Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. oktober 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 188 — 4. OKTOBER 1994 Síða 13 Gunnar Nielsen, B36, og Jónstein Petersen, NSÍ, í dysti hvør móti øðrum. Sunnudagin vóru teir tó á sama liði, tá føroyska U18-landslidid í EM-undankappingini tapti 8-0 móti Týsklandi. Einasti veruligi føroyski málkjansurin hjá Føroyum var, tá Jónstein Petersen fekk eitt fríspark uttan fyri týska brotsteigin, ið Eyðstein Skipanes fekk sent upp um verjumúrin, men týski málmaðurin bjargaði (Savnsmynd) Føroyingarnir royndust væl i 75 minuttir Síðstu triggjar minuttirnar fingu tyskararnir trý mál — eftir at føroyska liðið heuði sýnt rímiliga gott avrik í 75 minuttir móti heimsins sterkastu ungdómstjóð, tá talan er um fótbólt. Í dag er Norðurírland á skránni EM-undankapping fyri U18 í Hildesheim í Týsklandi sunnudagin 2. oktober kl. 10: Tyskland-Føroyar 8-0 (2-0) 1-0: 13. min. 2-0: 36. min. 3-0: 63. min. 4-0: 65. min. 5-0: 77. min. 6-0: 88. min. 7-0; 89. min. 8-0: 90. min. Føroyar: Sunvard Joensen, GI — Allan Manai, B36, Bar- tal Eliassen, IF, Anton Højgaard, NSÍ, Pól Ennigard, GI, Jónstein Petersen, NSÍ — Fróði Benjaminsen, B68, Ronnie Hansen, GÍ, Eyðstein Skipanes, NSÍ, Zacharias Bech, B36 (Poul Andrias Jacobsen, GI, 70.) — Gunnar Nielsen, B36 (Eyðstein Simonsen, FS Vágar, 46.) Gult kort: Eyðstein Skipanes, NSI Dómari: Michael Piraus úr Belgia Askoðarar: uml. 1.900 Sunnumorgunin kl. 10 før- oyska skrivaðu teir ungu menninir á Ul8-landsliðn- um føroyska fótbóltssogu, lá teir spældu tann fyrsta altjóða skrásetta dystin hjá føroyskum ungdómsliði. Hinvegin gekst teimum ikki so væl í sjálvum dyst- inum, ið varð móti heims- ins sterkastu tjóð í fótbólti, tá talan er um ungdómslið, nevniliga vertslandinum Tyskland. Teirra Ul6-lið varð europameistari fyri tveimum árum síðani, og í summar vórðu teir numm- ar eitt ella tvey Dysturin varð spældur í býnum Hildesheim, og tað endaliga úrslitið gjørdist ein Ósigur við átta málum. — Serliga síðstu triggjar minuttirnar skrædnaði hjá okkara ungu umboðum, og fingu tyskaramir heili trý mál hesa síðstu løtuna, sigur Jákup Simonsen, lið- leiðari hjá U18-landslidn- um. Føroyskur spælararnir búgva á sama ítróttarskúla, ið týska landsliðið búði á, áðrenn farið var yvir til USA í summar at spæla HM-endaspælið, og letur Jákup sera væl at umstød- unum har. Fyrri hálvleikur eydnað- ist rimiliga væl hjá føroy- ingunum, ið tá bert fingu tvey mál móti sær. Undan tí fyrsta málinum hevði U18-landslidid eisini sín einasta veruliga málkjans. Jónstein Petersen fór við ferð frameftir, tá hann utt- an fyri týska brotsteigin varð feldur. Fríspark kom burturúr, og tað tók Eyð- stein Skipanes. Hann fekk skotið bóltin upp um týska verjumúrin, men hóast tað eydnaðist týska málverjan- um at bjarga. Yvirhøvur royndust teir føroysku spælararnir væl í fyrra hálvleiki, og fylgdu teir væl við týskarunum tann fyrsta hálva tíman av seinna hálvleiki. So fóru kreftirnar spaku- liga at ganga undan, og tó at tað tókust hjálpa teim- um føroysku spælarunum væl, at teir flestu teirra eru royndir í 1. og 2. deild, so fingu teir trupulleikar av at ferðin á spælinum var nógv hægri, enn vanligt er í Føroyum — eisini í topp- inum. Tyskaramir, ið metast sum heimsins sterkasta fótbóltstjóð, tá talan er um ungdómslandslið, yvirtóku móti endanum á dystinum fullkomuliga, og eydnaðist teimum at gera sigurin væl stórri, enn okkara menn høvdu uppiborið at tapa í hesum fyrsta føroyska al- tjóða dystinum. Eftir at hava fingið tvey mál í fyrra hálvleiki og so aftur at hava okt til 4-0 i fyrra partinum av seinna, skrædnaðist fullkomuliga hjá føroyingunum síðsta korterið, tá Týskland fekk fýra mál aftrat — harav tey trý síðstu vórðu skotin í tímum teimum síðstu minuttunum. Eftir dystin var tíðinda- fundur við venjarunum báðum, Johan Nielsen fyri Føroyar og Rainer Bonhof fyri Tyskland. Johan Nielsen segði seg — á flótandi týskum — vera nøgdan við føroyska spæl- ið allan fyrra hálvleik og fyrsta hálva tíman inn í seinna hálvleik, men at so