Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 188 — 4. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið (5517) Pallborðfundur í Norðurlandahúsinum: Familjan I eini broytingartid Umstødurnar hjá familjunum i Føroyum eru ikki góðar i hesum krepputíðum, men kortini vóru fólk bjartskygd á al- menna fundinum í Norðurlandshúsinum, sum "Familjuárið 1994" skipaði fyri leygardagin Tað vóru ikki teir stóru um- skiftiligu tíðirnar í okkara tíð, sum vóru havdar á lofti í Norðurlandahúsinum leyg- ardagin, har pallborðsfund- ur var um evnid: "Familju- virðini í eini broytingartíð" men heldur tað lítillátna - men tó so virðismikla og kensluborna sambandið millum foreldur og børn gjøgnum trý ættarlið, sum vakti ans. Á fundinum vóru nógvar hugleiðingar gjørdar um nútíðina eins væl og farna tíð, tá fólk ikki høvdu so nógv, men kortini vóru nøgd. Tað er eins og fólk leita eftir einum nýggjum sam- leika í hesum døgum, nú samfelagskreppan hevur broytt umstødunar hjá fam- iljunum. Tryggari á bygd Tey, sum á fundinum greiddu frá gerandisdeg- num og bygd og í bý, vóru eitt sindur ósamd. Bygdar- fólkið helt, at fólk stuðlaðu hvor gðrum, og bóru teim- um ein bita, sum ikki høvdu so nógv. Í Havn tóktist tað ikki at ganga so væl. Her eru nógv skipaði fyri fólk ógvuliga illa fyri, og hava ongan góðan. Tað eru eisini tey, sum noyðast at bidda um ískoyti at keypa klæðir upp á bórnini. Hetta segði Kristian Magnussen, sosialráðgevi í Tórshavnar kommunu, frá sínum ar- beiði. Sum heild vóru fólk ikki sosvartskygd, sum tey hava verið, síðani kreppan tók seg upp. Tað er eins og tann fyrsti skelkurin hevur lagt seg, og fólk eru farin at venja seg við broyttu um- stødumar, hóast eingin framgongd hevur verið. Tað sæst m.a. á tølunum fyri fólkaflytingarnar sein- astu tíðina. Trygg millum okkara egnu Andreas Petersen, lands- stýrismaður í almanna- og heilsumálum, setti fundin. Hann nevndi m.a. teir stóru trupulleikarnar, sum høvdu elvt til fólkaflyting'na, nið- urfiskining av stovnunum, uttanlandsskuldina o.s.fr.. Hann helt kortini, at vit áttu so nógv, eitt vakurt land, her vit kundu kenna okkum trygg millum okkara egnu. Hjørdis á Argjaboga um- Hóast áhugavert innihald, so vóru ikki nógv fólk á fundinum, sum "Familjuárið 1994" boðaði tað eldra ættlarliðið, Sanna Højgaard, felagið Fiskimannakonur, Petur Dahl umboðaði tey ungu. Kristian Magnussen, sos- ialrådgevi, Jógvan Fríð- riksson, prestur, Hans Pauli Strøm, fålkalivsfrødingur og Jóhan Petur Johannesen á Handilsskúlanum, sótu eisini við pallborðið. Hjørdis á Argajaboga legði fyri við orðafellinum: "Bert er bróðurleyst bak". Hon segði frá tíðini, tá hon giftist og setti búgv fyri 50 árum síðani. Hjørdis á Argjaboga segði seg ongar trupulleikar hava av at tosa við og skilja ommubørnini, men tá tað kom til lang- ommubørnini, so skilti hon ikki so væl, tí tey tosaðu oft- ast um teldur, video og tí- líkt. Ein panpeskla av mjól Hon segði frå tidini, tå kúgv var í hverjum húsi, og samanbar tað við reglurnar í dag, nú tað ikki er loyvt at hava kúgv, uttan so at be- tongdekk er millum kjallara og íbúðarhæddina. Um tíð- ina tá konur gingu heima við hús, og tíðina, tá mammur og ommur fóru út at arbeiða, barnagarðarnir komu, og til børnini í dag, sum bert vita um eina papp- eskju av mjólk, sum verður keypt í handlunum á pallborðsfundinum Hjórdisf bleiv einkja fyri nøkrum árum síðani, og tá hevði maðurin verið sjúkur í nøkur ár, og búði á Lágar- garði. Hetta greiddi Hjørdis á Argjaboga frá fyri at vísa á, hvussu børnini hjálptu henni hesa tíðina. Hóast eingin hevði talað orð, so gjørdu børnini sær eina skipan, har tey skiftust um at fara eftir pápanum, so hann slapp heim at vitja hvønn sunnudag, og at børnini skiftust um at vera hjá foreldrunum henda dagin. - Tað nyttar ikki, at eg sigi, at vit hava havt eitt gott heim. Tað eru okkara børn, sum skulu siga sínum børn- um um barnaheimið, og tað sum foreldrini lærdu tey, segði Hjørdis á Argjaboga. Blunda og lukta spæl Sanna Højgaard umboðaði unga ættarlidid. Hon segði frá gerandisdegnum hjá familjuni, har pápin var sjó- maður. Sanna Højgaard Hjørdis á Argjaboga, Sanna Højgaard og Petur Dahl, Kreppustødan í landinum hevur ikki gjørt tað lættari at vera gamal í Føroyum. Hesin aldursbólkur hevur tó roynt at liva í trongum tíðum, og kunnu siga yngru ættarliðni eitthvørt um tað segði m.a. frá sínum skyld- um í heiminum, har maður- in er burtur stóran part av tíðini. Hon stóð fyri øllum heima, men tá maðurin kom heim, so gjørdi hon ein "dokklista", sum maðurin skuldi fáa frá hondini, áðr- enn hann fór avstað aftur. Tað var tó ikki altíð, at hesin listin var liðugur, tá maður- in aftur fór til skips. Sanna Højgaard segði eisini eina stuttliga søgu um at leingjast. Um skjúrtuna, sum maðurin var farin úr, áðrenn hann fór avstað, og um lítlu dótturina, sum kannaði sær skjúrtuna at sova í, tí hon luktaði av pápanum. Tey plagdu at spæla eitt spæl, sum tey kallaðu "at blunda og lukta“. - Vit leingjast ikki van- liga, men av og á verður barbersprittið hjá pápanum tikid fram. So sita vit og blunda og lukta, hugsa um påpan og leingjst eina løtu, segði Sanna Højgaard. umbodadu tey try ættarlidini Kristian Magnussen, tinglimir, var henda dagin vid sum sosialrådgevi. Hann helt, at vit ongan sosialpolitikk hava i Føroy- um, og at hetta er orsøkin til, at so nógv fólk av neyð eru flýggjað av landinum. Kristian Magnussen visti eisini at siga, at nógv fólk sótu í Danmark og aðra- staðni, og bert bíðaði eftir at sleppa heimaftur. Styttri arbeiðsviku Hann nevndi eisini um- støðurnar hjá familjunum í Føroyum idag, har nógv eru strongd av arbeiði, og onnur ganga fyri einki. Hann helt at umstødurnar hjá báðum pørtum er vånalig, og at tað tí ikki bert snúði seg um at tryggja familjuna løgfrødi- sliga, men at vit eisini áttu at strembað móti at gera nakað fyri at fleiri fólk kundu fing- ið lut í arbeiðinum. Kristian Magnusssen kundi hugsað sær, at vit td. í ár 2000 høvdu 30 timar arbeiðs-