Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 187 — 1. OKTOBER 1994 Avtalurnar fingu skyldina fyri alt Ill — men tað er órættvíst, heldur Marita Petersen, formaður. Javnaðarfloksins Ikki minst er Javnaðar- flokkurin greiður yvir, at heiðurin av avtalunum við donsku stjórnina geva ikki nógvar atkvødur, segði Jógvan Mørkøre, sam- felagsfrødingur, við Sosial- in hósdagin, og hann helt, at hesaferð fer Javnaðarflokk- urin at vera meira kritiskur nú nýggj avtala skal gerast. Men hesum er Marita Petersen, formaður Javnað- arfloksins og fyrrverandi løgmaður ikki samd við honum í. -Eg sat júst í gjár og hugdi eftir teimum sendingum, sum sjónvarpið gjørdi aftan á avtalurnar 28. maí og 12. oktober í fjør, og har vóru øll, bæði vit, sum høvdu verið í tingingunum og onnur samd um, at vit høvdu fingið nakrar góðar avtalur, sigur Marita Pet- ersen og leggur aftart, at havast má í huga hvussu mikið av pengum vit lántu. Hon heldur tó, at okkurt í avtalnum kundi verið ødr- vísi og okkurt átti ikki at vera við,- tað var óneyðugt og skuldi ikki verið í avtalu- num. Marita Petersen sigur, at avtalurnar vilja altíð vera merktar av teimum mógu- ligu uppskotum føroyingar sjålvir koma vid. So vildu danir eisini viðgera hesi við vælvild. Login um vinnuligan fiskiskap Marita Petersen sigur, at tað sum flestu hava funnist at er lógin um vinnuligan fiski- skap. Men hinvegin slepst ikki uttan um, at vit eiga at verja fiskastovnarnar. Um kvotaskipanir eru tað besta, kunnu sjálvandi ymiskar meiningar vera um, men vit hava ikki sæð nakra aðra frægari loysn, sigur Marita Petersen. Hon leggur aftrat, at undir øllum umstødum eiga vit at áseta eina mest loyvda veiðu. Hetta fyri at byggja fiskastovnarnar uppaftur samstundis sum vit skulu royna at fáa eitt rentabult vinnulív. Sandhedens time Jógvan Mørkøre sigur eisini við Sosialin hósdagin, at Nyrup hevur mangan tosað um sandhedens time fyri Føroyar, men hann heldur, at nå må talan verda um sandhedens time fyri danir. Nú må danska stjórnin gera sær greitt hvat hon vil við Føroyum. Danska stjórnin má finna annan heilivág mótvegis Føroyum, segði samfelagsfrødingurin. Heldur ikki i hesum føri er formadur Javnadarflok- sins samd vid Jógvani Mørkøre. -Tad er skeivt at sammeta sjálvar avtalumar við nakran heilivág. Avtalurnar hava sum so ikki givið nakran heilivág. Vit hava fingið fíggjarligan stuðul. Um talan er um ov lítið av fíggjarligum stuðli er møguligt. Tað hevði so bert verið heilivágur av sama slagnum. Men vit fáa ikki fiskastovnarnar uppaftur um vit so fingu fleiri milliardir. Vit kunnu heldur ikki útvega fleiri arbeiðs- pláss hóast vit fingu fleiri milliardir. Við ørðum orð- um eru tað ikki avtalurnar við Danmark sum eru or- søkin til, at vit ikki koma skjótari fyri okkum i Føroy- um, sigur Marita Petersen. Ikki nóg væl greitt frá Men heldur Marita Petersen ikki, at hesar somu avtalur eru ein av orsøkunum til vánaliga valúrslitið hjá Javnaðarflokkinum til løg- tingsvalið? Marita Petersen heldur, at tað tykist sum avtalurnar við Danmark fáa skyldina fyri alt ilt. Hon ásannar, at politikararnir hava ikki verið nóg væl førir fyri at greida frå hvat avtalurnar veruliga hava borið í sær. Hon leggur tó aftrat, at høvudsorsøkin til misnøgd- ina vid Javnadarflokkin er helst, at neyðugt varð at tátta so Ogvusliga í