mikudagur 5. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (SHU
Nr. 189 — 5. OKTOBER 1994 Síða9
ilja rannsaka (UP
fram, og vil tí sjálut sleppa í bankan at leita
Åkærin Magnus Møller
gjørdist sintur, tå hann einki
fekk burturår Hans-Jørgen
Laursen. Hann setti tí fram
krav um, at rætturin skuldi
geva politinum loyvi til at
gera húsarannsókn í Føroya
Banka.
Grundgevingin var, at
bankin hevur verið so trekur
at útflýggjað skjól, sum
politiið hevur biðið um.
Hann nevndi nøkur skjól,
sum politiið hevði spurt um
á deildini í Havn, men har
fekst at vita, at skjølini lógu
á deildini í Saltangará.
Horvin skjal
Skjølini vórðu í 1992 faxað
til Havnar. Eyðun Hammer,
sum tá var leiðari á út-
lánsdeildini, og Tage Ben-
jaminsen, sum var stjóri,
tóku ímóti skjølunum í
Havn, og teir søgdu seg
hava fingið 11 ørk. Á deild-
ini í Saltangará fekk politiið
at vita, at 20-30 ørk vórðu
faxað til Havnar.
Upprunaskjølini = vórðu
send við postinum úr Salt-
angará til Havnar, men tey
hvurvu á vegnum.
Haraftrat vísti ákærin til
skjól, sum eru løgd fram, og
sum finnast í ymiskum
útgávum. Hann kravdi, at
høvudsdeildin í Havn og
útdeildir, serliga hon í Salt-
angará, verða ransakaðar.
Men so stórt stig var
dómarin Svend Erik Han-
sen ikki sinnaður at taka.
Hann vildi hava politiid at
greiða nærri frá, hvat teim-
um vantar at fáa av skjølum.
-Ja, men tað er júst tað, vit
ikki kunnu vita, var ákærin
Magnus Møller skjótur at
viðmerkja.
Dómarin var tó ikki ul at
vika. Hann vildi ikki taka
stóðu beinanvegin til spurn-
ingin og mælti til at finna
aðrar útvegir.
Teir vóru har
Onkur av verjunum var
eisini kvikur at mótmæla, tí
politiið kundi fyri langari
tíð síðan gjørt vart við seg.
Hann helt tað heldur ikki
bera til at koma við slíkum,
um ikki advokaturin hjá
Føroya Banka ella okkurt
annað umboð fyri bankan
var til staðar.
Tá noyddust tey stað-
kendu at smirast, tí við ytstu
dyr sótu bæði forstjórin í
Føroya Banka, Jørn Astrup
Hansen og kredittstjórin
Janus Petersen. Hvi teir
báðir, sum ongantíð áður
undir hesum rættarmálin-
um, hava verið og lurtað,
vóru har júst tá, fekst ikki at
vita.
Fyri at seta krúnuna á
verkið, so var ein advokatur
hjá Føroya Banka eisini í
rættinum. Tað var Christian
Andreassen, sum er verji
hjá Ola Zachariassen, men
sum nú hevur sítt dagliga
yrki i Føroya Banka.
Dómarin stóð við sítt, og
á hesum fundinum var ikki
tosa meira um at kanna
Føroya Banka.
Síðan byrjaði avhoyring-
in av Niels Juel Nattestad,
.
øroya Banka |
Politiid heldur Føroya Banka krógva skjól, sum ikki eru komin
fyrrverandi stjóra i Føroya
Banka, men = avhoyringin
kom ikki langan veg. Akær-
in vildi sleppa at steðga fyri
dagin, og tað gekk dómarin
við til.
Akærin var sjálvandi ikki
nøgdur, tå rættrfundurin var
av,men sigursbrosini s6ust
afturfyri á teimum 12 monn-
unum, ákærin einsamallur
allar hesar dagarnar hevur
havt yvirfyri sær. Tann 13.
er til skips og er ikki komin
heim enn.
randi
Politiið heldur Føroya
Banka hava krógvað skjól
.. 5
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!
Magnus Møller fekk ikki
viðhald frá dómaranum at
loyva politinum beinan-
vegin at rannsaka Føroya
Banka
— 1 1111
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, ella á tlf. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30—16,30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá kl. 14.30—7.00 á morgni.
Sólmiðstoðin
- =) Nú enn betri...
Í Vit hava fingið
nýggj rør
PÍ Sólmiðstoðin
Á v/ Elin Hjelm
Undir Heygum 24
100 Tórshavn - Tlf. 17333