týsdagur 4. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á æ -
Tenn á skránni
i Grasagarði
fyrrapartin í dag
de ge ar fara at skipa fyri undirhaldi, sangi
og spæli, og ballónir og klistrimerki vera at fáa. Eisini
bjóða Føroya Keypsamtøka og Mjólkarvirki Búnaðar-
manna okkurt gott — sjálvsagt óskaðiligt fyri tenninar
Fyrrapartin í dag, kl. 10, fer
Tórshavnar Kommuna at
skipa fyri einum stórum til-
taki í Grasagarði, har tenn
og tannarøkt eru á skránni.
Hetta verður gjørt í sam-
bandi við nýggju tannrøkt-
arskipanina, ið Tórshavnar
Kommuna nú fer undir.
Tiltakið er fyri øll børn í
skúlaaldri, og rokna fyri-
reikararnir við, at eini 1.000
til 1.500 børn fara at koma
vid til tiltakið, id er ókeypis.
Har fara pedagognæm-
ingar á Føroya Læraraskúla
at skipa fyri undirhaldi,
sangi og skemti, og eisini
verða ballónir og klistri-
merki at fáa. Sum skilist,
hava næmingarnir fyrireika
seg væl, og tiltakið verður
heilt víst eitt av teimum, ið
Fyrsti kavin á hesum sinni verður ikki drúgvur, so 'børnini mugu njåta hann, medan hann er
børnini koma at minnasti
langa tíð.
Eisini fara Føroya Keyp-
samtøka og Mjólkarvirki
Búnaðarmannaathavaokk-
urt gott og leskiligt til børn-
ini — sjálvsagt sovorðið, ið
er óskaðiligt fyri tenninar.
Børnini skulu nú
hava sunnari tenn
Nýggja tannrøktarskip-
aninhjå Tórshavnar Komm-
unu kemur eisini i gildi i
dag, og verdur hon fyrst og
fremst fyri yngstu borgar-
arnar í kommununi.
Frammanunundan hevur
tannrøktarskipanin = bert
verið fyri børn í skúlaaldri,
men hereftir verða eisini tey
undir skúlaaldur tíkin við í
skipanina.
Hetta varð samtykt í bý-
ráðnum í oktober mánaði í
fjør, og nú verður tað sett í
verk á tann hátt, at eisini
børnum undir skúlaldur
verður givin møguleikin at
koma til regluliga tannrøkt
hjá kommunalu tannlækn-
unum.
Byrjað verður við teimum
børnunum, ið eru fødd í juni
mánaði í ár — tey eru 22 í tali
og síðani verða so við og
við fleiri børn tíkin vid í
skipanina.
Endamálið við nýggju
tannrøktarskipanini er heilt
einfalt at børnini í Havnini
framyvirskulu hava sunnari
tenn — helst eingi, men í øll-
um fórum færri hol, enn tey
hava havt
hj.
:
Erling Simonsen, leidari å Tannlæknastovuni i Havn, er ein av teimum, id skal hjålpa
øllum børnum i Tårshavnar Kommunu at fåa betriog sunnari tenn
Mynd: Kalmar
Fyrsti kavin kom i gjår
Sunnudagin seinnapartin
kom fyrsti kavin å hesum
sinni so spakuliga, og í gjár
var so miki& av kava, at
hann tarnaði ferðsluni fleiri
staðni kring landið — men
tað var kanska mest tí pík-
arnir ikki eru loyvdir enn,
og øll ikki høvdu nóg væl
skøddan bil til kavaveðrið.
Hetta var eisini júst tað
veðrið, veðurmaðurin Petur
Skeel Jacobsen segði seg
væntað fyri vikuskiftið, tá
hann varð spurður um tað í
morgunsending útvarpsins
fríggjamorgunin.
— Tað var ein tysk veður-
forsøgn, ið boðaði frå, at tad
fór at gerast kavavedur, og
hon fekk eisini rætt, sigur
hann við Sosialin.
— Men hesin fyrsti kavin
verður tó ikki drúgvur. Tað
verður helst avgongudagur í
morgin (tað er idag, bløm.),
so roknast kann við, at kav-
in er burturi mikudagin. Nú
kemur hann av útsynningi
við lýggjari veðri, men so er
forsøgnin fyri hósdagin eitt
sindur harðari, tí tá verður
roknað við verri veðri. Tað
verður sunnan og útsynn-
ingur og vindurin fer helst
at liggja millum 20 og 25
metrar um sekundið. Av-
fallið, ið tá kemur, verður
regn.
hj.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 20. okt. 1994, kl. 13.50
tvangsauktion, (AS 20/94) over matr.
nr. 21 og 66, Kaldbak tilhørende P/F
Marinplast i likvidation.
Auktionen er begæret af advokat
Sjurdur Rasmussen, N. Winthersgøta
7, Tórshavn, tlf. 1.1066 (j. nr. 2644/94)
på vegne en pant- og udlægshaver
Ejendommen matr. nr. 21, Kaldbak er
en erhvervsbygning på en 2.670,00
kvm. stor grund. Det bebyggede areal
udgør 479 kvm. í 1 etage. Ejendomm-
en matr. nr. 66, Kaldbak er en er-
hvervsbygning på en 3.241 kvm. stor
grund. Det bebyggede areal udgør 600
kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 30.09.94
Henrik Engell Rhod
dfm.
Blindastovnur Foroya
hevur opið mándag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19288.
(Savnsmynd)