Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juli 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 12. juli 2003 15 Trygdarlás steðgar sextænastum Føroya Tele setur trygdarlás á samrøð- urnar til tey londini, sum vanliga bjóða sokallaðar sex-tænastur TELE Tíðindaskriv Síðan 27. mai 2003 hevur Føroya Tele havt trygdarlás á samrøðunum til tey lond, sum vanliga bjóða sex- tænastur. Tænastan er ein fastnettænasta og fevnir bæði um vanligar uppringingar frá fastnetinum og uppringt internetsamband. Føroya Tele hevur áður havt fast sperr til ávís telefonnummur í hesum londum, men telefonnumm- urini verða støðugt broytt, so tað hevur verið sera tíðarkrevjandi at halda við líka. Føroya Tele metir, at trygdarlás er smidligari bæði fyri kundan og Føroya Tele. Orsøkin til hetta stigið er ikki, at Føroya Tele hevur fingið órímiliga nógvar klagur nú, men er ein ásannan av, at við øktari útbreiðslu av internetinum økist vandin. Við hesi tænastu tryggjar Føroya Tele, at kundin ikki av misgáum tekur síður niður av internetinum fyri prísir, sum eru nógv hægri enn teir, sum annars galda fyri kundarnar hjá Føroya Tele. Hetta er sum sagt bert eitt lás, so kundin kann framvegis ringja til londini, sum eru umfataði av lásinum. Tað verður gjørt við at trýsta eina kotu inn, áðrenn ringt verður. Tá ringt verður til eitt av hesum londunum, uttan at kotan verður trýst inn, koma soljóðandi taluboð: Vegna kostnaðarmiklar fjarskiftistænastur er landið, tygum ringja til, umfatað av trygdarlási. Um tygum ynskja at ringja til landið, vinarliga trýstið 1449 áðrenn telefonnummarið. Kotan, sum í dag er 1449, kann broytast, um Føroya Tele fær illgruna um misnýtslu. Listin við londum, sum eru umfataði av trygdarlásinum, sæst á www.tele.fo/taenastur/ trygdarlás. Hann verður broyttur, so hvørt sum nýggj lond koma afturat ella fara burturav. Heðin M. Klein dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni At skifta orð við hampafólk um umráðandi evni og stríðsmál kann vera bæði áhugavert og gagnligt, sjálvt um tú kanska ert grundleggjandi ósamdur við tann ella tey, sum tú eigur orð saman við. Sjón- armiðini kunnu roynast, brótast og brýnast. Men ein avgerandi fyritreyt og eitt minstakrav má vera, at við- gerðin fer fram á einum rímiliga reellum grundar- lagi, millum annað við røttum faktiskum tølum. Hesa grundleggjandi fyritreyt fyri einum kon- struktivum orðaskifti lýkur Jonhard Mikkelsen tíverri ikki. Og tá ið hann nú endurtekur sínar snaringar og skeivleikar, so er so lítið hjá mær at gera - ja hann leggur longu í vaðið í tí allar fyrsta setninginum: "Skúlabókagrunnurin fær stívliga 6 milliónir krónur í stuðli." (Tað rætta talið er 5,2 milliónir í 2002 og 4,8 milliónir krónur í 2003). Og hetta sama, har sum tøl í milljónaklassanum koma skeivt fyri, heldur hann so á við í hesi seinnu greinini í Dimmalætting og Sosialin- um - viðvíkjandi Bókamið- søluni, sum hann játtanar- liga heingir um hálsin á Bókadeildini hjá Føroya Lærarafelag og Skúlabóka- grunninum, viðvíkjandi stuðulskontuni í Menta- málaráðnum m.a. hjá pri- vatum forløgum til at geva út skúlabøkur fyri (prátið um kappingaravlagandi stuðul er heilt burturvið), viðvíkjandi