leygardagur 8. oktober 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 192 — 8. OKTOBER 1994
Tíðindablaðið C+
Mentunar-
Mánadagin vórðu fyrstu
spakarnir settir í noldina
á grundstykkinum igrøn-
lendska høvudsstadnum
Nuuk, har nú verður farið
undir at byggja Grøn-
lands Kulturhus, iðereitt
| slag av einum norður-
landahúsi.
| Tað vóru landsstýris-
kvinnan Marianne Jen-
sen og borgarstjórin í
Nuuk, Agnethe David-
sen, ið settu fyrstu spak-
arnar í noldina og harvið
settu arbeiðið í gongd.
Mentunarhúsiðer mett
Norðmenn og russar fiskaðu nógv
hús byggjast
i Grønlandi
at kosta 85 mið. kr., og
verður fíggjað av grøn-
lendska heimastýrinum,
kommununi í Nuuk og
Norðurlandaráðnum, ið
rinda 25 mió. kr. í part.
Ætlanin er so at finna tær
írestandi tiggju millión-
imar við stuðli úr ymisk-
um mentunargrunnum.
Byggingin av mentun-
arhúsinum er ætlandi lið-
ug í 1996. Byggifelagið
Atcon, hvørs eigari eru
Højgaard & Schultz, skal
byggja húsið.
hj.
Sangskeiðið í Nesvik
Heimamissiónin skipar aft-
ur í ár fyri sangskeiði, og er
tað alla komandi viku. Fyri
fyrstu ferð, síðani tað stóra
leguhúsið í Nesvík varð tik-
ið í nýtslu, verður tað karm-
ur um sangskeiðið, ið byrjar
iannadkvøld kl. 21 og held-
ur fram til leygarkvøldid kl.
20, tå endad verdur vid ti
stóru endakonsertini i Ítrótt-
arhøllini á Skála. Aftan á
konsertina, har fólk kunnu
hoyra, hvat luttakararnir
hava fingið burturúr, verður
hugnaløta í Ncsvik.
Orðið sangskoid sigur seg
sjálvt, og sangurin er eisini
týdningarmesti parturin av
hesi vikuni í Nesvík.
Kórini eru hesaferð fýra í
tali. Morid Johannesen skal
taka sær av barnakórinum,
Vagn Foldbo av ungdóms-
kórinum og Olga Magnus-
sen av seniorkórinum. Øll
hesi eru so samladi í stóra
kórinum, felagskórinum, ið
danirnir Asbjórn Asmussen
og Marie Bøge taka sær av.
Felagskórið hevur tvær
venjingar um dagin, meðan
hini try smærru kórini venja
eina ferð um dagin.
Men umframt sangin eru
eisini onnur tilboð til tey, ið
eru á sangskeiðnurn.
Seinnapartarnar er gjør-
ligt at fara til eitt av fimm
fakum. Arbjørn Kristiansen
hevur nótalæru, Marie Bøge
tónleik og rørslu, Jón Heðin
Tróndheim samanspæl, Pól
Jákup Thomsen dramatiskt
handverk og Asbjørn As-
mussen undirvísir í, hvussu
ein kann gerast betri kór-
sangari.
Tað er Heimamissiónin,
ið skipar fyri sangskeiðnum,
og tí hevur andaligi felags-
skapurin sín stóra leiklut.
Hvønn morgun eru bibliu-
tímar, har Torleif Johanne-
sen og Sverri Kass koma at
greiða frá um ymisk etisk
evni.
Forcldur, ið kanska ofta
hava hug at setast aftur, tí
tey ikki vita, hvar børnini
skulu vera, meðan tey sjálv
eru á sangskeiði, hava onga
grund til tess, tí alla vikuna
verður barnaansing. Børn-
ini verða býtt upp í tveir
aldursbólkar, og tey fara at
spæla, hoyra bíbliutímarog
syngja í barnakórinum.
Meðan sangskeiðið er,
ber til hjá luttakarunum at
búgva í Nesvik. Neyðugt er
at hava soviposa ella dýnu
við, men ikki madrassu, tí
tær eru í Nesvík framman-
undan. Eisini heita fyrireik-
ararnir á luttakararnar um at
hava bibliu, heimamissións-
sangbók, Várljóð og inni-
skógvar við sær, tí ikki er
loyvt at ganga inni í skóm.
