mikudagur 5. oktober 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 189 — 5. OKTOBER 1994 Síða 11
Nú byrjar aerobic ==
yr) ag
i Leirvikar skúla
Eisini annar fimleikur er å skrånni hjå fimleikafelagn-
um Foki ur Gøtu og Leirvik, id hevur um 300 limir
Fimleikafelagið Fok, ið er
eitt felagssamtøk millum
bygdimar Gøtu og Leirvik,
er aftur lagt til brots eftir
summarsteðgin.
Felagið er rættiliga ungt
tað varð stovnað í 1993, og
beinanvegin fekk tað góða
undirtsku. Fok hevur í dag
um 300 limir.
Eins og í fjør verður farið
í holt við allan møguligan
fimleik, og er okkurt fyri
bæði yngri og eldri.
Tað nýggjasta á skránni
júst nå er aerobic, ið byrjar í
kveld. Mikukvøld kl. 19 er
aerobic fyri byrjarar og kl.
20 fyri tey, ið eru eitt sindur
vand. Friggjakvøld kl. 19 er
aerobic uttan hopp fyri eldri
kvinnur og kl. 20 fyri vand-
ar aerobic-íðkarar. Leiðari
er Guðrun M. Hansen, ið
hevur verið á skeiði hjá
kenda danska instruktørin-
um Joan Løhning, og verða
venjingarnar í fimleikar-
høllini í Leirvikar skúla.
— Aerobiv verður mest
íðkað av gentum og yngri
ogeldri kvinnum, men kort-
ini eru mannfólkini eisini
vælkomin at vera við, sigur
Guðrun M. Hansen við ltr-
óttar-Sosialin.
Leirvikar skúli er esini
karmur um restina av virk-
seminum, Fok hevur i løt-
uni. Har er talan um sokall-
aðan >móður og barn«-fim-
leik, reiðskapsfimleik fyri
børn í skúlaaldri, rútmiskan
fimleik og annað. Byrjað
varð við fimleikinum longu
månakvøldid, og verður so
hildið fram í allan vetur.
Til hjálpar hevur Fok
fingið nakrar leiðarar úr
fimleikafelagnum Støkk á
Glyvrum. Millum annað
eru í ár komnir Andrias
Lamhauge og Svend Knud-
sen, og Jens Martin Knud-
sen høvdu tey eisini sum
leiðarar í fjør, umframt onn-
ur við.
Tilmelding til aerobic fer
fram við at ringja til Guðrun
M. Hansen (tlf. 41732), Tór-
hild Bjarkhamar — (tlf.
43329) ella Jonnu Jacobsen
(tlf. 42110).
Fimleikafelagid Fok ætl-
ar sær f vetur at vera vid i
kappingum um føroya-
meistaraheitini í fimleiki,
so spennandi verður at
síggja, hvussu gongst hes-
um nýggja felagnum.
hj.
Albert Marni kappast
við skúlanæmingar
Seinnapartin í gjár kl. 13
kappaðist rennarin Albert
Marni Joensen við átjan
næmingar í Eysturskúlan-
um í Havn — sjálvandi var
að í renning.
Albert Marni Joensen, ið
er ein av okkara allarbestu
rennarum — og eisini mill-
um teir fremstu í Danmark
skuldi renna níggju kilo-
metrar, meðan teir átjan
rennararnir úr Eysturskúl-
anum runnu boðrenning,
fimm kilometrar í part.
Teir átjan næmingarnir
vórðu útvaldir, tá norrøna
skúlarenningin var fríggja-
dagin, og vóru teir undan
renningini í gjár sera spent-
ir, um teir saman kundu
gera nakað í avbjóðingini
við Albert Marna Joensen,
ið eigur fleiri føroysk met
Til hesa ødrvisi kapp-
renningina hevði Mjólkar-
virki Búnaðarmanna latið
eitt steyp til vinnaran — ella
vinnararnar...
B36, føroyameistarar í gentum 14-17 år, 1994. Aftast frá vinstru: Ann Vang, Maria
Vang, Rakul Joensen, Brynhild Klein, Eva Vang, Anna K. Hansen, Guðrið Dam,
Christina Danberg, Rannvá av Húsabrúgv, Jákup i Stórustovu, venjari. Fremst frå
vinstru: Arnbjørg Davidsen, Marjun Petersen, Sólvá Joensen, Súnfríð Simonsen, Mie
Larsen, Sólgerð Viderø, Fríðunn E. Olsen. Á myndini vantar Margretha Hammer. Vert
er al geva gætur, at hetta liðið hjá B36 hevur havt einastandandi góð úrslit seinnu ár-
ini. Tær eru nú meistarar annað árið á rað, og síðani september 1992 hava tær bert
sett eitt stig til við einum javnleiki. Í finaluni í ár á Svangaskarði vunnu tær 2-0 á EB —
málskjúttar vóru Rakul og Sólvá Joensen. Måliårtøkan í landskappingini í år var 548,
og í fjør uppaftur betri, tá hon var 70-8! Tillukku við føroyameistaraheitinum!
