Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 192 —8. OKTOBER 1994 Síða 3 Hetta er ikki eitt rán - bert ein »blindur« næmingur á Argjum Evnisvikan um brek i føroysku skúlunum, ið Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum hevur tikið stig til, eydnaðist sera væl, og í seinnapartin í gjár varð endað við einum stórum tiltaki í Itréttarhøllini á Hálsi í Havn. — Tiltakið hevur fingið stak góða móttøku allastaðni, og fólk hava sýnt positivan hug- burð, sigur eitt av fólkunum í fyrireikingarbólkinum, Tórður Mikkelsen Seinnapartin í gjár endaði tann stóra evnisvikan, ið hevur verið á flestøllum fólkaskúlum kring landið. Bert nakrir fáir miðalstórir og onkrir av teimum allar- smæstu hava ikki verið við. Endað varð við stórum tiltaki í Itrétarhøllini á Hálsi í Havn, har skúlabórn årøllum landinum vóru við. Andrias Petersen, lands- stýrismaður í heilsumálum, setti tiltakið, og síðani skip- aðu ítróttarsambandið fyri brekað og læraraskúlanæm- ingar fyri ymiskum ítróttar- spólum. Næmingar á pedagogút- búgvingini framførdu leik- in »Karius og Baktus“, ið eisini varð framførdur í Grasagarði týsdagin fyri skúlabørnum í Havn. Terje Rasmussen, Malan Thom- sen og Finnur Hansen fram- førdu sang og tónleik, og áðrenn Doris Hanse, for maður í MBF, endaði tiltak- ið, fingu børnini is frá Fóm Ísi, saft frá Mjólkarvirki Búnaðarmanna og Føroya Bjórogendurskin frá Ráðn- um fyri Ferðslutrygd. Evnisvikan fingið stak góða mottøku Kring landið alt hevur undirtøkan verið góð hesa vikuna, evnisvikan hevur verið. — Tiltakið hevur fingið eina stak góða móttøku alla- staðni, og fólk hava sýnt positivan hugburð, sigur Tórður Mikkelsen, ið hevur verið eitt av fólkunum í arbeiðsbólkinum undir Meginfela teirra Brekaðu í Føroyum, ið hevur lagt samlaða tiltakið til rættis. Hesin arbeiðsbólkur er ein av fleiri, ið er settur av MBF. Aðrir arbeiða við eitt nú at betra umstødurnar hjá brekaðum í samferðsluni, at finna arbeidsmøgulcikar til brekad, fåa vørumerking til fólk vid sukursjúku og cøli- aki og at betra vidurskiftini hjá deyvum og blindum Beinanvegin, tá vit í fjør vendu okkum ul Lands skulafyrisitingina, fingu vit góða móttøku og hjálpa frá teimum, og varð har gjørdur eitt hefti við ymsum hug- skotum, skúlarnir kundu arbeiða vid, um teir høvdu hug at fara í holt við evnis- vikuna. Landsskúlafyrisitingin er í teirri stóðu, at hon íkki beinleiðis kann áleggja skúlum at hava eina slíka evnisviku, men hon gav so eitt gott viðmæli, ið flestu skúlar hava tikid til eftir- tektar í vikuni, ið skjótt er farin aftur um bak. Fyri at lætta um umsiting- ina av tiltakinum var i heft- inum, Landsskúlafyrisit- ingin gjørdi, sett upp eitt yvirlit yvir ymist tilfar, ið skúlarnir kundu fáa frá fel- øgunum undir MBF. Talan var um sjónbond, faldarar, bóklingar og annað. Brekað úti á skúl- unum og greitt frá Eisini hava brekað verið á skúlunum í vikuni, har tey hava greitt frá um sjúkuna, tey hava, og eisini fortalt um umstødurnar, tey hava at liva undir sum brekað, sigur Tórður Mikkelsen. — Hesi hava eisini verið stak væl måttikin á skúl- unum, og nógv bendir á, at vit røkka endamálinum við hesi evnisvikuni, ið er at fáa broytt hugburðin millum fólk. Tá tað