Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (ti Stýrið fyri Norðurlandahúsið: Vinstrumegin aftast síggjast: Lars Klevstrand, Noreg, Martin Næs, Peter Turtschaninoff, Finnur Olsen , Føroyar, Kristian Slotte, Finnland Dånjal Pauli Danielsen, Føroyar, Anne Lise Jensen, Danmark , Bengt Gøransson, Svøriki, Inger Christiansen, Føroyar og Knútur Hallsson, Ísland Nýggir tonar I | Norðurlandahúsinum — Stýrið hevur tilvitað leitað eftir nýggjum stjóra, sum dugir at gera vart við seg og kann seta sín persónliga dám á virksemið í Norðurlandahúsinum, segði Bengt Gøransson, formaður í stýri- num, á tíðindafundi mikudagin Ein roynd at fáa fjøltáttað mentanarvirksemi í Norð- urlandahúsinum, er, at stjórarnir verða skiftir út 4. hvort ár. Annað er, at stjórarnir skulu vera úr hver sínum norðurlandi, fyri at tilboðið Í mentanarstovninum skal umboða so breitt úrval av norðurlendskari = mentan, sum til ber. Peter Turtschaninoff hevur verið stjóri í hálvt ár, og hann er úr Finnlandi. Tí fara vit helst at síggja og hoyra meir um mentanina í Finnlandi, komandi fýra ár- ini. Nýtt innihald Bengt Gøransson, formað- ur í stýrinum fyri stovnin, segði á tíðindafundinum mikudagin, at teir ikki høvdu leitað eftir einum stjóra at avloysa Jan Kløv- stad, sum vildi føra sama mentanarpolitk sum undan- gongumadurin. Teir høvdu valt at seta ein stjóra, sum kundi gera vart við seg sjálvan, og hervið seta dám á virksemið í Norðurlanda- húsinum. Um komandi virksemið í húsinum varð nevnt, at nú verður meira gjørt fyri at veita børnum og ungdómi innivist í Norðurlandahúsi- num. Hetta verður eisini gjørt við atliti ul, at tíðirnar í Føroyum eru so vånaligar, og hervid vil Nordurlanda- húsið gera sitt til at studla ungu ættarlidini, og geva teimum møgulcika at royna seg við ymsum tiltøkum. Peter Turtschaninoff segði, at hann seinasta hålva árið hevði kunnað seg um føroyska samfelagið og mentanarlívið her á landi, fyri á besta hátt at kunnu røkja sítt starv - Eg havi serliga kannað møguleikar at bjóða føroy- ingum mentanarultøk, sum ikki hava verið áður - Tað verður 16 stuttligari næsta år, av ti at nógv tiltøk eru løgd tilrættis í hesum árinum, áðrenn eg kom til, sigur Peter Turtschaninoff. Ljóðfestival Av nýggjum últskum kunnu nevnast ein ljóðfesti- val, undir heitinum "The sound of Faroe Ísland". Hetta er ljóð meir enn tónleikur, ið tónleikarar tó framføra. Slíkar fram- førslur eru kendar í USA og Fraklandi, og nógvir tón- leikarar í Norðurlondum fáast við slíkt virksemi. Bert hava teir ongar møgu- leikar at framføra sína list, og tí helt stjórin í Nordur- landahúsinum, at hann vildi geva teimum møgulcikan. Annað er Grand Prix Før- oya, har ungir tónleikarar fáa høvi at kappast um eina ferð til rockfestival í einum Norðurlandi. Grand Prix skal ætlandi fara fram kring oyggjamar, og finalan verð- ur í Norðurlandahúsinum. - Um Grand Prix Føroyar fær undirtøku, verður hetta afturvendandi tiltak á hvørj- um ári. Hetta verður eisini jørt fyri at ungfólk skulu táa samband við tónleikarar í hinum norðurlondum, sig- ur Peter Turtschaninoff. Sjónleikurin "Bernardas Hus“ verður framførdur í Norðurlandahúsinum í ár. Filmsfelagid Valhalla