hósdagur 11. mai 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 90 - 11. mai 2000
18
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 90 - 11. mai 2000
JÁKUP MØRK
Eftir 2-0 sigurin á Bayern
München, hevði Real
Madrid sera góð kort á
hondini, tá teir týskvøldið
á olympiska leikvøllinum
í München skuldu spæla
returdyst.
Undan dystinum vistu
teir, at uppgávan hjá
heimaliðnum fór at gerast
enn torførari, um tað
eydnaðist spaniólunum at
skjóta eitt útivallarmál.
Hetta eydnaðist eisini,
tá franska problembarnið,
sum nú sær út til at gerast
hetja, setti høvdið á bóltin
miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki, og fekk javnvág í
aftur dystin, eftir at Car-
sten Jancker hevði lagt
týska liðið á odda tíðliga
í dystinum.
Eftir hetta tóktist nær-
um greitt, at tað skuldi
gerast spanska liðið, sum
vann finalusessin, og hó-
ast týskararnir royndu at
trýsta, so eydnaðist teim-
um bert at fáa eitt mál
afturat.
Hetta skeyt Giovanni
Elber tíðliga í seinna
hálvleiki, men sum kunn-
ugt var hetta ikki nóg mi-
kið til at venda samlaða
3-4 tapinum.
Skiftandi
kappingarár
Sostatt er nú líkt til, at
kappingarárið hjá 21 ára
gamla Anelka hevur tikið
eina merkisverda vend.
Fyrst varð hann seldur til
Real Madrid fyri umleið
230 mió.kr., eftir at hann
hevði hótt við bæði líkum
og ólíkum móti fyrrverandi
felagið sínum, Arsenal, tí
teir ikki vildu selja hann.
Komin til spanska felagið
var aftur rok. Anelka megn-
aði ikki at skjóta málini,
sum hann varð keyptur at
skjóta, og skjótt varð press-
an eftir honum. Hesum var
hann als ikki áhugaður í, og
segði ístaðin, at hann bert
vildi spæla fótbólt, og at
hann vildi hava frið til hetta
(í Spania, har ítróttapressan
er ein hin grammasta í
heiminum).
HM kappingin fyri feløg,
sum varð hildin í Brasilia í
januar, sá út til gerast eyd-
nan hjá franska leikaranum.
Táverandi venjarin, John
Toschak, hevði sett sær fyri,
at spæla Anelka inn á liðið
í hesum dystum, og hetta sá
eisini út til at eydnast, inn
til ein skaði aftur steðgaði
honum.
Í vár varð venjarin skiftur,
og tá nýggi venjarin ætlaði
at laga spælið hjá Anelka
til liðið, og ikki øvugt, gjør-
di fransmaðurin bart og fór
í verkfall. Leiðsla felagsins
svaraði aftur við bót og
forboði móti at venja saman
við hinum leikarunum, men
síðani hann aftur slapp at
spæla, hevur hann rættuliga
gjørt vart við seg.
Í fyrru hálvfinaluni skor-
aði hann leiðslumálið hjá
Real Madrid, og nú tryggj-
aði hann felagnum finalu-
sessin við skallara sínum.
Um hann so eisini fer
at skora í finaluni og kan-
ska EM-endaspælinum,
ella um hann aftur verður
ósamdur við leiðslu og
venjara. Ja, tað fer tíðin
so at vísa.
Sponsk finala
Seinasta hálvfinalan á
hesum sinni varð leikt í
gjárkvøldið millum Bar-
celona og Valencia, og so-
statt varð týskvøldið
greitt, at talan verður um
eina reina spanska finalu
í hesi útgávuni av Cham-
pions League. Undan hes-
um dystinum hevði Va-
lencia eina 4-1 leiðslu, so
tað er sannlíkt, at finalan
verður ein uppgerð mill-
um Real Madrid og Va-
lencia.
Merkisvert er í hesum
sambandi, at um so er,
verður hetta annað árið á
rað, at tvey lið, sum ikki
eru meistarar, hittast í fi-
naluni. Í fjør vóru tað
Bayern
München
og
Manchester United, sum
bæði komu við sum tve-
yarar í heimligu kapping-
ini.
Real Madrid er mest
vinnandi felagið í søguni
hjá europeisku kappingini
fyri meistarar. Finalan í ár
er 11. finalan hjá konga-
liga spanska felagnum, og
av teimum tíggju undan-
farnu, hava teir vunnið
ikki færri enn sjey.
Anelka varð hetjan
Nicolas Anelka varð stóra hetjan, tá Real Madrid
fyrrakvøldið tryggjaði sær fyrsta finalusessin í UEFA
Champions League
Komandi sunnudag kl. 17
verður ein sokallað „Hug-
skotssýning“ í ítróttarhøllini
á Kambsdali. Hetta er eitt
nýtt tiltak hjá Føroya Fim-
leikasambandi, sum hevur
til endamáls at samansjóða
øll fimleikafeløg í land-
inum.