FR
"ab oms
i Font
TS:
bt ae
Djåni N. Joensen, Uni L. Hansen og Jónstein Petersen, D her dystast vid klaksvikingar,
sleppa í komandi viku at royna ein nýggjan venjara, tá ey. sturrikarin Ernst Netuka kemur
til Runavíkar at venja NSÍ í nakrar dagar, áðrenn avgerð verður tikin um møguligt
samstarv í komandi kappingarári
(Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen)
Eysturrikari
skal venja NSI
Mikudagin 12. oktober fær
NSÍ vitjan av eysturríkaran-
um Ernst Netuka, sum skal
venja bestu manningina hjá
runavíkingum í nakrar dag-
ar og standa við síðulinjuna
undir einum av dystunum í
vetrarkappingini hjá Fót-
bóltssambandinum.
Venjarin hjá NSÍ í ár og í
fjør, Petur Simonsen, hevur
sagt felagnum frá, at hann
ikki ynskir at halda fram eitt
ár aftrat, og tí eru teir farnir
at hyggja seg um eftir ein-
um nýggjum venjara — eis-
ini hevur NSI lýstefur venj-
ara.
Eitt av evnunum, NSI fór
at hugsa um beinanvegin,
var bretin lan Salter, ið var
venjari hjá NSI eitt skifti í
80-árunum. Hann var sera
vældámdur, og teir kannaðu
møguleikarnar fyri at fáa
hann hendanvegin, men tað
lá ikki fyri. Men ikki vóru
teir tómhentir kortini, tí lan
Salter vísti á Ernst Netuka,
ið hevur verið ein av teim-
um venjarunum í donskum
fótbólui, ið man hava fingið
mest burturúr, har hann
hevur verið.
Nevnast kann, at Ernst
Netuka i 60-unum gjørdi
Hvidovre til meistarar. Lið-
ið kom eftir fýra árum úr 4.
deild upp í 1. deild og varð
meistari har fyrsta árið. Tað
sama roysnið — at fáa eitt lið
upp í deildunum — gjørdi
Netuka eisini, tá hann í síni
tid var venjari hjá Randers
Freja, ið hann fekk úr 3.
deild upp í 1. deild eftir
trimum árum — tó uttan at
teir gjørdust meistarar.
Umframt hevur hann vant
stórt sædølllid av týdningi í
donskum fótbólti gjøgnum
árini — Vejle, Horsens, AGF,
Kolding, Esbjerg og mong
onnur.
Allastaðni, har Netuka
hevur verið, hevurhann ver-
ið vældámdur, og hann er
kendur niðri fyri at fáa nak-
að burturúr, har hann er.
Enn er eingin avtala gjørd
millum NSI og Ernst Netu-
ka, ið fegin vildi koma til
Føroya fyrst fyri at síggja
urnstødurnar og liðið.
Fótbóltskonir siga, at hó-
ast Ernst Netuka nú er 62 ár
hevur hann framvegis nógv
gott at geva frá sær sum fót-
bóltsvenjari. hj.
Fyrsti hondbólts-
dysturin er í kvold
Komandi víkuskiftið fer
hondbóltslandskappingin
í gongd, men kortini fara
tvey av liðunum í 1. deild
hjá monnum at spæla sín
fyrsta dyst longu í kvold.
Dysturin verður millum
Kyndil og Stjórnuna, og
verður hann í ítróttarhgll-
ini á Hálsi í kvold kl. 18.
Dómarar verða Hjalmar
Petersen og Kristian Jo-
hansen — einastu altjóða
hondbóltsdómararnir, vit
eiga.
Klaksvíkingar hava bið-
ið um at fáa dystin fluttan,
tí fleiri av spælarunum um
vikuskiftið eru við í kapp-
ingini um óalmenna FM-
heitið í innandura fótbólti,
ið Vágs Bóltfelag saman
við Itréttar-Sosialinum
skipar fyri í Vági.
Roknast má við, at fa-
vorittarnir í hesum dysti
eru meistararnir úr Kyndli
— flestu spælararnir, ið
vóru við í fjør, eru við aft-
ur í ár. Tó er Jónleif Sól-
sker burturstaddur í arb-
eidsørindum uttanlands.
Aftur í ár er tað Geir
Wardum, ið tekur sær av
mansliðnum hjá Stjørnuni
sum spæ
Umframt fær Stjórnan eis-
ini stuðul
báðum Mørkøre-brødrun-
um, Egili Johansen og
målverjanum Finn åSvød,
ið er vendur aftur til upp-
runafelagið.
landi = venjari.
frá teimum
hj.