útgávusíðutal- inum hjá Føroya Skúla- bókagrunni, sum er fram- vegis skeivt roknað hjá honum, viðvíkjandi stuðli pr. útgávu og/ella stuðli pr. blaðsíðu. Osfr., osfr. Jonhard Mikkelsen tykist ikki at duga at skilja - ella hann vil ikki skilja - at tølini, eg nevni í rættleiðing mínari, eru ikki relativistisk gummitøl, men absolutt veruleikatøl! Eitt, ið Jonhard Mikkel- sen fer ov lættliga um, eru krøv til undirvísingarmiðl- ar. Hetta avgerandi evnið í hesum samanhanginum krevur eina djúpari og nógv meira umfatandi viðgerð enn tað, sum møguligt er á hesum staði. Tí hetta er aðaltátturin í teirri skúla- bókagerð, ið tekur sítt arbeiði í fullum álvara, og hetta er tað, sum ger, at undirvísingarmiðlaútgáva er nógv øðrvísi og torførari - og eigur at vera øðrvísi, torførari, drúgvari og tí upp á seg dýrari - enn øll onnur útgáva, sum eg veit um at siga. Langevåg í Noregi, 10. juli 2003. Föroya Bjór stavar Vegrin við G Föroya Bjór vil verða sett í samband við tónleik og hevur slept einum »Vegr« pilsnara í sambandi við G! Festivalin BRYGGJARÍ Tíðindaskriv Föroya Bjór hevur skrýtt tað sokallaða veðraølið við eini heilt serligari etikett fyri at hátíðarhalda G- Festival tiltakið. Í sambandi við stóru hátíðina í Gøtu 18. og 19. juli hevur Föroya Bjór slept einari "G! Vegr" pilsnarøl á marknaðin, samstundis sum felagið hevur avgjørt at stuðla tónleikatiltakinum. Stjórin á Föroya Bjór, Einar Waag, sigur seg rokna við, at etikettin saman við stuðlinum til Tónleika- samtakið Grót, ið stendur fyri G! Festivalini, kemur at virka til at framhaldandi knýta Föroya Bjór navnið at føroyskum tónleiki. – Vit rokna við, at tey 18 til 30 ára gomlu taka okkara boðskap til sín – og so seta vit stórar vónir til veðrið, sigur Einar Waag. – Tiltøk sum G! Festivalurin eru við til at menna føroyskan tónleik, og tí vilja vit luttaka, leggur hann afturat. Etikettin á Vegrinum hevur eitt stórt G! búmerki og eina mynd av Gøtuvík, ið varð tikin av sandinum í fjør, tá G! Festivalurin varð hildin á fyrsta sinni. At nógv arbeiði verður lagt í at fáa eina væl eydnaðan G! Festival endurspeglast í einum gomlum sitati á baksíðuni á Vegretikettuni frá ongum minni enn Gøtu Tróndi: »Mangt umskipast á mansins ævi. Ikki var tað so, tá ið eg var ungur, at menn skuldu sita ella liggja góðveðursdagar, teir sum ungir vóru og væl førir.« TRYGGING Tíðindaskriv frá Trygd Nú er summartíð, og hjá nógvum somuleiðis tann árliga ferðingin. Ein túrur sum tú hevur sæð fram ímóti og longst eftir í fleiri mánaðir, og sum helst skuldi givið tær góð minni. Men tað sum skuldi ganga so væl, kann skjótt verða vent til eina marru, um tú ikki ert nóg væl fyrireik- að/ur. Eru tínar tryggingar í lagi? Tað er eins umráðandi at eftirkanna tryggingarnar, sum bilin, áðrenn tú fert at halda frí uttanlands, og eigur tú at hava nevndu tryggingar í lagi, áðrenn farið verður avstað. Familjutryggingin Familjutryggingin hjá Trygd fevnir um eina ferðagóðstrygging og eina ábyrgdartrygging. Ferðagóðstryggingin fevnir um teir lutir, sum tú tekur við tær á ferðini, tað verði seg klæði, myndatól og í ein ávísan mun reiður peningur. Ábyrgdartrygg- ingin fevnir um sjálvan teg, um tú gert skaða á aðrar