verður stovnað í næstum. Neyðugt verður at gerast limur í filmsfelagnum, og fólk fara tí ikki at fáa høvi at keypa atgongumerki til filmssýningarnar. Filmsýningar og kjak Filmsfelagið Valhalla fer at halda seg innan fyri ávis evni, eitt nú skemtifilmar, Kærleika og vald, norð- urlendskir kvinnuleikstjór- ar o.s.fr.. Eftir hverja film- sýning verður kjak um evnið og filmamar, sum hevur verið vistir. Norðurlandahúsið um- hugsar eisini at biða Sunn- leif Rasmussen, tónaskald, skriva eina symphony, sum ætlandi verður framførd í 1997. Eisini er ætlanin at fáa samstarv í lag við sjón- leikarhús í Norðurløndum. Kongaliga tjóðleikhúsið í Keypmannahavn fer at framføra "Tre høje kvindar Norðurlandahúsið fer eis- ini at seta barnaleik upp um ferðslutrygd í Norð- urlandahúsinum. Seinni er ætlanin at ferðast við leiki- num kring oyggjarnar, varð m.a.a upplýst á tíðinda- fundinum mikudagin. Dagny Myndir: Kalmar Peter Turtscnaninoff, stjóri í Norður- landahúsinum og Lars Klevstrand, vísusangari og nýtt umboðið fyri Norge í stýrinum Nr. 191 — 7. OKTOBER 1994 Síða5 Stýrisfundur í AR TE I Norðurlandahúsinum: — Peningurin fer til ferðing — Listafólk vilja fegin koma til Føroya at umboða sína list, og tey gera tað nærum fyri lítið og lætt. Kortini kosta okkara tiltøk eins nógu og í granna- londunum, av tí at ferða- útreiðslurnar eru so stórar, sigur Peter Turtschaninoff, stjóri Eingin mentanarstovnar er at sammeta við, tá talan er um virksemið í Norður- landahúsinum, tí eingin slíkur stovnur er í Norður- londum. Norðurlandahúsið hevur fingið somu upphædd at ar- beiða við, trý tey seinastu árini. Fíggjarætlanin er átta mió. krónur árliga, sum norðurlond í felag fíggja, tó at landskassin rindar 706.000 krónur. Helming- urin av fíggjarupphæddini fer ul lønir, varð upplýst á tíðindafundi, í sambandi við at hetta er fyrsti stýris- fundur, síðani Peter Turt- schaninoff tók við sum stjóri. Lístafólk áhugað at koma til Føroyar Peter Turtschaninoff segði á tíðindafundinum, at tað var torført at gera ská fyri virksemið í Norðurlanda- húsinum, av tí at so stórar útreiðslur vóru av at fáa listafólk 0.a. ul Føroya. - Øll listafólk vilja fegin ul Føroya at umboda sina list, og tey gera tað nærum fyri lítið og lætt. Kortini kosta okkara tiltøk eins nógv og í grannalondunum, av tí at ferðaútreiðslurnar eru so stórar, sigur Peter Turtschaninoff. - Vit kunnu eisini gera nógv tiltøk, sum ikki kosta so nógv, men hetta kunnu vit bert gera eina tíð, av tí at møgulcikarnir á hesum øki tømast sum frålidur. Skulu føroyingar hava i boði at fåa eins góð mentan- artilboð, sum hin parturin av Norðurlondum, so mugu vit eisini hava peningaligar umstødur at gera fjøltáuað tiltøk. - Tað skulu heldur ikki bert verða tiltók í Norður- landahúsinum, sum vit við vissu vita, atnógv fólk hava áhuga fyri. - Pláss skal eisini verða fyri serligu listarligu økini, sum ikki hava stóra undir- tóku millum øll fólk, men sum koruni hava tydning fyri heildina. Eina mió. krónur aftrat - Kunnu vit nøkta tørvin á hesum báðum økjum, so kunnu vit eisini fáa nógv fólk at vísa tiltøkunum ans, segði Peter Turtschaninoff Hann helt, at við einari mió. Framhald á síðu 13