leygardagur 12. juli 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 130 - 12. juli 2003
Nr. 130 - 12. juli 2003
11
Alingin hevur havt stóran búskaparligan
týdning og hevur nú leingi verið eitt gott
alternativ til siðbundnu fiskivinnuna. Men nú
er alingin komin í djúpa kreppu. Prísirnir eru
í botni og eginpeningurin er um at hvørva.
Umhvørvislig viðurskifti og sjúkur hava elvt
til stórar trupulleikar. Marknaður er svikalig-
ur og sveiggini eru øgilig, samstundis sum vit
við bert 4% av heimsmarknaðinum onga
ávirkan hava á prísleguna.
Oman á alt hetta kemur so gølan við tí sjúka
og sjálvdeyða alilaksinum, sum sigst vera út-
fluttur frá føroyskum alibrúki. At útflyta sjúk-
an og sjálvdeyðan alilaks er bæði ólóligt og
óklókt. Ólóligt tí tað stríðir móti heilsufrøði-
ligum ásetingum, óklókt tí tað kann koma
allari føroyskari fiskivinnu aftur um brekku.
Lagt kann verða afturat, at hetta eisini í sjálv-
um sær er skeivt, tí slíkt ger man ikki, hvussu
so illa stendur til búskaparliga.
Nú hevur ikki skortað uppá fordøming og mor-
alskt forargilsi frá øllum síðum móti tí fyritøku,
sum er undir illgrun. Vit fara ikki at taka lut í
hesi fordøming, so leingi einki er prógvað.
Hinvegin reisir henda sakin nakrar spurningar,
sum vinnulívið og politisku myndugleikarnir
eru noyddir at fyrihalda seg til. Ein spurning-
urin er, hvørt eftirlitið er nóg gott ella við øðr-
um orðum: hvussu kann slíkt koma fyri? Hes-
um mugu avvarandi landsstýrismenn greiða
løgtingi og almenningi frá. Gera teir ikki tað,
eigur málið at verða reist á tingi.
Annar spurningur er, hvussu skulu slíkar gøl-
ur kunnu fyribyrgjast í famtíðini? Tað eigur
eisini verða spurt, nær vit frá avvarandi
myndugleikum fáa eina almenna váttan fyri,
at talan er um eindømi - at bert ein fyritøka
hevur útflutt sjúkan og sjálvdeyðan fisk.
Somuleiðis mugu somu myndugleikar sum
skjótast veita vissu fyri, at slíkt ongantíð
hendir aftur. Niðurstøðan kann bert vera, at
her í roynd og veru er talan um eitt politiskt
mál og politiska ábyrgdin má stafestast.
Harvið er eisini sagt, at talan er um ein trup-
ulleika, sum má fáa eina politiska loysn t.v.s.,
at lógir, reglur og mannagongdir mugu end-
urskoðast og strammast upp alt fyri eitt. At
málið skuldi fingið aðrar politiskar fylgjur er
lítið hugsandi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt politiskt mál
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Karsten Hansen tváar hendur
Bárður Nielsen
løgtingsmaður
Tað er øgiligt Karsten Han-
sen landsstýrismaður við
fíggjarmálum roynir at
renna undan nú búskapar-
gongdin ikki er, sum hon
hevur verið øll árini meðan
hann hevur sitið sum lands-
stýrismaður. Nú veruleikin
rennur upp fyri landsstýris-
manninum í fíggjarmálum
og gullárinum síggja út til
at verða av á hesum sinni
fer hann tann lættasta vegin
og leggur skylduna út til øll
hini, men tað var nokk ikki
annað væntandi tá tað fór at
standa á fíggjarliga. So
leingi tað gekk væl var tað
hann ið tók sær æruna og
breggjaði sær óført um
hvussu væl alt var stýrt við
hansara hørðu hond, alt
meðan útreiðslurnar øktust
skjótari enn nakrantí og eru
síðani hetta landsstýri tók
við øktar við 1.100 mió.
einans í rakstri og fyri hetta
hava vit hvørki fingið sand-
oyarferju, undirsjóvartunn-
il, nýtt landsjúkrahús ella
hálva suðuroyarferju, tí tað
eru íløgur.
Tá
landsstýrismaðurin
leggur dent á, at allar eyka-
játtanir skulu verða út-
reiðsluneutralar skal gerast
vart við, at tað bleiv ein
eykajáttan játtað í apríl, ið
kostaði útvið 75 mió. og
sum skilst er játtan eisini
givin til stuðulin fyri uppi-
haldspening uppá eini 5
mió. tí at flokkurin ikki
kláraði at fáa semju innan-
hýsis um hesa sparing og
longu nú er boða frá at tað
eru fleiri eykajáttanir á veg.