persónar ella lutir hjá øðrum á túrinum. Familju- tryggingin tryggjar teg væl, men tú hevur ikki fulna, um tú gerst sjúk/ur og hevur hjálp fyri neyðini uttan- lands. Tað ger ferðatrygg- ingin harafturímóti. Ferðatrygging Sum kanska mest týdning- armikla, fevnir ferða- tryggingin um útreiðslur í sambandi við lækna, tann- lækna, sjúkrahús og har- umframt heiluvág í sam- bandi við sjúku. Hetta kanst tú ikki vera fyriuttan. T.d. kunnu út- reiðslur í sambandi við eitt vanligt beinbrot sunnan- fyri, lættliga koma upp á tær 50.000 kr. Tað skalt tú sjálv/ur rinda fyri, um tú ikki ert tryggjað/ur. Undan- tikið er Skandinavia og partur av Englandi, har tú ikki sjálv/ur rindar fyri útreiðsur til lækna og sjúkrahús. Ferðatryggingin fevnir harumframt um útreiðslur fyri tíni nærmastu, soleiðis at tey kunnu koma til tín, eins og tú og tey tú ferðast saman við, kunnu verða flutt heim, um onkur gerst álvarsliga sjúk/ur. Gerst onkur av tínum nærmastu álvarsliga sjúkur ella doyr, tá tú ert burtur, rindar tryggingin heimferðina alt fyri eitt. Verður ferðin av- brotin orsaka av sjúku ella orsaka av, at tú verður kall- að/ur heim, er møguleiki fyri at tú kanst fáa endur- rindað eina nýggja ferð. Eisini fevnir ferðatrygg- ingin um vanlukkutrygg- ing. Ferðatryggingin kann verða teknað sum ískoyti til familjutryggingina ella sum einsæris ferðatrygg- ing, sum fevnir um ávísa ferð. Biltrygging – Tað grøna kortið Fara tit at ferðast við bili, eigur biltryggingin sjálv- sagt at vera í lagi. Ábyrgdartryggingin er lógarásett, og tað grøna kortið er skjalprógv fyri, at bilurin er ábyrgdartryggj- aður og samstundis prógv fyri, at ábyrgdartryggingin hevur endurgjaldsábyrgd mótvegis øðrum eftir teimum endurgjaldsreglum sum eru galdandi í tí landi, har óhappið er hent. Í nógvum londum, eitt nú í norðurlondum, er ikki neyðugt at hava tað grøna kortið við sær og er tað vanliga heldur ikki eitt krav í EU londunum, men hetta kann verða gagnligt at hava við sær, serliga í suður- evropa. Í nøkrum londum, serliga í teimum gomlu eysturlondunum, er tað grøna kortið eitt krav. Mynduleikarnir í Litavia og Ruslandi góðtaka ikki tað grøna kortið. Her er neyðugt at tekna eina ser- staka ábyrgdartrygging við landamarkið. Tað grøna kortið er ókeypis og fæst við at venda sær til sítt trygg- ingarfelag. Tað reyða kortið Er bilurin skrokktryggj- aður, hevur tú samstundis ein serligan uttanlands- fulna. Tað reyða kortið er prógv fyri hesum og gevur tær rætt til hjálp, um bilurin er fyri óhappi. Í hesum føri er Danmark eisini útland. Hjálpin er t.d. sleipan ella hjálp til nærmasta verkstað ella í ringasta føri verður bilurin fluttur heimafur. Um ferðast verður uttan- lands við bili, verður tær viðmælt at hava bilin skrokktryggjaðan og hava tað reyða kortið við tær. Tað reyða kortið er ókeypis, og fæst við at venda sær til sítt trygg- ingarfelag. Sethúsini Er ætlanin at ferðast longur enn bert nakrar fáar dagar, er tað eitt gott hugskot at biðja familju ella grannar halda eyguni við sethús- inum, meðan tú ferðast. Eitt vatnrør kann fara at leka og gera stóran vatn- skaða bæði á húsið og innbúgvið, um tú ikki varnast hetta í góðari tíð. Eisini kann streymurin svíkja, soleiðis