Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. oktober 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða6 Nr.191—7. OKTOBER 1994 virksemið í Suðuroy Herfyri flutti Foroya Sp í samsvari við økta virksemið í Suðuroy arikassi í nýggj hóli á Tvøroyri. — Hetta verður gjørt nni og fyri at bjóða viðskiftafólkum okkara betri tænastu, sigur Eyðun á Rogvu Olsen, stjór! Føroya Sparikassi byrjaði í 1971 virksemi sítt í Suður- oynni, tá deildir vórðu latn- ar upp bæði á Tvøroyri og í Hvalba. Gjøgnum árini er virk- semið alsamt økt, og fyri góðari viku síðani fór Før- oya Sparikassi í nýggjan bygning á Tvøroyri. Heilt nýggjurer hann kortini ikki, tí talan er um gamla bygn- ingin hjá Sjóvinnubankan- um, ið bankin ikki longur hevði brúk fyri, tá flutt varð í nýggjan bygning. — Vit høvdu upprunaliga ætlanir um at byggja, og vit høvdu eisini fingið útvegað okkum eitt grundstykki, men tíðirnar eru soleiðis í dag, at best er at sýna var- semi við nýggjum iløgum, so tí var tað upplagt at fáa hendur á gamla bygningun- um hjá Sjóvinnubankanum, tá hesin kortini ikki skuldi brúkast meira, sigur Eyðun á Rógvu Olsen, stjóri í Før- oya Sparikassa. Fyrstu tvey ella trý árini húsaðist sparikassin í leig- aðum hølum á Tvøråbakka, men síðani varð flutt í tey hølini, ið hava verið brúkt líka til nú. Hesi høli vóru tó ov tronglig nú, og tí er tað kærkomið hjá sparikassan- um at koma í onnur høli. — Alla tíðina, meðan vit hava verið í Suðuroynni, er virksemið gkt so líðandi, men serliga tey seinnu árini hevur sparikassin havt ein vaksandi lut har, so tí var veruliga neyðugt at fáa bøtt um umstødurnar, og eisini haldi eg, at vit kunnu vera glad fyri nýggu hølini, sigur Eyðun á Rógvu Olsen. — Einki er gjørt við sjålv- an bygningin, men innan er deildin snøggad við eitt nú nýggjum diskum og ljósari litum, so huganligari er at støkka inn á gólvið hjá við- skiftafólkunum, samstund- is sum arbeiðsligari er hjá starvsfólkum okkara. Í sambandi við, at Føroya Sparikassi er fluttur í nýggj høli og eisini hevur lagað seg eftir nýggju lóggávuni, er nýggjur leiðari settur á deildini á Tvøroyri. Tað er Jónsvein Mortensen, ið so- statt avloysir Anni Nielsen, id hevur verið deildarleiðari fram síðani 1971. Hon er framvegis í sparikassanum á Tvøroyri. Bjargingarfelag fekk peningagåvu — Eftirsum vit fluttu í hest nýggju hølini, vildu vit eis- ini markera okkum á annan hátt í økinum, og tað varð gjørt við at geva Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag eina peningagávu, ið skal brúkast til rakettútgerð at skjóta bjargingarlínur út við og til nýggjar arbeiðsbúnar, sigur Eyðun áRógvu Olsen. — Tað arbeiði, bjargingar- felagið ger, er sjálvboðið og samfelagsgagnligt, tá tað tíbetur sjáldan er brúk fyri tí, so tí var tað náttúrligt at lata júst hesum felag ein peningaligan styrk. Bjargingarfelagið fekk á samkomu í sambandi við flytingina ein kekk upp á HAVNAR TAXI Tel. 88100 SKANDINAVISK TALE ÍSLENDSKT MÁL ENGLISH SPOKEN DEUTSHE SPRACHE pm Knútur Nygaard frå Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag tekur móti kekkinum frá deildar - leiðaranum í Føroya Sparikassa á Tvøroyri, Jónsveini Mortensen. Kekkurin var upp á 60.000 krónur, og fer peningurin til yms útgerð hjá felagnum "Mynd: hilmar Jan Hansen 60.000 krónur, ið formað- urin Knútur Nygaard takk- aði fyri og segði vera sera kærkomnan. hj. Ferðamannaskipið Win- ston Churchill hjá DFDS, sum í mong ár sigldi mill- um Havnina og Esbjerg, fekk hósdagin forboð móti at fara úr Esbjerg, av ú at trygdin umborð íkki var í lagi. Tað, teir donsku skipa- Winston Churchill slapp ikki at sigla sýnismenninir í kanning- um sínum serliga heftu seg við, var bilportrið har frammi. Norðurlendskar ferjur verða nú kannaðar serliga væl, eftir at ferjan Estonia fyri góðari viku síðani sakk, eftir at hon hevði BG is AC UG AN 5 mn mk „ /#8888SBBB í Stjórin í Føroya Spari- kassa, Eyðun á Rógvu Olsen, avmyndaður utt- an fyri nýggja bygning- in á Tvøroyri, saman við deildarleiðaranum Jón- sveini Mortensen Nýggi bygningurin hjá Føroya Sparikassa á Tvøroyri, er sami bygn- ingur, Sjóvinnubankin brúkti, áðrenn hann fór niðan um vegin í mið- býnum á Tvøroyri Myndir: Hilmar Jan Hansen fingið trupulleikar við bil- portrinum, so sjógvur kom inn á bildekkið og hon fekk slagsíðu og sakk eftir bert fimm minuttum. Trygdin umborð á før- oysku strandfaraskipun- um verður nú eisini kann- að. bj. - Fæirieen;