mikudagur 5. oktober 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 189 — 5. OKTOBER 1994 Sida 13
Esperanto er loysnin
å teim miklu måltrupulleikunum i ES
Í blaðnum Esperanto-Nýtt, nr.
2, vórðu máltrupulleikar í ES
viðgjørdir. Blaðið varð sent til
øll 100áttatitrý EU-valevnini,
ið vórðu spurd, hvat tey nú
hildu um hetta. Einans 15 svar-
aðu aftur. Tey nógvu, ið ikki
svaraðu, hava meguliga ikki
tikið stóðu. Men gongdin í
millumtjóða viðurskiftum fer
at noyða ES at finna eina aðra
loysn, enn nú er har øll 12 mál
verða tulkað, við sjeyti tveim-
um tulkingar møguleikum.
Hin árliga esperanto alheims
ráðstevnan varð í ár hildin í
Seul, Korea. Sexti5 tjóðir vóru
umboðaðar, men tú hoyrdi bert
eitt felags mál, esperanto, so,
her er prógvið fyri, at máltrup-
ulleikin kann loysast. Og tað
uttan at nøkur einstøk tjóð
noyðir sítt mål á aðrar tjóðir. Á
alheims ráðstevnum eigur ein
sjálvandi ikki at nýta eitt tjóð-
armál, men eitt altj58amål.
Nýt veturin til at læra teg
esperanto!!! Nógva staðni eru
tilboð. Men, ein kann eisini
lesa/læra seg sjálv/ur.
Týski esperanto ungdómur-
in, Germana Esperanto-Junu-
laro heldur kombinerað ráð-
stevnu og skeið, frá 27. sep-
tember til 3. januar. Arbeiðs-
setningurin er sera fjøltåttar. Í
ár var tað: »Vidurskiftini í
millum ymisk Riki«. Har var
breitt orðaskifti, alt varð um-
røtt, frå ST, tollmúrar Europu,
til »Minniluta mål i Frak-
landi«. Hvussu politikkur og
figgjarvald åvirkar Målini«.
Har vóru sera upplýsandi orða-
skifti og fyrilestrar, ið broyttu
hugsanina um menningar-
landapolitikk Europu. Um-
framt hevuðs dagsskránna
vóru alla tíðina tvær/tríggjar
aðrar paralell-skráir. T.d.
dansiskeið, fótbóltur, mál-
skeið (ikki einans í esperanto,
men eisini í nógv minkaðum
fólkamálum í Bretagne og
Korsiku...) Um kveldið var
barrin sjálvandi opin, og
diskotekið var opið til tann
ljósa morgun. Møtt vóru uml.
240 fólk, har av meginparturin
millum 15 og tríati ár. Nýggj
koma altíð við hvert ár, so tað
er uml. ein triðingur av ókend-
um andlitum.
Blaðið Esperanto-Nýtt
spurdi nakað síðani øll 100
áttati 3 donsku EU-valevini:
Kann danskt yvirliva, um tað
fer at verða tulkað til 20 mál í
EU? Hvat halda tygum um
esperanto sum samskiftismál.
Ebbe Carlsen, Sentrums-
Demokratarnir: >Flokkur mín
hevur ikki felagsstødu til mál-
trupulleikan, ið vexur. Ein
loysn finnst á hesum Bábels
ruðuleika: 1( Esperanto verður
viðurkent sum nýtiligt, óheft
ES-mál, at byggja brigv, og
esperanto fær stóðu sum felags
ES-mál saman við hinum ES-
málunum, sum ger tað, at lond-
ini eisini kunnu krevja tulking-
ar frá øSrum, almennum mál-
um, til esperanto. Og 2) Attalið
av gørum, alment viðurkend-
um EU-málum verður minkað
til tvey: Franskt og enskt. 3) Í
ødrum lagi/subsidiert, at týskt
og italskt verda, saman vid
enskum og fronskum, alment
viðurkend ES-mál. 4) At tað
verður fult valfrælsi og full
javnstøda millum nevndu 4
mál, á jøvnum feti við espe-
ranto, samanber punkt eitt. 5)
Tey minnu måløkini í EU, og
seinni ikomin størri måløki
mugu her eftir velja millum tey
fáu, alment viðurkendu málini,
tað er: Nevndu måløki kunnu
ikki krevja tulking, frá egnum
máli og til eitt av alment viður -
kendu EU-málunum.
Hetta meti eg praktiskt og
neyðugt, og hetta vil eg sum
ES-valevni, og møguliga ES-
tingmaður, arbeiða fyri«.
Niels H. K. Arbel, Sen-
trums-Demokratarnir: >Ég vil
persónliga arbeiða fyri at nýta
esperanto í Europa-Samveld-
inum, so langt, tingið kann á-
virka, serliga fyri at skipa eitt
alternativ til enskt <.
Greta Bille, Radikala
Vinstra: >Longu nú er tað ein
stórur máltrupulleiki, ið ikki
verður minni, um nakað land
kemur inn sum nýggjur limur.
