Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994 Síða 3 Dánjal Pauli Danielsen heiðraður fyri sitt norðurlendska arbeiði Fríggjamorgunin kl. 11 verður samkoma í Tinghúsinum, har Dánjal Pauli Danielsen á Vel- bastað, fyrrverandi landsstýris- maður, fær handaða sokalladu >Jacob Letterstedt-medal juna<. Fyrrverandi svenski ráðharr- in, Karin Søder, fer at handa honum medaljuna, ið verður latin sum viðurkenning fyri tað arbeiði, Dánjal Pauli Danielsen hevur gjørt í norðurlendskum hópi. Tað er Letterstedtska Føren- ingen, ið letur medaljuna, og er hetta fjúrtanda ferðin, at hon verður latin. Í grundgevingini fyri, at Dánj- al Pauli Danielsen nú verður heiðraður, sigur Lettstediska Føreningen, at hann sum ment- anarmaður í mong år í føroyska samfelagnum í verki hevur sýnt ein breiðan áhuga fyri norður- lendskum arbeiði. Sum mentanarmálaráðharri lá hansara partur ikki eftir í arb- eiðinum at fáa eitt Norðurlanda- hús í Føroyum, og í tíðini frå 1983 til 1987 og frá 1992 hevur hann sitið sum limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsinum, sig- ur nevndin í Leustedtska Føren- ingen í grundgeving síni. - Dånjal Pauli Danielsen um- boðar ein sera virknan norður- lendskan hugburð, ið er leysur avavbyrgingarkendum lyndi og rótfestur í føroyska mentanar- arvinum. Umframt at heiðra persónar, gevur felagsskapurin eisini pen- ing til ymisk norðurlendsk endamál, og í mai mánaði gav felagsskapurin 173.000 svensk- ar krónur til tíggju ymisk enda- mál. Lettstedtska Føreningen hev- ur gjøgnum árini givið næstan eina millión svenskar krónur til ymisk norðurlendsk endamál. hj. Fyrrverandi landsstýris- maðurin Dánjal Pauli Dan- ielsen verður fyrrapartin i morgin heiðraður við >Jac- ob Leuerstedt-medaljuni= Ingeborg Vinter, fakfelagsfólk og løgtingsfålk: Fiskavirking er eitt misfostur - Nú mugu bæði fekaløg og politikarar leggja uppí, tí vit kunnu ikki ganga við til, at fleiri hundrað arbeiðspláss aftrat verða nidurløgd, sigur Ingeborg Vinther, sum heldur leiðsluna í Fiskavirking heilt hava mist tamarhaldið á síni fyritóku Tá tað kom fram týsdagin , at nevndin í Fiskavirking ætlar at steingja trý ella fýra fiskavirki aftrat, fóru tele- fonirnar at kima, hjá Føroya Arbeidarafelag sum so nógva aðrastaðni. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeidara- felag og nývald í løgtingid, setti seg beinanvegin í samband við Óla Jacobsen, sum eins og hon er fakfel- agsfólk, og hann er eisini landsstýrismaður. Tey vóru samd um, at okkurt má ger- ast. - Hatta er fullkomiliga burturvið, og nú má eisini politiskt leggjast uppí at steðga ørskapinum. Vit kunnu sjálvsagt hvørki sum politikarar ella fakfelags- leiðarar góðtaka, at Fiska- virking nidurleggur fleiri hundrad arbeidsplåss aftrat, sigur Ingeborg. Prisirnar upp Hon heldur ikki, at skipanin vid íløgustuðlinum til skip, sum landa uttanlands, skal halda fram. Fiskaprisirnir i Føroyum mugu vera so høgir, at bæði bátar og fólk kunnu yvirliva, sigur hon. - Tað, sum nú hendir, er, at okkara arbeiðspláss verða útflutt til ES, og tað má gerast okkurt við. Tað, sum tó øsir Ingeborg mest upp, eru orðini hjá Ove Munch, nevndarformanni í Fiskavirking, um at Fiska- virking er farið ov langt í sinum sosialu veitingum. - Tad er nógv fyri at hoyra. Fiskavirking hevur hvørki á ein ella annan hátt ført sosialpolitikk í Føroy- um. Ingeborg ivast i, um tad er nøkur loysn fyri Fiskavirk- ing at lata fleiri virki aftur, tí afturlatin virki kosta einki. Ingeborg Vinther er ikki í iva um, hvat skal gerast: Burtur við Fiskavirking. Betri privat - Fiskaprísirnir mugu upp, og tað fara teir íkki við monopoli í Fiskavirking og bankanum. Eg eri ikki tals- kvinna fyri privatkapita- lismu, men vit mugu hava virkini aftur á privatar hendur, ti neyðugt er vid kapping å hesumøki. Fiska- virking er citt misfostur, og nú bemdir alt á, at leiðslan í Fiskavirking eisini hevur mist tamarhaldið á fyritøk- uni, sigur Ingeborg Vinther. Hon mælir eisini til at sleppa okkum av við allar hesar donsku leiðararnar, sum sita og stýra vinnu- lívinum - Teir gevast ikki við at skerja og kappa, til vit eru komin so langt niður, at vit ongantíð koma fyri okkum aftur, sigur Ingeborg Vinth- er, sum vónar, at okkurt positivt fer at henda aftur. Fólk eru heilt upp- steðgað av vónloysi, og nú skulu tey aftur hava stórri Óvissu, meira ótryggleika. Tað er ikki upp á handa mátan, landið verður bygt upp, sigur Ingeborg Vinth- er, sum í hesum spurningi als ikki er í tvistødu sum fakfelagsleiðari og politik- ari. randi AEG - ATLAS - ELCOLD - Ein bindi- hók afturat Forlagið Binda gevur nú út 3. bindibókina. Snælduni. Við í bókini eru 16 troyggjur støddini 3-12 ár, ið |" DANFOSS +: ;- komu inn til bindikapp- ingina, sum Bindibúðin Troyggjurnar í Bindi- skipaði fyri í vár. bókini eru í litaðum før- Hesar troyggjur verða oyskum tógvi frá vístarfram av børnum á måltasyningini, sum í verðurápallinumíSMS í dag, 6. okt., kl. 16.00 AEG - ATLAS - ELCOLD - HUSQVARNA - INDESIT - THERMOR O.A. 2300 | LÅGORKU . . H:87-B: 105-D: 73 e Elnýtsla i 24 tímar * * v/18'EINANS 0,61 kWh + : Á "- 3.785,- . 400 I LÁGORKU ”- "H:87 - B: 130 - D: 73 o , . bud . . „ Elnýtsla í 24 tímar * ø v/ 18” EINANS 0,76 kWh . . e” et „Kompressarin - er sjálvandi - Keypið har tygum . fáa tænastur „“*, -keypið frá: . SERVICA - HVITVØRUR P/F | Heykavegur 1 - Tórshavn - Tlf. 11404 (Í bygninginum hjá Thomas Dam á Hálsi) SNEG 580 BT HUSQVARNA - INDESIT - THERMOR O.A.