At sangskeiðið hesaferð
er í leguhúsinum, ber nýggj-
ar møguleikar í sær, tí lut-
takararnir verða meira sam-
an enn vanligt er, tá sang-
skeiðið er ymsastaðni kring
landið.
Á
mest undir Føroyum í september
Útlendsk fiskifór hava í ár veitt 146.325 tons undir For-
oyum — harav hava norðmenn og russar veitt mest,
tilsamans 136.921 tons ella 93% av samlaðu veiðuni
September mánaði var ein
av teimum slaku hjá teim-
um útlendsku fiskiførun-
um, ið veiða undir Føroy-
um.
Tilsamans var veiðan hjá
útlendsku fiskifgrunum
undir Føroyum í september
mánaði 1.542,7 tons, og er
tað bert ein pinkulítil partur
av teimum 146.324,6 tons-
unum higartil í ár. Verða
tølini sett upp móti hvørjum
gðrum i prosentum, var
veiðan í september bert eitt
prosent av samlaðu veiðuni
higartil í ár hjá útlendsku
veiduførunum undir Føroy-
um.
Oførastir at veida higartil
í år hava verið russar, ið
eiga tilsamans eiga um fyra
fimtingar av samladu veid-
uni undir Føroyum higartil
i år — tilsamans 114.883,1
tons.
Saman við norðmonnum,
ið hava veitt 22.038,3 tons í
ár, eiga russar heili 93% av
samlaðu veiðuni undir Før-
oyum.
Meginparturinav veiduni
hjå russum hevur verid
svartkjaftur — 90.834, 1 tons
— Og russar hava eisini veitt
nógvan makrel — 22.015,1
tons. Somulcidis er svart-
kjafturin størsti parturin av
veiðuni hjá norðmonnum —
18.412 tons, meðan longa
og brosma við ávikavist
1.841,4 tonsum og 1.192
tonsum erunæstmest veiddu
fiskasløgini hjá norðmonn-
um.
Umframt Russland og
Noreg, hava trý onnur lond
uttan fyri felagsmarknaðin
verið og roynt undir Føroy-
um í ár. Estlendingar hava
veitt 3.197,5 tons, lettar
2.821,6 tons og litauar 719
tons.
EU-londini veitt
litid undir Føroyum
Londini i felagsmarknad-
inum, ið hava veitt undir
Føroyum í ár eru Holland,
Danmark, Bretland, Týsk-
land og Frankaríki, ið til-
samans hava veitt 2.665,1
tons, ið ikki er serliga nógv,
veður samanborið við tonsa-
tølini hjá russum og norð-
monnum. Veiðan hjá EU-
londum í ár er tilsamans
bert smá tvey prosent av
samlaðu útlendsku veiðuni
undir Føroyum.
Fransmenn hava verið
idnastir at fiska undir Før-
oyum higartil í ár, meðan
bretar eru teimum á baki.
Í september mánaði vóru
bert felagsmarknadarskip
úr Danmark, Bretlandi og
Frankaríki undir Føroyum,
og veiddu tey tá tilsamans
293,4 tons. Danir og bretar
fiskadu mest í september
mánaði — ávikavist 130 og
127,6 tons.
Mest fiskasløgini undir
Føroyum í september vóru
longa, brosma, makrelur og
svartkjaftur, men tilsamans
higartil í ár er nógv mest
fiskað av svartkjafti, og á
greiðum næsta plássi er
makrelur, meðan tey næstu
fiskasløgini so eru longa,
brosma og sild.
4.102 útlendskir
fiskidagar í ár
Tvey lond, ið altíð eru við
í samlaða yvirlitinum frá
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni yvir útlendsku fiski-
førini, Holland og Ísland
hava als ikki verið í før-
oyskum sjógvi og fiska í ár
Tilsamans í ár hava út
lendsk fiskifør havt 4.102
fiskidagar undir Føroyum
og harav vóru 194 fiskidag-
ar í september mánaði.
Í september mánaði áttu
norsku fiskiførini 669 fiski-
dagar og russisku fiskiførini
581 fiskidagar. Verður h gt
attølunum fyri árið higartil,
havarussar og norðmenn átt
ávikavist 2.869 og 1.099
fiskidagar.
hj.