Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994 — Síða 7 Fiskurin få er álitið & - og tí fer danska stjórnin framhaldandi at leggja dent á at fiskastovnarnir verða álitið í samband við búskaparligu endurreisnini í Føroyum Bert níggju reglur á teimum tilsamans 19 A4 síðu drúgvu setunnarrøduni hjá Poul Nyrup Rasmussen á fólkatingið týsdagin snýði seg um Føroyar. Men tað eru ikki altíð tey mongu orðini, sum gera undurverkini, og lítið er at ivast í hvussu danski for- sætisráðharrin heldur at Føroyar kunnu koma fyri seg aftur búskapareliga. Taðerattryggja fiskastovn- arnar, so teir einaferð aftur kunnu verða okkara álit. Poul Nyrup Rasmussen segði, at Føroyar hava tað alt annað enn gott við stór- um krøvum til búskaparliga umskipan. Stjórnin hevur stuðlað fíggjarliga, við stórum lánum ul Føroya Landsstýri, og við serfrød- ingahjálp á mongum økj- um. Danski forsætisráð- harrin segði seg rokna við góðum samstarvi við nýggja landsstýri, og at stjórnin leggur stóran dent á, at tað fer at bera til at menna búskapin, við at troyta varandi tilfeingi. -Hetta er ein stór upp- gåva, og stjórnin fer fram- haldandi at vera virkin í arbeiðinum at endurreisa føroyska samfelagsbúskap- in, segði Poul Nyrup Ras- mussen. Vil fegin hava hugskot Nakrar reglur átti Grønland eisini frødu Nyrups á fólka- tingi. Hann segði, at stjórn- Fólkatingið varð sett týsdagin. Í dag skulu føroysku fólkatings- menninir halda réðu. Mynd: Jan #7 in fer at byggja víðari á tað góða samstarv sum verið hevur við grønlendska landsstýri. -Grønlendska landsstýrið hevur í dag ábyrgdina av nógv flestu økjum, og vit vilja fegin frætta um hug- skot, sum kunnu bóta um tey viðurskifti, sum danska stjórnin enn hevur ábyrgd- ina av, og sum eru til gangs bæði fyri Danmark og Grønland, segði Poul Nyrup Rasmussen. tór.- Fleiri í arbeiði, lónarafturhald og hægri reallón var millum annað tað, Poul Nyrup Rasmussen nevndi í setunnarrødu síni á fólkatingi týsdagin Mynd: Jan eN me Danskt stavnhald: Størri vøkstur I framleiðslu enn I almennu nýtsluni — og harnæst skal avgjalds- og skattatrýstið lækka. Hetta eru týdningarmikil mál í danska búskaparpolitikkinum Hóast tað gongs væl framá búskaparliga í Danmark skal eingin rokna við, at stjórnin hevur nakrar sum helst ætlanir at slaka í fíggjarpolitikkinum so latið verður til høgru og vinstru. Í setunnarrødu síni á fólkatingi týsdagin segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, at so mikið væl hevur gingist í seinastuni, at samlaða framleiðsla Danmarkar økist eins nógv í år og næsta ár sum hon hevur gjørt seinastu sjey árini. Fleiri nýggj arbeiðspláss verða skapt, og alt bendir á, at samlaða talið á arbeiðs- leysum minkar í heyst, og er hetta eisini eitt av mest týðandi málunum hjá stjórnini. Forsætisráðharrin segði, at stjórnin fer næsta ár at tátta nakað í fíggjarliga, m hon áður hevur boðað rnin hevur sett sær, ein avgerandi treyt fyri at fáa fleiri í arbeiði. Forsætis- ráðharrin legði aftrat, at verður minsta tekin at hóma av fíggjarligari yvirupphit- ing, verða neyðug stig tíkin beinanvegin. Mest øking í framleiðsluni Poul Nyrup Rasmussen segði, at á útreiðslusíðuni hevur stjórnin serliga tvinni stevnumið. Annað er, at vøksturin í almennari nýtslu skal vera væl minni enn vøksturin í framleidsluni. Hitt høvudsstevnumidid er, at avgjalds- og skattatrýstið skal minkað. Forsætisráðharrin gjørdi heilt greitt, at talan verður als ikki um útreiðslugkjandi tiltøk uttan so, at spart verð- ur aðrastaðni. Samstarv Nyrup-stjórnin er minni- lutastjórn, og má tí leita sær eftir meiriluta fyri øll tiltøk hon skal fremja. Tí var rødan eisini merkt av sam- tarvsvilja. Poul Nyrup Rasmussen segði, at stjórn- in fer heilt skjótt at bjóða flokkum til ungingar um komandi fíggjarlóg, og hann segði seg vóna, at allir flokkar fóru at vera við í einum positivum sam- starvi. Lønarafturhald -Skal politikkur okkara eydnast, og alt fleiri koma í arbeiði, er neyðugt, at allir partar mugu vísa eins stóra ábyrgd framyvir sum higar- til í samband við samráð- ingar á arbeiðsmarknaðin- um, segði Nyrup og legði aftrat, at tað hevur eydnast at hækka reallønina hóast lønarhækkingarnar, bæði í tí privata og almenna, hava verið smáar í krónum og oyrum. Forsætisráðharrin helt, at tað eisini framyvir fer at bera til at økja um reallønina tá hugsað verður um ætlaða skattalættan og lágu inflatiGnina. tór.-