Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-10-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. oktober 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 192 — 8. OKTOBER 1994 Tummas Arabo um píkarnar: — og eg haldi framvegis tað vera rætt at banna píkum, sigur fyrrverandi lands- stýrismaðurin Hevði landsstýrið í fjør loyvi til at gera undan- tók í regluni at nýta píkar? Hendan spurning hev- ur onkur sett, men táver- andi landsstýrismaður í millum gðrum sam- ferðslumálum, Tummas Arabo, er ikki í iva. Vit fingu fyrispurning úr Mjørkadali um at loyva teimum at nýta píkar í tveir ella tríggjar dagar áðrenn hetta ann- ars var loyvt. Hetta varð loyvt teimum, millum annað tí at har verður ikki grivið nú eins og tað varð, tá Oyggjarvegurin varð nýttur sum fyrr áðrenn Kaldbaksberg- holið kom. Tummas Arabo sigur seg als ikki ivast í, at hetta hevði landsstýrið loyvi til. Bannið píkum Útvarpið visti at siga, at Tummas Arabo var sum landsstýrismaður sinn- aður til at banna nýtslu av píkadekkum. -Tað er púra rætt, og tað standi eg enn við. Tað var serliga privat- bilarnar eg hugsaði um. Hetta er ein spurningur um krónur og oyru, bæði fyri land og kommunur. Píkarnir kosta millum fimm og tíggju milliónir um árið, og tað er eisini eitt slag av pengum, ikki minst í hesum døgum nú allir kassar eru skrall- tómir, sigur Tummas Arabo. Hann vísir á, at í dag finnast fleiri sløg av góðum kavadekkum, og haraftrat ber eisini til at nýta ketur, sigur Tummas Arabo. tór.- Tummas Arabo, fyrrverandi landsstýrismaður i ferðslumálum heldur framvegis, at píkarnir skulu bannast. Mynd: Kalmar Aberdeen siglingin heldur fram I samband vid skipan av teim- um ymisku landsstyrunum hevur uttanlandssiglingin hjå Smyrli verid nevnd. Her verður tó eingin broyting, ger landsstýrismaðurin í samferðslumálum greitt Otryggleikin um, at ein farma- ella fuðafólkaruta heldur fram ella ikki er sera óheppið fyri tey, sum skulu ferðast ella senda góðs eins og tey, sum virka innan ferðamannavinnuna. Eftir løgtingsvalid tók Óvissan seg upp í samband vid Smyrla-siglingina til Aberdeen, ti eingin visti hvat landsstyri vit fingu, og hvørjar ætlanir tað hevði. Uttanlandssiglingin varð tá fleiri ferðir nevnd, og tank- ar vóru frammi at umskipa siglingina. Onkur mælti enntá til at leggja siglingina niður. Men nú er púra greitt, at Aberdeen-siglingin heldur fram. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Sámal Petur í Grund sigur, at upp- runaligarutan,- einaferð um vikuna tykistatroynast væl, men royndimar av øðrum túrinum eru enn so mikið feskar, at ilt er at meta um hvussu hesin túrur fer at roynast. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað hevur stóran týd- ning fyri tey, sum skulu nýta rutuna, at tey fáa at Tíðindablaðið (> | MEIRI BF 1 F KR gu Smyrlasiglingin til Aberdeen heldur fram. Mynd: Kalmar vita, um rutan heldur fram gera nakra broyting í uttan- ella ikki. Og í hesum sam- landssiglingini hjá Smyrli. bandi leggur hann aftrat, at tór.- als ongar ætlanir eru um at Tommy kunnar seg um ES Tommy Petersen, fultrúi í landsstýrinum er farin til Bruxelles, har hann skal vera ein mánað. Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri sigur, at kunn- ingarferðin hjá Tommy Petersen er gjørd sambært avtalu við danska uttan- ríkisráðið. Endamálið við ferðini er at kunna seg hvussu ES arbeiðir. Tað er alt annað enn einfalt, og skulu vit gera okkum vónir um at bøta um marknadar- atgongdina til ES, mugu vit fáa fatur á røttu fólkunum, sigur Kjartan Hoydal. Fiskivinnustjórin leggur aftra, at í fyrsta lagi snýr tað seg um at útfylla karmarnar í verandi handilssáttmála, men hendan ferð lands- stýrisfulltrúans kann eisini koma okkum til góða tá tingast skal um nýggjan sáttmála. Kjartan Hoydal sigur, at hetta er fyrstu ferð, at fólk frá landsumsitingini fara tílíka kunningarferð til ES, og hann sigur seg ikki ivast í, at tað hetta kostar, kann koma okkum fleirfalt aftur til góða. Beint áðrenn Tommy Petersen fór til Bruxelles var hann hjá Nyrup saman við Edmundi Joensen, løgmanni. tór.- Mynd: Kári Mikkelsen GG