Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

karmar Danska stjórnin hevur lagt eina vinnupolitiska ætlan sum millum annað sigur, at farast skal burt- ur frá at lata einstókum virkjum stuðul. Ístaðin skal vinnulivinum yvir- høvur verda tryggjad teir bestu karmar. Hetta verður millum annað gjørt við at geva vinnu- lívinum betri atgongd til | at fáa fatur á kanningar- | úrslitum frá gransking- arstovnum. Haraftrat skulu granskingarstovnarnir mennast so hesir eru før- ir fyri at stuðla donskum | vinnulívi á høgum al- tjóða stødi, segði Poul Nyrup Rasmussen, for- | Ganga frá at lata einstøkum fyritøkum Stuðul — men heldur geva vinnu- lívinum yvirhøvur góðar sætisráðharri á fólka- tingi týsdagin. Hann legði eisini dent á, at donsk matvøru- framleiðsla framhald- andi skal mennast so | eingin skal ivast í dygd- ini av tí, sum framleitt verður. Um danskt vinnulív hevði forsætisráðharrin annars gott mót. Stórur partur av fyritøkunum hava framgongd, ikki bert á heimamarknaði men eisini í samband við útflutning. Vinningurin hjá donskum vinnulívi er í dag hin besti sammett við seinastu tíggju árini. tór.- gg Tilsamans komu slakar 110 milliónir inn í skatti síðsta mánaðan. Landið fekk 57 milliónir í sín part og kommunurnar fingu 52,7 milliónir. Samanlagt er hetta áleið tað sama sum kom inn í skatti sama mánað í fjør, tó er tann broyting, at minni er til lands- kassan og tess meira til kommunurnar. Í mun til september mánað í fjør fingu kommunurnar í september í ár góðar fimm milliónir fleiri í soltnu kommunukass- arnar og landskassin fekk umleið fimm milliónir færri. Skattainntøkan í ár hevur annars verið held- Meira til - kommunur minni til landið Skattainntøkan tykist nú at vera rættiliga stóðug. Heldur meira er komið inn í skatti í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør ur frægari higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu triggjar árs- fjórðingarnar eru inn- komnar 991,8 milliónir í lands- og kommunu- skatti í mun til 963,4 milliónir sama tíðar- skeið í fjør. Hesar fyrstu níggju mánaðirnar í ár hava kommunurnar fingið 464,1 million í sín part, í mun til 422,4 milliónir í fjør. Landskassin hevur fingið heldur minni enn í fjør. Higartil í ár hevur hann fingið 527,7 milli- ónir í mun tl 541 milliónir fyrstu triggjar ársfjórðingarnar í fjør. tór.- Sjálvandi var tað leikurin um Karius og Baktus, sum petagognæming Tíðindabla dio CH arnir spældu fyri børnunum i Grasa garða týsdagin Heilar tenn fyri lívið — Tad skal ikki verða neyðugt at bóta skaðar aftur. Vit skulu fyribyrgja skaðarnar, so teir ikki henda, sigur skúlatannlæknin i Havn -Í dag byrjar Tórshavnar Kommuna eina tannrøktar- skipan við tí endamáli at bóta um tannheilsuna hjá børnum í Havn. Børnini fáa tilboð um skipaða tannargkt frá at tey eru hálvt ára gomul til tey eru 16. Hetta segði Elin Linden- skov, formaður í Sosialu Nevnd Tórshavnar Býráðs á samkomu í Grasagarði týs- dagin, har nøkur hundrað vøggustovu- og barna- garðsbórn, saman við vaksnum, vóru savnað at hátíðarhalda hendan merk- isdag hjá Tannlæknastov- uni í Havn. Elin Lindenskov segði, at neyðugt var av figgjarligum orsøkum at byrja spakuliga, soleiðis at skilja, at byrjað verður við teimum, sum eru fødd í juni mánaði í ár. Men øll, sum verða fødd eftir hetta fáa hetta tilboð. Tey, sum eru fødd áðrenn juni í ár vera verandi undir núver- andi skipan. Formaðurin í Sosialu Nevnd segði, at í 1998 hava øll millum O til 7 ár fingið hetta tilboð. Hon legði aftrat, at eitt nú í Danmark hava tey í mong ár havt eina tilika skipan við sera góðum úrsliti. Elin Lindenskov segði seg vóna, at fólk fóru at taka væl undir við hesum tilboði og minti á, at júst hetta ár hevur heilsu- stovnurin hjá ST lýst at vera altjóða tannheilsuár. Tað var sum á Glavsøku í grasagarði týsdagin. Allir barnaansingarstovnarnir i kommununi vóru bodnir at hátíðarhalda dagin, sum eisini var 35 ára fødingar- dagurin hjá kommunalu tannlæknastovuni í Havn. Skipað varð fyri ymisk- um undirhaldi við sangi og spæli, sum petagognæm- ingar skipadu fyri. Børnini fingu ballónir og klistri- merkir og Keypssamtøkan og Mjólkavirkið bjóðaði øllum okkurt gott. tór.-