggja í einum
friðarligum og hugnaligum
umhvørvi.
Tað er ongin ivi um, at
tílíkar íbúðir fara at gera
tað lættari hjá fólki, sum
eru komin upp í árini. Tað
viðlíkahald, sum hoyrir til
eitt húsarhald, kemur ein
húsavørður, sum verður
settur til býlingin, at taka
sær av.
Nú sást endin
Steinbjørn Jacobsen er ein
sera fegin maður í dag, tí at
nú sást ein endi á fyrsta
byggistiginum á hesi verk-
ætlan. Annað byggistig um-
fatar 24 íbúðir afturat, men
borgarstjórin sigur, at hann
heldur tað vera skilabetur at
lata hetta standa sína roynd,
áðrenn farið verður undir
annað byggistig.
– Nú mugu vit fyrst
steðga á eina tíð og síggja,
hvussu hetta fer at virka,
sigur hann.
Upprunaliga var ovur-
stórur áhugi fyri íbúðunum.
Men í dag vísir tað so seg,
at tað bert eru fólk til 15 av
teimum, sum eru oman fyri
seksti ára aldur.
Og tað er ikki nóg mikið.
Sambært borgarstjóranum í
Klaksvík hevur sjálvsogn-
arstovnurin ikki ráð at lata
nakra standa tóma.
Viðtøkurnar til verkætl-
anina siga, at íbúðirnar
skulu vera til fólk yvir
seksti ár, men at undantøk
kunnu gerast. Og hetta
sigur Steinbjørn Jacobsen,
at tey fara at nýta. Hann
sigur, at tað helst verða
gjørd undantøk, soleiðis at
fólk, sum eru undir 60
somuleiðis fara at kunnu
leiga onkra av íbúðunum.
– Hervið meini eg ikki, at
tað skulu vera blaðung fólk,
men kanska heldur fólk í
fimti árunum, sigur Stein-
bjørn, sum heldur ikki dug-
ir at síggja nakra orsøk til at
lata spildurnýggjar íbúðir
standa tómar.
Ført hevur verið fram
millum fólk, at tann dalandi
áhugin kemur av tí høga
prísinum fyri at leiga eina
tílíka íbúð.
Kostnaðurin liggur frá
3.800 til 4.800 krónum alt
eftir um tað eru tær størru
ella tær minnu íbúðirnar,
sum ein leigar.
Steinbjørn Jacobsen við-
gongur, at tað er ein høgur
prísur, men hann sigur, at tá
tey fingu svar frá umsøkj-
arunum, var tað slettis ikki
ov høgur prísur, sum lat til
at vera høvuðsorsøkin til, at
tey settust aftur.
– Tað tyktist sum um, at
tey nú sóu, at tað er nú, tey
skulu flyta, og so hava tey
hug at halda aftur og hava
spurt, um tey ikki kunnu
bíða hálvt ella eitt ár,
greiðir Steinbjørn frá.
Høvuðstankin aftan fyri
hesa íbúðarætlanina var, at
leysgera nøkur hús í Klaks-
vík, men hóast tað, so
streyma
umsóknir
um
grundstykki í Klaksvík
framvegis inn til kommun-
una. Og eisini á hesum øk-
inum hendir nakað. Komm-
unan fer um stutta tíð í holt
við eina útstykking afturat
undir Grashjalla, har eini
15 grundstykkir fara at
verða afturat.
Sostatt staðfestir borgar-
stjórin, at nógv hendir í
Klaksvík fyri tíðina. Ser-
liga á bústaðarøkinum, men
hann vísir somuleiðis á, at
ein læknamiðstøð er í gerð,
ein rundkoyring í miðbýn-
um, framhaldandi arbeiðið
í ídnaðarhavnini í Ánunum
byrjar um heilt stutta tíð og
fyrireikingararbeiðið
til
Norðoyatunnilin er somu-
leiðis byrjað.
Áhugin fyri túrinum
til Onglands at hyggja
eftir Liverpool og
Manchester United á
Anfield Road, sum
IRIS í Klaksvík skipar
fyri, er ovurhonds-
stórur. Ferðaseðlarnir
verða nærum
skræddir burtur
FÓTBÓLTSFERÐ
Solby A. Eliasen
Sum áhugin nú hevur víst
seg at vera, eru nærum tvey
flogfør full av glaðum
fjepparum til at fara til
Liverpool at hyggja eftir
fótbóltsdystinum millum
arvafíggindarnar Liverpool
og Manchester United.
