Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1 : 1 da FRÆLSI-—- JAVNAÐUR — BRØDRALAG Donsku kreditfeløgini seigpina Føroyar FØROYSKA samfelagid hevur aftur fingið ein skelk. Hesaferð er tað Fiska- virking. Henda stórfyritgkan, sum skuldi tryggja føroyingum ta frægastu loysnina burtur úr stóru búskaparligu trupulleikunum, er nú komin við eini frågreiding, sum fer at skapa bæði 6- nøgd og øsing millum manna. Sambært hesi frágreiðing, sum er undirskrivað av nevndarformanninum, hevur fyritøkan ikki longur ráð til at vera ein sosialur hjálparstovnur. Tað er komið hartil, at møguleiki er bert at hava nøkur heilt få virki opin. Við ødrum orðum verður mælt til at lata aftur eini 3-4 virki av teimum sera avmakaðu, sum í dag eru í gongd. TAÐ eru helst fleiri orsøkir til, at nevndin í Fiskavirking er komin til hesa niðurstøðu. Vit skulu her tríva í eina av teimum, sum eftir okkara tykki er ein tann týdningarmesta. Og tað er leiklut- urin hjá teimum donsku kreditfel- øgunum. Tað er sjåvandi skeivt, um vit føroyingar leggja alla ábyrgd fyri trupulleikarnar og tær skeivu iløgurnar yvir á útlendingar - og í hesum føri donsk kreditfelgg. Tó kemst ikki uttan um, at tað eru hesi, sum hava havt ein sera sera týðandi leiklut í yvirupphit- ingini av okkara samfelag. Og sentrali spurningurin í dag er: eru hesar pen- ingafyritøkur við til - í nóg stóran mun - at bera undirskotið av teimum skeivu íløgunum. OKKARA svar er eitt avgjørt nei. Sjálvandi mugu vit føroyingar vera við til at bera byrðarnar, sum komu í kjalar- vørrinum á teimum skeivu iløgunum. Og tað gera vit so sanniliga eisini. Men kreditfeløgini, sum sjålvi hava tikið eina risiko við at læna føroyska sam- felagnum so nógvar pengar til alt millum himmal og jørd - frá handilsbygningum til graslikisvøllir - mugu so sanniliga eisini gjalda fyri hesa risiko. Tey mugu til at sanera størri part av skuldini, sum hvør Per og Pål stendur og skyldar teimum. Tað kann ikki vera rætt, at hesar sera sterku at lesa í Sosialinum spennandi donsku peningafyritøkurnar skulu sleppa at hava kvørkratak um alt tað føroyska samfelagið, og at tær skulu sleppa at seigpína okkum. KREDITFELØGINI í Danmark eru ikki sett á stovn fyri at halda eitt heilt samfelag sum gíssil og broyta allan tann sosiala bygnaðin í einum landi. Hesi feløg mugu so sanniliga eisini svíða fyri skeiva lánipolitikk sín. At teir hava verið so fúsir at læna nærum hvørjari bygd pengar til graslikisvøllir sigur ikki so lítið um dømievni teirra. So kann ein siga, at kreditfeløgini hava vitað líka lítið sum okkara politikarar, hvønn veg tað bar. Nettup tí mugu tey eisini gjalda sín part. Og tað er hetta tey ikki gera í nóg stóran mun. Nú hótta tey so eisini við at taka graslikisvøllirnar av føtbéltsvøllunum. Er tað ikki at klæða seg sjálvan úr!!! LAT okkum venda aftur til Fiskavirk- ing. Har varð roynt at fáa kreditfeløgini at vera meira rímulig og sanera stórri part av skuldini. Men gakk. Urslitid varð, at tey skóru alt ov lítið av. Nú verður hótt við at niðurleggja uppaftur fleiri virki, og tað er heilt ímóti anda- num í tí avtalu, sum Richard Mikkelsen gjørdi saman við kreditfeløgunum, nevniliga tað lyftid til føroyska samfel- agið, at virki fóru at vera í gongd kring alt landið. Nú Fiskavirking ikki megnar skyldur sína uttan at skula stongja enn fleiri virki, so má tað vera uppgávan hjá sama Richardi at sannføra kreditfeløgini um, at tey noyðast at sanera meira av skuldini. OG henda søgan endurtekur seg, hvar vit enn hyggja kring okkum í føroyska samfelagnum. Kreditfeløgini seta eisini kílar í, tá tað ræður um kommunurnar. Her royna tey at forpurra eina rímuliga loysn, har eisini tey eru við til at gjalda. Tey vilja ístaðin tvinga eina sokallaða føroyska loysn igjøgnum, og tvs. eina loysn, har tær almennu Føroyar og føroyingar bera skuldina einsamallir á sínum herðum, meðan kreditfelggini ganga frí. Ja aftur her skulu tey ganga frí og ikki svíða fyri egnu skeivu lániíløgur. Og leita vit kring okkum so síggja vit alla staðni "spøkilsishus” tvs. bygningar, sum kredtifeløgini hava Gerist haldarar BEINANVEGIN og fáið blaðið 5 ferðir um vikuna restina av ársfjórðinginum Gerið tað av Í DAG Sendið lepan ella ringið 11820 og fáið blaðið BEINANVEGIN mu sagt gott fyri at figgja. Tað næsta vit fara at síggja er , at somu kreditfeløg fara undir at tóma bygningar og virki eins og tey nú