Td. verður tað ómeguligt at
fáa viðurkenning fyri, at einans
eitt norrønt mál verður alment,
og tann lítli minniluti, ið
viðurkennir tað, fer at vera rúk-
andi ósamdur um, hvat av teim
$ norrønu málunum, ið skal
hava viðurkenning. Danskt Ld.
kann einans varðveitast, um
danskt framvegis verður
móðurmál Dana, ið teir hugsa
á, og sm teir mest nýta í sam-
skiftinum sína millum, og sum
teir tí fúsir vilja ofra fæfeingi
til. Helst verða í framtíðini al-
mennu málini nógv avmarkað,
so eftir verða týskt, franskt og
enskt, sum sonevnd »rættar-
mál<. Skjala týðingar til og
úrhinum málunum verður egni
trupulleiki landanna. Somu-
leiðis verða tulkingarútreiðsl-
urnar, (til og úr móðurmálin-
um, til tey 3 almennu málni), at
hvíla á teimum einstøku lond-
unum. Í serligum fórum kunnu
tað verða tulkingar í ting-
nevndini, tað ber ikki til nú.
Greitt er, at nógvir av trupul-
leikunum, serliga hin hegi
kostnaðurin, og skjalatýðing-
arnar, kunnu loysast, tá espe-
ranto verður nýtt sum brúar-
mál, í samskiftinum. Har við
verða aðrir trupulleikar ikki
loystir. Nýhugsan t.d. er sam-
tengd við nýskapan í málinum,
nýhugsan hendir á og í móður-
málinum. Esperanto er ikki
móðurmál, (= fyrimunur fyri
valdsharrarnar), kann tí elva
ein óynsktan stívleika, í tí
demokratisku, politisku skip-
anini, ið skal fylgja við tíðini,
og við menningini<.
Esperantistarnir
Sum seyður í rætt !!!
Samstundis sum menn eru í út-
heiminum og kunna seg um
ferðavinnu, soleiðis at okur í
framtíðini kunnu selja Føroyar
sum komandi ferðapláss, hev-
ur Strandfaraskip Landsins
sent Suðuroynna nøkur ár aftur
í tíðina. Strandfaraskip Land-
sins hevur funnið út av, at fólk
úr Suðri royna at sleppa ókeyp-
is við Teistanum og, tá ið okur
sigla norður og suður við
Teistanum. Rættari sagt, okur
snýta Strandfaraskip Landsins
fyri nakrar krónur.
Hetta hvur Strandfaraskip
Landsins sett ein stoppara fyri.
Tey hava flutt søluna av ferða-
seðlum niður á bildekkið, fyri
at forða fólki at koma umborð,
uttan at hava keypt ferðaseðil,
men hetta kann ein ikki bjóða
fólki.
Hetta merkir, at fólk og bilar
aftur verða sum seyður í rætt, tå
ið ferðaseðil verður keyptur.
Ein skuldi trúð, at starvsfólkið
um borð á Teistanum var farið
á fjall, sum tey reka ferðafólk-
ini yvir til ferðaseðlassluna á
dekkinum. Tað var júst hetta,
Arbeidseftirlitid fyri nøkrum
árum síðani var ímóti, at fólk
og bilar fara í land saman av
dekkinum. Úrslitið av hesum
varð, at Farstødin varð bygd,
men å Drelnesi var alt enn ein
stórur hurlivasi. Ein trappa
varð keypt til endamálið, so-
leiðis at ferðafólkini fara í land
á sama hátt sum á Farstødini,
men hon liggur sum eitt
skríms! á Drelnesi. Meðan Far-
stødin dúgliga verður vist
fram, tá útlendingar koma til
landið, er komið fyri, at Far-
støðin hevur verið stongd fyri
okkum suðuroyingum. Okur
verða noyddir at fara inn á bil-
dekkið. Eisini skal hugsast um
bilarnar, tá ið fólk fara trokandi
millum bilarnar við taskum
0.6. og tað einasta, tey hugsa
um, er at sleppa út av bildekk-
inum fyri at slepa undan osan-
um. Sum prikkurin yvir i-num
hevur Strandfaraskip Landsins
í huganum at fáa eina bingju,
sum mskal tæna sum ferða-
sedlasøla. Bingjan skal setast á
Bryggjuni á Drelnesi, og so
skal ein keypa ferðaseðil, áðr-
enn farið verður umborð. So
suðuroyingar síggja fram til at
standa í rað, í kavaroki og sjó-
roki, um veturin fyri at fáa ein
ferðaseðil. Fylgjurnar av, at
Strandferðslan ronir at fáa øll
ferðandi at gjalda, ger at Teist-
in verður seinkaður. Komið er
fyri, at Teistin hevur verið 40
min. seinkaður. Hetta førir við
sær, at bussar eru farnir, tí teir
mugu halda sína ferðaætlan, og
tískil standa ferðandi uttan
møguleika at koma víðari.
Ein fær hug at trúgva, at
Strandfaraskip Landsins ikki
virðir okkum suðuroyingar
frægari enn nakrar seyðir, ið
standa í einari rætt. Okur hava
rætt til at fáa betri viðferð enn
nú, sjálvt um okur búgva í
Suðri.
