hósdagur 6. oktober 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994
Síða 6
Jóannes Dalsgarð, stjóri á Húsalánsgrunninum:
Peningurin fór
ikki til húsaleigu
- Sethúsaloysnin, sum peningastovnarnir í
settu í verk í vár, bøtti ikki um støduna hjá set-
húsaeigarunum, tí peningurin varð tikin inn
aftur í skattum og avgjøldum, sigur Jóannes
Dalsgarð
Í viðmerking til hugskotið
hjá Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismanni, um at
peningastovnarnir stovna
eina felagsskrivstovu, har
bert sethúsamál verða av-
greidd, sigur Jóannes Dals-
garð, stjóri á Húsaláns-
grunninum: - Hatta hug-
skotið hevur verið nevnt áð-
ur, men ivasamt er, um tað
kann lata seg gera. Føroya
Banki, Sparikassar og Hús-
alånsgrunnurin hava ov ym-
iskan lánipolitikk, og tí fara
stovnarnir neyvan at semj-
ast um felagsskrivstovu av
slíkum slag, sigur Jóannes
Dalsgarð.
Sethúsaloysnin
vikar væl
Hann skilir ikki, tá lands-
stýrismaðurin sigur, at set-
húsaloysnin, sum peninga-
stovnarnir í felag settu í
verk til tess at hjálpa sethús-
aeigarum í trongstødu, ikki
hevur virkað eftir ætlan.
- Trupuuleikin er ikki set-
húsaloysnin, hon virkar
væl, men heldur tað, at tann
peningur, sum varð ætlaður
at hjálpa sethúsaeigaru-
num, varð tikin inn aftur í
skatti og avgjøldum.
Jóannes Dalsg
Húsalánsgrunninum
- Hevur málsviðgerðin
ikki verið ymisk alt eftir,
hvønn persón í bankanum,
fólk fingu á tal?
- Tað haldi eg ikki er rætt.
Tað skuldi júst lætta um
tænastuna, at fólk bert
skuldu venda sær til ein
peningastovn, og har fåa
allar sínar sethúsaspurn-
ingar vidgjørdar undir ein-
um. Har tað ikki hevur eyd-
nast at finna eina loysn, er
trupulleikin einfalt tann, at
fólk als ikki eiga pening at
gjalda síni lán.
- Hevdi tað ikki bøtt um
hjá tykkum og viðskifta-
fólkunum, um serkøn fólk
vórðu til taks, sum bert óku
sær av sethúsamálum?
- Eg rokni ikki við, at tey
starvsfólk, sum í bankunum
sethúsamál um hendi, fáast
við onnur mál. Vinnulán og
privatlán eru hvgr sítt máls-
øki í bankunum, sigur Jóa-
nnes Dalsgarð.
Nekur eiga ikki
til húsaleigu
Húsalánsgrunnurin hevur
vidgjørt eini 1000 sethúsa-
mál, síðani nýggja sethúsa-
loysnin varð sett í gildi. Av
teimum eru 700 mál liðugt
avgreidd, men tó vanta góð
200 mál at fáa frá hondini.
Hetta eru tey, sum als ikki
megna at halda sínar skyld-
ur. Tey hava ikki pening til
húsaleigu yvirhøvur.
- Hugskotið um felags-
skrivstovu er brúkiligt, men
spurningurin er bert, um tað
bøtir um trupulleikarnar hjá
sethúsaeigarunum, um vit
flyta starvsfólk og máls-
viðgerð úr núverandi stað -
og oman á Kongabrúnna,
sigur Jóannes Dalsgarð.
Dagny
Tíðindablaðið CL)
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka:
— Vit halda, at sethúsaloysnin virkar rímiliga
væl, men hon er ikki endalig. Møguleikar eru
til staðar at arbeiða víðari við skipanini, men
so skulu peningastovnar og tað almenna loysa
uppgávuna í felag, sigur Janus Petersen
Janus Petersen hevur onga
viðmerking til hugskotið
hjá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, um at stovna
eina felagsskrivstovu fyri
sethúsamál.
- Skulu vit fara undir
orðaskifti um sethúsamál-
ið, so skal tað ikki gerast í
Sosialinum. Vit mugu tosa
við landsstýrið um tað, sig-
ur Janus Petersen.
- Hann heldur kortini, at
allir møguleikar skulu royn-
ast, tá tað snýr seg um at
loysa sethúsamálið, og
hann dylur ikki, at brúk er
fyri nýhugsan og loysnum.
Vit settir at loysa málið
- Sethúsamálið er eitt sam-
felagsmál, sum peninga-
stovnarnir eru settir at
loysa, sigur Janus Petersen.
- Nógv hevur verið tosað
aftur og fram í fjølmidl-
unum, eitt nú í seinastuni
um at strika 4. veðrætt 0.a.,
men vit hava als íkki tíkið
málið upp, og hava heldur
ikki tosað við landsstýrið
um tað.
- Tað er eisini ein spurn-
ingur, hvussu lánipolitikk-
urin er í ymsu peninga-
stovnunum, cg hvussu t.d.
1. verðrætthavari heldur, at
hetta skal gerast. Vilja teir
selja sethús fyri at fáa pen-
ingin inn, ella velja teir aðra
loysn.? Hetta eru spæliregl-
ur í peningaskipanini, sum
øll mugu góðtaka.
- Eg ásanni, at sethúsa-
málið er ein samfelagstrup-
ulleiki, og at vit mugu
leggja alla orku í at loysa
tað, men so mugu peninga-
stovnarnir og tað almenna
loysa uppgávuna í felag.
Tryggleiki hjá fólki
- Sethúsaloysnin er bert eitt
stig á leiðini. Tey, sum hava
fingið avtalu við pen-
ingastovnarnir, hava eisini
fingið vissu fyri, at tey trygt
kunnu sita í egnu húsum, og
nýtast sostatt ikki at liva í
ampa fyri at húsið fer á
tvang. Fyri teimum hevur
sethúsaloysnin verið góð.
- Eftir okkara meting,
hevur sethúsaloysnin virk-
að rímiliga væl. Vit hava
avgreitt eini 600 sethúsamál
síðani skipanin varð sett í
gildi í vár, og flestu teirra,
sum vit hava gjørt avtalur
við, megna at halda sínar
- Skuldi felagsskrivstov-
an verið fyri alt landið, hó-
ast bert ein deild var í Havn,
skyldur. so hevði tað kravt eitt ávist
- Trupullekin er, at viður- samskifti við bygdimar um
skiftini i samfelagnum landið. Eghaldi,at peninga-
broytast so nógv, og at tað stovnarnir fult út gera hesa
altideru nøkur, sum dettaúr uppgávu í dag, sigur Janus
skipanini aftur, eitt nú ti Petersen.
inntókugrundarlagið broyt- Dagny
ist soleiðis, at tey ikki
kunnu halda sínar avtalur.
Janus Petersen væntar, at
eini 1200 sethúsamál til-
samans skulu viðgerast,
áðrenn rættlag kemur á set-
húsaspurningin.
- Eg vísi ikki møguleika-
num aftur, at hava sethúsa-
mál fyri seg, men skipanin
virkar á sama hátt í dag.
Felagsskrivstovan verður
tó dýrari at umsita.
Sosialurin bað eisini Eyð-
un á Rógvi, stjóra í Spari-
kassanum í Havn, um við-
merking til sethúsamálið,
men tað eydnaðist tíverri
ikki
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka: Sethúsaloysnin,
sum peningastovnarnir settu í gildi í vår, er bert eitt stig á
leiðini, og hóast hon virkar rímiliga væl, so eru umstødur-
nar truplar, av ti at viðurskiftini í samfelagnum stødugt
broytast
Lívdin, Dj. í Geilsgotu 1
- Opið er soleiðis: Mikukvøld frá kl. 20—23, friggja-
kveið og leygarkvøld frá kl. 19.00 tí 01.00, og
sunnukvøld frå kl. 19.00 til 23.00. —
Aldursmarkíð er 16 ár.