mikudagur 5. oktober 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI -— JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Blaðfólk- Randi Jacobsen - Dagny
Útgevari- P/1 Soaslalurin
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng P/ Soslalurin
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov kKilmar Jan Hansen - Prent: P/f Pressan 1981
+ Jústinus Eidesgaard
Telefon: 11820
67. ÅRGANGUR
Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletax: 14720
Argjum
|
Fyrsta skákið
FISKISKAPURIN í Loynikrókinum
hevur higartil ikki havt nakrar avleið-
ingar fyri okkara kvotur í Barents-
havinum - enn! Politikkurin hjá undan-
farna landsstýrismanni í fiskvinnumál-
um ikki at provokera norðmenn og russ-
ar hevur virkað. Nú tykjast tó bráddliga
at ljóða nýggir politiskir tónar i Før-
oyum. Landsstýrið við nýggja fiski-
málaráðharranum Ivan Johannesen á
odda tykist at vera meira lidiligt i hes-
um spurningi. Tað sær út til, at tað nú
verður lurtað meira eftir teimum, sum
hava útvegað sær skip til at fiska í eitt
nú Loynikrókinum.
TAÐ eru tey, sum halda, at fyrrverandi
fiskimálaráðharrin var í so skjótur at
melda út, at landsstýrið kundi ikki góð-
taka, at bátar, sum høvdu fiskað í
Loynikrókinum, løgdu sína veiðu upp í
Føroyum, tá hetta kundi koma okkara
flota eystan fyri aftur um brekku.
Hvussu vit enn útleggja Svalbard-
sáttmálan og viðurskiftini í sambandi
við fiskiskap í Loynikróki, so eigur
Føroya Landsstyri at gera sær
fullkomiliga greitt, hvat ein broytt stóða
í hesum máli fer at týða fyri flotan, sum
hevur kvotu eystanfyri og sum hevur
lagt ómetaliga stórar upphæddir upp í
Føroyum gjøgnum árini.
NU kemur so næsti madur norska fiski-
málaráðharrans og sigur við útvarpið, at
hendir tað, at føroyingar broyta politikk
sín og fara at loyva umrøddu skipum at
leggja veidu upp í Føroyum, tå fara
norðmenn at umhugsa allan spurningin
um kvotuavtalurnar við føroyingar.
SPURNINGURIN er tí: hvat ger Ivan
Johannesen við hetta mál. Tekur hann
ávaringarnar hjá eitt nú russum í álvara,
so stendur hann seg best við at vera
varin og ikki broyta linjuna hjá undan-
manni sínum. Um hann einki leggur í
hesar hóttanir, tá má hann so eisini gera
sær greitt, hvørjar avleiðingarnar kunnu
gerast. Hóast tað nú eru norðmenn, sum
gera vart við seg, so vita vit, at tað
serstakliga eru kvotaavtalur okkara við
russar, sum týða nógv fyri okkum. Hvat
nú um russar halda seg provokeraðar til
at siga frá sær stóran part av
svartkjaftakvotuni? Eru vit føroyingar
tilreiðar at fara undir at veiða henda
fisk? Tað eru vit ikki, sum stødan er nú.
Og hvat við teimum skipum, sum í dag
liva av russarafiskinum!
HVAT sigur fiskimannafelagið og for-
maður tess, sum eisini situr í lands-
styrinum til at nøkur av okkara trygg-
astu arbeiðsplássum, ja arbeiðspláss hjá
limum fiskimannafelagsins, nú verða
hótt av teimum, sum forvinna sær inn-
tøkuna í Loynikrókinum?
VIT halda ikki, at kílar eigar at verða
settir millum føroyskar fiskimenn. Tað
er eisini skeivt at gera teir føroyingar,
sum sigla við “Loynikróksskipunum"
til piratar. Tað vilja sjálvandi gera alt
fyri at fáa sær eina inntøku, sum so
kemur familjunum heima væl við og at
enda eisini tí føroyska samfelagnum.