Læra frá hvørjum
øðrum
Seks fimleikafeløg við til-
samans uml. 400 fimleik-
arum verða við í framsýn-
ingini sunnudagin. Luttak-
andi feløgini eru Fok, Ljós-
ið, Støkk, Flog, Havnar
Fimleikafelag og Klaksvík-
ar Fimleikafelag.
Úr FFS verður sagt, at
høvuðsendamáli við hesum
tiltaki er at samansjóða fim-
leikarar úr teimum ymisku
feløgunum, og samstundis
er hetta ein góður máti at
geva hvørjum øðrum hug-
skot og íblástur til komandi
fimleikaár. Tað vil so verða,
at øll feløgini ikki eru á
sama støði fimleikaliga, av
tí at tað er ymiskt hvussu
nógv ár feløgini hava á baki,
og júst hetta tiltakið kann
m.a. geva teimum yngru fe-
løgunum nøkur nýggj hug-
skot.
Tann almenna framsýn-
ingin verður kl 17 sunnu-
dagin, men fimleikararnir
møta longu kl 13, har byrjað
verður við felags upphitan,
og síðan verður farið ígongd
við at vísa fram fyri hvør-
jum øðrum.
Fimleikaframsýning
á Kambsdali
Sunnudagin skipar Fimleikasambandið fyri fimleikasýn-
ing, sum samstundis er ætlað at geva ymsu feløgunum
nýggjan íblástur
Skráin fyri kappingina er nú
løgd fast. Kappast verður í
greinunum 100 m, 800 m,
5000 m, kuluvarp og longd-
arlop hjá monnum og kvin-
num.
Lagt verður fyri við 100m
renning kl. 13.00. Síðani er
longdarlop á skránni. Sam-
stundis verður 5000m renn-
ingin.
Eftir longdarlop verður
kúluvarp. Og eina løtu eftir
5000 m renningina verða
800 m runnir. Kappingin
kemur væntandi at taka ein-
ar tveir tímar tilsamans.
Fáir favorittar
Eftirsum tilmelding er á
staðnum hálvan tíma undan
fyrstu kapping, er ilt at meta
um, hvørjir favorittar eru til
einstøku
kappingarnar.
Lættast er kanska at siga
nakað um longru rennitein-
arnar hjá monnum og
kvinnum. Hjá kvinnum
hevur Rigmor N. Joensen
havt eitt gott vár, men av tí
at kappingarnar leygardagin
Opin kapping á Svangaskarði
Leygardagin verður fyrsta kappingin í frælsum ítrótti á Svangaskarði í ár.
eru so mikið stuttar, má
væntast at Sunnuvá Bjarna-
stein fer at geva Rigmor
harða kapping.
Hjá monnum er eisini
nokk so opið. Guttorm Sør-
ensen hevur longu vunnið
tvær kappingar á longru
teinunum í ár, men mátti
heldur óvæntað lúta fyri
Boga Lenvig í Flaggdags-
renningini. Samstundis er
A. Marni Joensen, hóast
hann ikki er í góðari venjing
í løtuni, ein sterkur outsid-
ari. Hann eigur nevniliga
føroysku metini á 800 og
5.000 metra teinunum.
Í kúluvarpi hava Poul
Guttesen og Heri Ziska
verið hampuliga javnir hig-
artil í ár, meðan Ingibjørg
er favorittur at vinna kapp-
ingina hjá kvinnum.
Av tí at umstøðurnar eru
so ringar at venja 100 m og
longdarlop í Føroyum, er
vónleyst at siga nakað um
vánirnar fyri hesum kapp-
ingum leygardagin.
Kappingin leygardagin byr-
jar sum nevnt kl. 13.00. Til-
melding er á Svangaskarði
hálvan tíma undan fyrstu
kapping.
Guttorm Sørensen ætlar sær hevnd fyri tapið í flagg-
dagsrenningini, har Bogi Lenvig gjørdist fremstur
Eitt pláss fram
Føroyar eru nú á 115. plássið á
styrkislistanum hjá FIFA
Á altjóða styrkislistanum
hjá FIFA, sum varð al-
mannakunngjørdur í gjár,
eru Føroyar á einum 115.
plássi.
Hetta er eitt pláss hægri í
mun til listan fyri apríl mán-
að.
Hinvegin er talan fram-
vegis um afturgongd, í mun
til undanfarna ár. Við árslok
1999 vórðu Føroyar nevn-
liga á einum 112. plássi.
Sigurin á Liktinstein, sum
annars er at finna sum
nummar 135, hevur sostat
gjørt sítt til, at vit nú aftur
eru á rættari kós.
