hósdagur 6. oktober 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994
fre ta
Fótbóltssamband Føroya
hevur sent feløgunum
skrånna fyri vetrarkapp-
ingina, sum farið verður
| undir nú leygardagin.
Leikt á tveimum stød-
um hvørt vikuskifti, og
síðsta umfarið verður
leygardagin 12. novem-
ber. Sunnudagin 13. no-
vember fer landsliðið til
Finlands, har fótbóltsárið
1994 endar við dysti í HM
undankappingini í Hel-
sinki mikudagin 16. no-
vember.
Toftum, 8. okt.:
B68-FS Vágar
NSÍ-KÍ
B68-KI
NSÍ-FS Vágar
Tórshavn (B36) 8. okt.:
B36-VB
HB-TB/Royn
B36-HB
VB-TB/Royn
Runavík, 15. okt.:
NSI-B36
B68-TB/Royn
NSI-TB/Royn
B68-B36
Klaksvik, 15. okt.:
KI-HB
VB-FS Vågar
Dystarskráin fyri
vetrarkappingina
Kl-VB
HB-FS Vågar
Tórshavn (HB) 22. okt.:
HB-B68
NSÍ-VB
HB-NSÍ
VB-B68
NSÍ-B68
HB-VB
Miðvági, 22. okt.:
FS Vágar-KI
TB/Royn-B36
FS Vágar-B36
KI-TB/Royn
FS Vágar-TB/Royn
B36-KI
Vági, 29. okt.:
B68-HB
VB-NSÍ
NSÍ-HB
B68-VB.
B68-NSÍ
VB-HB
Tveroyri, 29. okt.:
KI-FS Vágar
B36-TB/Royn
B36-FS Vágar
TB/Royn-Kl
TB/Royn-FS Vågar
KI-B36
Toftum, 5. nov.:
B36-NSI
TB/Royn-B68
TB/Royn-NSI
B36-B68
Tórshavn (HB) 5. nov.:
HB-KI
FS Vågar-VB
VB-KI
FS Vågar-HB
Klaksvik, 12. nov.:
FS Vågar-B68
KI-NSI
KI-B68 ;
FS Vågar-NSI
Torshavn (B36) 12. nov.:
VB-B36
TB/Royn-HB
HB-B36
TB/Royn-VB
Leiktíðin er tvær ferðir 25
minuttir, og vertsfelggini
leggja sjálvi ta endaligu
skránna, sigur FSF í skrivi
til feløgini.
Inntøkuna av atgongu-
mcrkjasøluni fáa vertsfel-
øgini, meðan felggini ann-
ars sjálv bera útreiðslumar
í sambandi við ferðing,
innivist, kost og annað.
Vinnandi liðið fær steyp
til ognar og 15.000 krón-
ur, meðan tað næstfremsta
liðið fær 10.000 krónur og
tað triðfremsta liðið 5.000
krónur í vinningi.
Landsliðshjálparvenjarin:
Teir mugu gera
nakað sjálvir
Petur Simonsen roknar við, at landsliðsleikararnir
fara at hittast oftari eftir túrin í Skotlandi
Hetta vikuskiftið verður
farið undir ve ping-
ina. Hjálparvenjarin hjá
Allani Simonsen, Petur Si-
monsen, heilsar tiltakinum
væl komið, men hann und-
irstrikar samstundis, at tað
er ikki nóg mikið hjá lands-
liðsleikarunum at taka lut í
kappingini fyri at halda
venjingini viðlíka.
— Leikararnir høvdu frí
vikuna eftir at landskapp-
ingin var liðug. Tað haldi eg
var gott, tí teir vóru troyttir.
Leygardagin vóru vit á
Svangaskarði, og tað eydn-
aðistavbera væl. Veðrið var
gott, og teir løgdu nógv fyri,
sigur hann.
