hósdagur 6. oktober 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994 Sida9
Tíðindablaðið GSK
Undir nýtt tiltak 35 ára dagin:
Nyfødingar
til tannlækna
— Ætlanin við hesi nýggju skipan er, at tå ið
børnini koma sum nyfødingar upp í skipanina
við heilum og sunnum tonnum, so skulu tey fara %
úr henni aftur 15 - 16 ár seinri við eins heilum og
sunnum tonnum
Týsdagin hátíðarhelt Tann-
læknastova Tórshavnar
Kommunu tvinnar hend-
ingar. Tannlæknastovan
rundar tey 35 árini, og har-
aftrat fer hon nú undir nýtt
tiltak. At geva børnum i
kommununi tilboð at koma
til tannlækna frá tí degi
fyrstu tenninar koma und-
an.
A samkomu seinrapartin
týsdagin fegnaðist Erling
Simonsen, leiðari á tann-
læknastovuni, um hetta
nýggja ultaki5. Hann segði
seg ikki ivast í hvussu
stóran týdning hetta fór at
hava fyri tannheilsuna hjá
fólki.
-Tað skal ikki verða
neyðugt at bóta skaðar
aftur. Vit skulu fyribyrgja
skaðarnar, so teir ikki
henda, segði Erling Simon-
sen.
Vegna býráðið greiddi
Elin Lindenskov, formaður
i Sosialu Nevnd frå, at fyri
góðum árið síðani tók
nevndin spurningin um
småbamatannrøktina upp
til vidgerdar. Hetta av teirri
orsøk, at royndirnar aðra-
staðni vísa, at í teimum
kommunum, sum hava
skipaða småbarnatanna-
røkt, hava tey ungu nógv
betri tannheilsu enn tey
ungu í kommunum, sum
ikki hava havt skipaði við-
urskifu. Elin Lindenskov
segði, at kanningar í
Danmark, har tey hava havt
skipaða småbarnatannrøkt í
nógv ár, hava víst, at tenn
inar hjá børnunum eru tvær
til tíggjar ferðir betri enn
tenninar hjá føroyskum
børnum. Og vaksnamanna
tenninar eru í meðal dupult
so góðar í Danmark sum í
Føroyum.
Formaðurin í Sosialu
Nevnd segði, at sjálv helt
hon, at hetta er eitt mál, sum
eigur at verða úkið upp
landspolitiskt, ti ikki kann
tað vera rætt, at so stórur
munur verður gjørdur á
børmum úr ymiskum
kommunum.
-Skipanin kostar nakað í
byrjanini, og spurningurin
kann verða settur um vit
hava ráð, men hartil er at
síga, at í longdini fer skip-
anin at spara samfelagnum
munandi, tí skipanin er
fyribyrgjandi heldur enn
umvælandi, segði Elinn
Lindenskov og legði aftrat,
at við hesum hevur Tórs-
havnar Kommuna tikið eitt
sera týdningarmikið stig
fyri tað uppvaksandi ættar-
liðið, soleiðis at vit í
framtíðini fáa fleiri ung við
góðum tonnum. Tey varð-
veita heilar tenn fyri lívið
tór.-
Myndir:
Kalmar
Keypssamtøkan og Mjólkavirkið bjóðaðu børnunum alt gott
Har var millum annað ostur, breyð, súrepli og kakao.