mikudagur 5. oktober 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 189 —5. OKTOBER 1994 Tíðindablaðið CD
Kommunurnar bíða enn eftir lánstilboði:
talan er um mótvegis føroysku kommunnum
Í seinasta lagi 1. november
skulu kommunurnar senda
landsstýrinum fíggjar-
ætlanina fyri komandi ár,
og í seinasta lagi ein mánað
seinri skal vera greitt, hvat
kommunuskattaprosentið
kal vera.
Men sera torført verdur
hjå flestu kommunum at
gera figgjarætlan so leingi
hin mest tyngjandi út-
reiðslan er óviss. Nevniliga
útreiðslur til rentur og av-
dráttir.
Í longri tíð hevur verið ar-
beitt við at finna kommun-
unum lagaligari lánsavtal-
ur. Hesum arbeiði stendur
Føroya Banki fyri, men nú
eru kommunurnar farnar at
ótolnast av álvara eftir ein-
um úrsliti.
Hildið varð, at tað fór at
vera gjørligt at fáa rentuna
niður í sjey prosent og
avdráttartíðina upp í 20 ár,
men so mikið er greitt, at
eina so fræga avtalu fáa
kommunurnar ikki.
Næstan mist tolið
Páll Vang, formaður í
kommunubólkinum, sum
hevur arbeitt við hesum
máli sigur, at hann hevur nú
næstan mist tolið.
-Nú hava vit arbeitt við
hesum síðani næst seinastu
ólavsgku, og enn er einki
hent. Vit spyrja í bankanum
av og á, men fáa einki at
vita, sigur ein heldur vón-
svikin Páll Vang.
Vit Dida enn
Janus Petersen, stjøri i
Føroya Banka sigur, at tor-
ført er at fáa svar frá teimum
størstu lånveitarunum.
Bankin hevur roynt at
skunda undir, men enn er
eingin loysn komin.
Janus Petersen våttar,«at
målid um føroysku komm-
unuskuldina hevur verið-til
viðgerðar í Realkredittráð-
Sera prinsipielt
fyri kredittfeløgini
Tað er heilt óvanligt at gera tílíkar avtalur við kommunur, sum
num sum er fakliga ráðið
hjá realkreditifeløgunum í
Danmark. Hvat ráðið hevur
sagt, fæst ikki at vita, men
Janus Petersen sigur tó, at
hetta mál er sera prinsipielt
hjá donsku kredittfeløg-
num av tí, at tað er sera
óvanligt hjá kredittfeløgun-
um at gera tílíkar avtalur við
kommunur.
Bankin vil fegin hjálpa
Stjórin i Føroya Banka
sigur, at bankin vil fegin
rætta kommununum eina
hjálpandi hond, men alt
hetta velst um, hvat hinir
lánsveitararnir siga. Størstu
lánveitaramir hjá komm-
ununum eru í Føroyum
Tryggingin, Føroya Banki
og Sparikassin. Haraftart
koma fýra donsk kreditt-
feløg.
Sambært Janusi Petersen
hevur Føroya Banki einki
ímóti at fara niður í sjey
prosent og leingja avdrátt-
artíðina upp í 20 ár ella
longri, men tað hevur verið
torført at fáa aðrar lånsveit-
arar til tað sama.
Janus Petersen sigur seg
vóna og roknar við, at ein
loysn finst áðrenn komm-
unurnar skulu lata lands-
stýrinum fíggjarætlanina
og áseta síni skattaprosent.
tór.-
Janus Petersen sigur, at
hann hevur altíð roknað
vid, at tað fór at taka sína
tíð at finna eina semja
millum allar
lánsveitararnar
viðvíkjandi
kommunuskuldini, men nú
skuldi ein loysn ikki verið
so langt burturi
Mynd: Kalmar
Lat okkum
geva tær eitt
Obindandi
tilboð, so sær
tú, at vit eru
teir rottu, til at
loysa
uppgåvuna!
Nordoya Røktarheim
700 Klaksvik
Søkt verður eftir
sjúkrasystrum.
Meira fæst at vita um arbeiðstíð v.m.
við at seta seg í samband við fyristoðu-
kvinnuna, Andreu L. Jacobsen, telefon
Fr
Joannes 55463, lokal 317.
| Umsóknir, við avriti av góðkenning frá
løg m R Ó UF heilsustýrinum, prógvum v.m. skulu
sendast til Norðoya Rektarheim, Fyri-
stoðukvinnuna, FR-700 Klaksvík.
Føroya løgmaður eitur í løtuni Jóannes Eides-
gaard.
Í samband við skipanina av landsstýrinum varð
| avråu, at umframt at vera fíggjarmálaráðharri,
| skuldi Jóannes Eidesgaard eisini vera vara løg-
maður.
Mánadagin fór Edmund Joensen, iøgmadur, til
Danmarkar. Edmund var fyrsti valdur fólkatings-
limur, og gjørdi av sjálvur at meta á fyrsta fund-
mr inum hjá nývalda fólkatinginum. Edmund Joensen |
verður burturstaddur alla vikuna, og ii er Jóannes |
Eidesgaard virkandi løgmadur til Edmund Joensen |
kemur heimaftur. |
r
| Vit gera gamla |
| gólvið sum nýtt )
Gólvtænastan
Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875
Tórshavn Fax. 18809
Ókeypis tilboð og vegleiðing verða
givin.
tór.- |