Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. oktober 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið €2 Nr. 187 — 1. OKTOBER 1994 Síða 15 Løgmadur fyrireikandi fund vid Nyrup: Vit fara at visa á. hvat vit sjalvi vilja — Vit vilja halda gjørdar avtalur og fara samstundis at greida donsku stjórnini frå teimum ætlanum, samgongan hevur, sigur lógmaður -Tað er eingin annar enn føroyingar sjálvir, sum skulu siga hvat vit ætla og hvat vit skulu gera, og tað er jústhetta, handan samgong- an fer at gera tá vit fara at hitta donsku stjórnina til samráðingar í november. -Hinvegin er einki sum bendir á, at danska stjórnin ætlar at sláa beinni undan okkum. Danir hava so mangan gjørt greitt, at júst teir eru teir nærmastu at hjálpa okkum. Hvor skuldi annars gjørt tað, sigur løgmaður og sipar her ser- liga til Uffe Ellemann- Jensen Hetta sigur Edmund Joensen, løgmaður sum viðmerking til tað, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrød- ingur segdi vid Sosialin hósdagin. Jógvan Mørkøre vildi vera við, at nú mugu danir gera upp við seg sjálvir hvat teir vilja við Føroyum. Um teir fram- vegis vilja góðtaka hendan partin av ríkinum sum ein vart av vælferðarsamfelag- um Danmark ella við- ganga, at tað verður ov dýrt. Jógvan Mørkøre segði seg eisini ivast í, um danir ikki noyddust at viðganga, at tann heilivágur, sum higar- til er nýtur til føroyska samfelagið, ikki er nóg góð- ur, og annar tí má finnast. Trýsta danir føroyingar ov hart, fáa vit spurningin um samband og loysing tíði- ligari fram, segði Jógvan Mørkøre. Edmund Joensen heldur, at eingin loysn er at leggja nýggjar neistar til orðaskifti um samband og loysing. Leggja upp til úð óð viðurskifti Løgmaður sigur, at sam- gongan fer at leggja upp til framhaldandi góð viður- skifti Føroya og Danmarkar millum. -Vit kenna tað sum okk- ara uppgávu at siga dónum frá teimum loysnum, vit halda vera skilagóðar. Í fyrsta lagi at fylgja teimum avtalum, sum eru gjørdar, sum sjálvsagt skulu haldast. Haraftrat fara vit at siga donsku stjórnini frá teimum nýggju tiltókunum, hendan samgongan hevur í kvittan- um at fremja. Tað verið seg millum annað fíggjarlógin, fiskivinnupolitikkurin og arbeiði fyri nýggjum ar- beiðsplássum. Haraftart fara vit at greiða dønum frå skattabroytingunum, og teimum ovurhonds stóru trupulleiknum vit hava við arbeiðsloysinum og fólka- flytingini, sigur Edmund Joensen. Í hesum sambandi sigur løgmaður, at tað eru serliga tveir samfelagsbólkar, sum eru illa fyri. Tey arbeiðs- leysu sum vónandi bert fyribils eru arbeiðsleys og tey, sum hava arbeiði, men rinda ov høgan skatt. - Viðvíkjandi teimum ar- beiðsleysu er semja um at tryggja ALS-skipanina, og viðvíkjandi tí ov høga skatt- inum, er ætlanin at lækka marginalskattin. Hetta fer at virka frá nýggjárinum. Fund við Nyrup Í samband við at fólka- tingið verður sett fyrst í næsta mánað, fer løgmaður til Danmarkar, og tå skal hann millum annad hitta Poul Nyrup Rasmussen, forsætisrådharra. Fundur er avtaladur til tysmorgunin 4. Edmund Joensen sigur, at fundurin verður heilt ófor- mellur. -Men sjálvandi fari eg at nevna nøkur av teimum á- trokandi málum, samgong- an arbeiðir við. Løgmaður fer eisini at hitta Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharra. Evnið á