leygardagur 8. oktober 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fari
Hevur ikki megnad
uppgåvuna nóg væl
-Leiðslan í Fiskavirking, tað veri seg bæði tann dagliga og nevndin, hevur ikki verið
nóg dugnalig - hon hevur ikki klárað uppgávu sína nóg væl. Hon hevur ikki megnað
at gera framleiðsluna nóg bíliga, hon hevur heldur ikki dugað nóg væl at selja
fiskin og hon hevur ikki megnað at fáa fólkið við sær
Hetta sigur Marita Petersen, formaður javnaðarfloksins og tingkvinna í eini
viðmerking til frágreiðing hjá Ova Munck, nevndarformanni í Fiskavirking. Marita
Petersen vísir á, at allar fyritreytir vórðu kendar, tá Fiskavirking fór í gongd, og tí
ber ikki til nú at geva teimum skyldina.
Umframt at fáa betri leiðslu, lækka framleiðslukostnaðin og fáa meira fyri
fiskin, so er avgjørt neyðugt, at kreditfelógini góðtaka at sanera meira av skuldini,
skal Fiskavirking verða lív lagað.
-Men tað kann gott vera, at Fiskavirking kortini er deyðadómt sigur Marita
Petersen við Sosialin.
-Tað er ógvuliga harmi-
ligt, um tað er rætt, at
Fiskavirking ikki kann
klára seg. Stødan hjá javn-
aðarflokkinum, tá Fiska-
virking kom inn í mynd-
ina, var, at hetta var tann
frægasti mátin at fáa eina
skjóta sanering og eina
sanering, sum kundi
tryggja, at alt virksemi
ikki steðgaði upp.
Marita Petersen vísir á,
at tær fyritreytir, sum
Fiskavirking fekk at ar-
beiða undir, vóru kendar
longu tá. Tá so Ove
Munck, nevndarformadur
i Fiskavirking sigur i eini
frågreiding, id vard prent-
ad i Sosialinum i vikuni,
at orsøkin til vånaligu
støduna er tann, at
fyritreytirnar eru broyttar,
so er tað ikki beint.
-Studningurin til fiski-
vinnuna var avtikin, áðr-
enn Fiskavirking før i
gongd. Vit høvdu gott
fingid cina
nokk ikki
Bjarti Mohr og Ove Munck, leiðslan í Fiskavirking hava
ikki klárað sina uppgåvu nóg væl heldur formaður
javnadarfloksin«
kvotalóg, men tað var
heilt greitt, at vit fóru at
fáa eina lóg, har vit fóru at
seta eina mest loyvda
veiðu, tvs. fiskanggdin var
eisini kend.
Marita Petersen sigur
víðari, at spurningurin
viðvíkjandi íløgustuðuli-
num og landing uttanlanda
var eisini til viðgerðar og
varð entá frá Fiskavirking
víst á, at ein politiskt
kundi regulera skipanina
soleiðis, at tað ikki fór at
vera eitt monopol, sum fór
at avgera allan prísin.
-Vit síggja eisini út frá
teimum veruligu tølunum,
at tað er so lítil partur av
ti, sum er fiskað, id er
seldur uttanlanda, so tað
er ikki tætt lá
Fiskavirking leggur
skylduna á hetta leggur
Marita Petersen aftrat.
Hvat viðvíkur spurn-
inginum um skip og virki
skulu hoyra saman, so var
tað nettup eitt ynski frá
teimum, sum stuðulaðu
Fiskavirking, at ein skuldi
skilja skip og virki sundur.
Tí kann ein heldur íkki
koma og siga, at tað nú er
orsøkin sigur formaður
javnaðarfloksins.
Uppá fyrispurning
hverjar orsøkir tá eru til
ringu støðuna hjá Fiska-
virking vísir Marita Pet-
ersen á, at tað møguliga er
rætt soleiðis sum Fiska-
virking sigur, at råvøran
hevur verið ov dýr at
keypa, og at framleiðslan
tí hevur verið ov dýr um-
framt at fyritøkan fær ov
líuið fyri fiskin.
Aðrar orsøkir
Men Marita Petersen spyr
um ikki tað kunnu vera
heilt onnur viðurskifti,
sum eru orsøkin til ringu
stødua.
-Kanska er leidslan
ikki nóg góð. Og so er tað
spurningurin um tilknýti
millum Fiskasgluna og
Fiskavirking. Eg haldi tað
eru nøkur sera løgin
úttalilsi Ove Munck kem-
ur við, tá hann sigur, at
tað sær út til, at m.a.