Í tíðindaskrivi frá felags-
skapinum, IRIS, sum skip-
ar fyri túrinum, verður sagt,
at sum áhugin er nú, fara
tvey flogfør avstað. Upp-
runaliga var tað bert tað
eina, men tað standa eini 60
á bíðilista, so tað er nógv,
sum týðir uppá, at tað
seinna flogfarið eisini fer at
verða fult. Tað sleppa 90
við hvørjum flogfari.
Upprunaliga ferðaætl-
anin var, at ferðaliðið
skuldi fara úr Føroyum um
morgunin og so verða aft-
ur í Føroyum á midnátt
sama kvøld, men tað er nú
broytt soleiðis, at farið
verður dagin fyri, also
leygardagin 8. novembur
klokkan 17 til Manchester,
har gist verður á hotelli.
Síðani verður farið við
bussi til Liverpool morg-
unin eftir. Hetta hevur so
samstundis eina lítla øking
á prísinum við sær. Fólk
skulu gjalda 400 krónur
eyka fyri gisting og buss
til Liverpool. So kostnað-
urin av túrinum verður
7.900 krónur.
Frá IRIS verður sagt, at
alt verður gjørt fyri at gera
túrin so hugnaligan og
festligan sum gjørligt. Enn
eru nøkur atgongumerki
eftir til seinna flogfarið,
men um ferðin er tann
sama, sum hon hevur ver-
ið, so verður skjótt útselt.
Tann, sum hevur áhuga at
koma við, kann venda sær
til IRIS í Klaksvík á tlf
456390,
216390
ella
756390.
Stórur áhugi fyri túri
til Anfield Road
Tær fyrstu 24 íbúðirnar
undir Kráarbrekku eru nú
um at verða lidnar. Og tey
fyrstu búfólkini fara
væntandi at flyta inn í
komandi viku
Frida Reyná, sum býr
í Elduvík, er sannførd
um, at um fleiri fólk
ikki skjótt flyta til, so
doyr bygdin skjótt út.
Hon, maðurin og
børnini mynda ein-
astu barnafamiljuna í
bygdini, men sigur
Frida, at tey verða
verandi so leingi sum
maðurin er kongs-
bóndi
SAMRØÐA
Ingrid/Solby
Elduvík:
Angin
av
nýbakaðum
køkum stendur langt oman
í gongina, tá vit koma inn-
ar. Niðankomnar gjøgnum
trappurnar heilar lítli Aron,
sum er hálvt annað ár,
beinanvegin uppá okkum.
Hann er eitt sindur smæðin
í fyrstani, men smædni
hvørvur skjótt og verður til
blíðskap, og áðrenn long tíð
er farin, er hann størsta
sjarmutrøllið í bygdini.
– Vit hava føðingardag
her í morgin. Meinhard
fyllir átta ár, og tí er tað so
rokaligt, sigur Frida Reyná,
sum hevur búð í Elduvík
síðani 1996.
Frida og maðurin, Poul
Jóhannus, mynda saman
við
børnunum
einastu
barnafamiljuna í bygdini.
Ongin handil er, og heldur
ongin skúli, men hetta
merkir ikki, at Frida situr
tómhent
um
dagarnar,
meðan Poul Jóhannus er til
arbeiðis hjá KJ-Hydraulik á
Kambsdali.
– Eg havi trý børn, so eg
havi altíð nóg mikið at
gera, sigur Frida, meðan
hon tekur tann seinasta
bakkan av sandkøkubollum
úr ovninum.
Doyr út
Elduvík er ein lítil bygd.
Matstovan, Lonin, er fyri
stuttum latin aftur, og nú er
so at siga onki, sum dregur
fólk til bygdina uttan
náttúran.
– Um ongin ger nakað
við tað, so doyr bygdin
skjótt út. Tú kanst ikki
lokka fólk til Elduvíkar at
búgva. Um ein skal búgva
her, so skal tú hava eina
grund. Mín grund var, at eg
giftist við Poul Jóhannus,
og hann hevur altíð búð her.
