mikudagur 5. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 189 — 5. OKTOBER 1994
Allir bilførarar
líka fyri lógini
— Lógin er soleiðis orðað, at tað ikki ber til at
gera undantak, heldur ikki fyri bilfórarar sum
koyra buss, sjúkrabil, brandbil og politibil,
sigur vakthavandi á Politigarðinum í Havn
Nú kom kavin enn einaferð
ov tíðliga, eftir tí sum ferð-
slulógin åsetur sum vid-
tøkudag fyri at nýta píka-
dekk.
Sambært lógini er bert
loyvtatkoyra við píkadekk-
um frá 16. oktober og til 30.
apríl árið eftir.
Harnæst er lógin soleiðis
orðað, at tað er Ogjørligt at
gera undantak, eitt nú tá
kavin kemur áðrenn lógará-
settu dagfestingina.
Flestu myndugleikar,
sum Sosialurin hevur tosað
við, vilja helst bannað nýt-
slu av píkadekkum yvirhøv-
ur, og tí er eingin áhugi fyri
lógarbroyting á hesum gki.
Tíðindablaðið CT
Latið bilin standa
Atli Jensen, stjóri á Bil-
eftirlitinum, sigur við Sosi-
alin, at fólk mugu lata bilin
standaellabrúkakavaketur,
um hálkan kemur áðrenn
loyvt er at brúka píkadekk.
- Kavaketur veita onga
trygd um svartakálk er?
- Tað eru tíverri ikki aðrir
møgulleikar. Annar vandi
er, at dekkini ofta er slitin
um hesa ársins tíð, og at
fólk hveppa seg við at
keypa nýggj dekk, bert 14
dagar áðrenn píkladekkini
skulu setast undir bilin.
- Eg haldi, at her er bert
eittatgera, og tað er, at hava
ketur í bilinum, sum kunnu
nýtast um koyrilíkindi eru
vánalig, sigur Atli Jensen.
- Skulu vit tosa um trygd
og koyring, so vil eg heldur
seta spurningin, um fólk
duga at koyra í hálku, og eg
svarið samstundis: fólk
duga ikki at koyra í hálku, tí
tey hava ikki lært tað.
- Er tað ikki fyri at tosa
um nógv umrøddu hálku-
breytina, at tí sigur hetta?
- Lat meg svara tær so-
leiðis: Skulu fólk læra at
svimja, so mugu tey í vatn at
læra tað. Skulu fólk læra at
koyra í hálku, so skal ein
hálkubreyt til tað.
- Annars haldi eg, at vit
áttu at broyttt lógina so-
leiðis, at ístaðin fyri ávisan
vidtøkudag fyri píkadekk-
um skuldi staðið, at píka-
dekk vóru loyvd frá tí degi á
vetri, "tá umstødurnar tala
fyri tí", sigur Atli Jensen.
Nýtið kavaketur
A Politigarðinum sigur
vakthavandi, at fleiri biló-
happ vóru í hálkuni mána-
dagin.
- Vit kunnu bert geva
fólki tey ráð, at nýta kava-
ketur, tá hálkan kemur áðr-
enn tað er loyvt at koyra við
píkadekkum.
- Tað er eisini annað sum
talar fyri at nýta ketur ístað-
in fyri píkadekk. Nýtir tú
píkadekk, so skulu somu
dekk verða á øllum hjólum,
og tað kostar fýra ferðir so
nógv sum at keypa ketur.
- Hvat skulu fólk gera tá
tað er svartakálk?
- Lógin skal haldast, og
tað mugu allir bilførarar
góðtaka. Somu umstødur
eru eisini galdandi fyri poli-
tibilar, = sjúkrabilar og
brandbilar.
- Ketur eru ikki besta
trygdin tá svartakálk er,
men ni er komið serligt slag
av kavaketum å marknadin,
sum eru nærum líka so góð-
ar sum pikadekk i hålku.
Umframt tað, so eru tær
lættar at seta á dekkini.
Leita ikki við lykt
eftir pikadekkum
- Hvat ger løgreglan um
hon kemur fram á bilføra-
ra, sum hevur sett píkadekk
undir bilin, áðrenn 16. ok-
tober?
