Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Alt bendir á eitt opið bilportur fg vid undirvatnsupptøkutélum, ið gjørdar eru av vrakinum av estis u ferjuni Estonia, benda á, at bilportrid stóð opið og at sjågvur kom inn á bildekkið tann vegin. Ein stórur lutur, id helst er bilportrið frammi í gron á Estoniu, lá einar 10-20 metrar framman fyri vrakið Syrgiliga ferjuvanlukkan í Eystursjónum fyri góðari viku síðani hevur sett síni merki víðahvar, og nú teir eru farnir at kanna orsøkina til vanlukkuna nærri, er eft- irlitið við ødrum líknandi ferjum vorðið nógv strang- ari, og fleiri ferjur hava fingið boð um at fáa rættað ymisk brek, áðrenn tær eru slopnar at halda fram við siglingini. Serliga verður nú hugt at, hverjum standi bilportrini á ferjunum eru í. Tað vísir seg nevniliga, at uppruna- ligi tankin um, at bilportrið á Estoniu var orsøkin til vanlukkuna, bert er vorðin styrktur, eftir at undirvatns- myndir eru tiknar av ferj- uni, har hon nú liggur. Tveir smáir undirvatns- bátar við upptøkut6lum um- borð hava verið á vanlukku- staðnum og kannað skipið uttan. Hesar myndir eru ótespi- ligar, og millum annað gav tað kanningarnevndini nak- að at hugsa um, at fleiri av bjargingarbátunum vóru á sínum rætta plássi umborð — púra órgrdir. Manningin á bjargingar- skipinum Halli hevur greitt frá, at navnið á skipinum sást fleiri staðni, so einki er at fara skeivur av, at hetta veruliga er vrakið av Esto- niu. Myndirnar skulu vera góðar, og væntandi kunnu tær siga kanningarnevndini nakað um orsøkina til van- lukkuna. Funnið bilportrid Eitt nú hava teir funnið ein stóran lut einar 10-20 metrar framman fyri skipið, ið neyvan kann vera annað enn bilportrið frammi í gron á skipinum, ið er brotnað av. Tað ber ikki til at senda upptøkut6lini inn í skipið, tí tá er torført at stýra teimum, og finska sjóverjan er av góðum grundum ikki áhug- að í at missa útgerðina. Men uttanfyri eru eingin av teim- um sjólátnu at síggja á teimum myndunum, ið eru tiknar higartil. Tað, sum eisini tykist vera lagið, er at skipið ligg- ur við framendanum eystur- eftir — tað vil siga, at skipið vendir øvugtan veg, um hugsað verður um, hvussu kósin hjá tí var. Eisini er staðfest, at skip- iðlekur olju. Nøkur hundr- að tons av dieselolju vóru umborð, tá Estonia sakk. Undirvatnsupptgkutólini arbeiða spakuliga, men tó við góðum úrslitum. Tað ber ikki til at síggja meira Sættihvør veljari hevði valt Jacob Haugaard Um hálvi føroyingurin úr Malling í Jútlandi heuði stillad upp í øllum Dan- mark, heuði hann fingið 16% av atkvødunum, vísir ein Gallu -kanning. Tað hevdi verið nóg mikið til at fingið kanska 28 fólkatingsumboð vald Tá Jacob Haugaard — hann er hålvur tvgrámaður — varð valdur á fólkating fyri júst trimum vikum síðani, setti hann nýtt danskt met, av tí at hann er fyrsti leysgang- ari, ið hevur megnað at ver- ið valdur á fólkating. Athann kundi verða vald- ur, kom longu ein ávarðing um í 1990, tá hann stillaði upp fyri sættu ferð. Tá fekk hann fleiri atkvødur, enn nakar annar leysgangari áð- ur hevði fingið, og øll árini, hann hevur latið seg stillað upp, er talið vaksið støðugt. Hesaferð fekk hann so yvir 23.000 veljarar í Árhus amti at velja seg. Nú hevur Gallup-stovn- urin gjørt eina kanning fyri Berlingske Tidende, og er hendan kanning ein sannur skelkur fyri allar teir >seri øsu« politikararnar, hvers dreymur er at verða valdur á Christiansborg. Sambært hesi kanningini hevdi Jacob Haugaard fing ið 16% av øllum atkvødun- um, um hann stillaði upp í Jacob Haugaard hevdi kanska fingid 28 umbod vald á fólkating, stillaði hann upp í øllum land- inum til fólkatingsvalið (Savnsmynd: Jan Miller) øllum Danmark. Tað svarar til, at sættihvør veljari hevdi givid honum sina atkvødu — annarhvør av teimum sum eitt mótmæli móti verandi politikarum. Kundi fingid 28 fólkatingsumboð Um Jacob Haugaard so- leiðis hevði havt ein flokk aftan fyri seg og uppstilling í gllum landinum, hevði tað kanska við slíkari undirtøku verið nóg mikið til eini 28 fólkatingsumboð. Eitt slíkt valúrslit hevði staðið mát við tað úrslit, Mogens Glist- rup uppnáddi fyri 21 árum síðani, tá Framburðsflokk- ur hansara í 1973 gjørdist næststørsti flokkur á fólka- tingi.. Longu í 1990, tá Jacob Haugaard fekk sítt fyrsta veruliga góða úrslit, vóru fleiri eftir honum og teim- um, hann hevur rundan um seg, fyri at fáa hann at seta ein flokk á stovn og stilla upp í øllum landinum, men tað bleiv avvíst. Kanningin vísir eisini á, at flestu av atkvødunum hjá Haugaard koma frá veljar- um, ið annars velja Fram- burðsílokkin ella Sosialist- iska Fólkaflokkin — tað vil siga flokkar, ið annars ikki hava ætlað sær at greitt at- kvødu fyri teimum flokk- um, ið kundu roknast við at fáa ávirkan á eina komandi danska stjórn. Nr. 189 — 5. OKTOBER 1994 Síða 3 Annar av teimum báðum smáu undirvatnsbátunum, ið hava upptókutól umborð, er her á veg niður at kanna vrak- id av Estoniu, ið liggur á 35-40 favna dýpi enn nakrar fáar fermetrar í senn á myndunum, so kann- ingamevndin kann bert í smáum gera sær sínar tank- ar um tað, ið farið er fram. Men væntandi verður ein heildarmynd klár skjótt, so alt skipið kann síggjast í Mynd:AP einum. At einki dagsljós hjálpir til, tá tíkið verður upp niðri á 35-40 favna dýpi, darvar tó ikki arbeiðinum, tí bæði upptøkut6lini hava sterkar ljóskastarar. hj. tit nu til haldara- gjaldið? —-. Gloymdu tit haldaragjaldið, fáa tit skjótast blaðið aftur við at siga okkum frá, tá ið tit hava goldið fyri blaðið