Hann er kongsbóndi, so tað
hevði antin verið her ella í
Funningsfirði, sigur Frida,
meðan tann lítli spælir á
gólvinum. Hon leggur aft-
urat, at tað er tó ikki verri
enn so, tí tað tekur bara 10
minuttir, so ert tú úti á
høvuðsvegnum.
Frida og Poul Jóhannus
hava trý børn. Meinhard og
Maibritt, sum eru úti og
spæla henda dagin Sosial-
urin er á vitjan. Tey eru átta
og seks ára gomul. Og so
lítla Aron.
Frida er sjálv fødd og
uppvaksin í Klaksvík, og
áðrenn Poul Jóhannus og
hon fluttu til Elduvíkar,
búðu tey seks ár í Runavík.
– Børnini spæla so nógv
úti her. Tær nýtist ikki at
hyggja eftir teimum alla-
tíðina. Tað er tað besta her.
Her er ongin vandi fyri
ferðslu ella at tey detta
nakrastaðni. Her er ein á,
sum tey spæla í, so tey
koma ofta heim við karmi,
fortelur Frida, sum vísir á,
at tá ferðsluvandin er so
lítil, so er tað næstan so, at
ein gloymir at læra børnini
um ferðsluviðurskiftini.
– Men vit plaga at vera í
Runavík viðhvørt, og tá
ganga vit ofta eitt fitt
stykki, og so royna vit at
læra tey um ferðsluna.
Frida merkir stóran mun
nú Lonin er afturlatin.
Ongir bussar við ferða-
fólkum koma henda vegin,
og nú er mestsum fullkom-
in friður í bygdini.
– Fyrstu dagarnar var tað
virkuliga keðiligt. Tað var
bara ein sjálvfylgja, at Lon-
in var har. Tað var ein
hugni og stuttleiki at síggja
tá bussarnir komu, og børn-
ini sum spældu uttanfyri,
meðan foreldrini sótu inni
og ótu. Men so varð tað
bara stongt frá degi til dags.
Og tað er uttan iva eitt stórt
afturstig fyri bygdina.
Lærir at liva
Sjálvt um Frida og Poul
Jóhannus teljast millum tey
yngstu fólkini í bygdini, so
er hon ikki bangin fyri, at
tey enda einsamøll eftir har.
– Eg eri ikki bangin fyri,
at vit verða einsamøll eftir
her. Tú kanst ikki liva uppá,
hvat fer at henda í fram-
tíðini. Ongin veit á morgni
at siga, hvar hann á kvøldi
skal gista, og soleiðis er tað
her.
– Tú lærir at liva, tá tú
býrt soleiðis. Tú gloymir
ikki tey veruligu virðini -
náttúruna. Aðrastaðni sært
tú inn í eini hús og oman á
ein veg, og har er res allan
dagin. Her hevur tú náttúr-
una beint uttanfyri.
Tá keypt verður inn til
reyðu húsini hinumegin
brúnna í Elduvík verður
keypt stórt inn. Rættiliga
stórt. Frida fortelur, at hon
dagin fyri hevði verið og
keypt inn, og tá vóru 30
pakkar av geri keyptir, og
20 kilo av mjøl.
– Tað er ymiskt, hvussu
ofta eg fari úr bygdini um
vikuna. Viðhvørt kann eg
ongan veg fara í tvær til
tríggjar vikur, tá eg aðrar
tíðir eri úr bygdini tvær til
tríggjar ferðir um vikuna.
Men familjan Reyná hev-
ur ongar ætlanir um at flyta
úr Elduvík.
– So leingi Poul Jóhann-
us er kongsbóndi verða vit
verandi. Og tað vænti eg
ikki, at hann fer at gevast
við, sigur Frida Reyná at
enda.
Elduvík er ein útdoyggjandi bygd
Aron, sum erhálvt annað ár, er eitt ordiligur sprellibassi. Smílandi og blíður við
fremmandar gestir
Tá man býr í Elduvík er tað mangt og hvat ein
kann fáast við. Henda dagin vóru Maibritt og
Meinhard í rættini beint uttanfyri bygdina
Frida væntar, at um nøkur
ár, so fer Elduvík at doyggja
út. Men hennara familja
hevur ongar ætlanir um at
flyta úr bygdini
C
M
Y
K
9
8