hótta við at gera við graslíkini, tey hava liggjandi kring oyggjarnar. VIT halda tað er uppá hægstu tíð at rópa eitt gevaldugt varskóg. Vit kunnu ikki góðtaka, at donsku kreditfeløgini skulu sleppa undan at sanera skuld í Føroyum, ti tá avskepla tey allan bygnadin í føroyska samfelagnum. Tað einasta rætta vildi verið, at hesir figgingarstovnar viðgingu síni mistøk í Føroyum, avskrivaðu hetta og hildu seg vekk. Nú royna hesi somu feløg at pína landið niður. Tey kvala tann lítla livsneistan, sum enn er. Hava hesi feløg lånt út í ti bláu luft, so mugu tey viðganga sínar brølarar og góðtaka missin. Nú at ábyrda kommunurnar er tað sama sum at seigpína hetta samfelagið, sum so ongantíð kemur fyri seg aftur. Ein av høvudsorsøkunum til at samfelagið ikki kemur í gongd aftur er nettup stødan hjá kreditfeløgunum. OG vit vilja minna myndugleikarnar á - og fyri tað eisini danska Kreditráðið - sum skal meta um, antin kreditfeløgini bera seg rímuligt og rætt at mótvegis sínum lánarum, at her má danska stjórnin gera sína ávirkan galdandi. Ein hevur varhugan av, at stjórnin hevur latið seg binda á hond og fót av hesum peningasterku fyritøkunum eins og hon hevur gjørt tað mótvegis fyritøkum sum Den Danske Bank og A. P. Møller. Vit minnast gitingarnar um Den Danske Bank og Hafnia Holding. Tað var onkur, sum teskaði, at afturfyri at hjálpa statinum burtur úr trpulleikunum við Hafnia, so varð gerðabýti gjørt, sum hevði við sær, at stjórnin friðhalgaði Den Danske Bank í sínum disposi- tiénum í Føroyum. Er tað hetta sama vit nú síggja í sambandi við Kreditfeløgini? SANERING og aftur sanering. Hetta er lyklaorðið - eisini tá nýggja landsstýrið fer til Danmarkar í november. Og vónandi verður Ráðgevandi Nevndin hjá danska forsætisráðharranum so mikið rættskikkað, tá hon um nakrar vikur kemur við sínum frágreiðing, at okt. ársfj. 94. ' 225 kr./ársfj. (haldarar í Føroyum) 425 kr./årstj. (haldarar í Danmark) I | 340 kr. (haldarar í Danmark, 5 bl. í senn) I Ymsir prísir fyri onnur lond. NaVíi m.eserecerrseretseárersgannnnnunnnunr, BÚSIAðUr eee EYGADÝUR ss rer Kannað postverkinum Eg gerist haldari og gjaldi fyri 67. ÁRGANGUR i: Miilier Blaðfóik- Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: P/1 Saslalurin Bústaður: Argjavegi 26 } Postadr: Postsmoga 76 Fyrir, Klan a Joona-Tórinn SMID | ten PA Selur, | KR | er Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov - hon mælir sinum arbeidsgevara til at hyggja at sjålvari rótini - meginorsøkini til at trupulleikarnir ikki kunnu loysast, nevniliga tvíhaldanin og seigpínanin hjá donsku kreditfeløgunum av tí føroyska samfelagnum. Bonnerup - spæl við opn- um kortum og fær inn til rótina. Tú kanst neyvan halda tað vera rætt, at danska stjórnin bara skal standa og hyggja at, meðan somu kreditfeløg blaka Føroyar aftur í midøldina. Lurta eisini eftir Lise Lyck. Vil tú Føroyum og Danmark væl, tá letur tú Nyrup vita alt hetta, ið vit her hava víst á. Tú veit væl, at tú byggir einki land við at brúka IMF-skar metodur her tvs. at gera tað so 6møguligt at liva í hesum landi, at einki fæst at grógva aftur. Tað, sum hendir í dag, er, at donsku Kredtifel- øgini kalt og kyniskt reka leiklutin hjá IMF við at tvinga tey seinastu oyruni burtur úr landinum og fólkinum. KANN verðin veruliga vera so køld og kynisk, Bonnerup, at henda seigpíning av føroyska samfelagnum er ein til- rættalagdur liður í royndini hjá donsk- um pengamagnatum seinni at fáa meg- inpartin av ógóðanum av eini komandi oljuvinnu - at fáa framíhjárætt til at seta klørnar í svarta gullið eystan og sunnan fyri Føroyar? Vit bíða í spenningi eftir, hvat tú Bonnerup og tínir starvsfelagar fara at ráðgeva statsministaranum fáar vikur, áðrenn hann skal til samráðing- arborðið við føroyingar. Man tað vera rætt, tá vit gita, at tíni ráð, Bonnrup, verður tann kós, sum Nyrup fer at halda - og halda seg noyddan at halda, tí tit jú eru hansara ráðgevar! Tá er títt arbeiði altavgerandi fyri lagnu Føroya. Tað er ein stór ábyrgd at hava. Tú hevur so tann fyrimun framum Nyrup og aðrar leiðandi danir, at tú hevur sæð og upplivað hetta okkara land. Tí kennir tað frá ðrum enn turrum og køldum tólum. Spurningurin er tá bara, hvar tú hevur tí hjartað. Vit kenna teg sum ein hampamann. Vit fáa at síggja í november. SOSIALURIN Ókeypis Sosialurin rindar postgjaldið .. Tíðindablaðið SOSIALURIN Postboks 76, FR-110 Tórshavn