skal gerast, er jú altíð skilabest at byrja við børnunum. Í skrivinum, sum varð sent skúlunum kring landið í vár, varð endamálið við evnisvikuni lýst soleiðis: — Endamál okkara viðeini tílíkari evnisviku er at økja um kunnleikan til umstød- urnar hjá fólki við ymiskum brekum, skapa eina betri fatan av, hvat tað vil siga at liva við einum ávísum breki, og at vísa á hvat hvør ein- stakur kann gera til tess at lætta um lívið hjá hesum fólkum. Somulcidis varð nevnt í skrivinum til skúlarnar, at fyrireikararnir vónaðu, at teir við hesum tiltaki kundu vera vid til at bera so í bandi, Skúlanæmingar kring alt landið hava hesa vik- una havt evnisviku um brek, og mangt og hvat er komið burturúr. Her er tað ein næmingur i Argja Skúla, ið er farin í Argjabúðina at keypa, samstundis sum hann skal royna, hvussu tað kennist at vera blindur og einki síggja Mynd: Kalmar Lindenskov at tollyndi mótivegis teim- um, ið eru ødrvisi, gerst stórri, at mótvirka happing, at mótvirka utihysing, at verja minnilutarættindi, at økja um trivnadin og livs- dygdina hjå brekadum og harvið øllum gðrum, at skapa solidaritet millum tey fáu og tey flestu, at skapa gott samskifti og samband millum menniskju, athækka stóði fyri undirvising av brekadum, at framleiða til- far, ið framyvir kann vera hjálp og stuðul í arbeiðinum og at forða fyri, at brek er ein bági og ein forðing fyri manssømiligum lívi. Ovurhonds stórt hugflog — Eftir at hava sæð tað ov- urhonds stóra hugflog, ið nógvir av skúlunum hava lagt fyri dagin hesa vikuna, sær út til, at vit í rættiliga stóran mun hava rokkið málinum við tiltakinum, sigur Tórður Mikkelsen Tað hevur verið ótrúligt at sæð, hvussu nógv bæði næmingar og lærarar hava funnið uppá. Evnisvikan hevur í allar mátar eydnast ógvuliga væl, og tað eru vit sum fyrireikarar bæði glað og takksom fyri. hj. ESTONIA: Mugu bíða eftir sinum deyðu Tað kann saktast fara at taka upp í eitt ár, áðrenn tey mongu hundrað, ið sjólótust umborð á ferj- uni Estoniu, alment eru skrásett sum deyð. Orsøkin er tað veld- uga pappírsarbeiði, ið longu nú hevur sett sín stóra dám á alt tað, ið er farið fram eftir syrgi- ligu vanlukkuna. Eitt nú er í Danmark galdandi ein lóg, ið ber heitið >Lov om bort- blevne<. Sambært hesi lóg er tað vanliga, at fólk ikki verða skrásett sum deyð fyrrenn eftir tiggju ár, um einki lík kann ávísast. Men tá talan er um vanlukkutilburð, sum hendan, kann hendan skráseting fara fram, tá eitt ár er farið, tí úkið verður sum givið, at tey fólk, ið skuldu verið við ferjuni, og ikki síðani eru komin afturíaftur, eru deyð umborð á ferj- uni. Men ikki fyrrenn eitt ár er farið, kann deyðs- váttan verða skrivað, og heldur ikki fáa tey avvarðandi tryggingina útgoldna fyrrenn tá. hj. Argja- skotar stort tiltak Seinnapartin í dag fara KFUM -skótar á Argj- um at skipa fyri einum stórum og spennandi tiltaki, ið teir siga vera bæði fyri børn og vaks- in Har verður mangt og hvat á skránni: Loppu- marknadur, køkutom- bola, bommitombola, ís- kast, svampakast, fiski- dammur, rør-skreidi- bani, bóltkast, eplaslå- ing, pengatunna og eis- ini kaffisøla. Argja Skúli verður karmur um tiltakið, ið byrjar seinnapartin kl. 14, og eru #ll vælkomin at vera við | "|