hósdagur 6. oktober 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a EEN Á
A —— —
A
Tíðindablaðið (51,
Finn Mork:
Hevur spælt
á tveimum
landsliðum
hetta árið
Tá 16 ára gamli havnar-
drongurin Finn Mørk úr
B36 tyskvøldid byrjaði
inni á U18-landsliðnum
móti Norðurírlandi, var
tað ikki bert ein stór løta
hjá honum persónliga, tí
samstundis var hann við
til at skriva føroyska fót-
bóltssøgu sum fyrsti før-
oyski fótbóltsspælari, ið
spælir við tveimum ym-
iskum landsliðum sama
ár.
Tá U16-landslidid var
í Vejle í Danmark fyrr í
summar, var Finn Mørk
eisini við har, og spældi
hann við allar fýra dyst-
imar, U16-landslidid tá
spældi har.
Finn er samstundis eis-
ini yngsti maður í U18-
landsliðshópinum, ið nú
hevur verið í Týsklandi.
Dysturin tyskvøldid í
týska býnum Barsing-
hausen var hansara fimti
landsdystur í år, og er tað
tað mesta, nøkrum før-
oyskum spælara hevur
verið fyri í ár, og leiðar-
arnir á ferðini hjá U18-
landsliðnum søgdu eftir
dystin fyri Ítróttar-Sosi-
alinum, at Finn kom væl
frá uppgávuni.
Umframt at hava verið
við á bæði U16- og U18-
landsliðnum í ár, hevur
Finn Mørk eisini vunnið
føroyameistaraheitid hjá
dreingjum við B36 fyri
góðari viku síðani.
So íkki kann sigast
annað, enn at tað hevur
verið eitt hendingarríkt
summar Byr hansara við-
komandi..
hj.
Nr. 190 — 6. OKTOBER 1994 Síða 15
Føroyska U18-landslidid móti Norðurírlandi:
Spælið betri hesaferð
— men ov nógv for inn
i ti skeiva endanum
Føroyska U18-liðið tapti eisini móti Nordurirlandi, men ov nógv í mun til
spælið, id var munandi betri enn móti Týsklandi. Føroysku spælararnir
komu aftur til Føroya við flogfarinum hjá Atlantic Airways í gjårkvøldid
EM-undankapping fyri U18 i Barsinghausen
i Tysklandi sunnudagin 2. oktober kl. 10:
Nordurirland-Føroyar 5-0 (2-0)
Føroyar: Sunvard Joensen, GÍ -
Allan Manai, B36, Bar-
tal En. IF, Anton Højgaard, NSÍ, Pól Ennigarð, GÍ,
Jónstein Petersen, NSÍ --
Ronnie Hansen, GI, Eyðstein
Skipanes, NSÍ (Zacharias Bech, B36, 71. min.), Finn
Mørk, B36, Sjårdur Jacobsen, NSÍ (Poul Andrias Jacob-
sen, GÍ, 59.) — Gunnar Nielsen, B36
Gult kort: Ronnie Hansen, GI
Føroysku U18-spælararnir
megnaðu at rista stóra tapið
móti Týsklandi av sær, áðr-
enn teir fóru á vøllin móti
Norðurírlandi tyskvøldid.
Hetta sást beinanvegin í
dystinum, tá Gunnar Niel-
sen longu í fyrsta minutti
gjørdist blankafriur, men tí-
verri ikki rakti bóltin nóg
væl í hesi fyrstu atsóknini.
Aftur í tjúgunda minutti
fekk føroyska liðið góðan
kjans, tå Finn Mørk kom
millum målverjan og aftasta
mann hjå nordurirunum,
men noyddist at trekkja út í
annað borði, so tað gjørdist
innlegg frá honum heldur
enn skot upp á mál.
Við ú hepni, ið skal til,
kundu Føroyar soleiðis ver-
ið á odda 2-0, tá teir drivnu
norðurírarnir — allir eru teir
fótbóltslærlingar hjá stór-
feløgum í Onglandi — fingu
fyrsta málið í dystinum eftir
hornaspark. Tað eydnaðist
einum teirra at skalla bóltin
í málið til 1-0.
Sjey minuttir seinni fekk
Norðurírland aftur mál, tá
bólturin eftir trunkaspæl
framman fyri føroyska mål-
inum varð settur í netið.
Hesi bæði málini vóru í
meira lagi, tí føroyingarnir
fylgdu sera væl við norður-
írunum allan fyrra hálvleik,
og: í løtum vístu teir heilt
góðar taktir. Yvirhøvur var
spælið munandi betri enn
sunnumorgunin móti Týsk-
landi, tá okkara menn taptu
við átta málum.
Seinna hálvleik royndu
norðurírarnir so at leggja
trýst á føroyingarnar, men
okkara vardu væl.
— Serliga hugaligt var tað
at síggja, at miðverjan stóð
seg væl í luftini móti stóru
måétstødumonnunum, sigur
liðleiðarin hjá U18-lands-
liðnum, Jákup Simonsen.
Vit høvdu hann í telefonini
beint eftir dystin.
Norðurírland trýsti
Sum seinni hálvleikur
leið, og Norðurírland ikki
fekk nakað burtur úr sínum
stóra trýsti, byrjaði vónin
um eitt sera heiðurligt úrslit
— fyri ikki at siga sera gott —
so spakuliga at spíra, men
so fingu norðurírarnir aftur
hol á, tá bert trettan minuttir
restaðu. Eitt hart skot kom
móu málinum, men Sun-
vard Joensen megnaði ikki
at halda bóltinum, og so
kom eitt hart skot aftrat, og
bólturin fór inn til 3-0.
Tríggjar minuttir seinni
kom so fjórða málið, eftir at
ein norðuríri skallaði bóltin
til ein annan eftir innlegg,
so hesin aftur skallaði í mál-
ið.