bar ikki til meira, tá dyst- urin leið móti endanum. Rainer Bonhof, venjari Talan er íkki um koll- veltandi útskifungar á A- landslidnum í mun til teir sekstan, sum vóru við móti Grikkalandi fyri einum mánaði síðani. Kurt Mørkøre hevur ikki verið á landsliðnum síðani Allan Simonsen fekk ábyrgdina. Nú hev- ur Allan Simonsen tikið klaksvíkingin út, og hann kemur í hópin í staðin fyri Allan Mørkøre, sum hevur givið avboð til teir báðar dystimar hjá lands- liðnum, ið eftir eru í år. Kurt Mørkøre hevur Johan Nielsen: Okkum gekk sum væntað Venjarin hjá U18-lands- liðnum, Johan Nielsen, kundi sunnumorgunin staðfesta, at týskararnir vóru júst so góðir, sum hann hevði roknað við: — Hetta eru alt yrkis- spælarar, so teir eru jú nógv bewi enn okkara spælarar, umframt at teir likamliga eisini eru sera væl fyri, sterkir og skjótir, sigur hann. — Vit vóru noyddir at halda okkum aftarlaga á vellinum fyri at verja, og so kundu vit vóna, at vit fingu okkurt skjót- álop burturúr. Men á ti dýggjaváta vellinum var eingin ivi um, at tað vóru týskararnir, ið av- hjá tyska Ul8-landsliðn- um, var ein av stjørnunum á týska landsliðnum, tá tað í 1974 vann heimsmeist- araheitið. Serliga var hann kendur fyri sítt harða og nærmast >drepandi< skot. Hann greiddi frá, at teir høvdu væntað sær ein lætt- an sigur á føroyska lands- liðnum, men at tað als ikki gjørdist so lætt sum vænt- að frammanundan. lkki fyrr enn kreftimar byrjaðu at ganga undan hjá føroy- ingunum, bar til hjá tysk- arunum at fáa tað spælið í gongd, ið teir høvdu ætlað sær at spælt. Seinnapartin í dag spæla føroyingarnir mót Norð- urírlandi, og hava okkara menn als ikki mist allar vónir um eitt heiðurligt úr- slit, hóast tað ikki gekst eftir vild í fyrsta dystinum. - Spælararnir eru væl fyri, og teir tykjast hava fingið tapið móti týskarun- um úr huganum, sigur lið- leiðarin Jákup Simonsen. — Teir ætla sær at fara á vøllin eftir einum væl betri Kurt aftur á landsliðnum áður leikt 29 landsdystir. Fleiri teirra hevur haun verið í álopinum. Seinnu árini hevur hann mest verið í miðverjuni. Sein- asta ferðin Kurt Mørkøre var við, var í HM undan- kappingini á móti Rume- nia á Svangaskarði 8. september í fjør. Uttiknu leikaramir eru hesir: Jens Martin Knud- sen, GI, Jákup Mikkel- sen, Herfølge, Óli Jo- hannesen, TB, Jens Chr. Hansen, Randers Freja, Tummas Eli Hansen, B36, Jan Andreassen, KÍ, gjørdu, hvussu dysturin myndaði seg. Ferðin var sera nógv allan dystin. Johan Nielsen var tó nøgdur við avrikid hjá føroysku spælarunum, id vardu væl. So leingi teir orkadu, royndu teir at hanga i, og so leingi gekk eisini hampuliga væl at fylgja avtalaða upplegginum. Tá fimta málið kom, var spælið nokk so uppgevandi. — Norðurírarinir, ið nú eru á skránni, eru allir í feløgum í Onglandi, so tað verður eisini ein tor- førur dystur hjá okkum. Men vit royna tó at gera okkara besta, sigur Jo- han Nielsen. bj. úrslitið enn sunnudagin, og neyvan er heldur hugs- andi, at norðurírarnir eru eins góðir og týskararnir. Í hvussu er ætla føroysku spælararnir at gera síu besta fyri at fáa eitt gott úrslit burturúr. Tað vóna vit eisini, og ynskja vit føroyingunum góða eydnu móti Norður- írlandi. Tað eru bert hesi trý londini, ið eru við í hesum bólkinum i EM-undan- kappingini. Upprunaliga hevði lutakastið verið, áðr- enn Feroyar komu við, men av tí at bert tvey lond vóru í hesum bólkinum — trý lond eru í øllum hinum bólkunum — sluppu Føroy- ar upp í part her. Dysturin móti Norður- írlandi verður spældur í dag kl. 17 føroyska tíð, og fer ltróttar-Sosialurin at hava fråsøgn frå tí dystin- um í blaðnum hósdagin. Føroyski | Ul18-hópurin kemur aftur til Føroya hós- dagin. hj. Kurt Mørkøre, KÍ, Henn- ing Jamskor, GI, Øssur Hansen, Vejle, Abraham Hansen, IF, Jan Dam, HB, Magni Jamskor, GI, Djóni N. Joensen, NSI, Jens Erik Rasmussen, Horsens, Todi Jónsson, Lyngby, Jan Allan Miill- er, Horsens. Hópurin úr Føroyum fer sunnukvøldid kl. 18.30 úr Vágum til Skotlands við flogfarinum hjá Atl- antic Airways, meðan leikararnir úr Danmark fara hagani til Glasgow. -nn-