tí fundinum verður millum annað ætlaninar at fáa betri handilsavtalur við ES og hvussu føroyingar í stórri mun kunnu vera við í Danida-ætlanum 0.a. Væl við allar flokkar Spurdur um løgmaður held- ur tað hevði verið hugalig- ari at hitt ein danskan vinstramann sum forsætis- ráðharra sigur Edmund Jo- ensen, at tað ger hann ikki mun á. -Tað er fleiri ferðir prógv- að, at danska stjórnin ar- beidir tvørtur um partapol- itiskt mark, tá tað snýr seg um føroysk viðurskifti, so eg rokni við allar bestu viðurskiftum við nýggju donsku stjórnina, sigur løgmaður. Edmund Joensen leggur aftrat, at formaðurin í danska Vinstra flokkinum, Uffe Ellemann-Jensen hevði eisini Føroyar á orði á landsfundi floksins herfyri, so løgmaður sigur seg ikki ivast í, at bæði høgra- og vinstrasíðan í donskum politikki eru rímiliga samd Løgmaður fer at hitta Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra 4. oktober. tá tað snýr seg um føroysk viðurskifti. tór.- Shinkai Maru: Fær nú fylgt svartkjaftinum um fiskimørk Månadagin undirritadu umboð fyri føroyskar, norskar og japanskar mynd- ugleikar í Oslo sáttmála um frahaldandi = svartkjafta- kanningar við japanska skipinumm >Shinkai Maru«. Hesaferð er avtalan orðað soleiðis, at royndar- tíðin hevur gildið bæði fyri føroyskan og norskan sjógv. Shinkai Maru fær so- statt fylgt svartkjaftinum um fiskimørk í royndar- veiðuni. Fyrstu royndimar við Shinkai Maru vóru í 1993. Japanska felagið Jarmac hevur borið kostnaðin av royndunum og hevur hartil goldið landskassanum kr. 1,50 fyri hver kilo av urimi, sum er framleitt. Mlar = upplýsingar frá oyndunum fiskiskapur, virking og marknadarfør- ing eru latnar landsstýrin- um. Royndirnar eru nú komn- ar so langt, at umboðini fyri japanska felagið Jarmarc, sum hevur staðið fyri royndunum, metir at kalla allir spurningar viðvíkjandi at virka og selja svartkjafta- surimi eru loystir. Tøkni- liga ber til at framleiða fyrsta floks surii og sølan av royndarframleiðsluni á japanska surimimarknaðin- um hevur hilnast væl. Tað, sum nú er eftir, eru minni tøkniligar tilrætungar. Síð- ani skal svartkjaftasurimi virkast í vinnuligu máti- stokki. Tá rímiligar nøgdir av svartkjaftasurimi eru tøkar og jøvn tilgongd til japanska marknadin ber til við vissu at siga hvussu svartkjaftasurimi kann nýt- ast og finnur sítt stæði á marknaðinum. Ein rættu- liga stórur marknaður er eisini í Europu. Avtalur verða í næstum gjørdar millum føroyskar og norskar stovnar um vid- ari kanningarsamstarv, ser- liga viðvíkjandi serligum marknaðum fyri svart- kjaftasurimi. A fundinum í Oslo var eisini spurningurin um- røddur um at fáa gongd á virkingina av surimi við at fáa japansk verksmiðjuskip til Norðuratlantshav. Før- oysk skip kundu so avreitt svartkjaft til japansku skip- ini. Um prísurin er rættur og japansku verksmidjuskip- ini fáa trygd fyri at avreið- ingamar eru nóg stórar, kundi hetta givið eyka- møguleikar til føroysk skip og kanskacisini møgulcikar hjá skipum, sum í dag ongar veidimøgulcikar hava. Landsstýrismaðurin i fiskivinnumålum, Ivan Jo- hannesen, fer inæstu viku at kalla åhugadar partar til fundar um hvussu gongd fæst á hetta mál. Arbeitt verður ímóti at fáa gongd á til komandi svartkjaftatíð- ina februar-mars 1995, verður upplýst frá lands- stýrinum.