Tað var ikki fíggjarnevnd-
in, ið lat verða við at taka
skattalættan við á fíggj-
arlógina, hann var heldur
ikki við í uppskotinum, ið
kom frá landsstýrismann-
inum og hóast andstøðan
harðliga
átalaði
fleiri
manglum í uppskotinum
vísti landsstýrismaðurin øll-
um hesum átalum aftur og
segði at tað var ikki vanlig
mannagongd at hava tøl við
á fíggjarlógini, ið ikki vóru
samtykt, men hetta var ikki
galdandi tá tað snúði seg um
sparingar, ið kravdu lógar-
broyting. So tað tykist løgið
og má merkjast undarligt
hjá samgongufeløginum í
fíggjarnevndini, at lands-
stýrismaðurin nú vaskar alt
yvir á meirilutan í fíggjarn-
evndini.
Eisini verður víst á at hó-
ast blokkurin bleiv skorin
við 366 mió. um árið fyri
tveimum árum síðani hevur
gjaldføri landskassans ver-
ið so gott sum nú, men
hetta er ikki veruleikin um
vit hyggja eftir innistand-
andi í Landsbankanum. Har
standa í juni 2003, 2.247
mió. og minstainnlánið er
1.515 mió. so tøkar eru 732
mió. ímóti 750 mió. somu
tí síðsta ár. So hóast vit hig-
artil hava skert í blokkinum
umleið 500 mió. og multi-
plikatorávirkanin ikki hev-
ur sligið ígjøgnum enn, má
sjálvt landsstýrismaðurin
hava fatað, at okkara bú-
skapur ikki er so øgiliga
væl fyri, sum hann roynir at
fortelja sær sjálvum og
øllum ørðum við.
Kristindómur og Deyðadómur?
Absalon Absalonsen
Blankagøta 14 , Tórshavn
Stundum frættist, at fólk, ið
kalla seg persónliga kristin
ella endurfødd kristin, siga
seg taka undir við deyða-
revsing. Men kann hetta
sameinast.?
Ein endurføddur kristin
hevur vissuliga sæð seg
sjálvan standa sekan og
deyðadømdan
framman
fyri Hinum rættvísa og liv-
andi Gudi.Men hann var
rættvísgjørdur fyri einki av
náði. Endurfødd kristin eru
eisini sannførd um, at teirra
egnu syndir vóru ársøk til,
at ein ósekur fekk deyða-
dóm og mátti lata lív.
Straffin varð løgd á Hann.
Men
Móse-lóg
ásetti
deyðarevsing í fleiri førum,
verður ført fram. Jú, so er,
men upphavsmaður og full-
komari trúarinnar ( kristin-
dómsins ) stóð beinleiðis
yvir fyri einum slíkum
máli. Tíðliga ein morgunin
komu teir til hansara í
templinum við kvinnu, sum
lógin kravdi deyðadóm
yvir. Teir kravdu við skrift-
unum í hond, at dómurin
skuldi fremjast.
Lógin kom við Mósesi,
men Hann sum kom við
náðini og sannleikanum,
hvussu greiddi hann hetta
revsimál. ? - Hann boygdi
seg niður og skrivaði við
fingrinum á jørðina. Hvat
hann skrivaði verður ikki
endurgivið. Men teir, sum
ákærdu kvinnuna, fingu nú
høvi til at fremja dómin
sjálvir. Tann av tykkum,
sum er uttan synd, kasti
fyrsta steinin á hana, vóru
boðini. Síðani helt hann á
at skriva, tá rímdu teir allir,
teir elstu fyrstir.
Men hvat fekk hesar
deyðadómskrevjarar
at
smoykja sær burtur? - Lítið
man verða at ivast í, at tað
var, tað teir lósu í sandinum
har á Tempulplássinum,
okkurt stóð har at lesa, sum
teimum ikki hóvaði, vóru
tað gerðir - ella tankar -,
sum teir trúðu, at eingin
vitsti um, ið har vóru al-
mannakungjørdar, tað fáa
vit neyvan at vita her í lív-
inum, kanska í ævinleikan-
um. Eftir stendur tó, at
eingin av hesum deydarevs-
ingar talsmonnum var uttan
synd og sostatt førur fyri at
kasta fyrsta steinin.
Endurfødd kristin áttu
eisini at minst til, at Gud
ynskir ikki nakrans syndara
deyða, men at øll skulu
venda við og liva. Verða
menniskju tikin av døgum,
verður eisini møguleikin at
venda við og fáa náði frá
teimum tikin. Tilboðið um
náði og fyrigeving Guds í
Kristi Jesusi er til øll, eisini
til teirra, sum av menn-
isjum verða deyðadømd.
Játta vit syndir okkara, er
Hann trúfasrur og rættvíss-
ur og fyrigevur og reinsar.
Tað fekk ránsmaðurin á
Golgata at sanna, tað fekk
kong Dávid at sanna, hann
kundi verði dømdur fyri
bæði hor og morð, men
hann angraði og játtaði og
fann náði, hann fekk enntá
heiti maðurin eftir hjarta
Guds. Saul úr Tarsus, sum
jagstraði tey kristnu og
gjørdi, alt hann kundi, fyri
at fáa tey sett á fangahús og
dripin, vendi við og fann
náði, og neyvan nakað
mennisja hevur avrikað
meir fyri kristindómin enn
júst hann.
Gud er tann sami enn,
náði og almáttur hansara
við, kunnu vit, ørmu skapn-
ingar hansara, loyva okkum
at verða náðileys.
VIÐMERKINGAR
Nær sleppur hevndarhugurin Jørgen Niclasen?
Áki Andreasen
Dagblaðið er ikki eitt blað,
sum vanliga er so høgt í met-
um millum manna - tíbetur.
Eitt er Dagblaðið, sum er
kent fyri persónsútspillingar
og
persónsforfylgingar
gjøgnum tíðina, eitt annað
er, hvat tingfólk Fólkafloks-
ins føra fram, skuldi ein trúð
- men so er helst ikki.
Á forsíðu í Dagblaðnum
skírir Jørgen Niclasen for-
man tjóðveldisfloksins at
vera óseriøsan. Grundgev-
ingin er, at Høgni Hoydal
hevur ført fram, at fyrireik-
ingararbeiðið fyri yvirtøku
av løgregluni og rættarskip-
anini er liðugt og kann
standa sína politisku roynd.
At fyrireikingarnar eru
um at verða lidnar er besta
grundgevingin fyri á tí høga
støði, politiski seriøsiteturin
hjá Høgna Hoydal liggur -
so er tað fingið upp á pláss.
Samgongusamráð-
ingarnar
Vit minnast øll samgongu-
samráðingarnar - hvussu
Fólkaflokkurin gekk og
samráddist í loyndum uttan
um Tjóðveldisflokkin, hó-
ast Tjóðveldisflokkurin var
grundarsteinurin
undir
samráðingarintiativinum
hjá Fólkaflokkinum og An-
finn Kallsberg.
Vit
minnast
eisini,
hvussu Fólkaflokkurin so
nakkalangur mátti seta seg
við samráðingarborið, eftir
at
Tjóðveldisflokkurin
hevði gjørt greitt, at stuð-
ulin til sitandi løgmann
bleiv tikin aftur um so var,
at Fólkaflokkurin fram-
haldandi
royndi
aðrar
møguleikar enn tann, vit
kenna í dag - tað var seri-
øsiteturin hjá Fólkaflokkin-
um undir samgongusam-
ráðingunum!
Hvør heldur gjørdar
avtalur?
Tá Jørgen Niclasen er løg-
tingsmaður fyri Fólkaflokk-
in, so vita bæði hann og
fleiri við honum, at best er at
tosa sum minst um, hvørjar
avtalur eru hildnar og ikki.
Fólkaflokkurin er helst tann
flokkur, sum hevur brotið
sítt egna samgonguskjal so
ofta, at tað er vorin gerandis-
kostur. Hvør breyt allar
avtalur um fólkaatkvøðuna?
Hvør var klárur at farið inn
og stuðlað fiskivinnuni við
almennum pengum? Hvør
var klárur at stuðla einum
sambandsuppskoti við al-
mennum pengum til eina
skúla bygging? - soleiðis
kundi eg hildið fram. Jørgen
Niclasen eftirlýsir sparing-
um - hvat við omanyri-
nevndum dømum? - er tað
tekin upp á sparihegni, nei
eg spyrji bara.
Veruleikin er tann, at
Fólkaflokkuin hevur so
góðan hug at seta á og
oyðsla við almennum peng-
um, at vit høvdu endað so
nakkalong í einari kreppu,
um
Tjóðveldisflokkurin
ikki hevði hildið eftir - við
Karsten Hansen á odda.
Hetta veit Jørgen Niclasen,
men kortini vil hann leggja
Tjóðveldisflokkin undir at
fella sparingar - øll vita, at
Tjóðveldisflokkurin
er
vissan fyri, at alt ikki
verður futtað av fyri síðan
at sleppa at nýta danskar
pengar. Jørgen Niclasen
veit eisini, at tað er fullur
samanhangur millum bú-
skapar- og loysingarpol-
itikk Tjóðveldisfloksins.
