Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Gr Tíðindablaðið sesíalurin Fara stilisliga um hurðarnar Kvinnuhúsið hevur nú verið í Havn í fýra ár Tá tú gongur ella koyrir fram við KFUM á Hoydals- vegnum í Havn, hugsar tú neyvan um, at í hesum húsi fereitt stórt sjálvboðið sosi- alt arbeiði fram. Á ovastu hædd hevur Kvinnuhúsfelagið leigað seg inn, og har hevur mong kvinnan, ofta við børnum fingið hjálp. Leygardagin vóru fýra ár, síða Kvinnuhúsið byrjaði, og henda dagin var opið hús, og helt nógvar kvinnur nýttu hetta høvid at støkka inn á gólvið fyri at fáa eitt sindur at vita um arbeiðið í Kvinnuhúsinum. Tær Í Kvinnuhúsfelag- num eru ymiskar, men tær hava tað til felags, at tær fegnar vilja hálpa øðrum. Beint nú eru tæt 35-40 í tali, býttar upp í fimm bólkar, og hver bólkurin hevur so vakt einaferð í senn. Tá tað ikki er oftari enn fimtu hverja viku, er hetta Glønta arbeiðið ikki so bundið, halda tær. Svarar altíð Til klokkan hålvgum tvey um dagin hevur Kvinnuhús- ið telefonsvarara. Frá klokkan hálvgum tvey til fimm er skrivstovan opin, og frá fimm seinnapartin til sjey um morgunin skiftast tær um at hava vakt. Teim- um nýtist ikki at sita i Kvinnuhúsinum á vaktini, telefonin er stillað heim til teirra. Á vaktini kunnu tær antin tosa við tær kvinnur, sum ringja, ella eisini fara tær í Kvinnuhúsið, um ein kvinna ringir og biðjur um at sleppa í Kvinnuhúsið. - Tað vísir seg, at tær flestu ringja um dagin. Tað vil síga, at tær hava hugsað seg væl um áðrenn tær venda sær til okkara. Men tað hendir kortini onkuntid, at kvinnur ringja td. um náttina og biðja um at sleppa í Kvinnuhúsið, tí tær flýggja heimanifrá, siga tær í Kvinnuhúsfelagnum. At kalla hvønn dag ringir onkur. Hvort håskvøld hevur Kvinnuhúsið viðtalu, og tá ringja kvinnur at spyrja um eitt og annað. Tað kann vera peningatrupulleikar, trup- ulleikar í famijuni, harð- skap. Verri en so altíð er rúsdrekka uppi í trupulleik- unum. Og harðskapur kann eisini vera av psykiskum slagi. Leygardagin var opið hús í Kvinnuhúsinum, og fleiri nýttu høvid at støkka inn at gólvið fyri at frætta meira um sjálvbodna arbeiðið fyri kvinnur í trupulleikum (Mynd: Kalmar Fleiri fakfólk At Kvinnuhúsinum eru fleiri advokatar, sosialráð- gevar og sålarfrødingar knýttir, og tær skiftast um at sita og svara spurningum. Fyri tað um ein kvinna vendir sær til Kvinnuhúsið, nýtist endamálið ikki vera at biðja um innvist. Tær flestu, sum ringja, hava mest brúk fyri onkrum, sum tímir at lurta eftir teimum og kann geva góð ráð. Tær kunnu trygt ringja, ikki er neyðugt at upplýsa nakað navn. Men tað eru eisini tær, sum mugu hava bráðfeingis hjálp tí tær flýggja heimani- frá. Tær kunnu tá fáa inni- vist í Kvinnuhúsinum, har rúm eisini er fyri børnun- um. Kvinnuhúsið hevur eina hugnaliga íbúð til hesar kvinnur. Henda íbúð hevur allar hentleikar, og hon er so mikið stór, at nøkur fólk kunnu vera har í senn. Kvinnurnar kunnu kenna seg tryggar í Kvinnuhús- inum, tí óviðkomandi sleppa ikki inn, og meira enn ein útgongd er. Eingin upplýsir, hvør býr í Kvinnuhúsinum. Ringir ein maður og spyr, um kona hansara er í húsinum, fær hann tað ikki at vita. Hava kvinnurnar børn við sær, tå tær koma f Kvinnu- húsið, kunnu børnini spæla uttanfyri á spæliplássinum, sum barnansingin