— Aðrenn leikararnir fóru
til hús, fingu teir at vita, at
teir skulu venja triggjar
ferðir um vikuna. Vit hittast
á Svangaskarði seinnapart-
in í dag, og eg gangi út frá, at
teir hava gjørt nakað við
tað. Tað er alneyðugt.
Petur Simonsen ivast í,
um fyrireikingarnar úti í fel-
øgunum til vetrarkapping-
ina verða so góðar, at lands-
liðsleikararnir verða væl
fyri.
— Feløgini høvdu gjørt av-
talur við venjaramar fram
til 1. oktober, og um teir
ikki eru við í venjingini, so
verður neyvan lagt so nógv
fyri, sum tað annars hevur
verið gjørt. Men allur bati
bøtir, og kappingin ber á
rætta borðið.
Hvussu ætla tit at syrgja
fyri, at landsliðið er í nóg
góðari venjing, tá tit fara til
Finlands um ein góðan
mánað?
— Tad fara teir helst at tosa
um á ferðini í Skotlandi. Ég
rokni við, at vit fara at hitt-
ast fleiri ferðir um vikuna til
venjingar, og so er tað vetr-
arkappingin.
GI hevur fleiri leikarar á
landsliðnum, men teir eru
ikki við í vetrarkappingini.
Tað er møguligt, at onkur
teirra fer at spæla við øðrum
feløgum, men Petur Simon-
sen stúrir ikki so nógv fyri
teimum:
—Eg haviskilt, at teir hava
vant sjålvir, og at Abraham
Hansen og Djóni N. Joen-
sen, hava vant saman vid
teimum. Eg havi tad ålit å
teimum, at teir gera tað,
sum verður álagt teimum.
Av persónligum orsøkum
fer Petur Simonsen ikki við
landsliðnum til Skotlands.
Tað var avrátt longu, tá av-
talan varð gjørd vid FSF. I
hansara stað fer Jógvan
Martin Olsen, sum hevur
vant LÍF í ár, og sum eisini
hevur verið annar venjarin
hjá U16 landsliðnum.
-nn-
Tidindabladid GCSE
Føroysku útisetarnir
tapt sidstu dystirnar
Utisetalidid í Keypmannahavn hevur ikki fingið góð úr-
slit í síðstuni, og liggur nú í botninum í DAI-kappingini
Ikki hevur gingist føroyska
besta útisetaliðnum í Keyp-
mannahavn nakað serligt í
fótbóltskappingini hjá DAI
- Dansk Arbejder Forbund.
Undan hvørjum kapping-
arári verða dystir hjá liðn-
um fluttir mitt um summar-
ið, tí spælararnir skulu til
Føroya at halda summarfrí.
So var eisini hesaferð, men
síðani liðið aftur byrjaði at
spæla, hevur ikki gingist
væl í hond.
Meðan liðið kundi havt
lagt seg millum tey ovastu
við at fingið góð úrslit eftir
stedgin, er tað í staðin dottið
niður í botnin í A-1 rødini,
av tí at nógvir dystir eru
taptir í síðstuni. Liðið hevur
nú tapt 3-2 móti triðfremsta
Orion
B1978
B1973
FKIF
Chile Sport
Fremad Forsing
SPV 81
Internationale FC
IF Føroyar
DHL-Sport
Union 73
liðnum B1973 og 3-0 móti
SPV 81, id liggur tvey plåss
DAI A-1 rødin — stødan
18 66-27 29
19 52-25 28
19 49-29 28
18 51-25 23
19 60-44 20
18 51-50 20
18 42-51 15
19 31-49 13
19 43-66 13
19 28-54 10
20 41-94 7
oman fyri IF Føroyar ástiga-
talvuni. hj.