Men spurningurin er bara, hvønn
politikk landsstýrið fer at hava, tá tað
snýr seg um veiðuna hjá skipunum.
Tað ber ikki til at hava eina ella aðra
ullinta og populistiska stóðu til eitt so
stórt ålvarsmål. Undanfarni
landsstýrismaður valdi at hava eina
greiða stóðu til spurningin um landing
av fiski í Føroyum. Hóast hann fegin så,
at allur fiskur kom upp á land her, so
vóru her tvinnir kostir í at velja, og
hvørgin teirrra var ella er mjúkur.
Harafturímóti setti landsstýrið seg ikki
upp ímóti, at hesi mongu skip vórðu
umvæld í Føroyum og annars keyptu
forsýning. Hetta hava russar og
norðmenn heldur ikki lagt seg út í. Teir
hava bara víst á hetta eina, og tað er, at
tað verður trekt í verandi kvotum, um
fiskur úr Loynikrókinum verður
landaður í Føroyum. Um vit vilja tað
ella ikki, so er tað hetta, sum stendur
okkum í boði.
HER má landsstýrið so velja. Torir tað
at taka kjansin og loyva umrøddu
skipum at landa í Føroyum og kortini
vóna, at hetta ongar negativar avleið-
ingar fær fyri okkara kvotur, so er tað
ein ærlig avgerð. Tað má so bara vera
greitt yvir avleiðingarnar, sum kunnu
koma, um norðmenn og russar gera
álvara av sínum hóttanum. Tað ber
sjálvandi eisini til at fara i kriggj við
bædi nordmenn og russar og skuldseta
teir fyri eitt og annað og so fiska heilt
frítt. Tað kann vera, at tað verður at
geva okkum meira her og nú, men
spurningurin er um tað íkki verður ein
løtuvinningur tá avtornar. Landsstýrið
kann so eisini velja at halda fram við
politikkinum hjá Tummasi Arabo og
nokta skipunum at landa veiduna i Før-
oyum. Tå fær hetta so ongar avleidingar
fyri okkara kvotur eystanfyri. Avgerdin
er tin Ivan. Einki vid at vera vingli-
skøltur og royna at tæna øllum. Tú mást
gera av, hvat tå vil. Vit vilja í hvussu so
er biðja teg umhugsð hetta væl og
virðiliga, áðrenn tú broytir kós. Orðini
hjá norska fiskivinnustjéranum nú um
dagarnar kunnu væl ikki skiljast sum
annað enn ein greið ávaring. Hetta var
kanska fyrsta norska skákið í hesum
vandamikla talvi! Um tað kemur hartil,
at annar parturin verður settur skák mát
kann bert tíðin vísa. Talv kunnu sum
øllum kunnugt eisini enda remis. Er tú
dugnaligur kanst tú spæla fyri at fáa
remis. Tú kanst eisini verða settur skák
mát hugsar tú teg ikki væl um. Leik-
urin er tin Ivan.
SOSIALURIN
Haldið Tíðindablaðið SOSIALIN
og fáið bestu & feskastu tíðindini
fyri bert HELVTAR BLADSØLUPRIS
Gerist haldarar
BEINANVEGIN
og fáið blaðið
okt. ársfj. 94.
Eg gerist haldari og gjaldi fyri
Sosialurin
JA!
rindar
postgjaldið
|- ÓKEYPIS | 225 kr./ársfj. (haldarar i Føroyum)
5 ferðir um vikuna restin | 425 kr./ársfj. (haldarar i Danmark) D
av ársfjórðinginum 340 kr. (haldarar í Danmark, 5 bl. í senn) I
Ymsir prísir fyri onnur lond.
go ; Eee Tidindabladid
== — et av IDAG BUSEOUE ….……...eeeeerrererrer? SOSIALURIN
Altíð okkurt spennandi 5295 EO forst
ringid 11820 og fáið blaðið Bygdbjur: A FR-110 Tórshavn
at lesa í Sosialinum BEINANVEGIN
Kannað postverkinum