Hesaferð sá út til, at nú fór
at verða nóg mikið, tí før-
oysku spælararnir góvu
ongantíð upp í hesum dyst-
inum, og heldur ikki sást
meðin á teimum, so sum
hon gjørdi tað móti endan-
um á dystinum móti Týsk-
landi, hóast ferðin eisini í
hesum dystinum var høg.
Trý góð skjótálop
Tríggjar ferðir í seinna
hálvleiki eydnaðist teimum
føroysku spælarunum at fáa
í lag góð skjótálop, men tá
avtornað vóru teir ikki nóg
avgjørdir í evstu løtu, so
einki spurdist burturúr.
Tvær ferðir fór framherjin
Gunnar Nielsen igjøgnum
og ta einu ferðina var tað
Jónstein Petersen, ið slapp
igjøgnum í vinstru síðu.
— Sigast má, at okkara í
hesum dystinum royndu at
gera sítt allarbesta allar 90
minuttirnar, sigur Jákup Si-
monsen.
— Men sum so mangan, so
komu ov nógv mál, og teir
høvdu ikki uppiborið at tapa
so nógv. Innsatsurin var
betri enn sifrini siga.
Tá allir hildu, at nú var
endiliga sloppið, og at teir
»bert« høvdu tapt 4-0, fekk
Nordurirland eitt beinleidis
frispark. Skjúttin hjá teim-
um var góður, tí hann sendi
bóltin í netið, uttan at Sun-
vard Joensen hevði ein liv-
andi kjans at gera nakað við
skotið, og uttan at múrurin
fekk forðað fyri, at bólturin
smeyg sær í málið ul enda-
ligu støðuna 5-0.
— Hetta síðsta málið hjá
norðurírunum var gott, men
tað var spell, at okkara so-
leiðis skuldu noyðast av
vellinum við fimm málum í
tí skeiva endanum, heldur
enn at sleppa við fýra mál-
um, ið hevði verið eitt nógv
betri úrslit, sigur Jákup Si-
monsen.
Beint eftir at okkara
høvdu givið bóltin upp eftir
fimta málið, bríkslaði dóm-
arin dystin av.
Samanumtikid kunnu før-
oysku spælarar tó vera so
nøkunlunda nøgdir vid tad,
teir avrikadu. Týskararnir,
ið vóru mótstøðumenninir í
fyrsta dystinum, eru allir
fulltíðarfótbóltsspælarar, ið
hóast sín unga aldur longu
liva av bert at spæla fótbólt.
Tað sama er at siga um allar
spælararnar á norðurírska
liðnum, ið sum sagt eru fót-
bóltslærlingar hjá teimum
størstu og bestu feløgunum í
Onglandi.
Hóast flestu av føroysku
spælarunum eru vanir við 1.
og 2. deildarfótbólt í heim-
ligu kappingini, eru teir ikki
vanir við ta nógvu ferðina á
spælinum.
Í dag spæla Týskland og
Norðuríriand, og er hesin
dystur avgerandi fyri, hvat
av liðunum kemur víðari í
endaspælið.
hj.
Føroyingarnir ros frå vertunum
Fyristóðufólkini á NFV-S
ortschool í Barsinghausen høvdu bert
Got at bera føroysku spælarunum, ið sýndu fyrimyndarligan at-
urð, meðan tey ikki høvdu somu lovorð at bera norðurírunum
Mangan verður tosað um, hvussu
stóran tydning tað hevur, at før-
oyingar senda góð umboð út í
stóru verð at umboða Føroyar.
Av tí at ein stórur partur av før-
oysku umboðunum uttanlands
eru ítróttarfólk, er tað ikki uttan
týdning, hvussu væl hesi duga at
føra seg fram uttan fyri landodd-
amar, tá tey eru til kappingar og í
ødrum ítróttargrindum.
Føroysku ungdómarnir, ið júst
hava verið í Týsklandi fyri at um-
boða Føroyar í EM-undankapp-
ingini fyri U18-landslid, hoyra til
tey bestu, vit føroyingar hava at
umboða okkum uttanlands.
Í hvussu er fingu teir føroysku
spælararnir sera gott viðmæli frá
vertsfólkum sínum í NFV-Sport-
school í týska býnum Barsing-
hausen, har teir hava búð, meðan
teir hava verið í Týsklandi. Hesin
skúlin hýsti eisini týska lands-
liðnum, áðrenn tað í summar fór
til USA at vera við í HM-enda-
spælinum í fótbólti.
— Tey høvdu bert rósandi orð at
bera okkara ungu monnum, og
tey løgdu eina við, at tey fegin
vildu havt teir á vitjan eina aðra
ferð, sigur Jákup Simonsen, lið-
leiðari hjá U18-landsliðnum.
--Ogeg másiga, at spælararnir í
allar mátar sýndu fyrimynarligan
atburð í allar mátar. Vertsfólkini
nærmast harmadust um, at teirra
egna landslið hevði tikid so rívan
til sum at vinna 8-0 sunnudagin.
Tey hildu, atteir kundu havt spart
seg til dystin móti Norðurírlandi.
Eftir tí, Ítróttar-Sosialurin hev -
ur frætt, vóru norðurírarnir hin-
vegin ikki serliga fyrimyndarlig-
ir í teirra atburði. Teirra spælarar
vóru ófantaligir við matinum, teir
fingu — føroyingarnir hildu hann
vera g6dan — og høvdu blakad
nakað av honum í skrelliiløtini,
so fyristødufélkini noyddust at
havast at teimum fyri tað.
Føroysku spælararnir komu til
Føroya í gjårkvøldid vid flogfar-
inum hjå Atlantic Airways.
hj.