- Eg noyðist at viðganga,
at vit ikki leita við lykt eftir
bilum við píkadekkkum í
hesum døgum. Um vit
koma fram á slíkan bil, so
noyðast vit at gera viðmerk-
ing um tað, og viðkomandi
fær umleið 600 krónur í bót,
sigur vakthavandi og leggur
aftrat, at tað er umleið sama
upphædd sum nýggju kava-
keturnar kosta.
Dagny
Nýta pikadekk
um neyðugt
Sjúkrabilatænastan nýtir píkadekk um
neyðugt áðrenn lógarásettu tíð, men tað gera
teir ikki á politigarðinum og á Brandstødini í
Havn
Hvat gera bilførarar á slík-
um akfórum, sum íkki
kunnu setast aftur, um boð
ereftir teimum, hóastkoyri-
líkindini eru vánalig?
Henda spurning settu vit
sjúkrabilatænastuni, leiða-
ranum á Brandstødini og
Politigarðinum í Havn.
Jógvan Jensen, leiðari á
sjúkrabilatænastuni í Havn:
- Vithava góð dekk undir
sjúkrabilunum, og um kavi
er, so hava vit kavaketur.
- Tá veturin kemur, seta
vit ein sjúkrabil ul sidis,
sum hevur píkadekk, og
hann nýta vit eisini um
neyðugt, áðrenn taðer loyvt
at koyra við píkadekkum.
Vit siga tó altíð løgregluni
frá tí.
Ongar avleiðingar
- Hava tit fingið bót?
- Nú er tað ógvuliga
sjáldan, at vit hava fingið
brúk fyri tí, men tað hevur
ikki fingið avleiðingar, sig-
ur Jógvan Jensen.
- Tað er serstak koyring,
sum vit hava við at gera, og
vit kunnu ikki slaka upp á
trygdina.
- Er svartakálk og vit
skulu til Vestmanna eftir
sjúklingi, so nyttar einki at
koyra við kavaketum, tí
bilurin er tungur - hann
vigar 2,2 tons. Fer slíkur
bilur á glið, so er einki at
gera. Í slíkum føri taka vit
ongan kjans, um tað so
hevur við sær, at vit bróta
lógina.
- Annars haldi eg, at vit
áttu at havt eitt standandi
undantak í lógini, við kravi
um at vit skriva frágreiðing
um tað, fyri hvgrja ferð
píkadekk verða brúkt uttan
fyri lógarásettu tíðina, sigur
Jógvan Jensen.
A Brandstødini verða
píkadekk ikki brúkt áðrenn
tað er loyvt eftir lógini.
Erland Joensen, brand-
meistari: - Vit brúka kava-
ketur, annað er ikki til taks.
- Brandbilar standa við
kavaketum frá tí at kuldin
kemur á heysti. Á ngkrum
bilum hava vit píkadekk
framman, men hesi verða
ikki sett undir bilin, áðrenn
lógarásettu tíð.
- Er tað tátt um dagin, so
taka vit keturnar av, men
seta tær á aftur um kvøldid,
so bilurin er væl skøddur,
um okkurt skuldi verið å-
fatt.
Píkadekk eru ikki
altíð trygg
- Tað hendir eisini, at vit
koyra við ketum, hóast tað
er tátt, og tað er tryggari enn
at koyra við píkadekkum.
- Ein bilur við píkadekk-
um er avgjørt ikki tryggur í
ferðsluni, tá tað er tátt, sigur
Erland Joensen.
- Hinvegin, seta fólk píka-
dekk undir bilarnar nú, og
ikki eitt følv hevur verið
fram til jóla, so kann eg
vissa teg um, at píkarnir eru
slitnir, og veita heldur onga
trygd, um svartakálk er,
sigur Erland Joensen.
Petur Poulsen á Politi-
garðinum í Havn, sigur, at
løgreglan heldur lógina.
Hóast teir hava píkadekk til
allar bilarnar, so verða tey
ikki tíkin í nýtslu áðrenn
lógarásettu tíðina.
- Um so er, at koyri-
líkindini eru so vánlig, at
tað er hættisligt at koyra, so
fara vit bert út í teimum før-
um, har tað er neyðugt.
- Tað vísir seg eisini, at tá
koyrilíkindini eru vánalig,
soerlítil ferðsla á vegunum.
Nei, einki undantak
verður gjørt hjåokkum, sig-
ur Petur Poulsen.
Dagny