fíggj- arliga. Fyrst og fremst, at neyðugt varð at hækka skattaprosentið. -Hetta kom tó ikki bert av avtalunum við Danmark, men ikki minni av teirri orsøk, at kommunurnar hava lånt seg út av nålini, og at nå er knappliga eisini sandhedens time hjå teim- um, sigur Marita Petersen. -Vit eiga heldur ikki at gloyma, at Javnadarflokk- urin hesi seinastu árini hevur havtein annan leiklut, har vit hava lagt ovurhonds stórar fíggjarligar byrðar á fólk, og ikki hava verið før fyri at liva upp til fremstu mál floksins,- arbeiði til allar hendur. Júst hetta verða vit nú rakt av atkvøduliga, heldur Marita Petersen. Formadur Javnadarflok- sins sigur seg væl skilja, at fólk verða ørkymlad og spyrja hvat Javnaðarflokk- urin hevur eina stevnuskrá til tá hon ikki verður hildin. Men hartil er at siga, at týdningarmikið er at gera sær greitt hvat ein flokkur stendur fyri. -Javnaðarflokkurin hevur eina solidariska stevnu og ikki bert tvey ella trý prak- tisk mál at arbeiða fram ímóti. Tað sum nú hendir er, at vit eru í sera álvarsligum búskaparligum trupulleik- um, sum vit noyðast at berja okkum úr. Men sjálvt í hesum ringu tíðum er mál okkara sjálvandi eitt soli- dariskt samfelag fyri allar føroyingar. Vit hava eina loysn. Eitt nú Fólkalflokk- urin hevur eina aðra loysn. Arheiðsloysið og fólkaflytingin Sjálv hevur Marita Petersen verið á odda fyri føroysku samrådingarnevndini, men tað verður hon ikki hesa- ferð. Hvørji mál heldur hon føroyska samrådingar- nevndin eigur at leggja serligan dent á hesaferð? -Heilt avgjørt støðuna hjá teimum arbeiðsleysu og spurningin í samband við stóru fólkaflytingina av landinum. Tað er altavger- andi at fáa hesar spurningar fram undir komandi sam- ráðingnum við danir heldur formaður Javnaðarfloksins. tór.- Marita Petersen heldur, at tað er skeivt at geva avtalunum við danir skyldina fyri alt ilt. Her prátar hon við danska forsætisráðharran, Poul Nyrup Rasmussen. Mynd: Jan Tíðindablaðið GS) % SP Tingið hevur bert eitt mál liggjandi og eitt annað mál liggur í nevnd. Marita Petersen, løgtings- formaður roknar ikki við teimum mongu málunum av viðgera í tinginum í heyst. Mynd: Kalmar Eittans mal á — og eitt annað mál liggur í neund. Tingið kemur sam- an 18. oktober Líkt er ikki til, at ting- menn verða overvaðir av tingarbeidinum í heyst. Tingfundur er lýstur at verða týsdagin 18. okto- ber, og umframt fram- lóga, sum altíð stendur á skránni, er bert eitt mál. Tað er uppskotið frá Fólkaflokkinum um at sleppa slaktinum í heyst undan meirvirðisgjaldi. Marita Petersen, løg- tingsformaður sigur, at tingið hevur bert tað eina málið í løtuni. Eitt annað mál liggur í nevnd. Men sjálvandi kunnu fleiri mál koma tinginum í hendi áðrenn tað kemur saman. Løgtingsformadurin sigur, at hon hevur fingid at vita frå lands- styrinum, at roknast kann við, at nýggja upp- skotið til fíggjarlóg verður lagt fyri tingið í seinru helvt av oktober. Tá er eisini møguleiki fyri, at uppskot til ymiskar lógarbroyting- ar koma fyri, sum hava tilknýti til fíggjarlógina. Eitt annað stórmál, sum ungið skal taka stóðu tl einaferð i heyst, verður úrslitið av sam- ráðingunum við donsku stjórnina. Tá hesar sam- ráðingar hava verið, skal tingið taka stóðu ul úr slitið. Annars roknar løg- tingsformadurin = ikki vid teimum mongu mål- unum fyrstu månadir- nar. tór.-