Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 189 — 5. OKTOBER 1994 Loynilig frågreiding, Fiskavirking gevur stórt hall í løtuni: Neyðugt at steingja 3-4 virkir afturat Fiskavirking gav 868.000 kr. í halli fyrsta hálvár. >Vi er gáet for langt i disse sosiale bestræbelser og må redusere antallet af produk- tionssteder yderligere,« sigur Ove Munch nevndarformaður Eftir Jústinus Eidesgaard. Mynd: Kalmar Lindenskov Úrslitið av rokniskapinum hjá Fiskavirking fyrra hálv- ár í ár er vánaligt. Aðrenn avskrivingar er úrslitið fall- ið við 100 prosentum í mun til fíggjarætlanina. Í fíggjarætlanini fyri í ár hevði Fiskavirking roknað við at úrslitið, áðrenn av- skrivingar, fyrra hálvár fór at vera 14,6 milliónir krón- ur í yvirskotið. Nú liggur dapra úrslitið á borðinum. Samlaða virksemið hjá Fiskavirking fyrstu seks mánaðarnar í ár hevur givið eina knappa millión ella 868.000 krónur í halli. Hetta kemur fram í eini loyniligari frågreiding, sum Ove Munch, nevndarfor- madur, hevur latid parta- eigarunum. Tíðindablaðið Sosialurin hevur fingið hendur á frágreiðingini. Hallið hjá Fiskavirking hendir, hóast råvørutil- gongdin hevur verið sum roknað vid og at sølan er hækkað við 26 prosentum. Orsøkin til vánaliga úrslitið hjá Fiskavirking er ma. øktar lønariitreidslur, tær eru øktar vid 50 Ørosentum og skiftisvalopid er 40 pro- sent lægri enn roknað var vid. Lenarútreiðslurnar stava frá tí nógva svartkalv- anum, sum er komin á land og sum verður skorin við hond. Ove Munch vísir í frá- greiðingini á onnur viður- skifti, sum hava ført til vånaliga urslitid. Studningurin til vinnuna er burtur. Kvotuskipanin lokkar skip at landa utt- anlands. At skip og virkir ikki longur hoyra saman førir við sær, at skipini ikki longur eru bundin at landa til virkini. Hann vísir eisini á, at broytingin hjá lands- styrinum í lógini um iløgu- stuðul, har skip kunnu landa ein triding av veiduni uttan- lands, uttan at missa íløgu- stuðul, hevur havt óhepnar avleiðingar. Trý seinast nevndu viðurskiftir hava órógva, ta framman undan, ov lítlu råvørutilgongdina. 3-4 virkir latast aftur Frágreiðingin hjá Ove Munch, nevndarformani eru ikki bjartskygdur lesn- aður. Tað tykist sum leið- slan í Fiskavirking nústaðni vaknar, og er greið yvir hvat risaframleiðslutól, móður- felagið yvirtók, í samband við saneringina av flaka- virkjunum. Ove Munch, nevndarfor- madur, hevur ikki bjartar vónir um, at fiskaprisurin fer at lækka og hann heldur, at útlitini eru vånalig fyri at prisurin å lidnu vøruni fer at hækka. — Heilt grundleggjandi er tann sannroynd, at råvøru- tilgongdin er altov lítil mun til okkara framleiðsluorku. Hóast vit hava latið fleiri flakavirkir aftur so tyngir vánaliga råvørutilgongdin framvegis Fiskavirking munandi fíggjarliga, sigur Ove Munch. Fiskavirking eigur 19 flakavirkir. Av hesum eru fýra útleigaði og seks eru stongd. Av teimum níggju flakavirkjunum. sum eftir eru, verða tvey bert nýtt ein part av árinum, og eitt verð- ur burturav nýtt til saltfisk. Avteimum seks sum núeru eftir verða bert try nýtt alt árið, stendur í frágreið- ingini. — Við verandi råvørutil- gongd og framleidslusam- anseting, hevði fiskurin verið arbeiddur rationelt á 4-5 flakavirkjum. Mánað- arnir sum farnir eru, hevur leiðslan ikki vilja trumfað eitt so knappligt umskifti ígjógnum, men hevur held- ur valt at lata virksemið ver- ið átta flakavirkjum, sigur Ove Munch. — Men við verandi gongd hevur leiðslan á Fiskavirk- ing staðfest, at vit eru ging- nir ov langt í okkara sosiala stríðið og mugu minka talið á framleiðsluvirkjum enn meira, sigur Ove Munch. Sleppa stongdu flakavirkjunum Leiðslan á Fiskavirking ger vart við, at við tí tronga fíggjarliga rásarrúmi, sum Fiskavirking hevur í løtuni, ber ikki longur til at forrenta og avskriva ta niðurskriv- aðu skuldina, sum liggur bundin í teimum stongdu flakavirkjunum. Hesin spurningur verður tikið upp saman við partacigarunum skjótt. Mist 5 mió. kr. av priskriggi Fiskavirking tók ímóti