leygardagur 8. oktober 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
d a FRÆLSI— JAVNADUR — BRØDRALAG 67. ÅRGANGUR
tíði
Nervakríggj
RØDA forsætisráðharrans
gav í sjålvum sær onga itøki-
liga ábending um, hvert
danska stjórnin er sinnað at
slaka í kravinum um, at
skuldin til statskassan skal
rindast aftur gll sum hon er.
Forsætisráðharrin talaði um
samstarv og um at hjálpa før-
oyska samfelagnum burtur úr
búskaparligu trupulleikun-
um, men uttan, at koma við
itøkiligum lyftum, soleiðis
sum fíggjarmálaráðharrin
gjørdi tað í Sosialinum val-
dagin.
ORÐASKIFTIÐ avdúkaði
harafturímóti, at stjórnin í
løtuni ikki er sinnad at strika
nakað av tí ovurstóru skuld-
ini, landskassin hevur til
statskassan. Fyri tey, sum
eftir at hava lisið orð Lykke-
tofts í Sosialinum valdagin,
hava livað í tí sælu trúgv, at
nú hevði stjórnin eina minni
harðrenda stóðu til eina
møguliga skuldarsanering,
var orðaskiftið eitt vónbrot.
Skulu vit taka orð forsætis-
ráðharrans í fullum álvara, so
sær dapurt út fyri nókrum
lætta eftir næsta fund millum
landsstýrið og stjórnina.
Stjórnin stendur fast við
kravið um, at lánini skulu
rindast aftur oyra fyri oyra og
krónu fyri krónu.
VIT hava ilt við at trúgva, at
stjórnin ikki er til at vika í
hesum spurningi. Vit velja í
fyrsta umfari at halda, at orð
forsætisráðharrans eru ein
partur av tí nervakríggi, ið
partarnir føra fyri ein sera
týðandi fund, har stórar av-
gerðir skulu takast. Eisini
loyva vit okkum at halda, at tá
orðini fela, sum tey gera, so er
tað av fyriliti fyri tí vaksandi
andstøduni i danska almenn-
inginum móti hjålpini til Før-
oyar. Er hetta ikki so heldur
stjórnin fram við síni harð-
rendu stóðu, ja, so fara vit at
geva teimum rætt, ið vilja
vera við, at tað, sum skal eit-
astatvera ein hjálp til Foroya,
meira er at kalla eitt kollek-
tivt revsitiltak. Verandi og
komandi ættarlið verða revs-
að fyri marglætið í áttatiárun-
um. At danskir oddapolitikar-
ar so samstundis gloyma, at
danskir peningastovnar, her
jåri: Biaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: P/1 Saslalurin Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr: Postsmoga 76
fyrede yrítaksstjóri- Krisjan Dat Joensen - Tårfinn Smith - | Uppsetng. P/Æ Saslalurin Argjum 110 Tórshavn
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Kilmar Jan Hansen - Prent: Pí Pressan 1981 | Toleton: 11820 Taletax: 14720
. Jåstinus Eidesgaard
hugsa vit ikki minst um kre-
ditfeløgini, vid sinum full-
komuliga åbyrgdarleysa út-
lånspolitikki eiga sín stóra
part av marglætinum, verður
gloymt. At Den Danske Bank
og trygdargrunnurin hjá pen-
ingastovnunum bjargaðu
skinninum verður eisini
gloymt. Vit velja tí sum sagt at
halda, at negativu signalini
eru ein partur av samráðing-
artaktikki dana og, at nakað
gott fer at spyrjast burtur úr
komandi fundi millum stjórn
og landsstýri. Verður tað ikki
so, er lítið eftir av tí so mang-
an hálovaða ríkisfelagsskap-
inum.
Sosialurin
75 ára gamla føroyska Martina Lindemann
úr Marstal við nýggjari ungdómsbók:
Tann hesta ;
summarfrítíðin, hví?
Hvussu búleikaðust fólk í
Føroyum, áðrenn bilar,
sjónvarp og elkomfýrur var
í hvørjum húsi? Hvussu var
gerandisdagurin, og hvussu
styttu tey sær stundir?