Fiskasølan er orsøkin til ,
at Fiskavirking fær ov
lítið burtur úr. Har haldi
eg leiðslan í Fiskavirking
hevur skyldu til at fáa sum
mest fyri fiskin. Fæst tad
s&--nym Fiskasøluna,
So Må CIN SCiju … mfyri
Ov lítið sanerað
Marita Petersen heldur
ersint, at tað í dag er ein
nroynd, at ov lítið hev-
verið sanerað burtur av
uldini hjá Fiskavirking.
vert so ikki, hvat
1 í Fiskavirking fer
at gera. Men ein kann væl
hugsa sær, at leiðslan fer
til kreditorararnar og sig-
ur, at her må sanerast
meira.
Marita Petersen leggur
tó aftrat, at tað so aftur er
ein spurningur, um tað fer
at bjarga Fiskavirking.
Hon heldur, at ein orsøk
til, at Fiskavirking ikki
hevur fingið undirtøku
millum manna er tann, at
tað hevur ikki eydnast at
motivera fólk nóg væl.
Nógva staðni í landinum
hava fólk kent tað sum, at
nú kom okkurt uttanfrá og
skuldi bestemma. Hevur
tú fólkið við, so kann tað
verða so nógv Ødrvisi.
Hetta var eftir míni metan
fyrsta fyritreytin fyri at
fáa Fiskavirking at virka
kring landið.
-Men heldur tú, at tíðin
er farin frá Fiskavirking,
og at henda skipan kanska
heldur ikki var tann
rætta?
-Frá politiskari síðu
gjørdu vit eina metan av
stóðuni, og vit mettu, at
henda skipanin var tann
lættasti mátin at fáa eina
sanering framda. Men
helst hevur saneringin ver-
ið ov lítil. Annars haldi eg
ikki tað er rætt at siga, at
teir hava tikid sosial hen-
syn og at hetta hevur
skapað forðingar.
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 192 — 8. OKTOBER 1994 Síða7
Marita Petersen, løgtingskvinna og forkvinna javnað-
arfloksins: -Tað kann vera, at Fiskavirking er deydadømt.
-Hesa fyritreyt kendi
Fiskavirking eisini til og
visti, at vit frá politiskari
síðu ynsktu at fáa virki
alla staðni í landinum. Og
hetta mátti eisini hava
áhuga hjá eigarunum av
Fiskavirking, nevniliga
bankunum, at arbeiði var
kring alt landið.
-Hvussu kennir tú tað,
tá Ove Munck sigur, at
Fiskavirking ikki longur
kann taka hædd fyri ti
sosiala?
-Nú veit eg ikki,
hvussu gongdin fer at
vera. Men eg haldi, at
fyrsta fyritreytin fyri
øllum er, at vit fáa eina
stórri sanering og eina
leiðslu, sum megnar
uppgávuna at fáa minni
útreiðslur í framleiðsluni
og at selja betri. Hvat
viðvíkur tí sosiala, so er
tað væl rætt, at Fiska-
virking roynir at fáa tað at
bera til, men hinvegin
sleppa vit ikki uttan um, at
Fiskavirking er til í
Føroyum og skal liva her.
Tað nyttar ikki, at
Fiskavirking yvirlivir og
alt annað fer.
Ikki aftur til
tað gamla
-Men skulu vit lata
Fiskavirking fara og fara
aftur til gomlu skipanina?
-Tað veit eg ikki. Vit
kunnu í hvussu er siga, at
vit høvdu 20 flakavirki, tå
Fuzthoks 1
110 Tórshavn ok
vit fingu 120.000. Tad
gekk ikki. Nú hava vit
ikki meira enn 50.000 tons
og tað sigur seg sjálvt, at
tað er ikki nóg nógvur
fiskur til øll hesi virkini,
so tað verður ikki loysnin
at fara heilt aftur til tað
gamla. Men vit kunnu
siga, at henda tíðin hevur
givið føroyingum og
kreftum í Føroyum, sum
hava áhuga fyri hesum,
eitt skotbrá fyri at koma
fyri seg og siga: um hetta
ikki gongur, hvat skulu vit
so gera.
-Hvat skulu vit gera
gongur tað ikki?
-Eg dugi ikki at siga,
um tað er nóg mikið við
stórri sanering, betri
leiðslu og minni fram-
leiðslukostnað. Tað kann
gott vera, at Fiskavirking
er deydadømt.
Marita Petersen sigur
at enda, Fiskavirking
hevur ikki verið nóg
dugnaligt. Leiðslan í
Fiskavirking, tað verið seg
bæði tann dagliga og
nevndin, hevur ikki
klárað hesa uppgávuna
nóg væl. Fyritreytirnar
vóru allar kendar, bæði
viðvíkjandi studningi,
veiði, íløgustuðuli, ti
sosiala ol og leiðslan
hevur ikki dugað nóg væl,
at fáa fólkið við sær. Men
eg skal eisini viðganga, at
hetta hevur ikki verið
nøkur løtt uppgåva.
jan