Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 188 — 4. OKTOBER 1994 Hjartafelagið til Skålavikar Hjartafelagið skipar fyri blóðtrýst- og kolesterolkanningum í Skálavík hósdagin. Mikukvøldid verða tveir fyrilestrar i ung- mannafelagshúsinum »Kelduni« Hjartafelagið er felag, ið m.a. hevur til endamáls at geva fólki í Føroyum leið- beining um at liva soleiðis, at sjúkur sum eitt nú æðra- kálking gera sum minst um seg. Hetta tí at sjúkur í hjarta og blóðrensli gerast alt vanligari — eisini her í Føroyum. Fleiri doyggja T.d. er hjartasjúka orsakað av æðrakálking tíverri so vanlig í okkara samfelag, eins og í llum vesturheim- inum, at meira enn helvtin av teimum monnum, sum doyggja 40-60 ára gamlir, doyggja av hesi sjúku. Sjúkan vísir seg sjáldan fyrr enn um 40 ára aldur. Hjá fólki undir 50 år er lutfallid millum kynini soleiðis, at átta mannfólk gerast sjúk fyri hvørt konufólk, og ikki fyrr enn umleið 65 ára ald- urin er títtleikin tann sami hjá báðum kynum. Mannfólk gerast við ødr- um orðum sjúk av æðra- kálking fyrr enn konufólk. Hjákonufólki kemur sjúkan sjáldan fyrr enn um 50 ára aldurin, t.v.s. ikki fyrr enn eftir skiftið (klimakteriið). Varandi brek — fyri- byrging er tí neyðug Sum nevnt doyggja nógv fólk í besta aldri av hesi sjúku og tey, ið koma und- an, verða brekað á ymsan hátt restina av lívinum. Í nógvum fórum ber til at bøta um fylgjurnar av æðra- kålking vid heilivågi ella skurðviðgerð, men brekini lekjast ikki aftur. Við tí, sum vit vita nú um hesa og aðrar sjúkur, mugu vit royna at fyribyrgja teim- um, og tað krevur at vit øll fáa kunnleika um sjúkurnar og nýta hesa vitan við skili og ábyrgd. Vit vita enn ikki um veruligu orsøkirnar til allar sjúkur, men vit vita, at ávísar umstødur vaksa um vandan fyri at fáa tær. I Sandoynni Og hesar umstødur roynir Hjartafelagið at greiða frá á ymsan hátt. M.a. við fyri- lestrum og við kanningum av blóðtrýsti o.ø. Felagið hevur skipað fyri fleiri slík- um tiltgkum áður og nú verður so farið í Sand- oynna. Mikukveldið 5. okt. kl. 20 halda Erik Norderg, yvir- lækni, og Mariann Paturs- son, kostráðgevi, almennar fyrilestrar í ungmannafe- lagshúsinum >Kelduni< í Skálavík. Erik Norderø fer at greiða frá um >Æðra- kålking og hjartasjúkur<, meðan Mariann Patursson fer at halda fyrilestur um »Kost og heilsu«. Blóðtrýstmátingar fyri øll hósdagin Hósdagin 6. oktober skipar Hjartafelagið fyri tiltaki í »Kelduni«, har øll, ið hava hug til tess, kunnu fáa ált blóðtrýst umframt koleste- rol- og sukurinnihald í blóð- inum. Tað eru fólk úr Hjartafelagnum og frá heilsuverkinum, ið nýta frí- tíð sína at gera hesar kann- ingar. Øll er vælkomin at vera við í hesum kanningum, og er í hesum viðfangi opið í ungmannafelagshúsinum >Kelduni< frá klokkan 10 fyrrapart til klokkan 15 seinnapart. Frægasta Tíðindablaðið GSK svartkjaftaskipið Av teimum svartkjaftatrolarunum, sum bygdir vórðu í 80-árun- um, helt Føroya Banki Skálafjall hava besta møguleikan at bera seg, segði Hans-Jórgen Laursen í rættinum fríggjadagin Eftir at hava avhoyrt reið- aran á Skálafjalli og fyrr- verandi stjóran á Skála Skipasmiðju, átti Hans-Jør- gen Laursen, fyrrverandi stjóri í Føroya Banka, tørn fríggjadagin at verða av- hoyrdur sum ákærdur í Skálafjalsmálinum. Akærin brúkti eina góða løtu fyrst til at spyrja um innanhýsis viðurskifti í bankanum, arbeiðsgongd og heimildir, men umsíðir seinnapartin fríggjadagin komu teir so smátt inn á sjálvt skipsmálið. Tað skiltist á Hans-Jor- gen Laursen, at Føroya Banki i sínari tíð ikki hevdi tær stóru vónirnar um, at nógv fór at fáast burtur úr svartkjaftavinnuni, = men bankin, vildi tó ikki standa heit uttanfyri, og av teim- um svartkjaftaskipum, sum bygd vóru, hevði bankin best álit á Skálafjalli. Bankin játtaði at fíggja, tí um bankin ikki vildi fíggja SKÁLA- FJALS mg - MÅLID eittslíktskip, og komueingi skip, segði Hans-Jørgen Laursen. Hann nevndi, at bankin ikki fekk kaldar fótur, sjálvt um onnur svartkjaftaskip fóru, og bankin helt seg eisini kunna liva við tí, um hann so misti eina millión ella báðar tvær av hesi íløguni. Fríggjadagin = væntadi ákærin at halda fram allan mánadagin við at avhoyra Laursen. Síðan eigur Niels Juel Nattestad tørn. Aftaná hann var ætlanin at avhoyra Eyðun Hammer, eisini fyrrverandi Føroya Banka- mann, men hann er til skips og kemur ikki heim enn. Tí verður Helgi Fossadal avhoyrdur fyrst. randi Hans-Jørgen Laursen er ikki longur forstjóri i Føroya Banka. Nú kemur hann bara higar fyri at verða avhoyrdur sum ákærdur í Skæalafjalsmálinum Privat sum vinnuligt — $0 er tað ... KOYRISKÚLIN