hósdagur 6. oktober 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Amerada
Hess
funnið olju!
Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994
Eitt oljuævintýr í Norðuratlantshavi er nú vorðið enn meira sann-
líkt. Stóra amerikanska oljufelagið Amerada Hess kunngjørdi i
gjár, at felagið hevur funnið olju í Schiehallion-økinum og gevur
hetta eina ábending um, hvussu stórt hetta økid er. BP var annars
fyrst at finna olju í hesum øki
Birgir
Christiansen
ABERDEEN
Aberdeen 4. oktober
Tíðindini hava kveikt vónir
um fleiri arbeiðspláss bæði
á sjógvi og landi, tá økini
upp móti føroyska markin-
um rættuliga fara undir
framleiðslu seinni í nitiår-
unum.
Alex Kemp, oljubúskap-
arfrødingur við University
of Aberdeen, sigur, at tid-
indini koma væl vid. Vidari
sigur hann, at tænastuveit-
ingarnar til leitingarvirk-
semi vestan fyri Hetland i
løtuni koma úr Aberdeen,
men sum ferð kemur á kann
hugsast, at veitingarnar fara
at verða lagdar nærri virk-
seminum.
Virksemið í Norðsjónum
fer framhaldandi at vera
rímuligt, men ikki slepst
undan at koyra fólk úr ar-
beiði og vónandi fara
nýggju økini vestan fyri
Hetland at vita upp í móti
hesum.
Alex Kempsigur eisini, at
oljufeløgini kanna, hvussu
tey kunnu býta kostnaðin av
at fara undir framleiðslu
vestan fyri Hetland. Hans-
arameting er, at teir flótandi
framleidslupallarnir so vid
og vid verda skiftir um vid
fastar pallar, id feløgini fara
at eiga i felag.
BP og Shell eru størstu
FAROESF COMMERCIAL ATTACHE
ROYAL DANISH EMBASSY
3 150 MARKE FSTREFT ADEADEEN ADV INT
| } 55 |
TUESDAY OCTOBER 4 1994
re
nd Journal
| uge e oil find no
looks just the job
Atlantic promises new bonanza
samstarvsfelagarnir i
Schiellion-økinum, medan
Amerada Hess er millum
tey feløg, 13 hava rættindi til
flestar fermetrar í Nordur-
atlantshavi og sostatt er líkt
til, at feløgini koma at gera
eitthvørt byt.
Nýggjagkið hjá Amerada
Hess liggur 130 kilometrar
vestan fyri Hetland á 350
metra dýpi og mett verður,
at økid goymir millum 250
og 500 milliónir tunnur av
olju. Henda nøgd er umleið
tann sama sum Foinaven
keldan hjá BP, ið liggur
uppaftur 15 kilometrar vest-
ari, er mett at goyma.
Schiehallion-keldan er av
somu stødd.
Oljuterminalar
avvistir
I gjår fingu triggir olju-
terminalar at vita frå Shet-
land Council Policy and Re-
sources Committee, at
teirra tilboð um at taka móti
olju frá Foinaven ikki vóru
góðtikin. Tilboðini frá Sull-
om Voe í Hetlandi, Flotta í
Orkney og Nigg í Easter
Ross í Skotlandi vóru ikki
g6dtikin vegna tøknifrødi-
ligar og vinnuligar trupul-
leikar.
Umbodid hjå oljufeløg-
unum å Foinaven-økinum,
BP, segdi at allir triggir
oljuterminalarnir noydast
at bjóða umaftur. Urslitid
Skotar ruddaðu forsíð-
una týsdagin, tá stóra
amerikanska oljufelagið
Amerada Hess kunn-
gjórdi, at tað hevur
funnið eina risastóra
oljukeldu nærhendis
føroyska markinum
av komandi tilbodsumfar-
inum verður greitt tíðliga í
komandi ári og væntað
verður ikki, at fyrsta oljan
verður framleidd áður enn
tíðliga í 1996. Í Hetlandi
verður leingingin sæð sum
ein møguleiki hjá Sullom
Voe-terminalinum at koma
við einum meira kappingar-
fórum tilboði.
Tíðindablaðið CH
A kl
; LAN/STRATHMORE
SAMER ADA
HESS)
SS
Teir svørstu blettirnir, ið vísa nýggjar oljukeldur, gerast
tættari og tættari beint við fóroyska markið. Vit síggja
Foinaven og Schiehallion, báðar keldurnar hjá BP og
Shell bert sjey fjórðingar frá markinum. Bert fáar
kilometrar frá liggur tann nýggjasta keldan hjá Amerada
Hess. Longur syðri síggja vit tvær aðrar keldur, Solan og
Strathmore. Jú her er so snaniliga lívligt virksemi við
føroyska markið.
Bretska oljuvinnan:
Tunna nr.
1 milliard
20 ár eftir at velduga Ninian-øk-
ið var funnið í Norðsjónum eru 1
milliardir tunnur framleiddar
Hóast umleið 3/4 av
mettu goymslunum eru
vunnar úr Ninian-økin-
um 160 kilometrar eyst-
anfyri Hetland, væntar
amerikanska felagið
Chevron at olja fram-
haldandi verður fram-
leidd væl inn í næstu
old, tó í minni nøgdum
enn higartil.
Tim Eggar, bretski
orkumálaráðharrin,
ynskti í gjár tillukku við
brøgdunum framd eru í
20 ára søguni hjá Nini-
an-økinum. M.a. er tann
600.000 tons tungi plat-
formurin størsti lutur,
menniskjan nakrantid
hevur bygt. Hann varð
fluttur útá Ninian-økid í
1978 frá Loch Kishorn í
Wester Ross.
Stjórin í Chevron í
Bretlandi, Charles
Smith, sigur at Ninian-
øki0 er tað fyrsta økid,
felagið rekur uttan fyri
USA, ið er komið upp
um ! milliard tunnur —
nóg mikið av olju til at
nøkta orkutørvin hjá
Bretlandi i hålvtannad
år. I sambandi vid hetta
met hava fólk hjá Chev-
ron roknað seg fram til
at framleiðslan frá Nin-
ian-økinum kann fylla
tangan á 30 milliónum
bilum ella í vekt metast
við 22.222.222 fílar.
Uppaftur 1,5 milliard
tunnur eru eftir í Ninian-
økinum, men verkfrød-
ingar meta, at tad bert er
møguligt at útvinna 200
milliónir tunnur afturat
við verandi háttum.
Hesir innibera m.a., at
stórar nøgdir av sjógvi
verða pumpaðar í holini
fyri at varðveita trýst til
at fáa oljuna upp.
Hóast Ninian-økid
kanska ikki er eins gev-
andi og tað hevur verið,
so er ætlanin at nýta
platformarnar sum
móðurplatformar fyri
smærri øki nærhendis.
Syd Abbot, leiðari fyri
norðara parti av Norð-
sjónum hjá Chevron,
metir at platformarnir á
Ninian-økinum kunnu
nýtast í mong ár afturat
eftir at ein umskipan av
virkseminum nýliga fór
fram.
Trý onnur gki í Norð-
sjónum, nevniliga Brent
og Forties í bretska part-
inum og Statfjord á
markinum millum
norska og bretska part-
in, hava framleitt meira
enn 1 milliard tunnur.