Svarið finnur tú í nýggju
bókini Tann besta summar -
Martina, sum í bókini lýsir mangan trongu korini í Før-
oyum undan seinna heimsbardaga, heldur, at børnini tå
hóast alt búnaðust til heil og sterk menniskju
frítíðin, hví?, sum Martina
Lindemann hevur skrivað,
og sum hon gevur út á egna
forlagi sínum Frí. Her letur
hon fyraommubørn uppliva
eitt summar undir teimum
umstødum, sum hon kendi
sum barn í Eysturoynni.
Martina, sum nú er 75 ára
gomul, giftist í 1946 við
danska skiparanum Sieg-
fried Lindemann, sum er
ættaður úr Suðurjútlandi.
Tey búgva í Marstal á Ærø
og eiga fimm børn.
Tey áttu trímastraðu
skonnartina Artemis, sum
føroyingurin Zakarias
Joensen bygdi i Svendborg
1903. Men áðrenn hon varð
seld til USA, har hon seinni
sakk í einum óveðri, var tað
vanligt, at børnini sluppu út
at sigla um sumrarnar, og
Martina sjálv eigur eisini
mong sporini um borð á
Artemis, tí hon hevur siglt
nógv úti við manninum og
sæð, hvussu fólk lívbjarga
sær í ødrum londum.
Martina hevur altíð verið
glad fyri børn, og hon sigur,
at serliga arbeiðið, sum
Amnesty International ger
vida hvar i heiminum, hev-
ur havt hennara stóra áhuga
gjøgnum årini.
— Børn høvdu ikki so
nógvar elektroniskar hent-
Tann besta
summarfrítiðin,
hví?
leikar, tá ið eg var ung. Men
eg haldi, at tíðin fyri seinna
heimsbardaga var bæði
gevandi og lærurík fyri børn
í Føroyum, sigur Martina
og leggur dent á, at hóast
liviumstødurnar vóru spar-
tanskar og børn noyddust at
vera við í hørðum arbeiði,
so vóru tey ógvuliga sunn
og glað.
— Føroysk børn vóru við
og livdu vid i ti saman-
hangandi arbeiði, sum
kravdist, og sum var neyð-
ugt fyri lívsins uppihald.
Tey sluppu at menna hug-
flogið í eina sunna ætt, sum
tey fingu við sær upp í-
gjøgnum árini, og sum
gjørdist lyndiseyðkenni
teirra. Tey gjørdust sterk
menniskju við sínum egna
hugsanarhátti, heldur Mar-
tina.
Á baksiduni á bókini
skrivar dóttirin, sum er lær-
ari og gongur undir keli-
navninum Dodo:
— Mangan hugsa vit um,
hvussu fólk lívbjargaðu sær
í gomlum døgum við ong-
um av teimum hentleikum,
sum nútíðin hevur at bjóða.
Í hesari bókini verður les-
arin leiddur aftur til tær Før-
oyar, iðeinki vistu um bilar,
sjónvarp og elkomfýr. Und-
ir hepnum umstødum
sleppa børnini Sørin, Pætur,
Eirikur og Pil eitt summar at
liva å sama hått sum tey
gomlu.
Fråsøgnin er hugfarslig
og fer fram vid einum farra
av gamansemi. I bókini er
rikiligt av tilfari at hugsa
um, og fråsøgnin er vid
vissu rikandi, bædi fyri står
og små. Tær nógvu upplys-
ingamar um liviumstødur-
nar í Føroyum fyri seinna
heimsbardaga gera bókina
henta at hava í skúlanum.
Tann besta summarfrí-
tín, hví? er sett og prentað á
Midtfyns Bogtryk í Dan-
mark, hon fæst í øllum
bókabúðum fyri 125 kr.
JA!
Eg gerist haldari og gjaldi fyri
okt. ársfj. 94.
225 kr /årstj. (haldarar í Føroyum)
; 425 kr./ársfj. (haldarar i Danmark) I
340 kr. (haldarar i Danmark, 5 bl. í senn) 3
Ymsir prísir fyri onnur lond.
Ókeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Tíðindablaðið
SOSIALURIN
Postboks 76,
FR-110 Tórshavn
Kannað postverkinum