Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 188 — 4. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið [ sosíalurin,} Tíðindaskriv frá Fiskirannsóknarstovuni Hvat etur fiskurin á Føroyabanka! Í apríl mánað 1994 gjørdi Magnus Heinason kann- ingar á Føroyabanka. Á hesum túrinum vórðu m.a. tiknir magar frå 13 ymisk- um fiskasløgum. Komnir innaftur, varð innihaldið í magunum kannað, fyri at kanna hvat fiskurin á Bank- anum etur. Hesar kanningar eru nú lidnar, og úrslitið fyriliggur. Fødin hjá 13 fiskasløgum å Føroyabanka A mynd 1 er vist, hvussu fødin var samansett hjå teimum 13 fiskasløgunum. Verður hugt eftir øllum fiskasløgunum samlað, var 54% av fødini fiskur og 42% vóru krabbadýr. Fødin var tó ikki eins hjá teimum ymisku — fiskasløgunum. Summi av fiskasløgunum høvdu eina eintáttaða fødi. Skøta, havtaska og brosma høvdu bert etid fisk, medan høgguslokkur og knurrhani bert høvdu krabbadyr i maganum. Hjå longu og kongafiski var fødin eisini rættuliga eintáttað, men hevði tó eitt ísletti av høgguslokki og fiski. Fiskasløgini, sum helst munnu hava størstan áhuga, eru uttan iva toskur, hýsa og upsi, ið eru tey sløgini, sum hava størstan figgjarligan tydning fyri Føroyar. Fødin hjå toskinum å Bankanum var fískur, høgguslokkur, slangu- stjømur og krabbadýr. Meginparturin av fiskinum, toskurin hevði etið, var nebbasild, men eisini onnur fiskasløg vórðu funnin í maganum. Høgguslokkur- in, ið toskurin hevði etið, var mathøgguslokkur. Hetta er ikki tann høggu- slokkurin, sum er at fáa inni á firðunum um summarið. Mathøgguslokkurin finst bert á Bankanum. Krabba- dýrini, ið vóru funnin í toskamagunum, vóru ein blandingur av 10 ymiskum sløgum av botnkrabbadyr- um; felags fyri tey øll er, at tey liva á botni. Av vanlig- um sløgum kunnu nevnast lúsakrabbar, trøllakrabbar, goggukrabbar og rækjur. Hjå hysu var 54% av fød- ini nebbasild, 14% krill og 11% vóru botnkrabbar. Hjá upsa var 72% av fødini krill, medan 21% av fødini var A TI "| mm A > == mm N hvitingur, hysa og nebba- sild. Fødin broytist vid årstidini Fiskur etur ikki tað sama alt árið. Fiskirannsóknarstov- an hevur í trimum tíðar- skeiðum í 1992 og 1994 kannað fødina hjá toskinum á Føroyabanka. Úrslitið av hesum kanningum er víst á mynd 2. = = Sum sæst å myndini, er rættuliga stórur munur á fødini hjá toski í hesum trimum tíðarskeiðum. Høv- udsfødin hjá toskinum á Bankanum var heggu- slokkur og fiskur. Í teimum trimum tíðarskeiðunum hesi millum 67% og 89% av fødini hjá toskinum á Bank- anum. Í juni og juli 1992 var tað mesta av fødini høggu- slokkur, men í apríl 1994 var hetta broytt; 75% av fødini var tá fiskur. Tað mesta av fiskinum, toskurin hevði etið, var nebbasild, men eisini onnur fiskasløg, so sum kongafiskur, skrubba, hvítingur og hýsa vórðu funnin í magunum. Næstan allur høgguslokk- urin var mathøgguslokkur. Á Fiskirannsóknarstov- uni verður framhaldandi fylgt við, hvat fiskurin á Føroyabanka etur. N > + NN II BI FR 3 aska sma ga Kalv . Hysa : rn 7 bus: =æ Fiskur. |NN Krabbadý = Slangustjørnur [] Skelja Samansetingin av fødini hjå 13 yimskum fiska- sløgum fingin å Føroyabanka i i tidurskeidnum 11. til 17. april 1994 80 6 | } 70 i EST | 604 {| | | 50+ N to Rosemary- Kg N F banki < 0} N i í George Blig 2 N ! 30 N i: 20+ N N Suduroyggjar 131 N N Rokkurin £ | N N (Rockall) DA St. Kilda ol “a N N Dótrnbanki Skeljar Krabbadyr Fiskur - Høgguslokkur Slangustjørnur Annad = . Sko JUN-92 [] JUL-92 APR-94 | > Fødin hjá toski á Føroyabanka i juni og juli mánað 1992 og í april mánað 1994