Nidurlagda FM-kapp-
ingin i bogaskjoting
avgreidd leygardagin
Av tí at vánaligt veður forðaði
fyri, at FM-kappingin
í bogaskjóting varð gjørd liðug á Svangaskarði næst-
síðsta sunnudag, verður kappingin í styttru tein-
unum tikin uppaftur nú leygardagin í Runavík
Veðrið hevur nógv at siga,
tá skotið verður við boga
og píli uttandura. Hetta
kundu seytjan bogaskjútt-
ar — víggjar kvinnur og
fjúrtan mannfólk — ásanna
áSvangaskarðinæstsíðsta
sunnudag, tá FM- ing
í uttandura bogaskjóting
var.
Byrjað varð fyrrapartin
kl. 9, og hóast skjótt sást,
at veðrið íkki rættiliga var
til vildar, vórðu longstu
teinarnir skotnir. Talan
var um menn 90 metrar,
kvinnur 70 metrar og ung-
lingar 50 metrar.
Ein steðgur var, meðan
kirkjugongd og dógurði
vóru, men so varð aftur
lagt til brots seinnapartin
kl. 13. Hann hevði tá gtlað
veðrið, og eftir at hava
skotið í tveir tímar, varð
avgjørt at leggja kapping-
ina niður, tí vindurin var
Ov nógvur og grovt regn.
Gjørt varð av at kapp-
ingin skuldi takast uppaft-
ur nú leygardagin, og tá
verða styttru teinarnir av-
greiddir. So verður veðrið
vónandi betri eisini.
| Soleiðis gekst
Hjá monnunum á 90
metrum var tað sum so
ofta Jan Rubeksen úr
Tambum, ið á frammi í
oddinum, men hesaferð
hevði Absalon Hansen úr
Tambum eins nógv stig —
bert ein tiggjari var á
muni. Tá so er, verður
hugt at, hvør hevur flestu
tíggjararnar, og tað var
hesaferð Absalon.
Joan Hansen úr Tamb-
um var á odda hjá kvinn-
unum á 70 metrum, meðan
Johnleif Hansen úr Ørvi
var á odda í 50 metrum hjá
unglingunum.
Í compound-skjótingini
hjá monnunum var Schan-
dorff Vang úr Ørvi tiggju
stig framman fyri Árna
Skibenes úr Ørvi. Bert ein
kvinnuligur skjútti var við
í compound, Sigrid Vang
úr Ørvi, Men hon var so
óheppin at bróta siktid, so
hon noyddist at gevast.
Siktið varð tó seinni um-
vælt.
Seinna umfarið byrjaði
eftir steðgin, og tá kundu
bogaskjúttarnir prísa seg
lukkuligar fyri, at teir
kundu kroka í stadionhús-
inum og skúrum, tí veðrið
var blivið munandi verri.
Hjá monnum legði Jan
Rubeksen seg á odda á 70
metrum við 19 stigum
framman fyri Hans Jørn
Nielsen úr Tambum, ið
heitið. Á triðja plássinum
var Páll Hansen úr Tamb-
um.
Hjá kvinnunum á 60
metrum var Joan Hansen
framman fyri Anlot Ras-
mussen - báðar eru úr
Tambum. Unglingarnir á
40 metrum vóru allir úr
Ørvi, og var raðfylgjan
hendan: Johnleif Hansen,
Kári Sigvardsen, Reidar
Kirke og Benny Vang.
Schandorff Vang var nú
66 stig framman fyri Arna
Skibenæs í compound,
Sigr'd Vang var eisini vi
aftur, eftir at síktið var
umvælt.
Máttu gevast
Á styttru teinunum varð
hildið uppat, tá bert fáir
pílar vóru skotnir, tí nú var
veðrið ov vånaligt. Her
var talan um teinarnar 50
metrar hjá kvinnum og
monnum og 30 metrar hjá
unglingum.
Tað eru hesir teinarnir,
ið verða tiknir uppaftur nú
leygardagin, meðan úr-
sliuni fyri teir longru tein-
arnar verða standandi.
Kappingin leygardagin
verður á venjingarøkinum
hjá Ørvi í Runavík.
hj.