Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kvinnurnar komu við blómum. Mynd: Kalmar heilt stóra hjá børnunum. Tey tustu umborð og sum forvitin børn eru, so kann- aðu tey hvønn krók. Onkur av smádreingjunum droymdi seg sum skipara á farinum hesa løtuna og ongin ivi eru um, at onkur av dreingjunum, sum vitj- aði Fram hendan dagin, fær lívsstarv sítt á sjónum. Hálendskt snið Fram er bygdur í Hálandi í 1975 og hann hevur ørvisi snið enn trolararnir á okkara leiðum. Stýrhúsið stendur aftanfyri miðjuna og linjur- nar eru vakrar. Trolarin er bygdur at fiska serliga pelagisk fiskasløg, tað eru fiskasløg sum liva uppi í sjónum. Hann hevur roynt m.a. eftir makreli. Vestmenningar ætla at veiða bæði í Irmingarhavin- um og í føroyskum sjógvi. Fram skal í Irmingarhav- ið at royna eftir kongafiski. Fram hevur stóra fyrsti- orku, ætlanin er at heil- frysta kongafiskin umborð og síðan flyta hann til lands. Tá verktíðin av kongafiski er av, fer Fram at royna eftir gullaksi, makreli og sild í føroyskum sjógvi. Trolarin var allogin av fólki. Stórur trolari Fram er 59,5 metur langur og tekur 450 tons av fryst- um fiski. Maskinan er 2100 hestar og trolarin er vælút- gjørdur við ljósmotorum. Ljósmotorarnir klára alla frystiskipanina og trolarin klárar at frysta 60 tons um døgnid. Nakað skal gerast við trolaran nú hann er komin ul Føroya. Rørini i frysti- skipanini skulu millum annað skiftast út. Trolarin kostaði 4,7 milliónir at keypa og roknað verður við at hann stendur í sjey milli- ónum, tá hann er siglingar- klárur. Umvælingararbeiði verður gjørt á føroyskari skipasmiðju. 20 manns verða við Fram og skipari verður Tummas Christoffersen úr Vest- manna. Hann hevur sein- astu árini ført Vestmenning. Rár hending Innflutningur av skipum er næstan heilt steðgaður sein- astu árini. Sambært Hagtíð- indum, so er bert eitt fiski- skip komið til landið sein- asta árið. Tað er Margreta, ein rækjutrolari, sum nóls- oyingar hava keypt. Mar- Mynd: Kalmar greta er keypt úr Grønlandi fyri 3,7 mió. kr. Ein brunn- bátur varð bygdur í Fugla- firði. Hann eitur Tjørnunes og kostaði 3,6 mió. kr. Seinasta árið eru 10 skip farin av landinum. Tey vóru seld fyri tilsamans 29,3 mió. kr. og og vóru ti- lsamans 3629 tons. Herav fór eitt skip úr Vestmanna. Tað var Gullberg II sum varð seldur til Danmarkar fyri eina millión. Fram skal royna í Irm- ingarhavinum eftir konga- fiski. Føroyska veiðan i hesum havi byrjaði við Beini í 1992 og tá veiddu teir 3777 tons. Næsta árið veiddu teir 4026 tons og í fjør veiddu teir 1415 tons. Nú roynir Oyrnafjall i Irm- ingarhavinum og hann hev- ur havt góðan fiskiskap. Fram skal m.a. royna eftir makreli. Higartil í ár hava russisk skip veitt 13.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi og føroysk skip hava veitt góð 3000 tons. Russ- isku trolaramir hava fingið væl av makreli norðanfyri Føroyar okkur tíðarskeiði. Tíðindablaðið Sosialurin ynskir eigarunum góða eydnu við Fram. jústinus Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994 - t.d. stórt úrval av baðirúms- skápum frá HAFA »Silvia«: B 90 / H 69 / D 15 (erne 7) Øll vid spegilshurðum rørrumnisne | annan og í ervaljós- | inum, sum fæst til oll | BESTADYGD | skápini 110/220 V við 7 jarð. Vitjid framsýning okkara á Hálsi ella ringið og fáið tilfar sendandi VHS Alt tilfar til VATN HITAVERK SANITET kSvend Krosstein I alkavegur - Tlf. 14600 Sl mbf * KEYPIS TILTAK Á HÁLSI Síða 5 útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Fax. 21666 21605 Felagið Feroyar-Kuba Limafundur verður leygar- dagin 8. okt. kl. 15.00 á Før- oya Landsbókasavni. Onn- ur áhugað hava eisini at- gongd. Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alkoholikarum verður í Havn í kveld kl. 21.00 á Vaskarínum, Tørsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Evnisvikan um »brek« endar å Hålsi Í morgin 7. okt., kl. 13-16 verður STORTTILTAK i Ítróttar- og samkomuhøllini á Hálsi í sambandi við, at evnisvikan í skúlunum um >brek< endar. ” Andrias Petersen, andsstýðsmaður. setir tiltakið. ÍSB og læraraskúlanæmingar skipa fyri ítróttarspolum. Næmingar á pedagogútbúgvingini framføra leikin »Karius og Baktus«. Terje, Malan og Finnur syngja og spæla. Ísur frá FOM-isi og saft frá MBM og Føroya Bjór verður at fáa. MØTID FJØLMENT! Doris Hansen, formadur i MBF endar tiltakid. MBF hevur gjørt avtalu vid Strandferdsluna um flutning til og úr Havn. Skriv um hetta er sent skúlunum. Arbeiðsbólkurin