Munurin upp til næsta
landið, Libanon er nú 4 stig,
meðan tað eru 6 stig niður
til 116, sum er Kasakstan.
Sum vant, er besta norð-
urlendska landið Noreg,
sum nú er nummar átta í
mun til sjeynda plássið fyri
einum mánaði síðani. Dan-
mark er á 13. plássi, meðan
Svøríki er nummar 14.
FIFA listin 10. mei
Plasering undanfarna ár í
klombrum.
1. Brasilia (1)
2. Kekkia (2)
3. Frakland (3)
4. Spania (4)
5. Argentina (6)
6. Týskland (5)
7. Kroatia (10)
8. Noreg (7)
8. Mexico (8)
10. Rumenia (8)
13. Danmark (12)
16. Svøríki (16)
49. Finnland (49)
51. Ísland (48)
115. Føroyar (116)
vunnin
tapt
mál-
Heima
Úti
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
v
-
j
-
t mál
v
-
j
-
t mál
1
B36
3
3
-
0
-
0
15
2
13
9
2
-
0
-
0 11 -
1
1
-
0
-
0
4
-
1
2
AB
3
2
-
0
-
1
17
5
12
6
1
-
0
-
0 13 -
1
1
-
0
-
1
4
-
4
3
B71
3
2
-
0
-
1
7
6
1
6
2
-
0
-
0
5
-
3
0
-
0
-
1
2
-
3
4
KÍ
3
2
-
0
-
1
10
15
-5
6
2
-
0
-
0
9
-
2
0
-
0
-
1
1
- 13
5
TB
3
1
-
1
-
1
11
11
0
4
1
-
1
-
0 10 -
5
0
-
0
-
1
1
-
6
6
B68
3
1
-
1
-
1
7
7
0
4
1
-
0
-
1
5
-
5
0
-
1
-
0
2
-
2
7
FS Vágar
3
1
-
0
-
2
6
8
-2
3
1
-
0
-
0
4
-
1
0
-
0
-
2
2
-
7
8
ÍF
3
1
-
0
-
2
7
11
-4
3
1
-
0
-
0
6
-
1
0
-
0
-
2
1
- 10
9
VB
3
1
-
0
-
2
8
14
-6
3
1
-
0
-
0
3
-
2
0
-
0
-
2
5
- 12
10 Skála
3
0
-
0
-
3
2
11
-9
0
0
-
0
-
1
1
-
2
0
-
0
-
2
1
-
9
Hesa ferð vórðu tjúgu mál
skorað, og ein spælari fekk
reyða kortið. Merkisvert er
tað, at níggju av teimum
tjúgu málunum vórðu skor-
að síðsta korterið. Tað boðar
ivaleyst frá, at venjingar-
støðan ikki er serliga góð –
heldur ikki so tíðliga á ár-
inum. Kanska tað fer at bat-
na, sum tað fer at líða út á
summarið, og menninir so
at siga spæla seg í venjing,
sum tað plagar at verða tikið
til!
Skáli–AB
Niðurflytararnir frá í fjør
hava tað strevið í 3. deild.
Skáli hevði hesa ferð vitjan
av uppflytarunum av Argj-
um. Tað reið meiri um snar-
ið, enn tað gjørdi, tá teir í
teimum báðum fyrstu um-
førunum vóru í Klaksvík og
tá teir vóru í Vágum, men
úrtøkan í fyrsta heimadyst-
inum var eingin.
Argjamenn hava sum mál
at blanda seg í stríðið um
uppflyting. Enn er ov tíðliga
at meta um, um teir hava
nóg gott fólk at røkka mál-
inum við, men sigurin á
Skála var kærkomin og
kann seinni í heyst í orðsins
sanna týdningi fara at vísa
seg at verða gull verdan.
Svenning W. Hansen,
sum í yngru deildunum var
í B36, skoraði sigursmálið,
tá tað restaðu seks minuttir.
Fróði Stenberg, sum býr á
Argjum og altíð hevur spælt
við AB, setti í 1. hálvleiki
hol á. Miðskeiðis í 1. hálv-
leiki svaraði toppskjúttin
hjá Skála seinastu árini,
Bogi Gregersen, aftur, tá
hann sendi brotsspark í
kassan.
Nú er spurningurin, nær
Skáli fer at koma á talvuna.
Komandi sunnudag skulu
teir til Vágs, og so fæst at
síggja, um teir møta við so
góðari manning, sum tað
ber til.
KÍ–VB
Vágbingar taptu hesa ferð í
Klaksvík. Vit søgdu síðst,
at í 3. deild eru klaksvík-
ingar á heimavølli og klaks-
víkingar á útivølli hvør sítt.
At liðið hevur betri mann-
ing á heimavølli enn á úti-
vølli varð aftur staðfest
sunnudagin.
