Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (EK, Nr. 187 — 1. OKTOBER 1994 Síða 13 Nýggja heimastýrissamgongan fær góð viðmæli frá teimum, sum áður hava verið í slíkum samgongum. Vinstrumegin síggjast. Ivan Johannesen, Oli Jacobsen, Jóannes Eidesgaard, Edmund Joensen, Andreas Petersen, Såmal Petur i Grund og Eilif Samuelsen Skattatrystid rekur folk av landinum — Møguleikarnir hjá heimastyrissamgonguni eru góðir, um hon megnar at broyta samfelags- gongdina, sigur Eli Nolsøe Á Skulu ikki leggja upp til kjak við danir - Tað e r umrådandi at fáa gagnligt samstarv við danir. Megnar samgongan tað, so skuldi møguleikarnir hjá samgonguni verið góðir, sigur Hilmar Bech Hilmar Bech var úngmaður fyri javrmdarflokkin í 14 år, og varð fyrstu ferð valdur á ting í 1975. - Royndimar áður at fáa heimastýrissamgongur at virka, hava verið góðar og gagnligar fyri Føroyar, og tað vóni eg eisini at henda verður, sigur Hilmar Bech í Porkeri. - Kann hugsast at javn- aðarflokkurin av hesum verður meira sambandsk- ur? - Nei, javnaðarflokkurin hevur síni sjónarmið, og hann er eingin loysingar- flokkur. - Tað týdningarmesta í hesum valskeiðnum verður at fáa gott samstarv við dan- ir. Vit mugu tí ikki leggja upp til ófrið og kjak, men heldur royna at fáa gagnligt samstarv við donsku stjórn- ina, sigur Hilmar Bech. Hverja ávirkan fær verkamannafylkingin á samgonguna? Verkamannafylkingin hevur sagt, at hon ikki tekur stóðu til samband ella sjálv- stýri, og heldur ikki til høgru ella vinstru í føroy- skum politikki. Eg vænti, at teir fara at føra ein positivan politik, til gagns fyri Føroya land. - Tad hugsi er nú eisini, at allir hinir flokkarnir eru sinnaðir at gera. - Eg haldi eisini, at javn- aðarflokkurin og verka- mannafylkingin hava somu sjónarmið, og tí haldi eg, at tað er gagnligt og neyðugt, at verkamannafylkingin er við í samgonguni. - Tað kunnu tó koma mál, sum setir fylkingina í tví- stæðu, eitt nú kunnu ar- beiðsmarknaðarmál gerast ein trupulleiki hjá teimum, men sjálvandi, tað velst eisini um, hvussu teirra um- boð loysa slík mál. - Við hvort verður tað reyðugt hjá fylkingini at víkja frá sínum sjónarmið- um, tí í landspolitikki skal fylkingin umboða allar stættir í samfelagnum. - Hinvegin, so haldi eg eisini at tað er ein styrki hjá samgonguni, at fakfelags- fólk eru við í landsstýrinum og hava ábyrgd fyri lands- ins leiðslu, sigur Hilmar Bech. Hann minnist aftur á tíð- ina á tingi, og heldur, at tey fyrstu fýra árini í heima- stýrissamgonguni frá 1975 til 1979, vóru tey bestu. - Tá vóru vit 17 tingmenn aftan fyri samgonguna, og vit vistu sum oftast undan atkvødunum, hvar hinir vórðu. Tað gav okkum ein tryggleika í arbeiðinum, sum ikki altíð var til staðar tey seinnu árini, sigur Hilm- ar Bech. Dagny Eli Nolsøe var landsstýris- maður fyri sambandsflokk- in í heimastýrissamgongu- ni 1979 - 74. - Vit hava havt ser góðar royndir við hesi samanset- ing áður. Framgongdin helt sær ul 1975, tå javnaðar- flokkurin før saman vid hin- um loysingarflokkunum. Eftir hetta kom broyting í, og misjavnt hevur verið, hvussu tað síðani hevur hildnast, sigur Eli Nolsøe. - Kann hugsast at hug- sjónirnar renna saman, í samstarvinum millum sam- gonguflokkarnar, eitt nú at sambandsfliokkurin verð- ur meira javnaðarsinnað- ur - Nei, tað ein einki vanda- mál. Sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin hava so nógv felagsmál á skránni, so tað broytir einki. - Tað sum hevur skilt javnaðarflokkin og sam- bandsflokkin er sambandið til Danmark, men á tí sosi- ala økinum hava vit arbeitt væl saman, og eg vil halda, at sambandsflokkurin hev- ur verið mist líka so sosi- alur, sum javnaðarflokkur- in. - Hvussu heldur tú at samstarvið verður í hesi samgonguni? - Nú eru nógv nýggj fólk komin til, men um tey ar- beiða við somu stevnumið- Hilmar Bech: - Eg haldi, at javnaðarflokkurin og verkamannafylkingin hava somu sjónarmið, og tí er haldi eg, at tað er gagnligt og neyðugt, at fylkingin er við í samgonguni um sum flokkarnir høvdu áður, so fer at ganga væl. - Kortini veit eg ikki, hvussu verkamannafylk- ingin fer at virka, men um hon góðiekur javnaðar- flokkin, so verða eingir trupulleikar í samstarvi- num. - Eg hugsi kortini, at allir flokkar eru greiðir yvir, hvussu umráðandi tað er at fáa landið á fótur aftur. Um vit fáa framgongd her á landi, so verður tað heldur eingin trupulleiki, men fær samgongan ikki broytt sam- felagsgongdina, eitt nú haga skattatrýstið, sum nú rekur fólk av landinum, er tíverri ikki nógv at gera. - Alt tos um samband ella loysing hevur einki at týða í dag. Eg skilji als íkki politikarar, sum tosa um loysing í hesum døgum, sigur Eli Nolsøe. Dagny Føroyinga- | felagið í London | Nærri upplýsingar frá: Birgit Sólstein, ti. 00944816815730 Helgi Joensen, tí. 00944932829027 KOYRIKORT Privat sum vinnuligt - so er tað ... KOYRISKÚLIN Á ARGJUM ro 12270 LUTASEÐIL til frama fyri CISV - Altjóða Barnalegur Hesir vinnarar vórðu drignir: 3781 948 2486 3389 3438 2975 4930 256 Vinnarar kunnu ringja til tlf. 15761. Vinning- arnir skulu vera heint- adir i seinasta lagi 15. nov. 1994.