at maturin í frystiboksini verður spiltur. Aðrir skaðar kunnu eisini henda. Tað er betri at vera fyri- varin enn eftirsnærin. Góða summarfrítíð! VIÐMERKINGAR Viðvíkjandi skúlabókaútgávu Ein síðsta viðmerking á hesum sinni til Jonhard Mikkelsen, blaðstjóra Summartíð er frítíð 15 14 Nr. 130 - 12. juli 2003 Ættleiddi Rúni Kim Petersen ella Hyo Shik, sum koreansku foreldrini nevna hann, fer nú til Seoul at hitta biologisku foreldrini, sum settu seg í samband við hann fyri meira enn hálvum øðrum ári síðani ÆTTLEIÐING Marjun Dalsgaard Tað eru ikki sørt av summ- arfuglum í búkinum hjá 26 ára gamla Rúna Kim Peter- sen. Hann er ættleiddur, og dagurin nærkast, har hann fyri fyrstu ferð skal hitta biologisku foreldrini í Seoul í Suður Korea. Hesin partur av hansara søgu byrjaði í mars í 2002, tann dagin hann fekk bræv frá Adoptiónskontórinum í Århus um, at biologisku foreldrini vildu hava sam- band við hann. Sosialurin gjørdi eitt prát við hann tá, og síðani eru fleiri brøv og myndir send ímillum lond- ini. At síggja myndir av biologisku familjuni hevur verið løgið, heldur Rúni. Hesi fremmandu fólk, sum siga seg vera hansara kjøt og blóð. Enn løgnari heldur hann tað vera at síggja seg sjálvan í bæði mammuni og teimum báðum brøðrunum, ikki bert í útsjónd, men eisini í yrki. Familjan í Seoul eigur eina matstovu, og Rúni er bæði kokkur og tænari. - Súreplið er kanska ikki dottið so langt frá træðnum, flennir hann. Tá tey skriva til hansara, kalla foreldrini í Seoul hann fyri Hyo Shik. Broytti lív hansara Tá ið Rúni hoyrdi frá bio- logisku foreldrunum fyrstu ferð, kollveltist tilvera hansara, og lívið hevur ikki verið tað sama síðan – tað er ríkari nú, sigur hann. Hóast tað hevur verið stutt- ligt at skriva saman við teimum, verður tað kortini nakað heilt annað at hitta tey. - Tað tómrúmið, sum tú kann kenna, tá tú ert ætt- leiddur, fer ikki vekk, fyrr enn tú hevur hitt familjuna. Tað er ikki fyrr enn tá, at tú veruliga kennir røtur tínar, sigur hann. Rúni er sera spentur, men onkuntíð vil hann bara hava tað yvirstaðið. - Tað er nógv stuttligari hjá mammu og teimum, tey eru so øgiliga forvitin. Tey hava altíð kent meg, og nú sleppa tey so at síggja bio- logisku foreldur míni – so tey bara gleða seg. Tað stendur meira á hjá mær, sigur Rúni. - Eg hevði bara viljað, at eg var komin heim aftur og visti, um vit svinga væl saman, sigur Rúni. Hann heldur, at tað er hart at bíða - nógvar vónir, men enn kann hann ikki vita, hvussu tað heila fer at spæla av. Tí hevur hann valt ikki at vænta sær alt ov nógv. - Tá eg havi hitt tey, veit eg, um eg fari at brúka tíð og orku upp á hetta sam- bandið. Tað merkir ikki, at eg kvetti sambandið, um alt ikki gongur sum eftir ánni beinanvegin, men eg fari ikki at berjast fyri tí, um eg ikki verði lukkuligur av tí. Møguliga havi eg einki felags við tey, tey liva jú heilt øðrvísi enn vit, og tað kann vera, at kemiin ikki riggar, sigur Rúni. - Í besta føri rokni eg við, at vit verða vinir fyri lívið, og at eg vitji tey av og á, leggur hann aftrat. Hevði ikki farið einsamallur Bæði mamman, pápin, systirin og ein beiggi fara við Rúna til Korea. Hann hevði ikki farið, um hann skuldi avstað