stórri nøgd av fiski fyrra hálvár, enn roknað var við. Orsøkin til hetta er serliga at bátarnir hava fingið væl av svartkalva. Hetta førir við sær, at útreiðslumar av at keypa fisk hava verið hægri enn roknað var við. Prísurin á svartkalva hevur verið hækkandi. Kappingin innan fesk- fiskavørur er hækkandi. Tríggir uppkeyparar eru komnir afturat. Sølupris- urin á lidnu vgrunum hevur ikki kunnað kappast við ráfiskaprísin, stendur í frá- greiðingini - Stundningsskipanin i ES ul fiskiidnadin i út- jadaraøkinum økir um kappingina. Hesin stud- ningur førir við sær, at flakavirkini í ES ofta kunnu bjóða hægri pris fyri fiskin.. Sum steinur á byrðu er kappingin harðna, tí lands- stýrið hevur givið skipunum loyvi at landa ein triðing av veiðuni uttanlanda, uttan at tey missa iløgustudulin, sigur Ove Munch. Verða høgu råvøruprisir- nir vigaðir móti vånaligum søluprisum merkir hetta, at prískríggið hevur kostað Fiskavirking 5 mió. kr. fyrra hálvar í ár, sigur frágreiðingin. At studningurin er burtur og at skipini ikki longur hoyra til virkini førir við sær, at vanlig flakavirkir í framtíðini fara at hava torført við at bera seg. Or- sakað av yvirkapasitetinum av flakavirkjum verður flakavinnan framvegis noydd at keypa råvøruna til hægsta dagsprís. Tí fáa virkini ógvuliga tronga rásarrúm í framtíðini, sigur Ove Munch. Avtalu við seljaran Fiskavirking hevur havt trupulleikar at at økja um virði av lidnu vøruni. Eisini er einki veruligt samband millum sølupris, skiftisav- lop og sølukostnad. Enda- málið hjá Fiskavirking er at fåa eitt so høgt skiftisavlop sum møguligt. Endamålid hjå Fiskasøluni er at hava ein so stóran umsetning sum møguligt, og harvid økja um søluprovisi6nina. Hesi mål ganga ikki somu leið, heldur Ove Munch. Fiskavirking fer at royna at fáa eina avtalu í lag við sølufelagid, soleiðis at miðað verður móti sama máli. Tað vil siga, at skiftis- avlopið verður býtt millum sølufelagid og Fiskavirking eftir einum åvisum lykli. Taðeigur at vera soleiðis, at sølumenn og virkisleiðarar stremba móti at fáa so høgan vinning sum møgu- ligt. Skulu lýsingarher- ferðir gerast, skulu super- marknaðarketur hava sert- ilboð, so má hetta vera ein avtala millum bæði feløgini og hetta má ávirka úrslitið hjá báðum feløgum og ikki bert hjá framleiðslufelag- num, heldur Ove Munch Tíðindablaðið E — Tad er neyðugt at Fiska- virking luttekur meira virk- ið í avgerðum um hverjir úrdráttir skulu framleidast, og hver ætlan skal leggjast framyvir, sigur hann. Ov bjartskygdir Ove Munch fjalir ikki út- yvir, at leiðslan á Fiskavirk- ing hevur verið ov bjart- kygd. Millum annað vóru fleiri av flakavirkjunum í munandi verri standi enn roknað var við, tá Fiska- virking yvirtók tey. Fus- iónin tók tíð og innanhysis trupulleikar hava eisini verið. — Avlcidingarnar av hes- um hava verið meira tyngj- andi enn roknað var við, sigur Ove Munch. - Leiðslan vil herða ar- beiði at økja um framleið- sluna á virkjunum og eisini at ratienaliserað driftina. Eisini verður stóru dentur lagdur á at útbyggja mið- savnaða bókhaldið og eftir- litið við virkjunum. Ynskiligt er, at lands- stýrið endurskoðar broyt- ngina í ílagustuðlinum, uttanmun til hvar landað verður. - Fiskavirking má royna at loysa seg frá tyngjandi fíggjarligu byrðuni av teimum óvirknu virkjun- um. Avgerðin um at laga flakavirkistalið eftir rá- vørutilgongdini má setast í verk sum skjótast, sigur hann. Leidslan roknar við at roknar við, at rokniskapurin fer aftur at ganga rætta vegin, um budgettið verður fylgt. men yvirskot í ár verður ikki roknað við. Rokniskapurin fyri fyrra hálvár sýnir áðrenn rentur ov avskrivingar eitt hall uppá 0.9 mió. kr. Fíggjar- ætlanin fyri seinna hálvár sýnir eitt yvirskot uppá 5 mió. kr. Endaliga úrslitið áðrenn rentur og avskriv- ingar fyri í ár verður um 4. mió. kr., heldur ætlanin. Við teimum ætlanum Fiskavirking hevur í dag sýnir ein forsøgn at enda- liga úrslitið fyri komandi ár áðrenn rentur og avskriv- ingar verður 13 mió. kr.