Við hevndarhuga
gerst einki
Tá Jørgen Niclasen nýtir
eitthvørt høvi at leggja eftir
Tjóðveldisflokkinum, ting-
og
landsstýrðismanning
floksins, so er tað ein bein-
leiðis avleiðing av, at hann
mátti leggja frá sær. Hetta
er eftirhondini vorðin al-
menn vitan. Hóast maðurin
fekk at vita, at Tjóðveldis-
flokkurin fór at taka undir
við einum missálti - langt
áðrenn píniliga einfloks-
sjónleikin hjá Fólkaflokk-
inum í Tinginum.
Jørgen Niclasen er kendur
fyri at verða ein sambands-
maður í Fólkaflokkinum
saman við m. ø Bjarna Djur-
holm og Óla Breckmann,
men maðurin má sleppa
hevndarhuginum og gera tað
arbeiðið, sum er litið honum
til frá veljaranum. Jørgen
Niclasen kann ikki áhald-
andi gera Føroya Løgting til
ein klandursgarð, sum hann
royndi henda dagin, tá hann
legði frá sær.
Fólkaflokkurin má taka í
egnan barm - og fáa Jørgen
Niclasen til arbeiðis, ella er
betur hann verður verðandi
í Sørvági, tí við hevndar-
huga gerst einki.
Hann kundi passandi nýtt
Tjóðveldisflokkin sum fyri-
mynd: hóast løgmaður við
einari tannleysari grund-
geving sum løgmansstjórin
hevði skrivað koyrdi Annlis
Bjarkhamar frá, so arbeiðir
Tjóðveldisflokkurin eftir
gjørdum avtalum til frama
fyri Føroya land og tí fólkið
sum her býr, tí í hjørtum
okkara býr frælsið!
Rúna Sivertsen
Seinasta
sunnudag
var
minningardagur teirra, sum
lótu lív í ferðsluni. Í dag
eru bert 358 dagar til næsta
minningardag, sum verður
4. juli 2004. Tá fara menn
og kvinnur einaferð enn at
leggja blómur á tey støð,
har ferðsluvanlukkur, ið
førdu til deyðan, hava verið
Tann álvarsligi spurning-
urin er, um nakar av
okkum, tú ella eg, verður
atvoldin til, at blómur fara
at verða lagdar á enn eitt
stað næsta ár - eitt stað á
vegnum, har vit koyrdu
okkum ella í ringasta føri
okkara besta vin í deyðan.
Seinastu dagarnar hava
vit sæð nógv vøkur blómu-
tyssi fram við vegnum.
Blómurnar minna okkum á
øll tey mongu, sum fórust í
ferðsluni.
Sama, hvussu vakran
búnað vit lata orð okkara í,
ber ikki til at siga tað øðr-
vísi enn, at hesi í flestu før-
um doyðu av skilaleysari
koyring. Oftast vóru tað
ungir menn, sum koyrdu -
menn, ið ikki vóru nóg
búnir at taka ta ábyrgd,
teimum varð litin í hendi.
Hagtølini siga, at tað her
hjá okkum doyggja færri í
ferðsluni nú enn fyri fáum
árum síðani. Men fyri tann,
ið missir sítt kærasta, siga
hesi hagtøl einki. Hjá teim-
um er missurin hundrað
prosent.
Vit eiga øll somul, bæði
tey, ið seta seg aftanfyri
róðrið og tey, ið gera lógir
og áseta reglur, at gera tað,
sum stendur í okkara makt,
fyri at slíkar meiningsleysar
vanlukkur ikki skulu henda.
Hjá tí, sum hevur ein at
fara til við sorgini, er lætt-
ari enn hjá honum, ið ein-
ans hevur seg sjálvan til
troystar. Men hóast vit
trúgva, at ein er, ið er
omanfyri alt, finst tó bert
eitt orð, tá ferðsluvanlukk-
ur kosta deyðan... Meini-
ngsleyst!
Minningardagur teirra, sum lótu lív í ferðsluni:
Meiningsleyst!
Ungdómar við vanlukkustaðið hjá einum vinmanni
Mynd: Solby Eliasen
Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina. Eg eri eg, og tú ert tú. Tað,
sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð
gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.
Flenn soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.
Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.
Lat mítt navn framvegis hoyra upp í okkara húski.
Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabært, tað er, eins og tað altíð var, tað heldur á øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman.
Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnina.
C
M
Y
K
11
10