Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 189 — 5. OKTOBER 1994 Sida7 Fíggjarmálaráðharrin: Fólk skulu veruliga merkja skattalættan Ovurhonds stóra skattatrýstið tekur arbeiðshugin frá fólki. Hetta skal nú broytast so skatt- urin av seinast vunnu krónun- um ikki verður hægri enn hann er í Danmark, sigur Jóannes Eidesgaard. Landsstýrið hevur sett sær fyri at lætta eitt sindur fíggjarliga um hjá fólki. Í fyrsta lagi verður grund- upphæddin í fólkapensión- ini skattafrí. Harnæst er tlanin at lækka tað teir illa marginalskattin. Tað skatturin = av vunnu krónunum. Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjar- málum sigur, at marginal- skatturin í Føroyum er væl hægri enn hann er i Dan- mark. Her er hann upp i 74 prosent. I Danmark millum 68 og 69 prosent, og tað ger veruliga mun. Ætlanin er, at marginalskatturin skal ikki vera hægri í Føroyum enn hann er í Danmark. Tað eru inntøkur heilt niður í 140.000 krónur, sum semast eru raktar av ov høgum marginalskatti, sigur fíggj- armálaráðharrin. Taldømi vil hann ikki geva upp á hvussu mikið skatturin lækkar, men hann sigur tó so mikið, at tað fer at merkjast væl Tað er vorðið so galið, at høga skattatrýstið tekur ar beiðshugin frá fólki. At tjena sær nakrar eyka krón ur er ikki meira enn tað loysir seg, og tað heldur fíggjarmálaráðharrin ikki kann vera meiningin. Jó- annes Eidesgaard sigur, at miðað verður ímóti at lækka skattin so mikið sum svarar til eykaskattin, sum í sein- astuni er álagdur fólki. Í løtuni kannar umsitingin hvussu = skattalækkingin skal fremjast í verki. Ein annar vansi við ver andi skattaskipan er, at av teimum heilt høgu inntøk- num, er marginalskatturin lægri enn av midalinntøk unum. Eisini hetta skal nú rættast so rætta lutfallið er millum inntøku og skatt Jóannes Eidesgaard legg ur aftrat, at tey høgu komm unuskattaprosentini eru sera tyngjandi fyri fólk, og ti má alt gerast fyri at fáa kommununum lagaligari lánstreytir. Svart arbeiði Tað er vorðið alt meira vanligt, at fólk arbeiða svart, og tað vil landsstýrið eisini gera nakað við. Ikki við at seta stórri eftirlit, men broyta meirvirðisgjalds- skipanina soleiðis, at hon ikki júst sumbrar fólki til at tjena uttan um skattaskipan- ina. Tað er serliga innan handverk og småidnad-, at landsstýrisð ætlar at lækka meirvirðisgjaldið Jóannes Eidesgaard sigur g vóna, at hetta fer at gera, at sokallada svarta arbeiði minkar munandi, fyri ikki at siga heldur uppat, og tað, at fólk í stórri mun hava ráð at biðja sær handverkara og at byggivinnan harvið verður frægari fyri Arbeiðir nú við fíggjarlógini Stóra málið í landsstýrinum í løtuni er fíggjarlógin. Jó- annes Eidesgaard sigur, at hann fer nú at tosa við hvønn einstakan landsstyr- ismann um jåttanina til tey ymisku økini å figgjar- lógini. Tá hetta er liðugt verður so uppgávan at fáa kabalina at ganga upp. Landsstýrismaðurin i figgjarmålum sigur seg rokna við at hava fíggjar lógaruppskotið klárt at senda í ungið síðst í hesum mánaðanum Sum skilst roynir lands- stýrið at hava hallið á fíggjarlógini eitt sindur nið- anfyri tær 300 milliónirnar. tór.- Tad kann ikki vera meiningin, at:tað ikki skal loysa seg at arbeiða heldur Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í figgjarmålum sum nú " x ? ar X x arbeiðir millum annað vi 4 LÆKKU SKOLUNM A S1OS VUNNU KrOnunum Mynd Kalmar Soleidis er ætlanin at broyta skattin Toll- og Skattstovan hevur gjørt nakrar útrokningar fyri landsstýrið viðvíkjandi skattinum av síðst vunnu krón- unum Vinstrumegin síggja vit strikumyndina sum skatturin er í Danmark og Føroyum í løtuni. Marginalskatturin í Danmark hækkar í trimum lopum til eina inntøku upp á 250.000 krónur, og er so hin sami hvussu stór inntøkan so verður. Í Føroyum fer marginalskatturin eisini upp i trimum lop- um. Hægst er hann á inntøkum millum 300.000 krónur og upp í 450.000 krónur. Tá fellur hann aftur. Eftir ætlanini, sum nú liggur fyri,- myndin høgrumegin, skal marginalskatturin fyri inntøkur upp á til dømis 150.000 krónur minkað úr 63,2 prosentum og niður í 59,6 prosent. Haraftrat skal lækkingin í marginalskattinum fyri hægstu inntøkurnar takast burtur so skattatrýstið á inntøk- urnar oman fyri 400.000 krónur ikki verður lægri enn fyri lægru inntøkrunar, heldur hægri. tór.-