Nei, góðu menn!!! Tykur
verða noyddir at finna eina
betri loysn hvat viðvíkur Suð-
uroynni. Sum nú er er alt út av
lagi vånaligt. Tykur gera, at
okur fara at ferðast minni, men
tað er júst tað, tykur eru úti eftir.
So taka tykur Teistan frá okk-
um, tí tað ber seg ikki figgj-
arliga at hava Teistan siglandi,
og so seta tykur eitt minni fera-
skip, t.d. Pride, at sigla millum
Sandoynna og Hvalba. So upp-
náa tykur, tað tykur av fyrstan
tíð vóru úti eftir. Tí umborð á
Pride hava tykur betri eftirlit
við, hvor keypir ferðaseðil ella
ikki.
Ein sera 6nøgdur
suðuroyingur
Opið er soleiðis: Mikukvøld frá kl. 20-23, rigge
kveld og leygarkveld frá kl. 19.00 tli 01.00, og
sunnukvøld frá kl. 19.00 til 23.00.
Aldursmarklb or 18 ár.
Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd:
Kappingin um Selasáru
veturin 1994-95
Nú byrjar kappingin um
Selasáru aftur. Enda-
málið við tiltakinum er
at venja næmingarnar at
ganga við endurskini.
Harumframt hevur til-
takið góða ávirkan á
onnur, bæði ung og
gomul. At tiltakið er
skipað sum kapping, er
fyri at fáa spenning í, so
stuttligari verður. Kapp-
ast verður í millum
skúlaflokkar um, hvør ið
raskastur er at møta upp í
skúlanum við endur-
skini.
Til kappingina hesa-
ferð er sangur yrktur
(Regin Patursson), og
umframt at sangurin
verður at hoyra í Barna-
útvarpinum, so er hann
eisini prentaður á mjólk-
arpakkum.
Um kappingina
Endurskinini, sum
verða nýtt í kappingini,
eru av tí slagnum, sum
verða fest við karðalási.
Tey skulu festast um
annað beinið. Umráð-
andi er, at endurskinið
verður borið, soleiðis at
tað er sjónligt Allir
næmingar, sum eru við í
kappingini, fáa hvor sítt,
ókeypis. Tað er Føroya
Banki, sum letur endur-
skinini. Flokslærarin,
ella aðrir lærarar, skriva
upp hvønn morgun,
hvørji børn, ið hava end-
urskin á sær. Skúla-
flokkurin, sum aftan á
tvær virkur hevur verið
raskastur at minnast til
at ganga við endurskini,
fær »Selasåru« í varð-
veitslu tær næstu tvær
vikurnar — til næsta um-
far er liðugt. Selasára er
ein nósi í fullari stødd,
og hon dugir at heilsa.
Úrslitið av hverjum
kappingarumfari verður
kunngjørt í Barnaút-
varpinum.
Byrjað verður eftir
heystfrítíðina um hálv-
an oktober, og hildið
verður fram til fyrst í de-
sember, tá jólasteðgur
verður. Byrjað verður
aftur fyrst í januar 95, og
kappingin endar síðst í
februar 85.
Tíðindaskriv frá Amnesty
International, Føroya Deild:
PAKISTAN
Lógir um gudsspottan nýttar móti
minnilutabólkum
Í Pakistan eru lógirnar um guðsspottan so strangar,
at í teim eru åløgd krøv um deyðarevsing, og hesar
lógir verða í vaksandi mun nýttar at ræða limir av
átrúnaðarligum minnilutum sum td. Ahmadiar og
Ilviljin móti slíkum bólkum, ofta vavt saman við
persónligum fíggindaskapi ella professionellari/
peningaligari kapping, hevur ført við sær hópin av
ógrundaðum ákærum um guðsspottan, og nógv fólk
verða hildin í varðhaldi sum samvitskufangar av
hesari orsøk.
Ein 13 ára gamal drongur, sum er skuldsettur fyri
at hava skrivað gudsspottandi orð á veggin á einari
mosku, sjálvt um hann hvørki dugdi at lesa ella
skriva, varð leyslatin móti veðhaldi í november
aftan á at hava sitið í varðhaldi í 6 mánaðir.
Dåmurin í lógini hevur elvt til, at fólk halda seg
hava rætt at taka lógina í egnar hendur. Í apríl var ein
kristin, sum var ákærður fyri gudsspottan, skotin til
deyðis úti á gøtuni í Lahore, og ein muslimur var
steinaður til deyðis í Gujranwala av einum bólki av
fólki, sum hildu hann vera kristnan og hildu hann
hava brent koranina.
Amnesty International almannakunngjørdi í juli
eina frágreiðing, har heitt varð á stjórnina um at
lóggeva móti hesi misnýtslu. Stjórnin gav tá lyftir
um, at stig skuldu verða tíkin til at forða fyri mis-
nýtslu av lógini. Men muslimar mótmæltu hesum og
stjórnin gavst við ætlanum sínum um at leggja
lógaruppskot fyri tingið um mildari mannagongd í
gudsspottanarmálum. Muslimar hóttu við at drepa
ráðharran fyri lóggávu og settu somuleiðis fram
deyðshóttanir móti fleiri mannarættindafólkum.