hjá KFUM hevur, og stórri børn kunnu eisini vera í ansingarskipanini hjá KFUM. Einki verðandi stað Kvinnuhúsfelagið hevur ta reglu, at eingin kann búgva meira enn tríggjar mánaðir hjá teimum. Hetta er bara ein vegleiðandi regla, men hon er sett, tí ætlanin er ikki, at nakar skal búgva fast í Kvinnuhúsinum. Meðan kvinnurnar búgva har, fáa tær vegleiðing um, hverjar møguleikar tær hava, men tað er ikki so, at alt verður gjørt fyri tær, og tær ráða sjálvar fyri, um tær velja at fara heimaftur, ella tær vilja byrja eitt nýtt lív. Kvinnuhúsfelagið átekur sær bara at hjálpa og stuðla. Kvinnuhúsfelagið hevur onkur dómi um, at kvinnur eru komnar meira enn einaferð, flýddar undan sama manni. Men tað vil so vera, tí tað er eitt stórt stig hjá nógvum at skula slíta familjuna sundur. Sjálvt um Kvinnuhúsið er á Nr. 188 — 4. OKTOBER 1994 løgtingsins fíggjarlóg, og eitt sindur kemur inn i limagjaldið, noyðast kvinn- urnar, sum gista í Kvinnu- húsinum, at gjalda fyri inni- vistið. Hetta er neyðugt, tí Kvinnuhúsið rindar húsa- leigu og hevur aðrar rakstr- arútreiðslur. Kvinnuhúsið fylti sum nevnt fýra ár leygardagin 1. Síða 5 oktober. Fødingardagsgåvur sást einki til, men tær í felagnum settu leygardagin tað fød- ingardagsynskið fram, at fleiri kvinnur bjóðað sær til at gera sjálvboðið arbeiðið fyri at hjálpa kvinnum í neyð. randi Birgir Christiansen úr Aberdeen Oljufloymurin úr Norðsjónum í minking Sambært eini frágreiðing frå Chevron International Oil er endi við at koma á tvey ára økingina av framleiðslu av olju ' úr Norðsjónum Hóast framleiðslan rakk metstóra nøgd í juni mánaði og framvegis gkist, so er leitingarvirksemið nógv minkað, tí at framleiðarar ikki longur eru førir fyri at mótviga miseydnaðar royndir móti øðrum inntøk- um úr Norðsjónum. Framleiðarar leggja ti stórri dent á at økja fram- leiðsluna á verandi økjum, heldur enn at fara undir nýggjar royndarboringar og førir hetta við sær, at út- litini fyri fleiri økingum í framleiðslunggd tey næstu árini ikki eru góð. Bert ein lítil øking er í væntu í 1995, tá flestu gkini, ið oljufram- leiðararnir ætla sær undir, gerast virkin og væl á veg til mestu framleiðslu. Væntað verður, at fram- leiðsla av ráolju úr Norð- sjónum hækkar til 700.000 tunnur um dagin í ár, harav 450,000 tunnur úr bretska partinum. Bretland fer tá framum Noreg sum størsti framleiðari í Norðsjónum. Samstundis sum fram- leiðslan úr Norðsjónum øk- ist, fall framleiðslan úr lýð- veldunum, ið áður vóru partar av Sovjetsamveldin- um vid 1,2 milliónum tunn- um um dagin i fjør. Vegna ov fáar íløgur í útgerð sein- astu fimm árini, saman við lágum oljuprísum, verður væntað at framleiðslan minkar enn meira. Utlitini eru sostatt vána- lig, hóast stuðul frá stjórn- unum í teimum ymisku lýð- veldunum hevur eggjað til nakrar gkingar í fram- leiðslu. Nakrir framleiðarar hava verið noyddir at steðga framleiðsluni heilt vegna vantandi pening og uppaft- ur aðrir framleiðarar hava ikki goldið arbeiðsfólkun- um løn í mánaðir. Vandi er tí fyri, at verkfall fara at minka um framleiðsluna uppaftur meira, sigur frá- greiðingin at enda. Eliaskirkjan, Vesterbrotorv 49 | Meti er hvort leygarkvøld kl. 19.00. = Bussarnir 6, 16, 29 og 41 steðga nærindis. Kæri læst at vita á til þ 031242268 ella 03} 578999.