einsamallur. - Tað kann sjálvsagt hugsast, at stemningurin verður eitt sindur undar- ligur ella spentur, tí báðar familjurnar vera har – møguliga tey í Korea hava eigarafornemmilsir ella okkurt sovorðið, men eg vil hava, at báðar familjurnar eru hjá, sigur Rúni. - Eg vil gjarna hava "backup". Tey eru fleiri og eru jú sum ein familja, so eg vil eisini hava mína familju við. Tað gevur meiri javnvág. Um eg til dømis verði keddur, havi eg mína familju har, og so kenni eg meg ikki so einsa- mallan, og kann hugsa, at tað ger ikki so nógv, um tað ikki gongur sum ætlað, sigur Rúni. - Tað ringasta, eg kann ímynda mær, er, at vit einki hava at tosa um, og tað virkar meingingsleyst at vera har, sigur hann. Korea Klubben skipar fyri Fyrstu ferð Rúni hittir familjuna í Korea verður 11. august klokkan 10 – morgunin eftir, at hann er komin til Seoul. Ferðin er skipað av Korea Klubben og einum hollendskum ferðaleiðara, ið sjálvur er ættleiddur úr Korea. Hann hevur ferðir til Korea fyri ættleidd sum sergrein. Hesin ferðaleiðari kennir alt til Korea og skilir eisini koreanskt. Hann hevur lagt alt til rættis – eisini sett seg í samband við familjuna og avtalað nær og hvar tey skulu hitta Rúna. Tað er ein lætti, at ein triðji persónur tekur sær av tílíkum, heldur Rúni. Misskiljingar kunnu lættliga koma fyri og óneyðugir trupulleikar standast av tí. Umframt ferðaleiðaran, familjuna hjá Rúna og bio- logisku familjuna úr Korea verður eisini ein annar tolkur fyri hann. Tískil vera tey 10 fólk, ið hittast, tá Rúni sær síni biologisku foreldur fyrstu ferð. - Tað kann virka eitt sindur ógvusligt, at standa har 10 fólk, men eg haldi, at tað er betur soleiðis, sigur Rúni. Tá tey øll hava heilsað upp á hvønn annan, kann hann velja at vera einsa- mallur við koreansku fam- iljuni, um hann hevur hug til tað. Tað veldst um, hvat hann hevur hug til tá, sigur Rúni. Umframt at vera í Seoul er ætlanin at ferðast runt í Korea og fara heim aftur 23. august. Tað er tó møgu- ligt, at hann verður har longur, sigur Rúni. Sosialurin ynskir Rúna og familjuni eina góða ferð! Hittir foreldrini fyrstu ferð Tað er heldur sjáldsamt, at foreldur seta seg í samband við barnið, sum tey hava ættleitt burtur. Tað hendir fyri 100 út av 4000 ættleidd, siga tey í Korea Klubben. Hóast at tað hevur verið stuttligt at skriva saman við biologisku familjuni, verður tað nakað heilt annað at hitta tey, sigur Rúni Kim Petersen - Tað ringasta, eg kann ímynda mær, er, at vit einki hava at tosa um, og at tað virkar meiningsleyst at vera har. - Tað tómrúmið, sum tú kann kenna, tá tú ert ættleiddur, fer ikki vekk, fyrr enn tú hevur hitt familjuna. Tað er ikki fyrr enn tá, at tú veruliga kennur røtur tínar. - Tað kann sjálvsagt hugsast, at stemning- urin verður eitt sindur undarligur, tí báðar familjurnar vera har – møguliga tey í Korea hava eigarafornemm- ilsir ella okkurt so- vorðið, men eg vil hava, at báðar familj- urnar eru við. - Tá eg havi hitt tey, veit eg, um eg fari at brúka tíð og orku upp á hetta sambandið. Tað merkir ikki, at eg kvetti sambandið, um alt ikki gongur sum eftir ánni beinanvegin, men eg fari ikki at berjast fyri tí, um eg ikki verði lukkuligur av tí. C M Y K 14