VB royndi at trýsta fram
móti endanum, og tá tað
fimm minuttir undan leik-
loki eydnaðist at minka um
munin til 3–2, tveittu teir alt
fólið fram, og so skoraði KÍ
í kontraálopi.
B71–ÍF
Tað gongur striltið hjá fugl-
firðingum at koma fyri seg
. Næstbesta liðið í Fugla-
firði hevur í fleiri av und-
anfarnu árunum talst mill-
um tey ovastu. Í fjør fingu
teir eins og onkra aðra ferð-
ina í níti árunum bronsu-
krónur, men higartil í ár
hevur úrtøkan verið soltin.
Á Sandi kom ÍF á odda í 1.
hálvleiki.
Eftir
horna
smekkaði Birgir Petersen í
kassan. Stutt undan steðg-
inum javnaði unglingaspæl-
arin Símun Hansen. Hann
varð spældur leysur mitt
fyri og smekkaði í málið.
Sigursmálið skoraði vete-
ranurin Róin Clementsen,
sum var komin á vøllin í 2.
hálvleiki. Eftir at hann í fyr-
stu atløgu hevði hálvbjarg-
að, helt dómarin, at ÍF mál-
verjin, Emil Toftegaard,
gjørdi brotsspark.
TB–B68
Toftamenn hava havt ætl-
anir um at vera við í stríð-
num um uppflyting, men
higartil hava teir ikki víst
uppflytingarspæl.
Arnfinn Olsen, sum hevur
góð evni og ivaleyst hevði
verið í nánd av besta lið-
num, um hann hevði gjørt
meiri við venjingina, legði
á Sevmýri tvær ferðir B68
framum, men Eyðun Sval-
bard javnaði báðu ferðirnar.
B36–FS Vágar
At B36, sum frammanund-
an er umboðað bæði í 1. og
2. deild er oddalið, kann
geva lægru staddu liðunum
í 3. deild eyka møguleikar.
Hesa ferð gekk undanvind-
urin hjá B36 út yvir vága-
liðið.
Dánial P. Johansen og
Carl H. Høgnesen høvdu
sitið á beinkinum í 1. deild
uttan at verða skiftir inn.
Tað gekk útyvir vágaliðið,
sum í 2. hálvleiki spældi við
tíggju monnum. Fimm min-
uttir restaðu av fyrra um-
farinum,
tá
dómarin,
Tommy Jensen, vísti Birgiri
Hansen reyða kortið.
JH
Úrslit
B36–FS Vágar 3–1 (1–0)
1–0: Dánial P. Johansen 22.
2–0: Jóannes Guttesen 67.
3–0: Carl H. Høgnesen 80.
3–1: Hilmar Hansen 86.
Flestu málini koma í seinna umfarinum
3. deild: Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað skálamonnum at koma á stigatalvuna
Máltindurin
Signar Johannesen
AB
5
Dánial P. Johansen
B36
4
Aksel Johannesen
KÍ
4
Vinjard Guttesen
B36
3
Jákup Baldvinsson
ÍF
3
Just Johannesen
TB
3
Bárður Johannesen
AB
2
Fróði Stenberg
AB
2
Svend Poulsen
AB
2
Regin Arge
B36
2
Tummas Eli Hansen
B36
2
Arnfinn Olsen
B68
2
Kristoffur Vidtfeldt
B71
2
Petur Niclasen
FS Vágar 2
Magnus Simonsen
FS Vágar 2
Bogi Gregersen
Skáli
2
Niels Gunnar Petersen
TB
2
Eyðun Svalbard
TB
2
Kári í Lágabø
VB
2
Hans A. Niclasen
VB
2
Egil Steintórsson
VB
2
Støðan, 3. deild menn
TB–B68 2–2 (0–0)
0–1: Arnfinn Olsen 55.
1–1: Eyðun Svalbard 78.
1–2: Arnfinn Olsen 84.
2–2: Eyðun Svalbard 88.
B71–ÍF 2–1 (1–1)
0–1: Birgir Petersen 32.
1–1: Símun Hansen 42.
1–2: Róin Clementsen br
73.
KÍ–VB 4–2 (1–1)
0–1: Egil Steintórsson 5.
1–1: Erling Fles 31.
2–1: Óli Joensen 70.
3–1: Jógvan Heinesen 82.
3–2: Tummas Richard 88.
4–2: Bogi Isaksen 89.
Skála–AB 1–2 (1–1)
0–1: Fróði Stenberg 20.
1–1: Bogi Gregersen br 25.
1–2: Svenning W. Hansen
84.
4. umfar, 14/5
FS Vágar–AB
B68–B71
B36–TB
ÍF–KÍ
VB–Skáli
Carl H. Høgnesen kom ikki inn í 1. deildardystinum móti vágamonnum, og hetta kom
væl við hjá 3. deildarmonnunm hjá B36
Savnsmynd
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo